leygardagur 17. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • leygardagur • 17. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Vinnur Stjørnan
heimadystin á VÍF,
verður FM-stríðið ein
spurningur millum
Klaksvíkina og Vág
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Trýstið er av álvara lagt á
VÍF, tá tær sunnudagin fara
til Klaksvíkar, har tær ann-
að vikuskiftið á rað skulu
spæla móti einum liði, sum
verður
roknað
millum
teirra, sum hava avgjørdan
møguleika at taka gull í
landskappingini.
Og eftir tepra tapið fyri
VB seinasta vikuskifti eru
treytirnar hjá VÍF somikið
greiðar, at tær neyvan vóru
øðrvísi, um talan var um
steypakapping. Snøgt sagt,
so er tað nú »vinn ella for-
svinn« hjá VÍF, sum undan
dystinum er fýra stig aftan
fyri Stjørnuna.
Hjá
heimaliðnum
er
sjálvandi eisini trýst á, men
tó ikki á sama hátt. Sjálv-
sagt vildi tað verið eitt stórt
stig fram móti gullmerkj-
unum, um Stjørnan fær
bæði stigini her, men hin-
vegni er tað ikki nøkur van-
lukka, um dysturin verður
taptur. Hvussu víkir og
vendir, so eru klaksvíks-
kvinnurnar eisini fremstar
eftir
vikuskiftið,
men
spurningurin er so bara, um
tað er við einum ella trim-
um stigum.
Og líkt er til, at allar
kanónir hjá báðum pørtum
verða riggaðar til undan
brakinum. Hjá VÍF tykist
einasta ivamálið vera Fríða
Marjunardóttir. Hon hevur
seinastu longu tíðina drigist
við ein treiskan vødda-
skaða, men tað er lítið at
ivast í, at tey í Vestmanna
royna at pjøssa hana saman
til dystin. Um tað so er nóg
mikið til 60 minuttir er so
nakað annað.
Og eisini í Klaksvík
verður alt gjørt, til tess at
fáa allar leikarar klárar til
dystin. Annika Ljósstein og
Lidia Vjvalijic hava báðar
havt onkrar trupulleikar
seinastu vikurnar, men tær
verða so í øllum førum á
vøllinum sunnudagin.
Tað sama verður nýggi
trumfurin hjá Stjørnuni
kanska eisini. Alina Olaru,
sum fyri góðum mánaði
síðani gjørdi av at skifta til
VÍF úr StÍF, kom hósdagin
aftur til landið. Enn hevur
hon so bara vant einaferð
saman við nýggju liðfeløg-
unum, so tað kann neyvan
roknast við, at hon fær
nakran avgerandi leiklut
álagdan, men hon verður so
við í hópinum sunnudagin.
Søljan stevnir uppeftir
Er spenningur í oddinum,
so er hann tað so sanniliga
eisni í botninum av talvuni,
tó at talan so neyvan verðu
um niðurflyting fyri nakran
av pørtunum.
Serliga tykist spenning-
urin um hetta stórur í
Vágoynni, har Søljan nú
tykist vera í ferð við at lyfta
seg úr botninum. Seinasta
dystin í grundspælinum
vunnu tær á StÍF á Skála,
og nú stendur júst sama
uppgáva fyri framman.
Megnar Søljan at vinna her,
so eru útlitini fyri at lyfta
seg upp á fimta plássið ikki
heilt eingi, og eydnast tað,
so er tað í øllum førum eitt
stórt herðaklapp til felagið,
sum annars hevur tað sera
tungt í bestu deildini.
Seinasti
dysturin
um
vikuskiftið er tann í Vági
millum VB og Kyndil. Her
er einki at ivast í, at VB fer
avstað við sigrinum, og
spurningurin er helst eina-
mest, hvørt VB fer at leggja
doyðin á at vinna sær eina
betri málúrtøku, ella um
tær fara at taka sær meira
lætt fyri.
Søljan vil uppfrá
Í hinum báðum dystunum,
sum verða um vikuskiftið,
er spenningurin kanska ikki
heilt so stórur. Í øllum
førum ikki, tá tosað verður
um oddastríðið.
