fríggjadagur 4. mars 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
16
Sosialurin
Kanningin, sum vakstrar
bólkurin hevur gjørt fyri
at lýsa og greina støðuna
og menningarmøguleikar
í Klaksvík, er býtt sundur
í tríggjar partar.
Kanningin er fyri ein
part bygd á samrøður við
fólk og tilsamans hava tey
tosað við 200 fólk.
Talan er um klaksvík
ingar og fremmandafólk í
Klaksvík, umframt klaks
víkingar í Havn og klaks
víkingar í Danmark.
Í fyrstu atløgu tosaðu
tey við fólk í Klaksvík,
sum umboðaðu ymsar
bólkar í samfelagnum,
bæði til vinnulív, mentan
og sosiala støðu.
Í aðru atløgu tosaðu
tey
við
klaksvíkingar,
sum hava búsett seg í
Havn og í Danmark og
tey hava eisini tosað við
fremmandafólk, sum eru
flutt til Klaksvíkar
Hesi fólkin hava so
greitt frá, hvat tey halda
er gott í Klaksvík og hvat
eigur at broytast fyri at
tey hava hug at búsetast í
Klaksvík ella fyri at eggja
teimum at flyta aftur til
Klaksvíkina.
Í triðju atløgu hava tey
roynt at fáa hesa ætlaðu
menniningina
kjølfesta
í fólkinum, so at øll føla
eina ábyrgd fyri at menna
Klaksvík, men hetta er ein
tilgongd, sum gongur yvir
fleiri ár.
Vakstrarbólkurin held
ur, at hendan vitanin er
ein fortreyt fyri at kunna
seg tiltk í verk, tí skal nak
að gerast, mugu tey fyrst
vita, hvar tey flóta og
hvat tey skulu leggja dent
á í royndunum at menna
býin.
Í sínum kanningum hev
ur sálarfrøðingurin eisi
ni gjørt ein tvørskurð av
nøkrum typiskum klaks
víkingum.
Ein typiskur klaksvík
ingur, sum búsetist í Klaks
vík, er ein 32 ára gamal
giftur maður við tveimum
ella trimum børnum. Hann
hevur kanska prógv frá
miðnámsskúla ella hevur
hann eina sjóvinnuútbúgv
ing og hann er sjómaður.
Hann
hámetir
eitt
familjulív, eisini systkin og
foreldur, og at børnini hava
trygg kor og at umhvørvið
er trygt og kent. Hann
virðismetir
góðar
vinir,
støðufesti og hann vil hava
hús, bil og bát.
Men ein typiskur klaks
víkingur, ið búsetist í Havn,
er ein 27 ára gamal maður
ella 27 ára gomul kvinna,
sum er sambúgvandi og
hevur eitt ella tvey børn.
Tey hava eina miðal langa
ella eina langa útbúgving
og sita í almennum starvi.
Tey virðismeta eitt gott
starv og møguleikarnar
fyri starvsmenning og har
afturat eisini frítíðar- og
mentanartilboð
og
eitt
náttarlív. Familjan er høgt í
metum, men tey vilja eisini
hava umstøður at uppliva
ymiskt annað.
Ein typiskur klaksvík
ingur, sum búsetir seg í
Danmark, er ein 24 ára
gomul, støk kvinna. Hon
eigur kanska eitt barn. Hon
er strembari. Antin er hon
undir útbúgving, ella hevur
hon eina høga útbúgving,
kanska stjóri, ráðgevari ella
granskari.
Niðurstøðan hjá sálar
frøðinginum er, at Klaks
víkin er ov einstáttað og
hevur ov fá tilboð til tey,
sum vilja hava ein annan
lívsstíl enn tann typiski
klaksvíkingurin hevur.
Typiskir klaksvíkingar
200 fólk
Nakað síðani setti Klaks
víkar býráð ein vakstrar
bólk at greina støðuna í
Klaksvík og at útgreina,
hvussu negativa gongdin
í Klaksvík kann vendast,
so at tað aftur verður
menning og framburður
í býnum.
Í
bólkinum
sótu
býráðslimirnir
Jógvan
Skorheim, formaður, Eyð
gunn Samuelsen og Óli
Matras Lassen.
Vakstrarbólkurin hev
ur so leitað sær serkøna
hjálp hjá Suna Poulsen,
sálarfrøðingi hjá Market
minds í Danmark, tað er
eitt virki, sum vanliga
fæst við at gera marknað
arkanningar fyri privat
virki.
