leygardagur 17. januar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 11 - 17. januar 2004
Longu fyrsta dystin í
endaspælinum verður
ein kanska av gerandi
dystur leiktur, tá TB í
Trongisvági tekur
ímóti Mjølnir
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan verður um stórdyst
longu fyrsta umfarið, nú
kvinnukappingin í flogbólti
fer ígongd aftur. Eftir at
KÍF fyrr í heyst misti
kanadiska stórleikaran hjá
sær, hevur alt bent á, at
FM-kappingin verður ein
kapprenning millum TB og
Mjølnir, og nú sunnudagin
hittast júst tey bæði liðini í
fyrra innanhýsis dystinum í
endaspælinum.
Og nógv bendir – tíverri
– á, at gullstríðið í stóran
mun kann vera avgjørt
longu sunnudagin. Tí hóast
liðini í løtuni eru jøvn í
stigum, so eru tær úr TB
fýra sett betri, og tann
munurin kann vísa seg at
gerast avgeradni. Ikki minst
um TB
vinnur
dystin
sunnudagin, tí so kunnu tær
í veruleikanum savna kreft-
irnar um ikki at tveita nøk-
ur býtt sett burtur restina av
kappingini, og eydnast
hetta, so eru tær meistarar.
Líka mikið hvussu leikur
fer í Klaksvík í seinna inn-
anhýsis dystinum.
Dráttur vil upp
Tveir aðrir dystir eru hjá
kvinnunum hetta umfarið.
Á Giljanesi er einki at ivast
í, at Dráttur er favorittur, tá
KÍF kemur á vitjan. Dráttur
megnaði seinasta vikuskifti
at vinna Mjølnir kapping-
ina, og tó at tær neyvan fara
at leggja seg út í sjálvt gull-
stríðið, so er einki at ivast í,
at tær ætla sær uppeftir á
talvuni, og her vil ein sigur
lyfta tær eitt pláss upp alt
fyri eitt. KÍF er sum nevnt
heldur ikki tað, sum tær
vóru við kappingarárs-
byrjan, og tí er einki at ivast
í, at tey í Vágunum rokna
fyri vist, at stigini ikki fara
nakran veg.
Tað rokna tey Kambsdali
neyvan heldur við, tá Fleyr
kemur á vitjan. Sæð burtur
frá heimadystinum móti
Drátti tíðliga á kappingar-
árinum, so hevur Fleyr bara
tapt, og tó at framstigini
vóru sjónlig móti endanum
av grundspælinum, so eigur
ikki at roknast við, at tær
fara at gera nakað við ÍF.
Greiðir favorittar
Hjá monnunum verða tveir
dystir leiktir um vikuskift-
ið, og felags fyri báðar er,
at favoritt-leiklutirnir eru
so greiðir, sum teir kunnu
vera. Tey bæði havnarfeløg-
ini, Fram og Fleyr, hava
ongar sum helst ætlanir um
at spæla við í toppinum í ár,
og á útivølli móti ávíkavist
SÍ og ÍF man vera lítið hjá
teimum at gera. Sjálvandi
kann sensatiónin ongan tíð
útilokast, men tað vildi so
verið ein av teimum heilt
stóru, um tað óvæntaða
skuldi hent.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 Stjørnan 1
1 -0 -0
329
249
80
13
2 VB
1
1 -0 -0
335
261
74
10
3 Neistin
1
1 -0 -0
340
289
51
10
4 VÍF
1
0 -0 -1
329
281
48
9
5 StÍF
1
0 -0 -1
296
343
-47
5
6 Søljan
1
0 -0 -1
238
319
-81
2
7 Kyndil
0
0 -0 -0
192
317
-125
1
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t +/-
d
v - t
sett
sett sett
stig
1
TB
0
0 - 0
27
7
20
8
2
Mjølnir 0
0 - 0
25
9
16
8
3
KÍF
0
0 - 0
17
22
-5
5
4
Dráttur 0
0 - 0
17
18
-1
4
5
ÍF
0
0 - 0
13
19
-6
4
6
Fleyr
0
0 - 0
7
29 -22
1
Meistaradeild, menn
v
t +/-
d
v - t
sett
sett sett
stig
1
Mjølnir 8
7 - 1
21
4
17
21
2
ÍF
8
7 - 1
21
5
16
21
3
SÍ
8
4 - 4
14
14
0
12
4
Fram
8
2 - 6
8
19 -11
6
5
Fleyr
8
0 - 8
2
24 -22
0
Borgvardt
skrivaði
undir í
Íslandi
Í
blaðnum
í
gjár
skrivaðu vit, at B36
hevur verið í sambandi
við tveir álopsspælar-
ar, sum í fjør leiktu í
bestu íslendsku deild-
ini.
Nú er so greitt, at
annar av hesum báðum
í øllum førum ikki
verður í Gundadali í ár,
tí Allan Borgvardt og
felag hansara, FH,
samdust hósdagin um
nýggjan sáttmála.
- jm
EB/Streymur hevur á
heimasíðu sínari boð-
að frá, at teir til kom-
andi
kappingarárið
hava fingið tilgongd
av Sonna L. Petersen.
Sonni hevur undan
hesum alla tíðina leikt
við NSÍ. Í fjør fekk
hann heilt fitt av spæli-
tíð frammi í álopinum,
og í landskappingini
gjørdist tað til seks
mál frá fótum hansara.
- jm
Todi
framvegis
ikki klárur
Todi Jónsson verður
neyvan við frá byrjan,
nú FCK fer undir fyri-
reikingarnar til seinnu
hálvu av endaspælan-
um. Todi hevur í vetr-
arsteðginum verið í
Eysturríki, har hann
hevur fingið servenj-
ing fyri skaðan í lær-
krikanum, sum hevur
arga í langa tíð. Heldur
ikki Erik Mykland er
førur fyri at venja við
liðnum. Hann hevur
fingið bruna í hælsin-
una, og í ringasta føri
kann hetta merkja, at
hann noyðist at siga
farvæl til fótbóltin
med alla.
- jm
Brak í fyrsta umfarinum
Vinnur TB heimadystin á Mjølni, so kunnu tær longu nú seta seg væl til rættist í førarasetrið í kvinnukappingini
C
M
Y
K
24
Nr. 11 - 17. januar 2004
25
Fyrrapartin í dag,
klokkan 11, verður
skipað fyri einum
øðrvísi valfundi í
gongugøtuni í Havn,
sum verður skipaður
eftir »speaker’s
corner« leistinum,
har hvørt valevni
stendur á einum
kassa og rópar sín
boðskap út. Tiltakið
er til frama fyri ÍSB
VALFUNDUR
Tíðindafundur
Meðan lýst verður dúgliga
við valfundum kring alt
landið, eru so at siga eingir
slíkir fundir í høvuðsstað-
num, hóast Suðurstreym-
oyar valdømi er tað størsta í
landinum við flest veljar-
um, flest valevnum og
flestu valdømisvaldu polit-
ikarum.
Tí eru nú stig tikin til ein
øðrvísi valfund í gongu-
gøtuni í Havn, sum verður í
dag klokkan 11.
Har kunnu so fólk eisini
fáa sær ein kaffimunn og
okkurt søtt, samstundis
sum tey fáa møguleika at
lata eitt oyra til ÍSB, Ítrótt-
arsambandið fyri brekað.
So hóast fólk kunnu vera
troytt av politikarunum,
kunnu tey møta upp og vera
við til at stuðla einum góð-
um endamáli.
Hvør sína megafon
Fundurin verður skipaður
eftir »speaker’s corner«
leistinum, so hvørt valevni
fer at standa á sínum kassa
og rópa sín boðskap út.
Valevnini fáa nevniliga
eina megafon í part, so tey
kunnu vera vís í at verða
hoyrd.
Fyrst fáa valevnini eitt
innlegg upp á ein minutt,
og síðani verða tvey umfør
til viðmerkingar og afturs-
var, áðrenn fundurin endar
við einum umfari í part à
15 sekund.
Umframt valevnini, verð-
ur eisini livandi tónleikur at
hoyra.
Sjey politikarar hava
játtað at verið við á fundin-
um: Óli Breckmann, Heðin
Mortensen, Katrin Dahl
Jacobsen, Malan Johansen,
Annita á Fríðriksmørk,
Tummas Juul Askham og
Johan í Kollafirði.
Veðurmenninir
lova
lítlan vind, turrveður og
sólglottar fyrrapartin í dag,
so fyrireikararnir vóna, at
mong nýta høvið til at
uppliva politikararnar á ein
eitt sindur øðrvísi hátt enn
vanligt.
Politikarar rópa
í gongugøtuni
25