Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 11 - 17. januar 2004 Nr. 11 - 17. januar 2004 9 Í desember bleiv avtala gjørd millum altjóða oljufelagið Eni og føroyska felagið Simprentis um rættindini til oljusimulatiónina Xplore. Farið er undir at útbyggja simulatiónina, og í næstum verða oljuleitingarskeið marknaðarførd bæði innan- og uttanlands OLJULEITING Á TELDU Jan Müller Xplore hevur til endamáls at geva eina grundleggjandi fatan av oljuleiting og bleiv ment í sambandi við eina kapping millum føroyskar miðnámsskúlar í 2002. Letur hurðar upp Í høvuðsheitum sigur avtal- an millum Eni og Simpren- tis (áður kent undir navnin- um Tökni), at Simprentis fær øll rættindi til Xplore, samstundis sum at Eni fær eitt ávís tal av oljuleitingar- skeiðum frá Simprentis ókeypis. Eni er eitt av heimsins týdningarmestu oljufeløg- um, og Simprentis-skeiðini skulu veitast bæði til starvsfólk hjá Eni og í sam- bandi við førleikamenning í teimum londum, har Eni leitar eftir olju. Ólavur Ellefsen, stjóri í Simprentis, sigur við Sosi- alin, at avtalan við Eni er sera týdningarmikil fyri føroyska felagið. – Ikki minst, tí hetta kann lata okkum hurðar upp um allan heim. Útbygd útgáva Xplore verður í løtuni út- bygt og gjørt klárt til at blíva veitt á fyrstu almennu oljuleitingarskeiðunum, sum ætlandi verða í skeiðs- hølum í Aberdeen 10. feb- ruar, í London 12. februar og í Tórshavn 25. februar. Útbygda útgávan eitur Xplore Advanced, og tað er henda útgáva, sum verður nýtt í bæði almennum skeiðum og serskeiðum. Kundar eru oljufeløg sum Eni, og eitt nú tænastuveit- arar í oljuvinnuni, fíggjar- fyritøkur, lærdir háskúlar og myndugleikar. Uppruna útgávan broytir samstundis navn til Xplore Basic, og hon fer fyrst og fremst at blíva brúkt í sam- bandi við tiltøk fyri skúla- næmingar. Skeið í Føroyum Sum skilst fer Simprentis eisini at bjóða skeið í Før- oyum, og umframt almennu skeiðini nevnir Ólavur Ellefsen møguleikan at skipa fyri serskeiðum fyri fyritøkum og myndugleik- um. – Nú ætlanin er at fara undir næsta útbjóðingar- umfar í Føroyum átti ný- valda løgtingið at fingið gagn av einum oljuleiting- arskeiði, heldur stjórin á Simprentis. – Ein góð fatan av olju- leiting og gott skil á hug- tøkum, sum eitt nú loyvis- treytir og rakstrarverdar nøgdir munnu koma væl við, tá stórar avgerðir skulu takast um føroysku olju- framtíðina. Skeiðini frá Simprentis taka støði í, at tú lærir best tá tú sjálv/ur tekur virknan lut í undirvísingini. Í olju- simulatiónini verða luttak- arar býttir í bólkar, sum kappast, samstarva og taka avgerðir í oljuleitingini í einum hugsaðum oyggja- landi. Endamálið er ikki at út- búgva serfrøðingar, men heldur at geva eina fatan av avbjóðingum og møguleik- um í vinnuni. Komandi november verð- ur – eins og í 2003 – eitt millumtjóða tiltak, har Xplore Basic verður nýtt til at geva miðnámsskúla- næmingum eina fatan av oljuleiting. Eisini verður arbeitt við líknandi tiltaki fyri lærdar háskúlar í fleiri londum, men tað er enn ikki staðfest, nær tað tiltak- ið verður. Klaksvíkar Billard- felag liggur á odda í báðum deildum í billard, nú kappingin er um at vera hálv- runnin BILLARD Klaksvíkar Klubbi liggur klárt á odda í billardkapp- ingini. Hann hevur 48 stig og 23,43 eygu í meðal. Nr. 2 er Kaggin 1 við 38 stig- um og 18,05 eygum í með- al. Nr. 3 er Havnar Klubbi við 28 stigum og 19,39 eygum í meðal, nr. 4 er Tvøroyrar Billardfelag við 16 stigum og 15,76 eygum í meðal og aftast er Kaggin 2 við 14 stigum og 16,35 eygum í meðal. Øll liðini hava spælt trý umfør uttan Havnar Klubbi, sum hevur spælt fýra. Seinasta viku- skiftið vitjaði botnliðið í 1. deild Kaggin 2 í Havnar Klubba. Gestirnir vunnu heldur óvæntað 10-8. Fleiri dystir verða í viku- skiftinum. Tvøramenn vitja Kaggan 2 og Kaggin 1 er á vitjan í Klaksvík 2. deilld Her er støðan tann, at klaksvíkingar – Klaksvíkar Billardfelag 2 - eisini liggja á odda við 44 stigum, nr. 2 er Havnar Klubbi við 39 stigum, nr. 3 er Klaksvíkar Klubbi 1 við 24 stigum, nr. 4 er Kaggin við 17 stigum, og nr. 5 er Tvøroyrar Billardfelag við 18 stigum. Nýggjur samskipari fyri virkseminum hjá Norðuratlantsbólkin um er grønlendski fólkatingsmaðurin Kuupik Kleist POLITIKKUR Eyðun Klakstein Báðir teir grønlendsku og annar av teimum føroysku fólkatingslimunum tóku seg í 2001 saman í ein bólk í Fólkatinginum. Norðuratlantsbólkurin hevur síðani samstarvað um viðurskifti, sum hava serligan áhuga fyri Føroyar og Grønland. Tá ið avtalan varð gjørd millum teir tríggjar politik- ararnar var samstundis gjørt av, at uppgávan sum