Men í botnstríðnum er
støðan spakuliga við at
gerast heilt spent. Ikki
minst eftir at Søljan sein-
astu tíðina hevur tikið seg
nógv fram, og í seinasta
dystinum av grundspæl-
inum gav hetta eisini úrslit í
einum sigri á StÍF. Júst StÍF
er mótstøðuliðið hjá teim-
um um vikuskiftið, og aftur
verður dysturin leiktur á
Skála. Megnar Søljan enn
einaferð at vinna hesa upp-
gerðina, so eru útlitini fyri
at røkka upp á fimta plássið
ikki heilt eingi, og tað vildi
í øllum førum verið eitt
stórt herðaklapp til hond-
bóltin í Vágoynni, um hetta
eydnaðist. Tí tað er ein
sannroynd, at síðani Søljan
aftur fór at blanda seg í
kappingina í fremstu røð,
so hevur tilvera teirra verið
alt annað enn løtt.
Seinasti dysturin
hetta vikuskiftið er í Vági,
har VB tekur ímóti Kyndli.
Her man tað ikki vera nakar
stórvegis spenningur um,
hvønn veg stigini skulu
fara, tí tey man VB eiga fult
og heilt. Hjá teimum er
spurningurin
kanska
heldur, hvørt tær fara at
nýta dystin til at betra enn
meira um málúrtøkuna ella
ikki.
Hondbóltur
1. deild kvinnur
18.01
14.30
StÍF-Søljan
18.01
15.00
Stjørnan-VÍF
18.01
15.00
VB-Kyndil
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
17.01
14.00
Dráttur-KÍF
18.01
14.00
ÍF-Fleyr
18.01
15.00
TB-Mjølnir
Meistaradeild menn
17.01
16.00
SÍ-Fram
18.01
16.00
ÍF-Fleyr
Lív ella deyði hjá VÍF
Fær Stjørnan stigini í dystinum móti VÍF sunnudagin, so merkir tað eftir øllum at døma eitt farvæl til VÍF í stríðnum um gullkrónurnar
Dystir um vikuskiftið
23
22
Nr. 11 - 17. januar 2004
javnaðarfólk og eisini sam-
kynd á anstaltir til avvenj-
ing ella heilatvátt, vísir
Eyðun Joensen á.
Hóast tað etiskt er for-
kastiligt, er Eyðun Joensen
sannførdur um, at tað letur
seg gera reint tekniskt at
venja fólk av við sam-
kyndan atburð.
– Hóast tú illa fært broytt
hugin, ivist eg ikki í, at tað
reint tekniskt letur seg gera
at venja fólk av við sam-
kyndan
atburð.
Russar
brúktu óhugnaligar, ótespi-
ligar,
atferðssálarligar
snildur, sigur sálarfrøðing-
urin, sum spyr um hetta er
tað, Miðflokkurin ætlar at
bjóða sínum annars púra
meinaleysum
føroysku
medborgarum.
Ein fjøltáttað bukett
– Menniskjað er ein ótrú-
liga samansett vera. Nógv
meira, enn myndin hjá
Jenisi og Miðflokkinum
gevur pláss fyri. Menn-
iskjað er ein nógv meira
fjøltáttað bukett, filosoferar
sálarfrøðingurin, tá hann
verður spurdur um, hvør
menniskjafatan liggur aftan
fyri politikkin hjá Mið-
flokkinum.
Sambært Eyðuni Joensen
er herferðin hjá Mið-
flokkinum mótvegis teim-
um samkyndu eitt tekin um
ein ótrúliga primitivan og
avmarkaðan hugburð um
seksualitet.
– Tað tykist mær sum
um, at tá mann fokuserar so
nógv uppá samkynd sum
nakað skeivt, er tað eitt
tekin um, at mann foku-
serar ov nógv uppá sjálva
seksualatferðina, og mann
gloymir, at kærleikslívið
inniber so nógv meira enn
tað. Eg ivist ikki í, at tvey
samkynd kunnu hava eitt
ríkt kærleikslív fyri seg
sjálvi, ríkari enn kanska
onkur
hinkynd
kunnu,
hóast tey samkyndu reint
lívfrøðisliga ikki kunnu
gerast
foreldur
saman,
sigur Eyðun Joensen.
Kinsey rapportin
Eyðun Joensen vísir sum
sálarfrøðingur á, at tølini
hjá Miðflokkinum, sum
vísa hvussu nógv eru sam-
kynd í londunum rundan
um okkum, eru alt ov lág.
– Tað er rættiliga trupult
at máta slíkt, tí fólk tora so
illa at viðganga tað. Kinsey
rapportin
frá
40´unum
vísir, at 4% av øllum mann-
ligum amerikanskum borg-
arum í aldrinum 16-64 ár
viðganga, at teir einans
fáast við tað, sum verður
kallað
homoseksuellan
praktik. Hendan kanning er
gjørd í 40´unum. Í einari
tíð, har fá mannfólk í mun
til í dag vóru komin úr
skápinum, umframt at ong-
ar kvinnur eru við í kann-
ingini. Við hesum í geyma
ber til at ímynda sær, at um
líknandi kanning var gjørd í
dag, vóru tølini væl hægri,
greiðir sálarfrøðingurin frá.
Vantandi vitan
Eyðun Joensen er harmur
um, at tey samkyndu enn í
dag hava ein trupulleika í
Føroyum. Hann vísir á, at
hann í lívslanga starvi
sínum sum sálarfrøðingur,
oftari enn so hevur havt við
fólk at gera, sum eru flutt
av landinum, tí at her ikki
var nøkur onnur loysn. Tað
var ikki liviligt fyri tey at
vera í Føroyum.
– Hatta er rein landsfor-
vísing. Tað skal vera rúm
fyri øllum í Føroyum. Sum
lítil minniluti eiga samkynd
eisini at vera told í samfe-
lagnum. Orðið, samfelag,
merkir felagsskapur fyri
øll. Men samkynd hava ein
trupulleika, tí tey sleppa
ikki upp í hendan felags-
skap. Og tað er stórt spell,
tá mann útflytir trupul-
leikan, heldur Eyðun Joen-
sen.
Hann vísir á, at fyri 50
árum síðan sendu vit enn
tey evnaveiku av landinum.
Fyri 40 árum síðani sendu
vit enn tey sálarsjúku av
landinum. Nú er so tíbetur
pláss fyri teimum aftur í
Føroyum. Og tað hevur
ríkað báðar partar. Men í
dag eru tað tey samkyndu,
sum vit senda av landinum.
Og er tað nakað, sum tey
evnaveiku og sálarsjúku
hava lært okkum, er tað, at
fordómar er vantandi vitan,
fáfongd og ótti.
Ein slík stór sam-
gonga kundi tryggjað
okkum ein góðan
almannapolitikk, ein
sterkan vinnupoli-
tikk og framhald av
sjálvstýristilgongdini
Finnbogi Ísakson
Allar veljarakanningar eru
ikki líka eftirfarandi, og
tann seinasta stóra kann-
ingin, har eini 2500 fólk
vórðu spurd, er neyvan
nakað undantak í so máta.
Mær tykir, at spurningurin
er ikki, hvussu mong verða
spurd, men hvussu væl
verður rakt, tá úrvalið
verður gjørt. Í tí stóra
Amerika plaga tey ikki at
spyrja fleiri enn 1000 fólk,
og mangan raka tey rætti-
liga rætt kortini.
Tað tykir mær lítið trú-
ligt, at Sambandsflokkurin
fær báðar tingmenninar í
Vágum, og eg havi eisini
ilt við at trúgva, at Javnað-
arflokkurin og Sambands-
flokkurin fara at býta teir
fýra valdømisvaldu í Suð-
uroynni ímillum sín, hóast
hetta hevur hent fyrr.
Aðrastaðni er munurin
millum flokkarnar sera
lítil, eitt nú millum Fólka-
flokkin og Tjóðveldis-
flokkin í Sandoynni. At
Fólkaflokkurin ikki fær
meira enn ein tingmann í
háborg síni, Suðurstreym-
oy, passar rætt og slætt
ikki.
Trúverdugt kortini
Hesin ivin merkir tó ikki,
at eg haldi, at kanningin
als ikki er eftirfarandi. Tað
er hon. Eitt, sum bendir á
tað, er, at tendensurin er
tann sami sum í seinastu
kanning, gjørd undan hes-
ari: teir báðir stóru sam-
gonguflokkarnir,
Tjóð-
veldisflokkurin og Fólka-
flokkurin, fara at ganga
aftur, og teir báðir stóru
andstøðuflokkarnir, Sam-
bandsflokkurin og Javn-
aðarflokkurin,
fara
at
ganga fram. Roknast má
við, at teir báðir smáu
flokkarnir fáa ein ting-
mann hvør, men neyvan
meir.
Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin fáa ikki
18 tingmenn tilsamans,
sum kanningin vísir. Eg
ivist í, at teir fáa 17. Men
teir kunna fáa 16, og tá
kunna teir skipa samgongu
við, sum so mangan, at fáa
Sjálvstýrisflokkin uppí.
Teir báðir stóru sam-
gonguflokkarnir hava sitið
í tveimum buldrasligum
samgongum í 6 ár. Tað er
einki óvanligt í tí - hvørki
her á landi ella aðrastaðni -
at tað slítur uppá flokkar at
sita við stjórnarvaldinum.
Serliga ringt má tað vera
her, tá hugsað verður um,
hvussu nógvar og stórar
rembingar hava verið inn-
an fyri samgonguna, ser-
liga tey seinastu árini, eftir
at danska stjórnin tor-
pederaði fullveldisætlan-
ina við at halda fast við
fýra ára skiftistíð í mesta
lagi.
Heimastýris-
samgonga
Tey flestu munna vanta, at
ein nýggj samgonga verð-
ur skipað millum Sam-
bandsflokkin og Javnaðar-
flokkin, serliga um hesir
flokkar
fáa
meiriluta
einsamallir, og um neyð-
ugt saman við Sjálv-
stýrisflokkinum. Tað vóru
teir tríggir flokkarnir, sum
góðkendu
Heimastýris-
lógina í 1948, og tí verður
ein slík samgonga kalla ein
Heimastýrissamgonga.
Hendir tað, fer hugsjón-
arloysi at valda. Valagnið
hjá Sambandsflokkinum er
skattalætti, sum fyrst og
fremst kemur háinntøk-
unum til góðar. Leitar ein
flokkur eftir fantasileysum
projektum, skal hann bara
lova skattalætta. Tað kann
geva nakrar atkvøður fyri
nógvar pengar. Men bara
ein skattalætti ber ongum
samfelagi uppi.
Javnaðarflokkurin
fer
uttan iva, sum flokkurin
plagar, at leggja mesta
dentin á at útbyggja tað
sosiala økið.
Eg minnist aftur á árið
1966, tá eg fyrstu ferð varð
valdur á ting. Í fýra ár
høvdu vit havt Sjálvstýris-
landsstýrið, sum hevði sett
sær nøkulunda høg mál,
men ongi rakk (uttan at
yvirtaka jólaheilsanirnar,
sum
javnaðarmenn
so
skemtiliga plaga at taka
til). Eftir valið í 1966
komu heimastýrisflokk-
arnir framat aftur, og -
hóast tað soltna úrslitið hjá
Sjálvstýrislandsstýrinum -
tað kendist sum eitt stig
aftur í fornøldina. Framm-
anundan høvdu av illum
nakrar hugsjónir verið
uppi og vent.
A, C og E
Tann broytta fullveldistil-
gongdin skapar sera góðar
møguleikar fyri einari
stórari samgongu millum
Fólkaflokkin,
Javnaðar-
flokkin og Tjóðveldis-
flokkin. Tilgongdin gong-
ur út uppá at yvirtaka
málsøki, men ikki at
fremja fullveldi í fyrsta
umfari. Tað er júst tað,
Javnaðarflokkurin
alla
tíðina hevur viljað, og tí
eigur semja at kunna fáast
um tann spurningin, um
flokkarnir ikki læsa seg
fastar frammanundan.
Tað skal ikki dyljast, at
eg vildi hava hesa sam-
gonguna longu í 1998, tí
eg helt ov mong veik lið
vera í tríflokkasamgong-
uni millum Tjóðveldis-
flokkin, Fólkaflokkin og
Sjálvstýrisflokkin. Men á
tveimum fundum, sum eg
var við á saman við Fólka-
flokkinum, legði Anfinn
Kallsberg
dent
á,
at
Fólkaflokkurin vildi hava
eina smala samgongu, tvs
at
Javnaðarflokkurin
skuldi ikki við.
Úrslitið
av
valinum
komandi týsdag verður
væntandi so, at Fólka-
flokkurin - um hann ætlar
sær at sleppa upp í part -
neyvan tosar meira um
eina smala samgongu.
Hesir flokkar hava sitið í
tveimum samgongum fyrr.
Í valskeiðinum 1974-78 og
aftur í valskeiðinum 1978-
80. Tá slitnaði samgongan
í úrtíð av einari tápuligari
ósemju um eitt fergukeyp.
Tað var spell, tí við teim-
um høgu málum og góða
samstarvi, sum samgong-
an hóast alt hevði, átti hon
at vart í eini 10 ár aftrat.
Hesir tríggir flokkar eru
so ymiskir, at finna teir eitt
gott stev, umboða teir eina
breidd í samfelagnum,
sum ongin onnur sam-
gonga kann. Fólkaflokk-
urin dentur mesta dentin á
vinnulívið. Javnaðarflokk-
urin á almannaøkið. Tjóð-
veldisflokkurin á fullveld-
istilgongdina.
Kann tað vera betur?
Løgmaður
So er spurningur, hvør
skuldi verið løgmaður í
einari slíkari samgongu?
Summi halda kanska, at
tað er ein sjálvfylgja, at
tann størsti flokkurin fær
løgmannin, men tað er tað
ikki. Tjóðveldisflokkurin
hevur verið størstu í fleiri
samgongum, men hevur
ongantíð havt løgmannin. Í
seinnu helvt av valskeiðin-
um 1966-70 hevði Sam-
bandsflokkurin løgmann,
hóast Javnaðarflokkurin
var størsti flokkur í sam-
gonguni.
Hetta er heldur ikki
óvanligt í okkara granna-
londum. Í Danmark var
Hilmar Baunsgaard úr
Radikala flokkinum for-
sætisráðharri frá 1968,
hóast bæði Konservativi
Flokkurin og Vinstra vóru
størri. Í Noregi er Kjeld
Magne
Bondevik
úr
Kristiliga Fólkaflokkinum
forsætisráðharri,
hóast
Høgra er nógv størri.
Tað er tó neyvan nakað
av ivast í, at verður Javnað-
arflokkurin størsti flokkur
í einari slíkari samgongu -
sum veljarakanningarnar
benda á - so fara teir at
krevja løgmann. Tað plaga
teir at gera.
Annað talar eisini fyri
einum javnaðarløgmanni,
hóast Javnaðarflokkurin
ikki gerst størsti flokkur.
Høgni Hoydal góðkennir
neyvan Anfinn Kallsberg
sum løgmann, og Anfinn
Kallsberg góðkennir neyv-
an Høgna Hoydal.
Flokkarnir eiga tí longu
nú at ásanna, at skal ein
tríflokkasamgonga skipast
millum
Fólkaflokkin,
Javnaðarflokkin og Tjóð-
veldisflokkin, so verður
tað við Jóannesi Eides-
gaard sum løgmanni. Tað
er mítt tilmæli.
Alternativið er ein hug-
sjónarleys
Heimastýris-
samgonga.
A, C og E er loysnin eftir valið
Framhald av síðu 21
C
M
Y
K
22