Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 11 - 17. januar 2004 Nr. 11 - 17. januar 2004 21 Ekstremisma og populisma Henda Tinghellan er merkt av hjartasuff- um. Eg haldi, tað er umráðandi at vísa á ekstremismu og populismu beinan- vegin, tí vandin er, at útsøgnirnar fyrst gerast hálvir og síðan heilir sannleikar, um eingin talar at. Her haldi eg serliga at støðið, kjakið um útlendingar er á, ikki kann góðtakast TINGHELLAN – VALSKRÁIR Bogi Eliasen Greinin tekur støði í val- skráum flokkana, og hesa fer eisini tað, valevni ann- ars føra fram aðrastaðni. Men umrødda mál verður sett í ein samfelgsligan samtekst. Í Føroyum hava vit eina demokratiska fleirflokka- skipan. Vit hava val við jøvnum millumbili og ein partur av hesum er, at flokkarnir føra fram, tað teir standa fyri og hví velj- arin skal atkvøða fyri júst teimum. Men vit hava eis- ini persónligt val, soleiðis at tað eru valevnini við flestu atkvøðum á listum, sum verða vald. Hetta ger at flokkarnir kappast sína- millum um flestar atkvøð- ur, og harafturat kappast valevnini innanflokka, fyri at verða vald. Føroyar er eisini býttar upp í valdømir. Hetta er fyri at tryggja, at øll økini fáa umboð vald í Løgtingið. Soleiðis eru umboðini í sama flokki í teim ymsu valdømunum ikki bein- leiðis kappingarneytar, utt- an so, at tað liggur øgiliga tæt, hvør skal hava eyka- valdan tingmann. Sum eg var innið á í míni fyrstu Tinghellugrein, er Løgtingið veikt sum stovn- ur og eftir míni meting er hetta medvirkandi til eina veika floksskipan, sum so aftur er ein av orsøkunum til at tað ikki verður arbeitt meira miðvíst við m.a. val- skráum og uppstillingum millum valini, sum aftur ger at flokkarnir virka ógvuliga óskipaðir. Mín meting er, at val- skráirnar ikki eru serliga góðar og at tær bera brá av at verða gjørdar í skundi. Haraftrat er tað ikki so stórur munur á teimum á fleiri økjum, tí tær nevna breið mál, vit øll eru samd um eru neyðug. Tær eru leyst formuleraðar, eru lítið ítøkiligar, breiðar og ikki stinga kósina út í kortið. Nøkur evni síggjast burtur- úr, men tey fægstu positiv. Í hesi grein fari eg út um valskráirnar, tí eg meti, at nakað av populismu og ekstremismu er komið inn í valdystin, uttan at nakar stórvegis gevur sær fær um tað. Loyniuppskotið Tó eru onkur klassisk mál, har munur sæst á flokk- unum. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin vilja hava skattalætta so skjótt sum tilber. Onkur ein meira loyniligan enn hin, og eydnutíð í hesum modern- aðu gjøgnumskygstíðum, hevur Sambandsflokkurin valt at greiða frá hesum kollveltandi loynidómi. Við hesum forspæli, hevði eg roknað við einum skattare- formi ið var so framúrskar- andi, at búskaparfrøðingur- in aftanfyri var sjálvskriv- aður til heiðursløn Nobels ár. Men Sambandsflokk- urin skal ikki roknað við at so verður, tí reformurin er lítið annað enn t.d. Fólka- flokkurin ofta hevur sagt. Tó kanska so, at teir hava roknað nakað meira uppá tølini, so Flokkurin veit, hvussu teir ætla skattastigin skal síggja út. Tað er mær óskilligt, hví hugskotið var loyniligt. Uppskot Sambandsflok- sins um skattalætta bleiv leingi hildi loyniligt, tí hinir flokkarnir máttu ikki fatur á tí og brúka tað í valstríð- num, segði forkvinnan. Nú vísir tað seg, at talan bert er um eina broyting, soleiðis at progresivið leisturin, vit brúka í Føroyum, uppá fýra ár skal broytast til ein meira proportionala