mikudagur 2. mars 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Hjá Niels Jacob Heinesen og
fyritøku hansara er tað av
størsta týdningi, at vøran kem
ur út til kundan eftir fastari
skipan.
Fyri at røkka øllum handl
unum á rutuni er neyðugt at
fara árla til verka, - so árla, at
vekkari hansara longu ringir
klokkan 3 um morgunin.
- Eg royni síðani at fara frá
húsum, soleiðis at eg eri hjá
PM Heilsøluni, tá klokkan er
umleið hálvgum fýra - altso um
morgunin, leggur Niels Jacob
brosandi aftrat.
Tá fer hann beinanvegin
undir at fylla stóra vørubilin
við tí, sum skal koyrast út hen
da dagin. Hetta arbeiðið skal
skipast væl, soleiðis at tann
vøran sum skal til tann fyrsta
handilin fer seinast inn.
- Eg royni tí at fara úr Havn
ini áðrenn klokkan 5, soleiðis at
eg kann vera her í Oyndarfirði
klokkan 9, tá Eivind letur upp,
sigur Niels Jacob.
Klokkan 3:00
RÆTTA TÍÐ
- Eg royni at vera her í
Oyndarfirði, tá Eivind letur
upp klokkan 9. Men skal
eg til Gjáar fyrst, kann
klokkan lættliga blíva 10,
sigur Niels Jacob Heinesen,
bilførari hjá PM Heilsøluni
Hóast Niels Jacob Heinesen hevur eina
langa rutu hvønn einasta dag, er altíð
tíð til eitt stutt prát, tá hann kemur við
vørunum til Eivind Petersen í Oyndarfirði.
Onkutíð fær hann eisini heilsað uppá ein
kunda, í hesum føri Sigmund Rasmussen
HUGALIGT
Eg royni síðani at fara frá
húsum, soleiðis at eg eri
hjá PM Heilsøluni, tá klokkan
er umleið hálvgum fýra -
altso um morgunin