fríggjadagur 4. mars 2011síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. februar 2011
24
VIKUSKIFTI
Búskaparráðið vil taka rættin frá politikarunum at áseta fiskidagar
og býta út kvotur, tí verandi skipan er búskaparliga og lívfrøðiliga
óforsvarlig. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum er ímóti uppskotinum,
kanska tí hann missir vald og stuðul, um hann ikki sleppur at lata reiðarum
milliónavirðir í havinum. Sostatt brótast nú gamla feudala siðvenjan,
har trúskapur mótvegis ávísum politikarum kann geva tilfeingi ókeypis,
og eitt liberalistiskt ynski um at selja fólksins ogn í havinum frítt
Liberalistisk
sjónarmið
hótta gamla
feudalskipan
Fiskivinna
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Reiðararnir á havinum eru sum kongs
bøndurnir á landi fyrr í tíðini, hava
summi sagt. Teir berjast ímóti øllum
broytingum í mátanum, sum tilfeingið
verður umsitið, tí verandi skipan er
nøktandi fyri teir. Teir kunnu hvørt ár
trýsta tinglimir at áseta fiskidagarnar
eftir egnum ynski heldur enn lív
frøðiligum og samfelagsbúskaparligum
ynskjum, og tá kvotur verða býttar út,
kunnu teir ganga á landsstýrismannin
við fiskivinnumálum, sum einaráðandi
situr í Fiskimálaráðnum og býtir út fisk
fyri hundraðtals milliónir. Eru lands
stýrismaðurin og teir, ið vilja hava
milliónavirðir frá honum, samsintir,
er trýst als ikki neyðugt. Í skipanini
verður tá bara tigandi semja um, at
hann býtir út fiskin, tá stundin er
komin, og afturfyri fær hann so trúskap
og tænastur frá teimum, ið fáa ágóðan
av fiskinum, eitt nú tá løgtingsval eru.
Báðir partar verja so eisini áhaldandi
verandi skipan ímóti broytingum.
Í mangar mátar minnir hendan skip
anin um feudalskipanina, sum var gald
andi í nógvum evropeiskum londum í
miðøldini. Límið í teirri skipanini var
tvívegis trúskapur og skyldur millum
ymisk løg í skipanini. Kongur var ovast
og hevði tørv á, at ríkið hekk saman,
og fyri at fáa tað at hanga saman, lænti
hann stórmonnum brúksrættin til ein
part av jørðini. Afturfyri svóru stór
menninir kongi trúskap og átóku sær
at berjast fyri hann, tá tað var neyðugt.
Stórmenninir læntu aftur góðseigar
unum ein part av sínari jørð, sum so
svóru stórmonnunum trúskap og átóku
sær av verja teir. Næstniðastir í skip
anini vóru altso góðseigararnir, sum
so høvdu bøndur í arbeiði og kravdu
avgjøld frá teimum. Afturfyri at bønd
urnir sluppu at arbeiða hjá góðseigar
unum, vardu góðseigararnir teir.
Niðast í feudalu skipanini var tó
mangan ótespiligt at vera. Meira enn
so kundi trýstið á bøndurnar gerast so
stórt, at teir nærum gjørdust trælir hjá
góðseigarunum. Tá hetta hendi, mistu
teir allan hug til at skapa framtøk og
menna landbrúkið. Teir høvdu hvørki
stundir ella orku til tess. Góðseigararnir
sjálvir høvdu ongan tørv á at nýmenna
nakað, tí teir høvdu fyri onki fingið
jørðina at umsita, og samstundis
høvdu teir bíliga arbeiðsmegi, ið teir
viðfóru, sum teir vildu. Hendan skip
anin var bara møgulig orsakað av út
lutaða tilfeinginum, jørðini, ið bant
løgini í skipanini saman gjøgnum trú
skap og sínámillum verju. Øll løgini
vardu hvørt annað, so tey ikki mistu
síni framíhjárættindi, men offrið var
oftast niðasta lagið, bøndurnir, og ný
skapan var altso ongin.
