Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 11 - 17. januar 2004 Nr. 11 - 17. januar 2004 7 Tað er ongin orsøk hjá flutningsfeløg- unum at sigla kring landið eftir fiski, tá ið fiskavirkini fáa stuðul til at flyta fiskin til Havnar FLUTNINGSSTUÐUL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Flutningsstuðul ella ikki? Tað hevur verið ein spurningur, sum er nógv umrøddur í valstríðnum uppundir hetta løgtingsval- ið. Tað eru tey, sum hava ført fram, at skal fiskavirkjun- um kring landið verða lív lagað, er tað neyðugt at tey fáa stuðul til at flyta fisk, bæði til virkini og tann virkaða fiskin av virkinum til avskipingarhavnina. Serliga er hetta galdandi fyri Suðuroynna, sum ligg- ur longst frá meginøkinum. Eitt vanligt sjónarmið hev- ur verið, at tað er neyðugt hjá Suðuroynni at hava beinleiðis samband til Skotlands fyri at kunna sleppa av við feskar vørur. Tað eru nógv vinnulívs- fólk, sum eru samd í hes- um. Men tað eru eisini tey vinnulívsfólk sum vísa á, at flutningsstuðulin eisini kann verða ein stórur vansi fyri tey ymsu økini í Føroy- um. Tey siga, at júst flutn- ingsstuðulin er ein forðing fyri at sleppa av við feskar fiskavørur. Tey vísa á tað, sum hendi, tá ið lógin um flutnings- stuðul varð fyri í løgingin- um í 1998. Á tí fundinum ivaðust umboðini fyri Skipafelagn- um í, um tað er rætt, at studningur nú møguliga verður latin til hendan flutningin. Ein spurningur hjá Skipafelagnum er, hví teir skulu fara út á plássini, um stuðul verður givin til hendan flutning. Vinnulívsfólk siga, at tá ið virkini fáa stuðul til at flyta fiskin til avskipingar- havnina, verða vanligu marknaðarmekanismurnar settar úr gildi og sjálvsagt fara flutningsfeløgini ikki at brúka pening uppá at sigla oyggj úr oyggj eftir fiski, tá ið tað almenna betalir stuðul til at flyta fiskin til skipini ístaðin. Skipafelagið siglur fram- vegis til nógvar bygdir kring landið, men summir túrar eru skerdir, eitt nú onkur av túrur í Suðuroynni beinleiðis á meginlandið, sum varð mettur at vera beinleiðis útflutningstúrur. – Tað er dýrt at sigla bygd úr bygd og hví skulu vit sigla runt eftir fiski, tá ið virkini fáa stuðul til at flyta hann til Havnar, so at vit fáa hann til skipið, tí tað er nógv bíligari fyri okkum, spyr Skipafelagið framveg- is. Kortini sigur Skipafelag- ið, at flutningsstuðulin var ikki avgerandi fyri, at teir hava strikað onkran túr úr Suðuroynni beinleiðis nið- ur á meginlandinum. – Tann avgerðin varð tik- in áðrenn flutningsstuðulin kom og grundin til avgerð- ina var, at nøgdirnar í Suð- uroy vóru so smáar. Annars heldur Skipafel- agið ikki, at flutnings- møguleikarnir í Suðuroy er ikki heilt so ringir, ið summi vilja vera við. Smyril sigldi á sinni beinleiðis úr Suðuroy fríggjakvøld. Vit sigla úr Havn fríggjakvøld, so bara Smyril er í Havn fríggja- kvøld klokkan 18 ella klokkan 19, hevði fiskurin sloppið við, so tað er ikki tann heilt stóri munurin, sigur Skipafelagið. Ætlanin er nú at selja línuskipið, West Freeezer, og at keypa eitt minni skip ístaðin ENDURNÝGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Línuskipið West Freezer í Miðvági skal nú seljast. Tað er fyri at binda um heilan fingur, at West Free- zer nú er til sølu. West Freezer er eitt av Føroya mest umrøddu skip- um, tá ið hann kom til Før- oya í 1999. Tað var, tá ið West Free- zer kom, at kjakið um at flyta fiskiloyvi ímillum út- róðrarflotan og línuflotan, kyknaði av álvara. Men nú skipið hevur ver- ið í føroyska flotanum í fýra ár, er ætlanin longu at selja hann aftur. West Freezer er bygdur í Kanada í 1989 og kom til Noregs í 1995 og so aftur til Føroya í 1999. Og tað er júst til Kanada, at ætlanin nú er at selja hann aftur. Vit hava fingið upplýst, at eitt tilboð er komið úr Kanada upp á West Freezer. Og fyri nøkrum døgum síð- ani fekk Fiskimálaráðið eina umsókn frá felagnum, sum eigur West Freezer, um loyvi til at skifta skipið út. Grundgevingin er, at West Freezer er ov dýrur í rakstri og nú teir ætla at selja skipið, er ætlanin at útvega eitt minni skip ístað- in. Tá ið fiskiorkan skal roknast út, verður tað gjørt við at rokna longd x breidd x dýbd og úr fiskimála- ráðnum verður upplýst, at skipið, sum ætlanin er at fáa inn ístaðin fyri West Freezer, er týðiliga minni. Men tær nágreiniligu støddirnar høvdu teir ikki, tí tey, sum høvdu við tað at gera, vóru burturstødd. Ov dýrur í rakstri Hóast tað hevur gingið rættiliga væl frá honum, skilst at eigararnir ætla at binda um heilan fingur, nú útlit eru fyri, at fiskaprís- irnir fara at lækka, tí West Freezer er ov dýrur í rakstri. Tí ætla teir at utvega eitt minni skip ístaðin. West Freezer fiskaði fyri 19 milliónir í fjør og beint nú hevur hann avreitt á Toftum fyri 900.000 krón- ur. Reiðarin, Tummas Jacob á Løgmansbø, hevur ongar viðmerkingar. Men í øllum førum skal hann ikki vænta at fáa inn- flutningsloyvi til nakað skip, fyrrenn nýtt lands- stýrið er skipað. Landsstýrið, sum nú sit- ur, er bara ein starvsstjórn og hevur ikki heimild at taka nakrar sum helst av- gerðir uttan tað, sum er neyðugt fyri at landskassin kann halda sínar skyldur og tær, sum eru neyðugar fyri at samfelagið kann haldast ígongd. Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður, hevur sostatt boðað reiðaranum frá, at umsóknin verður ikki tikin til viðgerðar, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað. Vágamenn ætla at selja stórt og at keypa smátt Flutningsstuðul kann vera eitt bakkast fyri Suðuroynna – Tá ið fiskavirki kring landið fáa stuðul til at flyta fisk til Havnar, er ongin orsøk hjá flutningsfeløgum at sigla krin landið eftir fiskinum Eitt tað mest umrødda skipið í føroyska flotanum, West Freeezer, skal nú seljast, tí hann er ov dýrur í rakstri. Eigararnir ætla at útvega eitt minni skip ístaðin C M Y K 7 6