mikudagur 2. mars 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Sum ein feria
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað er ikki altíð, at hagtølini siga
allan sannleikan. Serliga ikki, tá
talan er um hvagar fólk flyta.
Meðan nógv velja at flyta til
høvuðsstaðin, finnast fólk í Havn
sum ganga ímóti hesum streymi.
Eitt dømi um hetta eru hjúnini
og havnarfólkini, Martin og
Borghild á Fløghamri sum síðani
2002 hava búð í Oyndarfirði.
– Nógv hava undrað seg um
tað, og hava sagt, at tey als ikki
orka so mikið sum at hugsa
tankan um at skula búgva nakra
aðrastaðni enn í Havn.
– Men tey flestu halda tó, at
tað er frískt at vit búgva her.
Avgerandi var tó fyri okkum tá,
at vit altíð høvdu møguleika at
koyra til Havnar og ikki verða
bundin at øðrum. Og vit trívast
sera væl her, sigur Borghild.
Saman við manninum Martin,
og gentunum Eyðrið sum fylti 9
ár mánadagin, 6 ára gomlu Dinu
og 3 ára gomlu Annie, skapar hon
ein tilveru á bygd við familju,
arbeiði og frítíð:
Maðurin arbeiðir uttanlands
í oljuvinnuni eftir fastari skipan.
Børnini ganga øll á sama staði,
tann elsta í skúla og hinar
báðar í dagstovninum á Lítlu
Mørk. Og Borghild sjálv sum er
útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur,
hevur millum annað arbeitt á
Eysturoyar røktar- og ellisheimi,
men sum nú arbeiðir innan økis
psykiatriska toymið við tænastu
í Eysturoynni.
– Tað er sjálvandi eitt sindur
einsligt onkuntíð, men ein lærir
uppá ein máta at vera her í
Oyndarfirði. Mær dámar henda
serstaka friðin á bygd, og hevði
heilt sikkurt saknað hann, um
eg aftur skuldi flutt til ein bý at
búgva, slær Borghild fast.
Ikki flyta
Borghild var 25 ára gomul, tá
hon fyrstu ferð búsettist her í
bygdini, ið ikki beinleiðis liggur
við alfaraveg. Hvørki hon ella
maðurin hava nakað tilknýti til
bygdina.
Hon og maðurin hava framm
anundan
gingið
á
landbún
aðarskúla í Noregi, og tá eitt
festi varð leyst í Oyndarfirði í
2002 tóku tey av tí. Nakað seinni
keyptu tey sær eisini eini gomul,
men sera hugnalig hús beint við
fjørðuna.
At byrja við vóru tey tvey í
tali, men síðani komu genturnar.
Tann fyrsta fyri júst níggju árum
síðani.
– Hetta er okkara heim, og
hetta fer altíð at verða ein partur
av okkara lívi, sigur Borghild
avgjørd. Og fyri børnini er eingin
ivi um, at Oyndarfjørður er teirra
heimbygd.
– Og sum er, hava vit ongar
ætlanir um at fara nakran veg.
Hetta er eitt satt paradis at búgva
í, sigur Borghild.
Til Grønlands
Tað eru longu liðin níggju ár, síð
ani Borghild flutti norður higar.
Men tey hava kortini ikki búð her
allatíðina.
Eftir at Borghild hevði lisið seg
lidna sum sjúkrarøktarfrøðing
og hevði arbeitt í eina tíð, kom
hugurin at royna sína vitan á
heilt øðrum staði.
Tí tóku tey avgerð um at
flyta til Nuuk í Grønlandi í eitt
ár, har Borghild hevur arbeitt
á medisinsku deild á Drotning
Ingrids
Hospital
í
Nuuk
og
komu
aftur beint
undan jólum
í fjør.
Hóast Borg
hild
var
burtur
úr
bygdini í fjør, hevur tað
kortini ikki vikað við
hugsanina at flyta aftur
til heimstaðið í Oynd
arfirði og tey søguligu
húsini, nevnd “í Billu
stovu”, sum vórðu bygd
í 1899 og sum tey hava
umvælt rættiliga nógv.
Einki res
– Hetta er ein ótrúlig bygd, tí
her er so friðarligt, so vakurt og
eitt so fantastiskt stað hjá bæði
børnum og vaksnum. Tá man
er komin heim frá arbeiði, er
tað næstan so, at man tímir ikki
avstað aftur.
– Bygdin er merkt av friði, og
tí er heldur einki
res at merkja
her.
Enn eru børnini
so lítil, at tað mest hevur verið
tann elsta sum hevur havt tørv
á at fara burtur í aðra bygd til
ítrótt ella onnur tiltøk. Tann tíð
fer helst at koma.
– Men her er tað bara so, at
skalt tú nakrastaðni so mást tú
koyra. Tað má man bara innstilla
seg uppá.
– Tíbetur finnast
nøkur tiltøk her, til dømis
kunnu bæði børn og vaksin ganga
til guitar og klaver undirvísing,
og er áhugi, ber tað heilt víst til at
skipa fyri øðrum tiltøkum eisini.
snorri@sosialurin.fo
BÚSETING – Tað er fantastiskt at búgva her, serliga
um summarið, tá náttúran kring bygdina veruliga
kemur til sín rætt, sigur 34 ára gamla Borghild á
Fløghamri úr Havn, men sum nú býr í Oyndarfirði. -
Hjá okkum er heldur ikki neyðugt at fara aðrastaðni
at ferðast. Tað er sum ein feria at búgva her.