stiga, um- framt at marginalskatta- markið skal flytast. Sam- bært Sambandsflokkinum kostar uppkotið 60 milli- ónir um árið, og restin verður fíggjað við at hjólini mala skjótari, sum gevur ein positivan multiplikator o.s.fr.. Harafturat er ein ætlan um, at skattalættin er av eyka arbeiði, men hvat er eyka arbeiði? Soleiðis er tað nú fyrrverandi loyniliga uppskotið hjá Sambands- flokkinum, eitt teoretiskt roknistykki sum ikki kann prógvast meira enn tey uppskot til skattalætta Fólkaflokkurin í nógv ár er komin við. Ella tað sum t.d. Sambandsflokkurin hevur kritiserað, serliga í sam- bandi við alla fullveldis- samgonguna og teirra framrokningunum, ið vísa ella vístu, at til ber at skera av blokkinum og skapa ein sjálvberandi føroyskan bú- skap. Slíkar framrokningar kunnu altíð víkja frá veru- leikanum og kunnu ikki sigast at verða sannleikin, men verða tó brúktar um allan heim. Soleiðis má staðfestast, at tað sum Sambandsflokk- urin hevur funnist harðliga at í næstan seks ár í and- støðu, nevniliga at eingin veruleiki er í tílíkum framrokningum, fer flokk- urin til val uppá. Sigast skal tó, sum rós til Sambands- flokkin, at hetta er ein greið skattapolitisk ætlan, sum er gjørd av einum flokki í andstøðu. Júst tað eg per- sónliga havi sóknast eftir. Mín atfinning er, at flokk- urin ikki hevur kalla ein spaka fyri ein spaka og fyri tað fyrsta havt uppskotið loyniligt og fyri tað næsta givið eina fatan av einum "mirakulkuri". Tað er mær óskilligt, at flokkurin hevur gjørt hetta, um endamálið ikki hevur verið eittans, nemliga populisma. Popul- isman er at fáa alt upp- merksemi, og fáa fólk at halda, at Flokkurin sat við einari totalloysn til tann viðbreknað føroyska bú- skapin, at geva eina fatan av at flokkurin sat við ein- ari slóðbrótandi nýhugsan á økinum. Ekstremið miðflokkurin Tað sermerkta við Mið- flokkinum er, at hann hevur megnað at verðið fataður sum ein miðflokkur, hóast hann er ytst á vonginum í ávísum økjum. Áherðsla verdur løgd á, at samkynd eru kynsvill!! Skulu hini, sum ikki eru átrúnaðarlig fanatisk, kallað miðflokka- veljaran fyri ein átrúnað- villing? Fremmandafatan Hetta er eitt hjartasuff. Eg kann ikki bert sita og lata sum einki, meðan orða- skiftið á politiska leikvøll- inum gerst meira og meira rasisistisk. Tað kundi verið líkt til, at trupulleikarnir við málsøkinum útlend- ingamál og at Føroyar ikki hava yvitikið økið, skapar ótryggleika. Men haðani og so at fara inn og tosa, sum um at vit fyrsta dagin verða yvirfloymd av, ja ikki bara flóttarfólki, men muslimsk- um flóttarfólki, er at taka í so dýran til. Sjálvandi skulu vit hava skipaði viðurskifti á út- lendingaøkinum. Men vit skulu eisini taka lut í al- tjóða samfelagnum og taka ábyrgd. T.d endar Fólka- flokkurin sína valskrá við hesum orðum: Vit mugu skilja ímillum útlendingar í arbeiðs- og ítróttarørindum, og so teim- um, sum floyma inn yvir okkara grannalond við ymsum humaniterum grundgevingum. Føroyar kann ikki hýsa øllum heimsins flóttafólk- um, og tað er ikki ætlanin hjá nøkrum. Men alheims- samfelagið hevur nakrar reglur fyri flóttar og hesar skula haldast. Haraftrat skulu vit tryggja útlendingum rættar- trygd, og hesum skal ar- beiðast við. Men at fara at tosa um ghetto-býarpartar og hvat veit eg, er at fara ov langt. Summi valevni, úr ymsum flokkum hava verið ser- stakliga grov í bæði útvarpi og sjónvarpi. M.a. er tað vorðin ein