mikudagur 2. mars 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Serligur áhugi var kanska fyri
teimum báðum kappingunum í
bogaskjóting um vikuskiftið, tí
gestir vóru úr bæði Norra og Ís
landi. Og serliga áhugavert mundi
tað vera, at ein av gestunum var
norski altjóða compound-skjúttin,
Morten Bøe, sum áður hevur verið
heimsmeistari við norska lands
liðnum.
At dugur er í honum, vísti hann í
innleiðandi skjótingini í kappingini
Tambar Open leygardagin í Havn,
tá hann fekk 595 stig av 600 møgu
ligum. Hetta var samstundis hans
ara besta úrslit í innandura skjóting
hetta árið.
Longu fríggjadagin vandi Morten
Bøe við føroysku skjúttunum, um
framt at hann hevði ein fyrilestur
um mentala venjing, har hann eitt
nú greitti frá sínum egnu royndum
í altjóða skjóting.
Tambar Open-kappingin var
skipað í bólkarnar compound og
recurve, har menn og kvinnur skutu
í hvør sínum bólki. Átta menn og
tríggjar kvinnur vóru við í recurve,
og átta menn og tvær kvinnur í
compound.
Í recurve hjá kvinnum vann
Annika Vang á Jastrid M. Jensen
og hjá monnunum vann Absalon
Hansen á Eggaba Andreasen. Í com
pound hjá kvinnum vann Rakul
Dam, og hjá monnum stóð finalan
millum Morten Bøe og ein av ís
lendsku skjúttunum, Kristmann
Einarsson. Her vann Bøe 120-117 –
120 stig er tað mesta, ið kann fáast í
einum finaludysti!
Magnus tók Bøe
Sunnudagin skipaði VágaSkot fyri
kappingin í høllini á Giljanesi, har
skotið varð F2F, ið er »face to face«,
har skjúttarnir í tveimum bólkum
skutu 12 pílar ímóti hvørjum øðr
um. Nummar eitt og tvey í hvørj
um bólki fóru so til gull- og bronsu
finalurnar, og teir næstu skjúttarnir
skutu B-finalu.
Hjá teimum vaksnu, sum skutu á
18 metrum, vann Eggaba Andreasen
finaluna í Recurve ímóti Oddmar
Nielsen.
Í compound eydnaðist Magnusi
Andreassen úr Ørvi at fara allan
vegin og vinna. Tað, sum gjørdi tað
ikki minni stuttligt hjá honum, var
at hann í hálvfinaluni basti norð
manninum, Morten Bøe, fyri síðani
at taka íslendingin, Kristmann
Einarsson, í sjálvari finaluni. Eitt
megnar úrslit!
Í hesi kappingini vóru børn eis
ini við, og tey skutu á 15 metrum,
tó ikki sum F2F, men sum vanlig
kapping við 60 pílum innleiðandi
og síðani finalum. Í compund vann
Sascha Due Niclasen úr VágaSkoti,
og í recurve var Hans Johannessen
úr Ørvi bestur við 529 stigum. Her
kann leggjast aftrat, at í recurve
vóru níggju skjúttar og sjey per
sónlig met!
Magnus basti
heimsmeistara
Bogaskjóting Tvær kappingar í bogaskjóting vóru um viku
skiftið, og í seinnu kappingini eydnaðist Magnusi Andreasen at
vinna á norðmanninum, Magnus Bøe, ið hevur verið heimsmeistari
FORKUNNUG VITJAN
Millum útlendsku gestirnar hjá bogaskjúttunum um vikuskiftið, var norðmaðurin, Morten Bøe, ið er
fyrrverandi heimsmeistari. Her sæst hann høgrumegin á myndini saman við Nikkel Petersen úr Ørvi
Hilmar Jan Hansen
Hetta við ov stuttum svimjihylum
á Oyggjaleikum er ikki nakað nýtt.
Á Rhodos í 2007 var svimjihylurin
nógvar sentimetrar ov stuttur, men
tá var ikki ætlanin, at slíkt skuldi
endurtaka seg. Tí kom føroysku
svimjarunum dátt við, at kapp
ingarhylurin á Isle of Wight er ov
stuttur – hóast talan bara er um
millimetrar.
