leygardagur 17. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 17. januar 2004
15
15
14
Nr. 11 - 17. januar 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Ósemja í ES um sílatoll
Ætlanin var, at ES skuldi leggja revsitoll á síl úr Noregi
hósdagin, men avgerðin bleiv útsett.
Arancha Gonzales, talskvinna hjá ES-nevndini, sig-
ur, at avgerðin bleiv útsett, tí nøkur av limalondunum
vildu hava betri stundir til at kanna uppskotið um at
leggja revsitoll á ald norsk síl. Í norskum fjølmiðlum
verður tað tulkað, sum at ósemja er ímillum londini,
hvørt revsitollur skal leggjast á norsk síl ella ikki.
Tann sonevnda dumpingnevndin hjá ES hevur skotið
upp, at revsitollurin á sílum úr Noregi verður 19,9 pro-
sent. ES vil vera við, at norðmenn seldu síl fyri undir-
prís í 2001 og í 2002. Hesum hevur norska alivinnan
víst aftur, og nú avgerðin um revsitollin er útsett, fara
norðmenn at nýta høvi til at gera enn eina roynd at
sannføra ES um, at talan var ikki um undirprís, skrivar
Aftenposten.
Heldur niðri á Jørðini
Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore fer illa
við ætlanunum hjá George W. Bush, forseta um at seta
fólk upp á Mánan og síðani upp á Mars.
– Heldur enn at nýta ovurhonds nógvar pengar upp á
eina ætlan um at gera tað liviligt hjá nøkrum fáum fólk-
um úti í rúmdini átti forsetin at lagt dent á at gera tað
liviligt hjá komandi ættarliðum her á Jørðini, sigur Al
Gore. Hann er nú ikki tann einasti, sum heldur lítið um
rúmdarætlanina hjá Bush. Bæði amerikanskir og
evropeiskir fjølmiðlar rista við høvdinum og siga ætl-
anina vera at oyðsla pengar burtur.
Stóra blaðið New York Times væntar, at útreiðslurnar
til eina slíka ætlan verða størri, enn tey flestu geva sær
far um. Blaðið vísir á, at stórt hall er á amerikonsku
fíggjarlógini, og at amerikanararnir hava nógv annað
og týdningarmeiri at brúka pengarnar til.
Ein kinesari
Kinesiska stjórnin hevur nú gjørt av, at Kina skal taka
lut í friðarvarðveitandi arbeiðinum í Afghanistan.
Men hóast sít stóra fólkatal sendir Kina bara ein
mann til Afghanistan. Hann eitur Zhang Ming og starv-
ast sum løgreglumaður í landspartinum Hainan, har
hann yvirhøvur arbeiðir við rúsevnissmugling. Sam-
bært almennu tíðindastovuni Xinhua skuldi hann fara
til Afghanistan í gjár.
Kina sendir sjáldan herfólk ella løgreglufólk til
ófriðarlig øki, sjálvt um ST biður landið um hjálp, men
hví Kina bara sendir ein mann til ST-deildirnar í Afgh-
anistan, er ikki greitt. Sum er eru 21 kinesiskir løg-
reglumenn í ST-arbeiði í Eystur Timor og í Liberia.
Fór til USA
Kolombiski rúsevniskongurin Arcangel de Jesus
Henao Montoya, sum varð tikin í Panama fyri nøkrum
døgum síðani, varð mikudagin sendur til USA, sum
hevði biðið um at fáa hann útflýggjaðan.
Henao Montoya verður hildin at vera næstovasti í
einum tí størsta rúsevnisharkaliðnum í Kolombia. Sam-
bært amerikonsku myndugleikunum er hetta harkaliðið
tann størsti kokainframleiðarin í heiminum, og amerik-
anararnir hava leingi leitað eftir Henao Montoya, tí
hann skal hava staðið á odda fyri kokainflutninginum
úr Kolombia til USA.
Tá tað frættist, at myndugleikarnir í Panama høvdu
tikið Henao Montoya, kravdu teir kolombisku myndug-
leikarnir at fáa fatur á honum, men kortini bleiv avgjørt
at senda hann til USA. Tað er lítið at ivast í, at hann
verður dømdur lívlangt fongsul har, skrivar Reuters.
Fleiri hundrað svartir
amerikanarar róptu
rakstrarróp eftir
Bush, forseta, tá hann
legði krans á grøvina
hjá Martin Luther
King
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Á forsetavalinum seinast
fekk George W. Bush minni
enn tíggju prosent av
atkvøðunum frá teimum
svørtu í USA, og at hann
ikki er væl lýddur teirra
millum, fekk hann at
kenna, tá hann fyrradagin
var í Atlanta og legði ein
krans á grøvina hjá borg-
ararættindastríðsmanninum
Martin Luther King, sum
varð myrdur í 1968.
Martin
Luther
King
hevði fylgt 75 hósdagin, og
tí var forsetin komin at
leggja ein krans á grøv
hansara. Men fleiri hundrað
svørt órógvaðu vitjanina
við rakstrarrópum sum
"Bush go home" og "peace
not war". Summi teirra
bóru skelti, sum søgdu, at
tey vildu heldur hava for-
setan at brúka pengar til
bústaðir enn kríggj, og á
øðrum skeltum varð funnist
at forsetanum, tí fólk hildu
hann misnýta grøvina hjá
Martin Luther King í val-
stríðnum upp undir forseta-
valið í heyst.
Sjógvurin á teimum
norðaru leiðunum er
vorðin so nógv heitari
enn fyrr, at fiskur úr
teimum tropisku leið-
unum leitar norður-
eftir. Men samstundis
rýmir annar fiskur.
UMHVØRVI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Danskir fiskifrøðingar og
lívfrøðingar rópa nú var-
skó. Fiskur og plantur í
teimum tropisku økjunum
eru á veg til Norðurevropa,
tí hitin í sjónum á okkara
leiðum er vaksin munandi.
Granskararnir siga, at á
hvørjum ári flyta tropiskir
fiskar og plantur seg 50
kilometrar longri norður.
Orsøkin
er
sjóvarhitin.
Kanningar hava víst, at
sjógvurin í Norðsjónum og
Skagerak er vorðin mun-
andi heitari, og at hitin
veksur skjótari, enn vísind-
in hevði roknað við. Eitt nú
er sjógvurin í Skagerak
umleið tvey stig heitari nú
enn í áttatiárunum.
Víst verður á, at fleiri
fiskasløg, sum ikki hava
verið vanlig í donskum
sjógvi, eru farin at gera vart
við seg tey seinastu árini.
Eitt nú hava danskir ídnað-
artrolarar fiskað nógvar
ansjósir.
Men sjóvarhitin fær ikki
bara fisk at koma hendan-
vegin sunnaneftir, tí verður
sjógvurin her ov heitur,
kann tað hava við sær, at
fiskasløg, sum hava verið
vanlig her, fara at leita sær
aðrastaðni.
– Vit vita, at toskur held-
ur bara til í sjógvi, sum er
umleið 10 hitastig. Hitin í
Norðsjónum er um 9,8 stig,
og tí kann hetta enda við, at
toskurin har hvørvur, sigur
lívfrøðingurin
Ulrik
Christian Berggren við
Jyllandspostin.
Fiskifrøðingurin Brian
MacKenzie á donsku fiski-
rannsóknarstovuni
sigur
við blaðið, at fiskur hevur
lætt við at flyta, og heldur
hitabroytingin fram, fara
fleiri fiskasløg at flyta seg.
Summi fara at hvørva
fullkomiliga, og onnur fara
at koma ístaðin fyri. Hann
væntar, at avleiðingarnar
verða tær somu fyri skelja-
dýr og plankton.
Í danska fiskimannafel-
agnum verður málið tikið í
størsta
álvara.
Carsten
Krogh, sum er fiskifrøðing-
ur hjá fiskimannafelagn-
um, sigur við Jyllandspost-
in, at upplýsingarnar hjá
lív- og fiskifrøðingunum
samsvara við tað, sum
fiskimenninir síggja. Hann
nevnir, at ein ídnaðartrolari
úr Esbjerg landaði 400 tons
nú um dagarnar, og at 70
tons vóru ansjósir.
Bush fekk ikki frið
at leggja krans
Tropiskir fiskar
koma norðureftir
Bush, forseti, leggur krans á grøvina hjá Martin Luther King. Kvinnan á myndini er einkjan eftir borgararættindasstríðsmannin,
Coretta Scott King
C
M
Y
K
14