Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 Sosialurin Randi Jacobsen Skopunar kommuna var part­ur av samlaðu føroysku kommunuloysnini, sum gjørd var seinast í nítiárunum, tá ið fleiri kommunur vóru saneraðar. Allar tær saneraðu kommunurnar fingu treytir um afturgjald við tí endamáli at koma undir eina álíkning í kommunuskuld. Tey fyrstu árini eftir ald­ ar­skiftið gekk væl hjá Skop­ un­ar kommunu at halda treyt­ir­nar, og skuldin nærk­ aðist eini álíkning, men nøk­ ur ár seinni fór aftur at ganga skeiva vegin. Hetta vísa skjøl, sum Sosial­urin hevur fingið innlit í. Fyrsta stóra fetið skeiva vegin var, tá ið kommunan, hóast lániforboð, gjørdi sátt­ mála við J& K Petersen um at gera nýggja útstykking. Kommunan átti ongan reiðan pening til ætlanina, men lænti pening frá fyritøkuni og skuldi so avdraga skuldina yvir eitt áramál. Eftirlitið segði einki Hóast hesin óvanligi fígg­ing­ armáti og óheimilaga lán­tøk­ an vórðu umrødd í miðl­un­ um, læt komm­unan eftir­litið ikki við seg koma. Útstykkingin kostaði 5,4 mió. krónur umframt rentur, upplýsir kommunan seinni Fíggjarmálaráðnum. Kommunan bant seg yvir fyri byggifyritøkuni J & K Petersen at gjalda 100.000 krónur um mánaðin. Rentan man ikki hava verið so galin, tí seinni segði kommunan Fíggjarmálaráðnum seg ikki fáa semju við J & K Petersen “sum ikki hevur hug at minka um renturnar”. Umløgdu óheimilaðu skuldina 20. november í 2007 gav Ja­ cob Vestergaard, táver­andi landsstýrismaður í komm­ unumálum komm­un­uni loyvi at umleggja lánið frá J & K Petersen fyri útstykkingina og at taka upp í tað lánið ógoldnar rokningar frá lið­ ugt­gjørda barnagarðinum. Upphæddin var samanlagt 6,03 mió. krónur. Við hesum átaki vórðu greiðar treytir settar Skopunar kommunu, sum bant seg til at rinda avdrátt uppá í minsta lagi tvær mió. krónur árliga fyri árini 2007-2012, og at skuldin hjá kommununi skuldi koma undir eina álíkning innan 2012. Íalt bant kommunan seg til at gjalda 12 mió. krónur í avdráttum hesi seks árini. Rindaði einki Hóast hesa ásetingar virkaði Skopunar kommuna ikki eftir avtaluni. Eingin króna varð goldin í avdráttum í 2008 og 2009 við tí úrsliti, at skuldin tók dyk á seg. Við ársenda 2009 varð skuldin gjørd upp til at vera 19,4 mió. krónur, kassakreditturin var minus 1,3 mió. krónur, og haraftrat hevði kommunan 2,6 mió. krónur í leysaskuld. Sambært tøku upplýsingunum var skuld­in hjá kommununi 23,3 mió. krónur samanlagt 31. desember 2009. Skopunar kommuna gjørdi tó lítið og einki fyri at halda aftur í rakstrinum og helt fram at gera nýggjar íløgur. Í fíggjarætlanini fyri 2009 stendur, at avdráttir eru settir til 1,87 mió. kronur, men sambært roknskapinum er ikki ein króna goldin í avdrátti. Støðan álvarslig Ikki fyrr enn á sumri 2010 vaknaði Fíggjarmálaráðið, sum tá hevði fingið fíggjarligu ábyrgdina av kommunala eftirlitinum, við kaldan dreym. Fíggjarmálaráðið metti, at støðan var so álv­ ars­lig, at eitthvørt mátti ger­ ast. Kommunan fekk fleiri spurningar um fíggjarligu viðurskiftini, og serliga varð kommunan spurd, hví hon ikki helt seg til ásetingarnar um at skerja raksturin og gjalda avdráttir, soleiðis sum avtalan frá 2007 segði. Tá ið Skopunar kommuna ikki rindaði J & K Petersen tær 3,3 mió. krónurin, sum hon skuldi gera við umfíggingini, søkti kommunan Fíggjar­ mála­ráðið um loyvi at brúka nevndu upphædd til “onn­ur viðurskifir, sum eru alneyðug fyri bygdina, tildømis vegir og kirkjugarð”. Eisini sigur kommunan, at tað er alneyðugt at út­ byggja kommununa: “Vit síggja grannabygdina vera útbygda fyri 10 tals mió. við gávum. Hetta gevur eisini ein mismun í hesi lítlu niðursetu bygdini”. 