mikudagur 2. mars 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
42
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Hóast fimleikarar úr bæði Havnar
Fimleikafelag og Støkk vóru møttir
til úttøkuna, vóru allir teir sjey
úttiknu fimleikararnir úr Havnar
Fimleikafelag. Tað speglar aftur
støðuna í mansfimleikinum, har
fimleikarar
úr
høvuðsstaðnum
vunnu allar steypakappingarnar,
sum hava verið higartil í ár.
Teir sjey fimleikararnir, sum eru
tiknir út, eru Rósing Dam, Øssur
D. Eiriksfoss, Fróði Mortensen,
Jóni Christiansen, Bartal Wardum,
Pætur Jacobsen og Olivur D.
Eiriksfoss. Hetta er sum sagt
bruttoúttøka, tí endaliga talið á
fimleikarum verður fimm.
Úttøkan til kvinnulandsliðið var
longu fyri einum mánaði síðani, tá 10
fimleikarar komu við í bruttohópin.
Tær eru Eydna Danielsen, Kristina
Toftegaard,
Bjarta
Jansdóttir,
Katrin S. Wardum, Birita Poulsen,
Bára Herolvsdóttir Persson, Fríðhild
Norðgerð og Herdis Thomsen úr
Havnar
Fimleikafelag,
Annika
B. Hansen, Anita S. Davidsen og
Durita S. Davidsen úr Støkk, og
Eyvør W. Samuelsen úr Ljósinum.
Leikir á Jersey
Fimleikur er ikki ítróttargrein á
Oyggjaleikunum á Isle of Wight í
summar, men sum onkuntíð fyrr,
hava oyggjasamfeløgini, sum íðka
fimleik,
alternativar
fimleika
oyggjaleikir í staðin, og teir verða
hesa ferð á Jersey í døgunum frá 6.
til 9. juli. Hetta verður samstundis
fyrsta kappingin, úttiknu fimleik
ararnir hava at síggja fram til, men
undan leikunum verður endaligi
hópurin skorin niður, so hann
tá telur fimm kvinnur og fimm
menn.
Venjari hjá kvinnunum er Alida
Savina og hjá monnum Valery
Savin. Tey bæði eru úr Lettlandi og
eru frammanundan venjarar hjá
Havnar Fimleikafelag.
hilmarjan@sosialurin.fo
Amboðslandslið
úttikin
Fimleikur
Sunnudagin var
úttøka til landsliðið
í amboðsfimleiki
hjá monnum,
so nú eru bæði
kvinnu- og mans
landsliðið mannað,
men enn er talan
um bruttohópar
ALTERNATIV AVBJÓÐING
Føroysku fimleikararnir sleppa ikki við til Oyggjaleikirnar
á Isle of Wight í summar, tí har er fimleikur ikki á skránni. Í
staðin verða alternativir fimleikaoyggjaleikir á Jersey
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Sum nevnt í mánadagsblaðnum,
er tað mestsum bara ein teo
retiskur møguleiki fyri, at
kvinnurnar hjá SÍ kunnu koma
í FM-finaluna ímóti Mjølni. SÍ
kappast við Fleyr um henda
møguleikan, men skal tað
eydnast sørvágskvinnum at
koma í finaluna, skal hjálp
fáast frá øðrum.
Mánakvøldið vann SÍ ein
tryggan 3-0 sigur á TB, sum
bert megnaði at geva mótstøðu
í fyrsta setti, men síðani varð
spælt av vøllinum í teimum
báðum seinnu. Hetta merkir,
at SÍ nú bara er tvey stig aftan
fyri Fleyr, ið tók hevur spælt
ein dyst færri.
Kappingin nærkast end
anum, og SÍ hevur bara tveir
útidystir eftir, ið skulu vinnast,
skal finalan gerast veruleiki.
Tann fyrri verður ímóti grann
unum í Drátti og tann seinni
ímóti oddaliðnum, Mjølni.
Hinvegin hevur Fleyr tríggj
ar dystir eftir. Tann fyrsti av
teimum verður á heimavølli
ímóti
Mjølni
sunnudagin,
og síðani spælir Fleyr heima
ímóti Ternuni og úti ímóti TB.
Vinnur Fleyr bara ein av hesum
dystunum, endar finaluplássið
við fullari vissu í Havn, men
snávar Fleyr tvær ferðir, sam
stundis sum SÍ vinnur sínar
báðar írestandi dystir, verður
settmunurin avgerandi fyri,
hvat av liðunum kemur í final
una.
hilmarjan@sosialurin.fo
Flogbóltur Hóast nógv hjálp skal
fáast frá øðrum, um SÍ-kvinnurnar
skulu koma í FM-finalurnar, royna tær
at gera sítt til, at tað skal eydnast
SÍ roynir
til tað síðsta
SÍ TIL TAÐ SÍÐSTA
Sørvágskvinnur vunnu mánakvøldið á TB, men hava
brúk fyri stórari hjálp frá øðrum, skal tað eydnast at
sleppa framum um Fleyr og fáa pláss í FM-finaluni
Mynd: Álvur Haraldsen
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
18
16
2
51
11
40
20
2 Fleyr
18
15
3
48
18
30
19
3 SÍ
19
14
5
46
24
22
17
4 ÍF
18
10
8
35
30
5
12
5 TB
19
8
11
31
41
-10
9
6 Ternan
18
5
13
20
43
-23
7
7 Dráttur
18
2
16
22
50
-28
3
8 KÍF
18
3
15
14
50
-36
3
SÍ-TB 3-0 (25-22, 25-12, 25-12)
Hilmar Jan Hansen
Fyrireikingarnar hjá U17-gentu
landsliðnum í flogbólti til NEVZA
Championships-kappingina, sum
verður um mánaðarskiftið sep
tember/oktober, eru byrjaðar. Nú
leygardagin skulu genturnar, sum
eru frá árgangi 1994 til 1996, venja
í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn frá
klokkan 15.30 til 18.30.
Upprunaliga skuldi venjingin
verða leygardagin 27. mars, men av
tí at tá er FM-finala í Eikliguni og
fleiri av U17-spælarunum kunnu
hugsast at vilja stuðla sínum liðum
í FM-finalunum, hevur landsliðs
venjarin, Rosa Jacobsen, gjørt av at
framskunda venjingina.
NEVZA er stytting fyri »The
Northern
European
Volleyball
Zonal Association« og er samstarv
millum norska, svenska, finska,
danska, íslendska og føroyska flog
bóltssambandið, sum hevur verið
síðani 2003.
Í løtuni hava føroyingar for
mansskapin í NEVZA.
hilmarjan@sosialurin.fo
Framskundað
U17-venjing
Flogbóltur FM-finalurnar flyta venjing
til norðurlendska kapping í heyst