At hylurin tí ikki lýkur altjóða
FINA-krøv, kemur illa við hjá bæði
Svimjisambandinum og føroysku
svimjarunum,
tí
svimjararnir
ganga ikki bara høgt uppí at vinna
heiðursmerki, men satsa eisini
nógv upp á sjálvar tíðirnar, sum
á Oyggjaleikunum ofta eru bæði
persónlig og føroysk met og kunnu
brúkast sum tilmeldingartíðir til
eitt nú EM- og HM-kappingar.
– At talan aftur hesa ferð er um
ein ov stuttan kappingarhyl, hava
vit hvørki fingið nakað at vitað
um frá Svimjisambandinum ella
oyggjaleikafelagsskapinum,
IGA,
sigur forsetin í ÍSF, Petur Elias
Petersen, sum viðgongur, at hann
gjørdist skakkur, tá hann frætti um
ov stutta hylin á Isle of Wight.
– Har er neyvan nógv at gera, tí
bara ein hylur er á Isle of Wight, ið
kann brúkast til slíkar kappingar,
men allíkavæl kann tað tykjast
løgið, at IGA hevur góðkent hetta.
Vit í ÍSF hava stjórnarfund í annað
kvøld, og tá ætli eg mær at fáa
meira at vita um málið frá Svimji
sambandinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Svimjing – Eg kenni ikki annað til ov stutta svimjihylin
á Isle of Wight, enn tað, sum alment hevur verið
frammi, sigur ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, sum á
stjórnarfundi í annaðkvøld fer at kunna seg nærri
Einki hoyrt um hylin
Hilmar Jan Hansen
Ferðin hjá fótbóltskvinnunum
byrjaði í gjáramorgunin og
vóru tær á Malta seint í gjár
kvøldið. Har eru tær við í eini
undankapping, har fýra lið
eru í einum bólki og besta liðið
teirra millum kemur víðari til
sjálva EM-undankappingina.
Føroysku kvinnurnar eru
í bólki saman við Armenia,
Malta og Georgia, og fyrsti
dysturin verður í morgin ímóti
Armenia. Leygardagin spæla
Føroyar ímóti Malta og týs
dagin verður síðsti dysturin
ímóti Georgia.
Landsliðið hevur vant mið
víst síðani hálvan november,
og hava kvinnurnar hava verið
samlaðar til venjing tríggjar
ferðir um vikuna, umframt
at fleiri venjingardystir eru
spældir ímóti eitt nú dreingja
liðum.
Góðar møguleikar
Álvur Hansen, landsliðsvenjari,
heldur kvinnulandsliðið hava
góðar møguleikar í hesi kapp
ingini: – Eg dugi ikki heilt at
siga, hvørja styrki mótstøðu
liðini hava, men um ein hyggur
at úrslitunum hjá teimum,
skuldu vit havt góðar møgu
leikar at klárað okkum væl í
kappingini, sigur hann.
Teir 17 spælararnir, sum
eru
farnir
til
Malta,
eru
Rannvá B. Andreasen, KÍ,
Mona Breckmann, AB, Fríðrún
Danielsen, Skála, Olga Kristina
Hansen, AB, Sigrid Jacobsen,
KÍ, Rakul M. Johannesen, B36,
Sólvá Joensen, BK Skjold,
Bjarta Ó. Johansen, HB, Malene
Josephsen, KÍ, Margit Magnus
dóttir, MB, Rakul V. Magnussen,
Vejle BK, Paula Mikkelsen,
KÍ, Ragna Patawary, KÍ, Ansy
Sevdal, Víkingur, Heidi Sevdal,
Víkingur, Randi S. Wardum, KÍ,
og Anja Weyhe, B36.
Umframt
Álv
Hansen,
landsliðsvenjara,
eru
eisini
Jacob Thomsen, hjálparvenjari,
Andras Gango, málmansvenj
ari, Sonja Skúvadal, fysiotera
peutur, og Sonja á Líðarenda,
liðleiðari, við á ferðini.
Fótbólts-
kvinnurnar
á Malta
Fótbóltur Í morgin spælir
kvinnulandsliðið í fótbólti
fyrsta dystin í undankappingini
á Malta. Kvinnurnar hava vant
dúgliga og eru væl fyrireikaðar
til dystirnar, hóast kunnleikin til
mótstøðuna er avmarkaður
Á Malta
Heidi Sevdal og hinar
á kvinnulandsliðnum
spæla ímóti Armenia,
Malta og Georgia