leygardagur 17. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 11 - 17. januar 2004
Nr. 11 - 17. januar 2004
11
Skrædl á fiskavirkjunum
2003 var eitt kata-
strofalt ár fyri
traditionellu fiski-
vinnuna á landi: úr-
slitið liggur um ein
tíggjundapart av úr-
slitinum fyri 2002
FISKIVINNA
Búi Tyril
Árið ið fór sá eitt skrædl í
føroyskari flakavinnu, og
tað nýggja árið gevur alt
annað enn stjørnur í eyguni
hjá hesari vinnu. Sambært
upplýsingum frá Ráfiska-
keyparafelagnum lógu úr-
slitini fyri 2003 hjá hvít-
fiskaframleiðarunum í mið-
al um katastrofal 10 prosent
av úrslitinum fyri 2002, við
einum
miðal
vinnings
marginali undir eitt prosent
av umsetninginum.
– Úrslitið sum heild fyri
2003 hjá traditionellu fiski-
vinnuni var ógvuliga vána-
lig, viðmerkir Agnar Jensen
frá Ráfiskakeyparafelagn-
um.
– Tað vóru hóast alt nøkur
virkir, ið kláraðu seg væl,
men samstundis vóru onnur,
ið gingu við undirskoti; í
miðal var úrslitið so ringt
sum umleið ein tíggjunda-
partur av úrslitinum árið
fyri.
Ov stórur váði
Eftir øllum at døma er um-
setningurin ikki av leið, ei
heldur
virðisøkingin
á
virkjunum. Hinvegin vísa
vinningsmarginalarnir seg
at vera minimalir, og tað
sum minni er. Meðan salt-
fiskaframleiðarar klára seg,
gongur verri hjá flaka-
virkjunum.
– Tilsamans umsettu teir
traditionellu hvítfiskafram-
leiðararnir fyri meira enn
eina milliard krónur, men
tann samlaði vinningurin
av hesum var ikki meira
enn knappar 10 milliónir.
– Trupulleikarnir eru
fleiri, men í høvuðsheitum
hevur hendan vinnan ein alt
ov stóran váða í mun til úr-
tøkuna. Marginalarnir eru
so smáir, at sjálvt minstu
útsving í prísum og øðrum
parametrum
merkjast
ógvuliga kraftiga; tað skal
so at siga einki til, fyri at
tað gongur galið. Hóast
virðisøkingin hækkaði í
fjør, so varð alt etið upp av
einum galopperandi kostn-
aðarstigi.
Agnar Jensen byggir síni
tøl á upplýsingar, ið vórðu
lagdar á borðið á einum
fundi, sum nýliga varð hild-
in millum ráfiskakeyparar.
– Virkini, sum vóru saml-
að á fundinum, umboða
góð 80 prosent av tradition-
ellu flakavinnuni, tað er
hvítfiskaframleiðsluni;
teirra
samlaða
úrslit
gjørdist ikki meira enn 7-8
milliónir fyri 2003.
Døpur útlit
Umframt kostnaðarstigið
sum heild rakti verkfallið í
fjør meint. Útlitini fyri tað
nýggja árið eru samstundis
alt annað enn góð.
– Í 2002 høvdu virkini 12
mánaðir at tjena pening
meðan tey í 2003 vegna
verkfallið ikki høvdu meira
enn góðar 10 mánaðir,
sigur Agnar Jensen.
Umframt eitt lutfalsliga
sera høgt kostnaðarstig eru
trupulleikarnir fleiri hjá
fiskivinnuni. Eitt er kapp-
ingin eystanífrá, har rá-
fiskur verður keyptur bíliga
frá russum og framleiddur
enn bíligari av kinesarum,
fyri síðani at verða floymd-
ur inn á marknaðirnar,
trýstandi fiskaprísir sum
heild niður, tó serliga prís-
irnar á frystum upsa. Eitt
annað er hørð kapping við
skotar bæði í keypi og sølu
av fiski. Skotsk virkir, ið
keypa stórar partar av tí før-
oyskt veidda fiskinum,
hava fleiri kappingarligar
fyrimunir í mun til okkara:
millum annað lægri lønir,
stuðul til íløgur, støddar- og
góðskuskildan fisk.