Vald sum kongur
Landsstýrismaðurin við fiskivinnu
málum hevur á ein hátt vald á tilfeing
inum sum kongur í feudalskipanini.
Hann situr á skrivstovu síni í Fiskimála
ráðnum við eini í grundini ótrúligari
heimild. Hann kann býta út tilfeingi í
havinum til vinir, kenningar og onnur
fyri ovurstórar upphæddir hvørt ár.
Búskaparráðið nevnir sum dømi í sein
astu frágreiðing síni, at verður roknað
við, at makrelkvotan í 2011 verður
100.000 tons, og 8 kr. fáast fyri hvørt
kilo, er talan um eitt avreiðingarvirði
upp á 800 milliónir krónur. Hesi virðir
kann landsstýrismaðurin bara býta út,
sum hann vil, og í fjør gjørdi hann tað so
lættliga, at hann ikki so frægt sum gjørdi
tað eftir kunngerð. Hetta var ólógligt,
hevur landsstýrismannanevndin stað
fest. Búskaparráðið nevnir, at um
landið seldi hesi 100.000 tonsini fyri 2
kr. kilo í eini tilfeingisbúð, fingust 200
mió. kr. í tilfeingisgjaldi burtur úr søl
uni. Felagið Nótaskip hevur tó víst á, at
makrelkvotan í fjør var 71.000 tons, og
at avreiðingarvirðið fyri hvørt kilo var
4,30 kr. ella tilsamans 304 mió. kr.
Undir øllum umstøðum vil tann,
sum er vanur við at fáa tílíkt til
feingi fyri onki, treyðugt sleppa sín
um framíhjárættindum, og hann, sum
hevur roynt at selt rættindi til fisk
víðari og fekk hundraðtals milliónir
burtur úr tí, hevur als onga grund til
at broyta skipanina, tí hann kendi í
krónum og oyrum søta rákan av sínum
framíhjárættindum. Tá var verri hjá
teimum, sum keyptu rættindini í dýrum
dómum. Har vaks skuldin upp um bæði
oyru. Skalt tú tískil sleppa so bíliga sum
gjørligt, er lættast at kenna fartelefon
nummarið hjá landsstýrismanninum
við fiskivinnumálum, sum Pól Huus
Sólstein, stjóri, segði á Vinnudegnum
1. oktober í fjør. Við hesi útsøgn setti
hann speiskliga orð á, hvussu tilfeingis
umsitingin hongur saman. Stendur tú
kongi nær og svør honum trúskapareið,
er góður møguleiki fyri, at hann gevur
tær nøkur framíhjárættindi til fiskin,
sum løgtingið annars langt síðan hevur
samtykt er fólksins og tískil landsins
ogn.
Tá Búskaparráðið og fleiri politiskir
flokkar, Fólkaflokkurin tó undantikin,
stríðast fyri, at skipanin skal broytast,
so landsstýrismaðurin ikki skal sleppa
at vera kongur í fiskivinnumálum, og
tinglimir ikki skulu sleppa at áseta fiski
dagarnar, so elvir tað til samanbrestir
millum sterk áhugamál. Fiskivinnan
er so gomul vinna í Føroyum, at
nógv siðvenja er knýtt at henni.
Fleiri aktørar í vinnuni eru eisini sera
sterkir, og teirra retorikkur um, at øll
onnur skulu halda uppat at tosa um
gjøgnumskygdar tilfeingisbúðir, tí
fiskivinnan breyðføðir landið, er bæði
áhaldandi og ofta speiskur. Fólk, sum
ikki hava pissað í saltan sjógv, og sum
kanska bara hava sitið á skúlabonki, eru
øvundsjúk um tey, sum duga at tjena
pengar, verður ofta sagt. Heldur skuldu
tey takkað stórreiðarunum fyri teirra
dirvi at gera íløgur í skip, sum kunnu
fáa tilfeingið upp úr havinum.
Hesin retorikkur verður oftast førdur
fram, tá fólkafloksmenn tosa. Teir verja
verandi skipan í fiskivinnuni við hond