samskipari hjá bólkinum skuldi ganga upp á skift millum teir tríggjar. Lars Emil Johansen legði fyri, og síðani hevur Tor- bjørn Jacobsen røkt upp- gávuna. Nú hevur so Kuupik Kleist tikið við. Uppgávan sum samskip- ari hevur við sær, at Kuupik skal standa fyri fundum, roknskapi og dagligu um- sitingini hjá Norður- atlantsbólkinum. Haraftur- at skal hann verða almenna umboðið hjá bólkinum. Kuupik Kleist er umboð fyri Inuit Ataqatigiit, sum er ein vinstrasinnaður flokkur, og hann situr eisini í grønlendska landstingin- um. Hann hevur verið landsstýrismaður og var eitt skifti uttanríkisstjóri hjá grønlendska heimastýrin- um. Útbygt Xplore til løgtingslimir Ólavur Ellefsen, undangongu- maður aftan- fyri Xplore- verkætlanina, sum nú hevur fingið luft undir veingirnar Tað er ikki bara í Føroyum, at gospel- bólkurin I AM hevur undanvind. Nú eru teir komnir á ein hitlista í Svøríki TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Fyri jól gav gospelbólkurin I AM út sína næstu fløgu. Hetta er útgáva við kristi- ligum rocktónleiki, sum var sera væl móttikin í Føroy- um. Eini túsund fløgur fóru í umfar longu fyrstu vikuna, og síðani hevur I AM hava nógvar framførslur kring landið. Bólkurin hevur eisini sagt, at teir í ár fara at stíla meira eftir at sleppa út um landoddarnar at spæla. Og teir í I AM kunnu í øllum førum fegnast um, at onkur lurtar eftir teirra tónleiki í útlondum. Komnir á hitlista Crossnet er ein svenskur ungdómsportalur fyri trúgvandi, og har hava tey eitt internetradio, sum spældir kristnan tónleik. Portalurin hevur eisini ein hitlista yvir tann best umtókta tónleikin á rásini, og har er I AM alt í einum sloppið upp í part. Bólkurin er nýggjur á listanum og liggur sum nummar 7 við sanginum Believe. Onnur nøvn á listanum eru DC Talk, P.O.D. og Nikki Leonti, sum er nummar 1. I AM hevur sent nýggju fløguna til útvarpsstøðir uttanlands, men teir vistu av ongum, fyrr enn teir endað á hesum svenska hit- lista. Stórt blað týsdagin Nógv tilfar slapp ikki við í leygardagsblaðið. Men tað verður pláss fyri tí týsdagin, tá vit eisini gera eitt eyka innlegg í blaðið. Millum tilfarið tá verður m.a. ummæli og myndir frá 10. konsertini hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum sunnudagin. I AM komið á svenskan hitlista Klaksvíkingar á odda Kuupik loysir Tobba av Sangurin Believe hjá I AM er komið á ein svenskan hitlista fyri kristiligan tónleik ÍSLAND Edvard T. Jónsson Íslendskir sjómenn átala fiskimálaráðið harðliga fyri at steðga lodnuveiðuni í tvær vikur fram til 29. í jan- uar. Íslendski fiskimálaráð- harrinn avgjördi nú í vikuni at steðga veiðuna eftir at Fiskirannsóknarstovan hevði sent 10 skip til at kanna stöddina av lodnu- stovninum norður og eystur av landinum 3.-5. januar. Fiskirannsóknarstovan sig- ur at hóast skipini hövdu funnið nógva lodnu var hon ógvuliga spjadd og skipað lodnuveiða var ov vanda- mikil fyri stovnin undir hesum umstöðum. Fiski- rannsóknarstovan vil gera nýggjar metingar av stovni- num áðrenn lodnuskipini kunnu byrja at royna aftur. Skiparin á lodnuskipi- num Gudmundur Olafur sigur at teir hava funnið nógva lodnu norður og eystur av landinum, serliga eystan fyri Langanesi har teir fingu80 tons av stórari lodnu í einum háli. Nögdin teir fingu var nógv störri enn teir roknaðu við í mun til tær metingar teir hövdu gjört frammanundan. Lodnuskipararnir siga at tað er púra ábyrgdarleyst hjá fiskirannsókanrstovuni at steðga lodnuveiðuna beint nú tí byrjanarkvotan er bert 362.000 tons. Teir siga eisini at einki nyttar at steðga veiðuna og hava síð- an bara eitt skip til at meta um lodnuna á ökinum norð- an- og eystanfyri. Sambært íslendsku sölu- fyritökurnar er stöðan á lodnumarknaðinum sera góð í lötuni. Einki mark er fyrir hvussu nógv kann seljast fyrri part ársins, sig- ur Teitur Gylfastjóri stjóri hjá SÍF sölufyritökuni. Roknað verður eisini við at prísurinn hækkar. Norð- menn hava rátt fyri markn- aðinum í Japan seinastu 4 árini men teir selja onga lodnu til Japan í ár. Lítið sum einki er av lodnu á goymslu í Japan tí fram- leiðslan seinasta ár var so lítil. Japansmarknaðurin kann sostatt taka ímóti 20.000 tonsum frá Íslandi. Prísurinn fyrir lodnu og svartkjaft lækkaði 1999 tá Norðmenn komu inn á marknaðin men Teitur Gylfason sigur at líkindi eru til at hann kann hækka munandi aftur. Lodnuveiðan undir Íslandi steðgað fyribils C M Y K 9 8 Bergur P. Dam Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Tolsemi, samhaldsfesti og sjálvbjargni - tín atkvøða telur! www.bergurdam.com J A V N A Ð A R F L O K K U R I N