28. juni 2010 váttar Ger­ hard Lognberg, borgarstjóri “at allar skyldur, sum hvíla á kommununi eru við og verða vístar á rættan hátt í roknskapinum 2009”. Brutu avtaluna 12. august ásannaði Fíggj­ armálaráðið, at framvegis var svar ikki komið upp á spurningin um, hví Skopunar kommuna ikki hevði hildið fíggjarætlanina fyri 2009. Fíggjarmálaráðið boðaði frá, at “formlig stig verða tikin, um svar ikki verða givin”. Einki hendi, og Skopunar kommuna gavst ikki so. 15. novembr 2010 søkti kommunan Fíggjarmálaráðið um loyvi at taka upp enn eitt lán frá BankNordik, tí “vit hava eitt yvirtrekk í kassakredittinum uppá uml. 2,9 mió. kr.” “Hetta hevði bankin vilja lagt í eitt lán, so var trupulleikin loystur, tí vit doyggja rentudeyðan”, sum kommunan orðaði seg. 25. november í fjør hevði borgarstjórin í Skop­ unar kommunu fund við Fíggjarmálaráðið, sum var umboðað av Jóannesi Eides­ gaard, Terja Petersen og Peturi Alberg Lamhauge. Á fundinum fekk borgarstjórin greið boð um at fremja broytingar í fíggjarligu við­ ur­skiftunum. Tá ið tær eru framdar, verða avdráttirnir av lánum 1,5 mió. krónur um árið. Semja Í skrivi frá Fíggjarmála­ráð­ num til Skopunar kommunu dagfest 26. november 2010 er semja gjørd millum Skop­ unar kommunu og Fíggj­ar­ málaráðið um at fremja ávís tiltøk. Frá 2011 skal skuldin av­ dragast við minst 1,5 mió. krónum um árið, til skuldin er komin undir eina álíkning. Kommunan skuldi gera eina frágreiðing um, hvørji tiltøk verða sett í verk. Lánveitarin fær transport í skattaavrokningini upp á 235.000 krónur um árið. Tá ið Fíggjarmálaráðið hev­ur fingið vissu fyri, at tiltøkini eru sett í verk, fer Fíggjarmálaráðið at viðgera spurningin um umfígging á hesum grundarlagi: Núverandi kassakredittur verður lagdur í eitt lang­ freist­að lán. Væntað verð­ ur í hesum sambandi, at kommunan í hesum tíðar­ skeiðinum byggir sær upp neyðugt gjaldføri. Eingin kassakredittur verður loyvdur frá 1. mai, og allar rokningar verða goldnar. Niðurstøðan er undir­ skriv­að av Joannesi Eides­ gaard, landsstýrismanni og kommunustýrinum í Skop­ un. Hongur ikki saman Í skrivi frá Fíggjarmála­ráð­ num, dagfest 29. november 2010, fekk Skopunar komm­ una loyvi at taka upp lán men við hesum treytum: Kassakreditturin skal vera 0 krónur 1. apríl í ár. Tá skulu 400.000 krónur altíð vera á kontuni seinast í mánaðinum tøkar til lønir, og gjaldføri skal eisini verða til at gjalda vanligu kreditorunum. Kommunan fær eitt av­ dráttarfrítt lán á 11 mió. krónur í seks ár við fastari rentu. Eitt seriulán av restini av lánsskuldini verður lagt inn, og avdráttirnir verða 125.000 krónur um mánaðin. Bankin fær transport í komm­unu­ avrokningini, 235.000 krónur um mánaðin. Flytast kann ikki av láns­ kontunum til rakstar­kont­ ur uttan loyvi frá lands­ stýrismanninum. Hóast Skopunar komm­ una er sett undir umsiting og er bundin til ikki at gera nýggjar íløgur enn á sinni, so byggja skopuningar fram- vegis skúla, gera kirkjugarð og annað. Skopunar kommuna rend á húsagang Hóast Skopunar kommuna fyri nøkrum árum síðan breyt lániforboðið og ikki helt sínar skyldur, gjørdi kommunala eftirlitið einki, og ikki fyrr enn í november í fjør varð kommunan veruliga sett undir umsiting Gerhard Lognbrg hevur verið borgarstjóri í Skopun øll hesi árini