leygardagur 17. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 11 - 17. januar 2004
Nr. 11 - 17. januar 2004
17
Tað hevur verið ført fram í pressuni, at valstríðið er
tamt og uttan nakað serligt innihald. Hesum eru vit ikki
samd í. Vit halda, at nógv nýtt og mangan áhugavert er
komið fram í valstríðnum. Flokkar hava broytt
ideologiska kós og royna seg á økjum, har teir áður
hildu seg langt burtur. Eisini má ásannast, at ideolog-
isku vøtnini hava skilt seg meira enn vanligt hevur
verið í føroyskum valstríðum. Vit kunnu nevna sum
dømi, at átrúnaðarligir og etiskir spurningar eru komin
inn. Um hetta hevur hækkað støðið er ivasamt, men
hinvegin er jú talan um spurningar, sum vit ikki sleppa
undan at taka støðu til. Vit loyva okkum at halda, at
flestu flokkar uttan Miðflokkurin hava taklað hesar
spurningar við tí álvara, sum hesir spurningar hava
uppiborið. Hinvegin slepst illa undan varhuganum av,
at Miðflokkurin hevur havt lyndi til at taka sær patent
uppá etisk og átrúnaðarlig virði, sum vit øll deila, men
sum vit ikki bera uttan á okkum.
Javnaðarflokkurin hevur borið nøkur áhugavert hug-
skot fram undir valstríðnum. Eitt nú hevur flokkurin
lovað at gera nakað við fólkaheilsuna og í hesum
sambandi at seta inn, har tað munar mest, nevniliga hjá
børnunum. Til tess at tryggja at øll børn fáa
heilsugóðan kost og ikki bara búkfyllu, skullu øll børn
fáa eina sunna og góða máltíð í skúlanum. Hartil skulu
øll dagliga fáa mjólk í skúlunum. Skúlamatur er van-
ligur í øllum okkara grannalondum og har hevur ein
sera góðar royndir við hesum tiltaki. Hetta eigur
avgjørt at verða roynt her hjá okkum eisini. Tað, sum
hetta kostar, kemur fleiri ferð afur við betri heilsu
seinni í lívinum. Eisini er hetta etiskt og menniskjans-
ligt rætt og neyðugt. Tá samfelagið pressar foreldrini
so hart, sum nú verður gjørt, hevur samfelagið skyldu
at hjálpa børnum eins og foreldrum. Vónandi fara allir
flokkar at taka undir við hesum.
Eitt huskot, sum snýr seg um nakað heilt annað, er
uppskotið um eina strategi fyri vinnu- og búskapar-
politikkinum og í hesum høpi uppskotið um ein
fiskidagabanka. Hetta er eitt sera áhugavert uppskot, ið
kann tryggja ungum og nýggjum kreftum møguleikar
at sleppa framat í fiskivinnuni og hetta kann tryggja
stabilar karmar um vinnuna sum heild. Eitt er at fara
inn við studningi sum í gomlum døgum, annað er at
sita hendur í favn, meðan alt rapar og arbeiðsloysið
aftur fer at herja landið. Javnaðarflokkurin hevur eitt
triðja boð, eina vinnulívstrategi, sum kann fyribyrgja,
at vit aftur enda í tí stórkreppu, sum vit nú tíverri
stevna beint í móti, uttan at nakar rættir hond frá síðu.
Politikkur Javnaðarflokksins er tískil eitt sera áhuga-
vert alternativ til tann politikk, ið hevur verið rikin
seinastu fimm-seks árini. Hesin politikkur hevur alt
samfelagið sum mál og ikki bert ein part av
samfelagnum. Hesin politikkur miðar í móti eini
tjóðskaparligari semju, samstundis sum vælferðarsam-
felagið verður varðveitt og útbygt. Hetta er eitt
áhugavert alternativ til ein politikk, sum hevur elvt til,
at vit hava rent okkum føst á fleiri týðandi
samfelagsøkjum. Men alstóran týdning hevur tað at fáa
virðingina fyri hvørjum øðrum og samstarvið inn í
aftur politikkin. Bert við teimum byggja vit land.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Áhugavert alternativ
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sigfríður Olsen
Sjálvan valdagin fyri skjótt
tveimum árum síðan gav
Tjóðveldisflokkurin út eina
vallýsing, har føroyska
tjóðin á ein vanvirðisligan
hátt varð býtt upp í tríggjar
partar:
Hálvdansk - hálvfør-
oyskt - føroyskt.
