Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 18 Sosialurin Leo Poulsen Snøggliga klokkan 14 í gjár trýsti Jákup Símun Simon­ sen, formaður í havnanevnini hjá Tórshavnar kommunu, á knøttin til fyrstu spreing­ing­ ina í sambandi við dýpingina við Tinganes. Hetta er eitt drúgt mál, sum her fekk byrjanina til endan. - Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá havna­myndug­ leikunum at fáa dýpt kring Tinganes, men tað tekur altíð sína tíð, tá frið­ing­ar­ m­yndug­leikar koma inn í mynd­ina. Og at Tinganes er friðað kann væl eingin vera í iva um, sigur Jákup Símun Simon­sen. Formaðrin í Havnanevndini sigur, at tað hevur verið eitt ynski frá Strandferðsluni og Smyr­il Line, at dýpt verð­ ur innanvert og eystan fyri Tinganes, fyri at gea skip­ u­num størri rásarúm at manøvr­era í. - Skipini gerast størri og størri, og skotbráið harvið min­ni og minni hjá teimum at manøvrera í. Tí hevur tað ver­ið átrokandi, at fáa framt hesa dýpingina, sigur Jákup Sím­un Simonsen. Men av tí, at dýpingin fer fram upp at okkara fremsta forn­minni er neyðugt, at farið verður ógvuliga varis­ liga fram. - Tað eru settir sensorar upp ymsastaðni í Tinganesi, og mátingar verða gjørdar fyri hvørja spreingina. Tað er eitt sindur tekniskt, men rystingarnar frá sprein­g­ ing­unum mugu ikki fara upp um eitt tal, sum eitur 17. Hend­an fyrsta spreingingin fram­di rystingar, sum lógu beint undir 12, sigur Jákup Símun Simonsen. Pengarnar vert Talan er um eitt rættiliga umfat­andi arbeiði, sum skal gerast á havsins botni. Saml­ aða víddin, sum skal dýp­ast, er 4.200 fermetrar. - Spreingjast skulu burtur 9.300 rúmmetrar, og hetta grótið skal leggjast upp í grót­kast­ið á Argjum, soleiðis at vit sláa tvær flugur við eitt smekk. Harvið fer eisini at runa minni inni í hylinum á Argjum, sigur Jákup Símun Simon­sen. Hann sigur, at tá liðugt er at dýpa kring Tinganes, verð­ ur dýpið 8,5 metrar. Kostn­að­ urin fyri arbeiðið er 5.849.000 krón­ur, og tað heldur fo­r­ mað­ur­in í havnanevndini eru pengar, sum eru væl nýtt­ir. - Ja, avgjørt. Hetta er ein neyðug dýping, tí sum longu nevnt gerast skipini størri og størri, og skal havnin í Havn fylgja við, mugu um­støð­ur­ nar eisini lagast til hendan veru­leika, sigur Jákup Símun Simon­sen. Eftir ætlan skal arbeiðið við at dýpa kring Tinganes verða liðugt í juni mánað. Dýpingin við Tinganes byrjað DÝPING Í gjár varð fyrsta skotið í sambandi við dýpingina við Tinganes latið av. Tað var formaðurin í hanvanevndini, Jákup Sínum Simonsen, ið trýsti á knøttin Jákup Símun Simonsen loysir her av fyrsta skotið í dýpingini kring Tinganes Mynd: Jens Kristian Vang