fríggjadagur 4. mars 2011síða 65
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. februar 2011
25
VIKUSKIFTI
og fót, og teir hava eisini í mong ár
havt síni umboð sitandi í sessinum,
har kvoturnar verða býttar út og fiski
vinnupolitikkurin annars lagdur til
rættis. Í øðrum flokkum er hugburðurin
til skipanina ein annar. Bæði Tjóðveldi,
Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin, ein
partur av Sjálvstýrisflokkinum og ein
partur av Sambandsflokkinum hava
sagt seg vera fyri, at ein tilfeingisbúð
verður sett á stovn, so umsitingin av
fiskatilfeinginum kann gerast fræls og
gjøgnumskygd og haraftrat lívfrøðiliga
og búskaparliga burðardygg. Enn hava
hesir flokkar ikki megnað ella torað at
gjøgnumført hesa nýggju skipan uttan
um Fólkaflokkin, men tað vil Búskapar
ráðið hava, at teir gera.
Alt á uppboðssølu
Í seinastu frágreiðing síni sigur Bú
skaparráðið, at frægasta loysnin hjá tí
almenna at luta út fiskirættindi hevði
verið at selt tey á almennari uppboðs
sølu. Hetta hevði skundað undir til
lagingar í flotanum eftir marknaðar
ligum treytum og gjørt, at mest lønandi
og effektivu fyritøkurnar fingu hendur
á fiskirættindunum. Um loyvir vórðu
seld regluliga á eini uppboðssølu, sum
vóru galdandi í styttri tíð enn í verandi
skipan, hevði vinnan sloppið undan
at tikið stóran váða á seg fyri at fáa
hendur á rættindunum, eins og talan
er um nú, sigur Búskaparráðið. Ein tílík
skipan hevði eisini gjørt tað møguligt
hjá landskassanum og samfelagnum,
sum eiga tilfeingið, at fingið lut í til
feingisrentuni, sigur ráðið, ið heldur,
at byrjast skal beinanvegin at royna
nýggju skipanina. Ráðið skrivar:
»Ein møguleiki er, at tað almenna
byrjar við at luta út rættindi eftir eini
skipan við uppboðssølu til nýggjan
fiskiskap, sum tekur seg upp í føroyskum
sjógvi ella aðrastaðni í millumlanda
samstarvi. Dømi um tílíkan fiskiskap
eru makrelfiskiskapurin í føroyskum
sjógvi og toskafiskiskapurin á Flemish
Cap. Skotið verður upp, at rættindi til
tílíkan fiskiskap, sum ikki eru givin
við søguligum rættindum, verða seld
eftir eini skipan við uppboðssølu.
Hetta hevði tryggjað, at landskassin
sum umboð fyri eigaran, Føroya fólk,
hevði fingið lut í tilfeingisrentuni. Tað
skilabesta fyri fiskivinnuna er, at hon
virkar eftir marknaðarligum treytum
eins og aðrar vinnur. Tí verður skotið
upp, at allur beinleiðis ella óbeinleiðis
stuðul til fiskivinnuna verður strikaður,
og at forðingar fyri fríari kapping og
tillaging eisini verða strikaðar.«
Ongin ivi er um, at Búskaparráðið
her mælir til eina liberalistiska skipan
heldur enn eina skipan, sum minnir
um gomlu feudalskipanina, har
ávísir aktørar í politisku skipanini
og í fiskivinnuni hanga saman í tví
vegis trúskaparbondum. Gongdin í
fiskivinnuni síðstu árini vísir, at karm
arnir um fiskivinnuna eru ikki av
tílíkum slag, at fiskivinnan gevur størst
møguligt avkast, sigur Búskappar
ráðið. Størsti trupulleikin fyri fiski
vinnuna er, at hon er ikki lívfrøðiliga
burðardygg. Ein fyritreyt fyri at fáa
størst møguligt avkast í vinnuni er
júst, at hon er lívfrøðiliga burðardygg.
Ráðið heldur, at har loyvt er at fiska,
er í veruleikanum frítt fiskarí í dag,
tvs. at aktørarnir í fiskivinnuni kunnu
gera, sum teir vilja, tí politiska skipanin
loyvir tí. Stovnarnir verða av hesi
orsøk niðurpíndir, og flotin fær ikki
konsoliderað og endurnýggjað seg.
Óhefta umsiting
Búskaparráðið staðfestir, at royndirnar
úr verandi skipan, har politiska
skipanin ásetir fiskidagarnar, vísa
týðiliga, at politiska skipanin er ikki
før fyri at taka atlit til langtíðarstøðuna
hjá fiskastovnunum og fiskivinnuni
sum heild. Freistingin hjá politisku
skipanini at taka stutttíðaratlit er stór,
m.a. tí løgtingsval eru við jøvnum
millumbilum. T.d. er trupult hjá
politisku skipanini at skerja dagatalið
í fiskidagaskipanini munandi, hóast
hetta lívfrøðiliga er tað skilabesta at
gera. Ein betri skipan, staðfestir ráðið,
hevði verið, at ein óheftur stovnur fekk
ábyrgdina av at áseta eitt mest loyvda
dagatal fyri fiskiskapin undir Føroyum
eftir lívfrøðiligum treytum. Hesin
stovnur kundi so verið sami stovnur,
sum hevði ábyrgdina av at skipa eina
uppboðssølu við fiskirættindum.
Ráðið ásannar, at tað verður ikki
lætt at fáa fiskivinnuna at góðtaka hesa
skipanina, og kanska er tað ikki so løgið,
tí undir verandi skipan eru politik
ararnir ofta vegurin fram at tilfeing
inum í havinum. Ráðið nevnir eisini
tann veruleika, at fiskiloyvir hava ment
seg til frítt umsetilig virðir, ið ofta hava
nógv størri virði enn fiskiførini, tey eru
knýtt at. Hendan skipan hevur havt
við sær, at skuldin hjá heimaflotanum
nærum tvívaldaðist frá 2000 til 2007.
Skipanin er hvørki heppin fyri vinnuna
ella fíggingarstovnarnar, ið taka
óneyðuga stóran váða á seg. Betri hevði
verið, um fiskirættindi høvdu verið seld
regluliga á eini uppboðssølu, sigur
ráðið, tí sum støðan er nú, verður ov
nógv fiskað. Tað trýstir stovnarnar og
dregur tilfeingisrentuna úr vinnuni.
Her stendur so málið um tilfeingis
umsitinigina hjá Fiskimálaráðanum og
løgtinginum. Um gomlu feudalskipanina
verður annars í søgubókum sagt, at hon
upploystist so líðandi, tá stórmenninir
orsakað av friðariligari tíðum ikki
longur høvdu tørv á at vera trúgvir
ímóti kongi. Leingi vóru bøndurnir tó
prísgivnir undir góðseigarunum, men
við fronsku kollveltingini, sum loysti
teir úr haftinum, og tankunum um
ein kapitalistiskan búskap, har tann
besti yvirlivdi eftir marknaðarligum
treytum, upploystist feudalskipanin
og við henni trúskaparbondini og
skyldurnar millum ymsu løgini í henni.
Fólkaræði, gjøgnumskygni og rætturin
til at smíða sær eydnuna góða eftir
liberalistiskari hugsan vunnu á gomlu
framíhjárættindunum, og burtur úr
hesum skaptist stórur framburður og
nýskapan.
Verandi fiskivinnuskipan hevur havt við sær, at skuldin hjá heimaflotanum nærum tvívaldaðist frá
2000 til 2007, vísir Búskaparráðið á í síni frágreiðing. Tí má skipanin broytast, heldur ráðið
Mynd: Jens Kristian Vang