Okkara størsta fyritøka,
Føroya Fiskavirking, váttar
tey døpru tølini og dylir
ikki fyri, at útlitini fyri í ár
eru døpur.
– Okkara úrslit gjørdist
ikki meir enn 3-5 milliónir í
mun til 17 milliónir árið
fyri, sigur Meinhard Jacob-
sen, stjóri á Fiskavirking.
– Vit rokna ikki við
stórum bata í 2004… Eg
dugi ikki at síggja, hvat ið
skal gera okkum meira
kappingarfør í mun til út-
heimin; kappingarneytarnir
virka jú ikki rotnan fisk.
Brúkarasamtakið
metir eina brúkara-
lóggávu sum alneyð-
ugan part av føroyska
samfelagnum
BRÚKARAR &
POLITIKKUR
Tíðindaskriv frá
Brúkarasamtakið sum hev-
ur til endamáls at virka fyri
at vit fáa ein almennan
brúkaraumboðsstovn
at
upplýsa brúkaran um sínar
skyldur og rættindi mótveg-
is
sølufyritøkum,
varð
stovnað fyri góðum ári síð-
an. Samtakið er eitt sjálv-
boði felag við limum og
einasta inntøkukelda er
limagjaldið.
Harafturat
hava vit fingið peningaliga
hjálp til at stovna felagið frá
Norðurlandaráðnum
ta
fyrsta árið.
Nú ta stundar til val, hava
vit sett okkum fyri at spyrja
politisku flokkarnir nakrar
spurningar. Vit hava tá ið
felagið varð stovnað vent
okkum til politikararnir og
biðið um eina fasta játtan á
fíggjarætlanini til at kunn-
að reka felagið, men svarið
hevur verið negativt.
Í januar í fjør skipaðu vit
fyri pallborðsfundi í Norð-
urlandahúsinum, har Hagen
Jørgensen, danskur brúk-
araumboðsmaður
var
gestarøðari og tá fingu allir
politisku flokkarnir høvi at
siga sína hugsan um ein
almennan brúkarapolitikk í
Føroyum.
Vit hava spurt flokkarnar
hesar spurningar:
Um flokkur tygara kemur
í samgongu komandi val-
skeið.
Vilja tit virka fyri:
• at vit fáa eina góða
brúkaraverju í Føroyum, tí
sum nú er, er brúkarin
verjuleysur?
• at vit fáa hóskandi lóg-
gávu á økinum, bæði sett
manglandi lógir í verk
(m.a. um marknaðarføring)
og dagført tað avoldaðu
keypilógina?
• at vit fáa ein brúkara-
myndugleika, sum kann
taka sær av brúkaramálum,
skipa fyri brúkarakunning
o.ø.?
• at vit fáa ein brúkara-
kærunevnd, sum brúkarar-
nir kunnu venda sær til við
kærum, tá teir halda seg
vera fyri órætti?
At enda: ein stutt frá-
greiðing:
• Hvussu ætlar flokkurin
at fremja hetta í verki?
Bert 4 flokkar hava svar-
að, so vit mugu ganga út frá
at hesir halda at eingin lóg á
økinum er nóg gott sum er:
Hinir hava svara soleiðis:
Miðflokkurin svarar at
flokkurin vil virka fyri, at
allir brúkarar verða væl
vardir av lógini. At brúkarin
er verjuleysur, er ein pá-
standur, vil flokkurin verða
við.
Hann vil virka fyri at vit
fáa hóskandi lóggávu á øk-
inum og at vit fáa dagført
verandi lógir eftir føroyks-
um leisti.
