leygardagur 17. januar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002
Orð: Steintór Rasmussen
Myndir: Bárður Lydersen
Tað er ein mildur roykur av
karry í gongini. Hóast hon er 73
ár so ger hon hvønn dag døgurða
til síni nærmastu. Í einum
praktiskum hugnaligum køki
hevur Jonhild stákast alt sítt lív.
Uttan nakra kókioyggj ella
glasplátur. Kortini er komfýrurin
er aftaná 1987. Tá hevði gamli
Ankersum tænt fyri seg og síni
og ráð vóru at keypa eina
nýggjan.
Jonhild er líka kring at siga frá
sum at gera mat. Afturvið kaff-
inum serverar hon siropskøkur
og eg kann vera vísur í at fáa
mandluna.
Góðaráð skuldi verða liðug til
60 ára føðingardegnum hjá
manninum Jósef Henriksen, 29.
oktobur 1987. At fáa eina bók í
føðingardagsgávu er ikki óvan-
ligt, men 12.000 av sama slag,
mundi sjálvt Jonhild halda vera í
meiralagi at bera inn í kjallaran.
Aftaná at hava fyrireikað,
savnað og skrivað í fleiri ár, sást
úrslitið ein vakran fyrrapart í
oktobur í túninum á Selheyggi.
Fleiri plattar av bókum. Í tonsa-
vís av uppskiftum um at gera
drýl, baka bollar, kóka lunda,
steikja fisk og hagreiða dunnu
og havhest. Góð ráð til húsar-
haldið og vanligir matuppskriftir,
sum føroyingar hava gjørt fram
til okkara dagar. Og sum Jonhild
sjálv í køkinum á Selheyggi, við
fýra kókiplátum og einum bakar-
ovni, gjørdi til síni 190 góðaráð.
Familjubók
Tað vóru børnini Jóhan og Petra,
sum saman við mammuni mann-
aðu ritstjórnina og sum skipaðu
fyri. Maðurin hjálpti at skriva og
laga til og svágurin Jefri Henrik-
sen kom við holari málsligari
ráðgeving. Rættirnir í bókini
høvdu gentirnar á skúlanum
roynt í verki. Men átti Jonhild
uppskriftirnar í bókini, so var tað
ikki hennara verk, at so nógvar
bøkur vóru komnir til landið.
– Eg var um at missa mótið.
Men móttøkan var ótrúliga góð,
so børnini gjørdu ivaleyst rætt í
at prenta eitt stórt upplag
beinanvegin. Teir fyrstu tveir
mánaðirnar vóru seldar 8.500
bøkur, og eg haldi at Niels Juul
Arge systinabarnið, sum gav út
vælumtóktu bøkurnar Tey bygdu
land, var ikki sørt ovfarin. Hesi
jólini mundi mín bók vera tann
best seljandi.
Ein dism av hesum
Jonhild skeinkir uppí koppin og
eg fái mær hvíta rullukaku við
sviskum uppá tallerkin, ein av
mongu uppskriftunum, sum eru í
bókini.
Eg vil siga, at bókin fyrst og
fremst var gjørd til ungu gentur-
nar sum vóru á Húsarhaldsskúl-
anum. Eg var í 1974 biðin um at
geva frálæru í føroyskari mat-
gerð á skúlanum og longu tá fór
eg at hugsa um at gera eina
kókibók. Hetta var annars beint
aftaná at Marius Johannessen
gav kókibókina Matur og
Matgerð út, sum fekk sera góða
móttøku kring alt landið. Men
uttan at taka nakað frá Marius,
so var hansara bók neyvan ætlað
til skúlabrúk. Uppskriftirnar vóru
í summum ikki nóg neyvar, ein
dims av hesum og ein klíning av
hasum, og føðslurokningar og
myndir vóru heldur ikki vanligar
tá.
Húspláss hjá
Amtmanninum
– Hvaðani eg havi fingið og lært
uppskiftirnar?! Eg havi altíð havt
Vit gerast ikki mett av góðum ráðum
Allir føroyingar eiga Jonhild
Hon er húsmóður og bestseljari. Góðaráð er í nærum øllum føroyskum
heimum og millum sjómenn er Jonhild´sa bók eisini nógv brúkt. Tá ið
fjórða upplag kemur út seinni í ár, eru heili 21.000 bøkur prentaðar av
væl umtóktu kókibókini
Tað er eitt vælsignilsi at búgva mitt í býnum, at síggja kirkjuna og hoyra klokkuna ringja.Eg órógvist ikki av klokkuni, men um hon ikki ringir tá ið hon eigur, ja, so ringi eg til syskinabarnið Niels
Juul Arge
Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002
7
áhuga fyri matgerð og havi lært
nógv av mammu míni. Eisini
havi eg altíð klipp uppskiftir úr
bløðum og lært av egnum
royndum.
