leygardagur 17. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 11 - 17. januar 2004
Nr. 11 - 17. januar 2004
13
Richard stardi deyðan í eyguni
– Eg ivaðist ikki í, at
mín síðsti tími var
komin, sigur Richard
Hentze, sum kom væl
frá tilburðinum við
Sandsboðar týskvøld-
ið, tá hann við báti
sínum, Syðraberg,
rendi á land. Báturin
bleiv vrak, men ongin
fólkaskaði var
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Eg kann prísa meg
lukkuligan fyri, at tað var
júst á hasum staðnum, at
báturin fór á land, sigur
Richard Hentze, sum er
komin væl fyri seg aftaná
tilburðin við Sandsboðar
týskvøldið.
Syðraberg rendi á Sands-
boðar, sum er eitt tiltikið
vandamikið og ringt stað, tá
brim er. Hetta kvøldið vóru
boðabrot allastaðni, og
ringt var somuleiðis í sjón-
um.
Tað hevði ikki borið til
hjá Richardi at lopið upp á
turt nakra aðrastaðni, og so
er spurningurin, hvussu
álvarsamt tilburðurin hevði
verið.
Richard slapp upp á sker-
ið. Og so var størsti vandin
av, hóast Sandsboðar liggja
um 50 metrar úr landi.
Fyrstur á staðið var 14
ára gamli sonurin, Mads.
Pápin var fingin á land við
línu, sum fólk frá Bjarging-
arfelagnum tveittu út til
hansara. Og glaðir vóru
feðgarnir báðir, tá hann aft-
ur stóð á turrum. Vátur frá
bringuni og niður, men
annars púra óskalaður.
– Eg eri sera takksamur
fyri alla hjálpina, sum mær
var givin hetta kvøldið.
Fólk bóru skjótt at, og eg
kom skjótt fyri meg aftur,
sigur Richard og takksemi
og gleðin fyri at vera á lívi
eru ikki at taka feil av.
Seinasti kjansur
Richard stóð og kruvdi í
báti sínum. Sjálvur veit
hann ikki, júst hvat hendi,
men hann sigur, at ein
møguleiki er, at sjálvstýr-
arin man hava sligið frá.
– Eg hevði ongan møgu-
leika. Tá eg grunaði ilt, var
tað ov seint hjá mær. Bát-
urin rendi á land, og har var
onki hjá mær at gera, sigur
hann.
Báturin kastaði seg aftur
og fram í brotunum tríggjar
ferðir, áðrenn tað eydnaðist
Richardi at leypa á skerið.
Tilburðurin hendi um
hálvgum sjey tíðina, og
Richard fekk sent út neyð-
arkall, áðrenn hann mátti
fara heilt fram í bátin.
– Báturin borðfyltist, so
har var onki annað at gera
enn at leypa fram, sigur
Richard.
Hann sendi tvær neyðra-
kettir, og tendraði eitt neyð-
bluss, tá hann var komin
fram í bátin. Tástandi sá
hann helluna, sum var beint
har. Hetta hevði hann ikki
varnast í myrkrinum, so
hann gjørdi seg til at leypa.
Triðju ferð báturin varð
kastaður inn ímóti, fekk
hann passað sær løði so
mikið væl, at tað eydnaðist
honum at leypa. Hann kom
á skerið í øllum góðum. Og
so var størsti vandin av.
– Eg hugsaði við mær
sjálvum triðju ferð, báturin
kom inn ímóti, at hetta var
mín seinasti kjansur, um eg
skuldi leypa, greiðir Rich-
ard frá.
Nýggjan bát
Richard er fullgreiður yvir,
hvussu heppin hann var
hetta kvøldið, at alt spældi
so væl av. Tað kom ongan-
tíð panikkur í hann, hóast
hann eina løtu ikki var í iva
um, at hansara seinasti tími
var komin.
– Eg svav nú ikki so nógv
ta fyrstu náttina, men síðani
tað havi eg verið væl fyri og
sovið væl, sigur sandsmað-
urin, sum longu er farin í
gongd við at leita sær eftir
einum nýggjum báti. Hann
hevur verið á internetinum
og leitað á ymsum heima-
síðum.
Syðraberg bleiv vrak.
Botnurin er heilt illa farin,
og menn vænta, at tá hann
verður togaður av aftur
skerinum, at botnurin fer
allur, sum hann er. Richard
sigur, at har eru nógvir
spískir steinar á skerunum,
og tískil kann gangast út
frá, at botnurin er hol allur,
sum hann er.
– Eg eri sera harmur um
bátin. Hatta var ein góður
bátur, men slíkt hendir, og
har er ikki nógv at gera, tá
ein er einsamallur maður
ímóti slíkum náttúru kreft-
um. Men eg eri ikki vorðin
bangin av hesum, og eg
verði ikki longi uppi á landi
við mínum egna vilja, sigur
hepni
útróðrarmaðurin
heiman av Sandi.
Richard kom á land við hjálp frá Bjargingarfelagnum, sum tveitti eina línu til hansara.
Sonurin 14 ára gamli Mads tók ímóti pápanum, tá hann kom upp á turt
Mynd: Oskar Oskarsson
Richard ivaðist ikki í, at hansara seinasti tími var komin, tá hann rendi á land. Men hann var so heppin, at har var eitt sker, sum hann kundi leypa á
Mynd: Oskar Oskarsson
C
M
Y
K
13
12