hálvur sannleik- in, at islam og allir mus- limar eru ekstremir. Eg kenni nógvar muslimar, men eg kenni eisini nógvar føroyskar politikarar og valevni, sum eru væl meira ekstrem, bæði átrúnarligari og rasistiskt, enn flestu muslimar, eg kenni. Tað er í lagi, at vit fáa eina góða útlendingalóg, tað skula vit hava. Men við- gerðin av henni skal verða á einum sømuligum støði, og vit skula ansa eftir við ikki at gera okkum alt ov góð, tí so enda vit í leiklutinum hjá Farisearunum. Vit kunnu ikki bara læsa okkum innið, her mitt í Atlantshavi. Men orsøkin til ófanta- liga málburðin er eisini populisma, um allan heim eru fólk bangin fyri tí ókenda og tað liva populist- iskir politikar av. Serrættindi og samkynd Miðflokkurin sigur nei til serrættindi til samkynd. Men eru tað serrættindi tey biðja um? Biðja tey ikki um, at sleppa at verða sam- an við partnara av egnum kyni undir skipaðum um- støðum. Kann okkara sam- felag verðuliga ikki rúma tað? Sosiala skipanin skal skipast eftir meginreglun- um í Bíbliuni, ja hví skula vit uppfinna djúpa borð- iskin enn einaferð, um patenloysnin uppá valferð- arsamfelagið longu stendur skrivað í Bíbliuni? Valskráin hjá Tjóðveld- isflokkinum er einamest ein statusrapport, um hvat teir hava gjørt, heldur enn hvat teir ætlað, meir enn at málið er fullveldi. Og so bleytar og veikar orðingar fyri rest. Tað sama kann partvíst sigast um Javn- aðarflokkin, sum tó hevur eitt undirskjal til val- skránna og í stóran mun í øllum hinum flokkunum, uttan tí hjá Miðflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin vil í longdini lækka skattin, men flokkurin tykist sera veikt skipaður, komin við and- søgnum og verið lítið ítøki- ligur. Sjálvstýrismálið Sjálvstýrismálið hevur ikki sama ans hesuferð, tó so, at Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin gera ræðumyndir hvør av øðrum. Tjóðveldisflokk- urin brúkar heiti svart sam- band. Sambandsflokkurin vísur á at blokkurin er skorin, hóast vælferðarøkir mangla í Føroyum, í mun til grannalond okkara. Tjóðveldisflokkurin hev- ur fullveldi sum aðalmál floksins, men hann tykist verða tilreiðar at samstarva breitt, fyri at økja um sjálv- stýri. Sambandsflokkurin hev- ur gjørt eitt sokallað ný- skipanaruppskot. Føroyar skal staðfestast sum tjóð í danska ríkinum. Felags Grundlóg, kongahús og ríkisborgararættindi, felags gjaldoyra við Danmark. Verju- og uttanríkispoli- tikkur skal formliga um- sitast av ríkismyndugleik- unum. Rættarskipanin skal í høvuðheitinum varðveit- ast. Øll onnur mál skullu kunna yvirtakast tá Fólka- tingið ella Løgtingið tekur avgerð um tað. Hinir flokkarnir tykjast sum teir kunnu flyta seg rættiliga langt í hesum málið, men teir hava allir hvør sín leist. Sjálvstýrisflokkurin ynskir eina skipan við eini føroyskari grundlóg, har sjálvsavgerðarrættur Før- oya skal stadfestast. Føroy- ar sjálvt avgerð, nær og hvørji øki verða yvirtikin og at eitt møguligt fullveldi skal avgerast av Føroying- um eina, á fólkaatkvøðu. Miðflokkurin ynskir eina fíggjarliga uppgerð við danir, tí flokkurin metir at vit hava fullan rætt til blokkstuðulin og kanska meira, tí danir hava vunnið meira pening uppá Føroyar, enn teir hava brúkt. Yvirtøkulógin ónýtilig í verandi líki. Framtíðar samstarv við Danmark á jøvnum føti. Fólkaflokkurin Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Valda har sum vit gjalda, siga teir. Yvirtøku- lógin skal staðfestast og tá øll málsøkir eru yvirtikin, verður fólkaatkvøða um Føroyar skal verða sjálv- støðugt land. Javnaðarflokkurin hevur eitt uppskot til tjóðskapar- liga semju, sum flokkurin vónar at allir flokkarnir kunnu taka undir við. Leisturin minnir nógv um frælsan felagsskap, men er eisini ætlað sum eitt upp- legg til eina sjálvstýris- gongd allir føroyingar kunna taka undir við. Flokkurin sigur eisini, at sjálvstýri skal víðkast, at føroyingar hava sjálvsav- gerðarrætt og kunnu frítt velja einhvørja broyting stjórnarligu viðurskiftum okkara. Flokkurin vil hava ein sáttmála við Danmark, sum skal kunngerðast ST. Samanhangur í sjálvstýrismálinum Um vit hyggja nærri at flokkunum og teirra boð uppá ríkisrættarligu støð- una, sæst at teir eru rætti- liga samdir á nógvum økj- um. Innihaldið í yvirtøku- lógini er helst, at øll økir uttan kjarnisuveriniteturin, kunnu yvirtakast. Soleiðis kann Sambandsflokkurin, sambart valskránni og nýskipanaruppskotinum, væl taka undir við fyrsta partinum av sjálvstýris- gongdini, nevniliga at yvir- taka alt uttan suverænitets- kjarnan. Allir hinir flokk- arnir halda at føroyingar sjálvir skula avgerða, hvørji økir skula kunna yvirtakast og um landið skal skipast ørvísi. Tað løgna er, at allir flokkar siga seg vilja hava eina skipan sum gevur væl meira sjálvstýri, men tað ber ikki til at finna eina breiða politiska semju um hetta mál. Í tí koyriætlan, sum bleiv stungin út í kortið, við alt sum kundi yvirtakast, skuldi yvirtak- ast, og síðani ein fólkaat- kvøða haldast, kundu allir flokkarnir, eisini Sam- bandsflokkurin verið við á fyrsta stigi. Teir flokkar sum ikki ynskja ríkisrætt- arligar broytingar, kundu so arbeitt við at, man ikki broytir ríkisrættarligu støð- una tá. Altjóða ábyrgd Sum sagt vilja allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava størri altjóða ábyrgd. Men Sambandsflokkurin sigur í valskránni, at vit skulu taka altjóða ábyrgd av felags umhvørvi. Spurn- ingurin er, hví skula vit taka ábyrgd, um vit ikki skula hava rætt at verða við, har ábyrgdin verður definerað og har avgerðir- nar verða tiknar? Henda Tinghellan er merkt av hjartasuffum. Eg haldi, tað er umráðandi at vísa á ekstremismu og populismu beinanvegin, tí vandin er, at útsøgnirnar fyrst gerast hálvir og síðan heilir sannleikar, um eingin talar at. Her haldi eg ser- liga at støðið, kjakið um útlendingar er á, ikki kann góðtakast. Eins og tað ikki kann góðtakast at ein flokkur sigur seg hava eitt loyniligt kollveltandi skattavápn, sum ikki gerst betur av, at tá tað umsíðir kemur fram, er tað ikki ser- liga nýskapandi. Og álv- aratos, latið tey samkyndu fáa javnrættindi. ∆ Fólkaflokkurin hevur ábyrgdina av at syrgja fyri, at Óli Breck- mann gevst við sínum niðurgerandi útsag- num um medmenn- iskju síni, og Mið- flokkurin málar eina alt ov einfalda mynd av menniskjanum í herferð síni móti samkyndum. Eyðun Joensen, sálarfrøð- ingur, harmast um ta viðferð, fremmanda- fólk og samkynd higartil hava fingið í valstríðnum TINGHELLA – SAMRØÐA Kristian E. Andersen kristian@sosialurin.fo Í Tinghelluni í dag hugleið- ir samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, um popul- ismu í valskráunum hjá teimum ymisku flokkun- um. Hann nemur millum annað við evnini, fremm- andafólk í Føroyum og samkynd. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er ein teirra, sum harmast um viðferðina hesir báðir bólkar hava fingið av ávísum persónum og flokkum í valstríðnum higartil. Ein dropi av mongum – At kalla ein ávísan bólk av fremmandafólki fyri dragsl og horda og annað av somu skuffu er ein sera niðrandi og lítið mentað umrøða av púra meina- leysum medmenniskjum, bara tí at tey eru øðrvísi viðvíkjandi trúgv, siðum og mentan. Eg øtaðist við, tá eg hoyrdi tað, sigur Eyðun Joensen og sipar til orð hjá Óla Breckmann úr Fólka- flokkinum í eini útvarps- sending fyrr í vikuni. Eyðun Joensen heldur áfram við at siga, at hetta bert er ein dropi av mong- um, har Óli Breckmann hevur slongt um seg við niðurgerandi útsagnum um medmenniskju síni. – Í eina fjórðings øld hevur Fólkaflokkurin givið Óla Breckmann loyvi at niðurgera fólk og kalla tey líkt og ólíkt. Umframt hetta hevur hann treytaleyst stuðlað Pinochet og Apart- heid stýrinum í Suður Afrika, spilt umdømi hjá Palme og hunddálkað so mangan sín egna lands- mann. So hetta er als ikki fyrstu ferð, hann leypir framav, sigur Eyðun Joens- en. Illa vandur Eyðun Joensen heldur tað vera løgið, at Fólkaflokkur- in ikki hevur megnað ella viljað vant Óla Breckmann betur aftaná øll hesi árini. – Politiskir hvølpar við ókvæmisglepsum plaga umsíðir at spekjast, búnast og mennast til ábyrgdarfull, realpolitisk skilafólk, men hesin tykist enn lítið vandur aftaná øll hesi árini, hann hevur luttikið í føroyskum politikki, vísir Eyðun Joen- sen á. Fólkaflokkur medábyrgd Sálarfrøðingurin fær seg ikki at trúgva, at slíkt, Óli Breckmann kom við í út- varpssendingini, eru orð- ingar, sum fólkafloksmenn taka undir við. So hóast tær bert vóru ein dropi av mongum, eiga tær eisini at vera tann seinasti dropin. – Tað liggur ein sam- felagsskylda á okkum sam- felagsborgarum at tala at, tá slíkt kemur fyri ferð aftaná ferð í so mong ár. Og aftur- at hesum liggur ein stór ábyrgd á Fólkaflokkinum. Nú má flokkurin eftirhond- ini syrgja fyri, at Óli Breck- mann, sum annars er ein vitugur og ótrúliga arbeiðs- samur maður, steðgar við hesum, leggur sálarfrøð- ingurin afturat. Herferð móti samkyndum – Hvat tveir persónar gera undir fýra eygum, kemur ikki triðja persóni við, uttan so at hesin sjálvur líður undir tí. Men spurningurin er eisini, hvat Várharra sig- ur til tað, um hann elskar øll menniskju við sínum dygdum og lítum, og tað ger hann, er fyrsta við- merkingin hjá Eyðuni Joensen, tá prátið kemur inn á Miðflokkin og sam- kynd. Eyðuni Joensen dámar einki viðferðina, sum Jenis av Rana og Miðflokkurin hava víst samkyndum í valstríðnum. – Tá ið mann skýr ein bólk av fólki, ið hevur eina aðra kynsliga orientering enn onnur, at vera vilst kynsliga og harafturat metir, at hesin bólkur kann grøðast ella venjast av við hendan atburð, tá leggur mann ótrúliga hart út eftir0 hesum bólki, leggur Eyðun Joensen afturat. Gamla Sovjet- samveldið Ætlanin um at venja sam- kynd fólk av við sam- kyndan atburð, leiðir óhugnaliga tankarnir hjá sálarfrøðinginum aftur til gamla Sovjetsamveldið. – Tað einasta, sum eg fakliga kenni til slíka statsliga viðgerð, er úr tí gamla Sovjetsamveldinum, har tað var kommunistisk siðvenja at senda øðrvísi hugsandi enn ortodoksar kommunistar, t.d. intellek- tuell, gýðingar, lunkað Fremmandafólk og samkynd illa viðfarin í valstríðnum Miðflokkurin málar eina alt ov einfalda mynd av menniskjanum, heldur sálarfrøðingurin, Eyðun Joensen Mynd: Savnsmynd Framhald á næstu síðu C M Y K 21 20