Orsøkin til, at hetta
varð sett í verk, er, at
seinastu nógvu árini er
Klaksvíkin dragnað, tí
fólkatalið er minkað, sam
stundis sum tað er vaksið
í Føroyum sum heild.
Hetta er hent hóast
stórar íløgur eru lagdar
í samferðsluna, enntá í
undirsjóvartunnil og aðr
ar hentleikar fyri at gera
tað lættari hjá fólki.
Samstundis eru um
støðurnar
í
Klaksvík
eisini rættiliga góðar á
øðrum økjum, tí tørvurin
á barnaansing er nøktað
ur og kommunan hevur
nógv grundstykki til taks,
umframt at havnaviður
skiftini eru framúr góð.
Men alt hetta hevur
ikki ført nakran vøkstur
við sær, tí tey turru tøl
ini vísa, at síðani 1985 er
fólkatalið í Føroyum vaks
ið 6,9%, men samstundis
er tað minkað 2,8% í
Klaksvík.
Hetta er ein støða,
sum Klaksvíkar Býráð
tekur í størsta álvara, tí
heldur hendan gongdin
fram, verður Klaksvíkin
ikki næststørsti býur í
Føroyum leingi afturat,
tí
menningin
rundan
um Skálafjørðin er risa
stór, staðfestir vakstrar
bólkurin.
2,8%
Klaksvíkingar
eru bygdasligir
og eitt sindur
heimføðisligir – og
eitt sindur stoltir
av tí
Fólk, sum hoyra til
ávísar trúarsamfeløg, fáa
ikki longur sersømdir í
Klaksvík
Áki Bertholdsen
-
Skal
tað
eydnast
at
menna Klaksvíkina, er fyrs
ta fortreytin at fáa eitt
fjølbroyttari vinnulív í býn
um.
Tað staðfestir Suni Poul
sen,
sálarfrøðingur,
sum
hevur kannað eftir, hvussu
støðan er í Klaksvík.
Hann sigur, at skalt tú
skapa vøkstur í einum staði,
er tað neyðugt at hava eitt
fjølbroytt vinnulív, men tað
hevur Klaksvík ikki, tí har er
fiskivinnan høvuðsvinnan
burturav.
- Klaksvík er sum ein
handil við einari vøru á hyll
ini, men skal tað eydnast at
lokka fólk til, er neyðugt at
fáa fleiri vørur á hyllarnar,
sigur hann so rámandi á
myndamáli.
- Í hesum sambandi er
eisini
neyðugt
at
skapa
fleiri størv til fólk við hægri
útbúgving.
Byggja oman á
Hann sigur, at klaksvíkingar
eru
rættiliga
frammaliga
í
fiskivinnuni
og
besta
útgangsstøðið í royndunum
at fjøltátta vinnulívið, er at
byggja oman á eitt virkisøki,
har tú frammanundan er
dugnaligur.
- Klaksvíkingar hava eina
langa og stórfingna fiski
vinnusøgu og mítt besta boð
er, at skal Klaksvíkin menn
ast, er besta leiðin fyrst og
fremst leggja dent á skapa
menning á økjum, har tey
frammanundan eru dugna
ligir.
Suni Poulsen sigur, at
hetta merkir, at Klaksvík
ingar skulu fáa meiri burt
ur úr fiskivinnuni, men teir
skulu eisini brúka fiski
vinnuna til at skapa nýggjar
og avleiddar vinnur, kanska
matvøruvinnu ella annað.
Í hesum sambandi heldur
hann eisini, at tað er neyðugt
at økja um útbúgvingartilboð
og gransking, eitt nú í fiski
vinnuni.
- Við øðrum orðum eiga
klaksvíkingar at leggja seg
eftir at skapa fleiri størv í
fiskivinnuni til fólk í slipsi
og klædningi, leggur hann
afturat.
Men tað er eisini neyðugt
at royna at fáa heilt nýggjar
vinnur til Klaksvíkar, men
tað er ein drúgv tilgongd.
Klaksvík
manglar
fólk í
slipsi og
klædningi
VØKSTUR Í KLAKSVÍK Skal
gongdin í Klaksvík venda, er tað
neyðugt fáa fleiri størv í fiskivinnuni
til fólk í slipsi og klædningi, sigur
Suni Poulsen, sálarfrøðingur
Mynd: Dávur Winther