Miðflokkurin vil virka
fyri at vit fáa føroyskar lóg-
ir og at keypilógin verður
dagførd.
Flokkurin metir, at av tí
at samfelag okkara er so
lítið, kundi onkur av núver-
andi stovnum tikið sær av
brúkaramálum, t.d. kapp-
ingaráðið.
T.d. kundi Kappingaráðið
eisini at tikið sær at brúk-
araklagum, metir flokkurin.
Sjálvstýrisflokkurin vil
virka ja-liga til allar 4
spurningarnar. Harafturat
vil flokkurin virka fyri at
vit fáa frían handil, men
brúkarin skal hava trygd og
góðar sømdir.
Sjálvstýrisflokkurin vil
stuðla brúkarafeløgum og
møgulig seta á stovn eina
almenna
brúkaravernd,
(brúkaraumboðsmann). Tað
er týdningarmikið, at talan
ikki verður um enn ein
tungan almennan stovn,
men eina effektiva, einkla
og bíliga skipan.
Javnaðarflokkurin svarar
at hann fyri tveimum árum
síðan legði drúgt álit fram á
ting um hvussu neyðugt tað
er at vit fáa ein brúkarapol-
itikk í Føroyum og at vit fáa
sett í verk eina brúkaralóg-
gávu. Tvey uppskot vóru
løgd fram, annað var upp-
skot til lóg um marknaðar-
føring við brúkaraumboði,
og hitt var lóg um brúkara-
kærunevnd,
men
bæði
uppskotini vórðu feld av
táverandi samgongu.
Flokkurin heldur at brúk-
aramál hava alstóran sam-
felagsligan týdning og met-
ir ikki at hesi kunnu røkjast
bert á sjálvbodnum privat-
um grundalagi.
Flokkurin tekur fult undir
við teimum spurningum vit
hava sett teimum og til tess
at fremja eina góða brúk-
araverju ætlar flokkurin um
hann kemur í samgongur, at
seta í verk eina tíðarhósk-
andi brúkaralóggávu, við
brúkarakærunevnd
og
brúkaraumboði, til tess at
fremja brúkarakunning og
tryggja rættindini hjá brúk-
arunum, sigur Henrik Old
vegna Javnarðarflokkin.
Tjóðveldisflokkurin
Flokkurin fegnast um sjálv-
bodna initiativið hjá Brúk-
arasamtakinum og sigur
seg taka fult undir við
endamálum felagsins.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur brúkaramál sum part av
sínum stevnumiðum, sum
vórðu endurskoðaði í 2001
og er hetta tí politikkur
floksins.
Vanligi brúkarin skal
hava møguleika at fáa innlit
í dygd, uppruna, umhvørv-
isfyrilit og reiðiligan prís á
øllum vørum og tænastum.
Flokkurin meinar haraftur-
at at vit sum skjótast skulu
hava eina brúkaralóggávu,
ið áleggur veitarum skyldur
og ásetir rættindi hjá brúk-
arum.
Lóggávan skal seta krøv
viðvíkjandi upplýsing um
prís, dygd, innihald (vinn-
ing av tænastuni).
Ein brúkarastovnur verð-
ur settur á stovn og hevur
hesin eftirlit við, at lógir og
reglur verða hildnar, og
hagar kunnu brúkarar kæra
um veitingar, ið ikki lúka
treytirnar í brúkaralógini,
sigur Høgni Hoydal, for-
maður Tjóðveldisfloksins
við Brúkarasamtakið .
At enda kunnu vit í brúk-
arasamtakinum bert stað-
festa at ein lóg á hesum øk-
inum er alneyðug til tess at
tryggja einstaka brúkaran-
um, tað vísa dagligu áheit-
aninar vit fáa frá fólki, ið
ikki veit hvussu tey skulu
bera seg at tá ið tey hava
verið fyri vanbýti í brúkara-
málum.
Brúkarar spyrja politikkarar
C
M
Y
K
11
10