Jonhild nevnir í hesum sam-
bandi, at hetta at gera føroyskan
mat, er ikki nakað tú hevur
kunna tikið útbúgving í. Og tá ið
hon var biðin um at undirvísa í
Húsarhaldsskúlanum í matgerð
og seinni gjørdist leiðari á
skúlanum, so var tað ikki tí at
hon hevði nøkur serlig pappírir.
– Nei, hjá mær man tað vera
lívsins skúli. Men eg var í
arbeiði hjá Amtmanninum sum
ung, og hetta haldi eg gav mær
førleika og sjálvsálit, sum er
komið mær til góðar seinni í
lívinum. Hon minnist aftur á
bæði kongavitjan og tá Føroya
Løgting fylti 100 ár. Eisini at tey
hvønn hósdag fingu fisk úr
Klaksvík. Jú, tað var ein og
lærurík tíð, sigur Jonhild, sum á
yngru árum eisini gjørdi sínar
royndir at ansa barnakonum.
Mynd av toskarhøvdi
Jonhild heldur at tað hevði
ómetaliga stóran týdning fyri
bókina, at hon var prýdd við
myndum av øllum uppskriftun-
um.
– Heilt erligt, so helt eg tað
vera eitt sindur óneyðugt at
filma eitt kokað toskarhøvd, sum
ikki gerst vakrari aftaná at tað
hevur verið í grýtuni. Men
myndir skuldu verða av øllum
rættum og torskarhøvdið varð
avmyndað áðrenn tað fór í pottin.
Allir rættirnir vóru gjørdir yvir
tveir dagar heima við hús hjá
Jonhild. Síðani varð alt pakkað
niður og koyrt til Havnar, har Per
á Hædd tók myndirnar, sum
prýddu og gjørdi bókini til nakað
heilt serligt.
Jonhild ásannar at bókin
Góðaráð var eitt tak av teimum
stóru. Hon byrjaði uppá arbeiði í
1984 og ikki fyrr enn í 1987 var
komið undir land. Øll familjan
hjálptu til at gera dreymin til
veruleika. Nógv tilfar skuldi
savnast, føsluvirði skuldi roknast
út, uppskiftirnar skuldu roynast,
myndir skuldu takast, nógvar
síður skuldi skrivast og lesast
rætt. Og harafturat er nógv
arbeiði og umsiting av einari
sølu, sum í dag togar upp ímóti
18.000 bókum.
Har kemur millióningur
– Jú tað eru nógv sum munnu
halda at vit eru vorðin rík av
bókini. Sjálvandi verður eitt
sindur eftir tá ið sølan er góð,
brosar ein vælnøgd Jonhild og
fortelur víðari.
– Eg minnist stutt aftaná at
bókin var útkomin, ein dagin eg
kom í kirkjuna og presturin
Bøgesvang stóð og prátaði við
nøkur fólk. Tá eg gangi framvið
letur í honum. "Hygg har kemur
okkara nýggi millióningur. Men
vit síggja tað ikki á henni, at hon
er vorðin so rík og kend."
– Jú, tað kann vera at eg eitt
skifti nærum var verðinsberømt í
Føroyum. Men, hóast vit hava
selt nógvar bøkur, so er tað
kortini ikki tann stóra tímalønin.
Góðaráð var ein dýr bók at gera,
og vit fingu alt goldið uttan
fíggjarligan styrk. Av avkastinum
blivu ráðini betri at keypa
nýggjar hvítvørur og okkurt
annað sum trongdi til. Men eg
eri mest av øllum glað fyri at
bókin kom út og fekk dygga
undirtøku millum føroyingar
heima og í útlandinum, fiski-
menn og ikki minst í skúlunum.
Lætt og leskiligt í jólagávu
Jonhild blaðar í einari nógv
slitnari bók og steðgar á við
dunnuna.
– Ein maður ringdi til mín og
segði, at hann var ógvuliga
glaður fyri at bókin var komin í
hendurnar á konu hansara, tí nú
fekk hann aftur dunnur uppá
góðan gamlan máta. Soleiðis
sum mamma hansara plagdi at
gera jóladøgurðan.
– Eg havi varhugan av, at
nógvir menn eisini hava gjørt
nýtslu av bókini, sigur Jonhild
Henriksen og fotografur, sum er
nú eisini er tilstaðar, nikkar
samtykkjandi.
– Sjálv havi eg bert onkra
hendinga bók eftir, men skjótt
verður eitt nýtt upplag uppá
3000 eintøk prentað. Tað er
hugaligt, heldur Jonhild, sum er
stolt og glað yvir, at hennara bók
framvegis eigur pláss í føroyska
køkinum. Og hon hevur tað bara
gott við, at onnur royna at gera
henni bragdið eftir. