Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 8 Sosialurin Leo Poulsen Tað kom illa við hjá teimum flestu, at Eik Banki mátti leggja kongin í oktober mánaði í fjør, eisini hjá Kemi­ lux Industy. Og tað hjálpti sanni­liga ikki um, at eisini Fiska­virking tveir mánaðir sein­ni fór sama veg. Men fyri reinsievnis fram­ leiðaran er tað gleðiliga hent, at útflutningurin er í vøkstri. - Ja, tað er hann. Vit hava havt nóg mikið at gera higar­ til í januar og februar við at flyta vøru út og tað er nóg mikið fram til mars eisini, sig­ur Debes Petersen, stjóri í Kemilux. Fyrradagin fyltu teir á Kemi­lux ein trailara við 33 platt­um av sápu, sum skuldi av­skip­ast til Hirtshals. - Hirtshals tekur sum er móti størstu mongdini av okkara útflutningi, men Ís­land og Noregi eru eftir hond­ini eisini komin væl við seinnu árini, og verður gongd­in hin sama, koma hesi skjótt upp á sama støði sum Danmark, sigur Debes Peter­sen. Víðka um marknaðin Marknaðarføringin hjá fyri­ tøku­ni er í einari eitt sindur ser­lig­ari støðu. - Vit hava umboð í øllum teim­um londum, sum vt út­ flyta til, men tað eru serliga før­oyingarnir umborð á út­lendsku skipunum, sum hava ina stóra ávirkan á okkara útflutning. Tað eru ofta teir, sum yvirmenn á skip­unum, sum fáa okkara vør­ur umborð, og eru tær fyrst komnar umborð, halda reiðarí­ini fram við at keypa, sig­ur Debes Petersen. Tað er serliga S1 Extra, ið verð­ur nútt til »allan lort«, sum stjórin málber seg, ið eigur bróðurpartin av út­flut­ n­i­ng­inum hjá Kemilux. - Vit framleiða 10 tons av S1 Extra um vikuna, og av teim­um 160 tonsunum av sápu, sum vit higartil hava flutt út í ár, er meginparturin S1 Extra, sigur Debes Peter­ sen. Men Kemilux flytir ikki bara út til Danmark, Ísland og Noregi. - Nei, vit eru eisini í Grøn­ landi, Canada og Skotlandi, og í løtuni verður arbeitt við at koma inn á týska og franska marknaðin, sigur Debes Petersen. Sær betri út Fjóðri ársfjórðingur í fjør var rættiliga tungur hjá Kemilux. Húsa­gangurin hjá Eik Banka í oktober og hjá Fiskavirking í desember førdi til, at felag­ ið bleiv kroyst, men við nógv økta útflutninginum fyrst í hesum árinum og teirri sannroynd, at fleiri av virkju­num hjá fyrrverandi fiska­virking skjótt eru í fram­leiðslu aftur, ger, at nú sær betri út. - Skipini eru farin í drift aftur, flakavirkini fara skjótt eisini undir framleiðslu aft­ ur, og við einari alivinnu, sum gongur rættiliga væl, so sær betur út nú, staðfestir De­bes Petersen. Júst alivinnan hevur ver­ ið ein stór hjálp fyri Kemi­ lux fjórða ársfjórðing, tá alt annað raplaði saman, men Kemilux hevur eisi­ni kapp­ ing­ar­neytar úr út­lond­unum. - Kappingin á økinum er hørð, og fleiri útlendskir veitar­ar eru á marknaðinum, men tað tykist kortini, at før­ oy­ingar í stóran mun keypa før­oyskt, tó at tað altíð kundi verið meir, sigur Debes Peter- sen. Citrónuppvask toppar Til ídnaðin er tað serliga S1 Extra, sum Kemilux sel­ ur, men teir hava eisini eina røð av framleiðslum til húsarhaldini. Á ídnað­ar­øki­ num er føroyska sápu­fram­ leiðarin væl við á flaka­virkju­ num og umborð á skipunum, men eisini onnur stovnar og virkir eru við. - Jú, vit eru eisini inni á matstovum, hotellum, skúl­ u­m, sjúkrahúsum og øðrum stovnum, men eisini her er galdandi, at kappingin er ógvu­liga hørð, sigur Debes Peter­sen. Hann sigur, at komm­un­ ur­nar eru rættiliga raskar at keypa føroyska framleiðslu, og tað eru føroyingar eisini í síni heild, tó at hann sigur, at tað sjálvandi kundi verið eitt sindur meir. Men tá tað kem­ ur til ein toppskorarar innan framleiðsluna hjá Kemilux, er eingin ivi. - Tað er Citrónuppvaskið, sum allir føroyingar kenna. Tað framleiða vit rættiliga nógv av, og í fjør seldu vit ein­ar 120.000 dunkar av citón­upp­vaski, sigur Debes Peter­s­en. Kemilux økir um útflutningin ÚTFLUTNINGUR Hóast húsagangirnir í Eik Banka og Fiskavirking ávirkaðu Kemilux skeiva vegin seinasta ársfjórðing í farna ári, hevur útflutningurin hjá felagnum tikið dyk á seg í nýggja árinum, og málið er at fara frá 28% av framleiðsluni til útflutning upp á 35% Fróði Húsgarð hevur arbeitt á Kemilux í fleiri ár, og ein av hansara upgávum er at klistra etikettur á sápudunkarnar Mynd: Jens Kristian Vang ETIKETTA Debes Petersen, stjóri á Kemilux, tekur fegin eina hond í, tá á stendur við avskiping Mynd: Jens Christian Vang HJÁLPANDI HOND