Á ymiskan hátt hevur
Tjóðveldisflokkurin síðan
roynt at vaska hendur, men
hevur tað gingið so sum so
við tí. Vit »hálvføroysku«
eru í hvussu er púra samd
við Katrini Dahl Jacobsen,
at henda lýsing ikki bert
minnir á, men harafturímóti
er ein beinleiðis endurgev-
ing av tí hugsjón, ein ávís
fólkarørsla spýði úr sær í
30-unum.
Aftur til hetta valið verð-
ur hesin táttur tikin upp-
aftur. Nú av framsøgu-
manni Fólkafloksins í And-
glettinum. Og ikki var tað
tespiligt at hoyra.
Men hesuferð var tað ikki
bara Óli, men sjálvur tals-
maðurin fyri Hin føroyska
Fólkaflokkin
(radikalt
sjálvstýri), ið úttalaði seg.
Óhugnaligur
boðskapur,
kunna vit bert staðfesta.
Latið okkum tí halda
fram við at stremba fram
móti tí GÓÐA SAMFE-
LAGNUM, tí har missa
slíkar ódámligar hugsjónir
gróðrarlíkindini.
Týsdagin 20. januar og
tey komandi fýra árini hava
vit møguleikan til tað!!!
Gott val.
Levi Mørk
Rapp, C- vitaminur og
planbúskapur í Suður-
oynni!
Tað skal ivaleyst meira til
enn at rappa og C- vitamin-
ur til fyri at fáa planbúskap-
in og blandingsøkonomi
hjá Javnarflokkinum í Suð-
uroynni til at virka. Tað
skal ivaleyst nýggj andlit,
ið hava skil fyri búskapar-
ligu og fíggjarstøðuni í
Suðuroynni?
Serliga um vit hugsa um
tað stóra arbeiðsloysið í
sunnara helvt av Suður-
oynni. Tú kanst ikki bara
liva av planbúskapinum,
við at rappa og eta C- vita-
munur. Boðskapurin má
verða nýggir persónar, sum
vilja Javnarflokkinum og
Suðuroynni tað besta. Hvør
ið kemur inn Jóaness,
Henrik, Sverri, Mikkjal ella
Nita er upp til veljaran,
men her eri eg samdur við
Kristian Magnussen og
Jóannes v. m. at her má
vend koma í.....
TÍÐINDASKRIV
Heilafelagið
Heilafelagið vil við hesum
minna tykkum politikarar á
úrslitið av kanningini, sum
Heilafelagið lat gera í
2003, Ár teirra brekaðu.
Kanningin er um viður-
skiftini
hjá
apopleksi-
raktum í Føroyum.
Kanningin vísir:
- Apopleksirakt í Føroyum
koma ikki eins væl fyri
seg, sum apopleksirakt í
Danmark.
- Ov fá verða innløgd nóg
skjótt á apopleksideildina
á Landssjúkrahúsinum.
- Apopleksirakt fáa als
ikki nóg góð tilboð um
uppvenjing og eftirvið-
gerð.
- Samskiftið
millum
heilsuverkið og almanna-
verkið er ikki nóg gott.
- Tænastur frá Almanna-
stovuni eru ikki nóg góð-
ar.
- Ov
fá
apopleksirakt
koma ígongd aftur við
arbeiði og frítíðarítriv.
- Apopleksirakt eru sosialt
avbyrgd.
Heilafelagið vil heita á
tykkum, sum fara at stýra
okkara landið aftaná 20.
januar,
at
minnast
til
kanningina og arbeiða fyri
at bøta um viðurskiftini hjá
apopleksiraktum, so eisini
tey fáa eitt virðuligt lív.
Minnist til, at í Føroyum
verða uml. 100 fólk um
árið rakt av apopleksi.
Gott val!
P.s. Kanningin kann útveg-
ast frá Heilafelagnum, Ís-
landsvegur
10
C,
tlf.
321520, e-mail:
heilaf@post.olivant.fo
Hálvføroyskt - hálvdanskt og
fremmandahatur
Her má vend koma í…
Gloymið ikki tey apopleksiraktu
eftir 20. januar!
C
M
Y
K
17
16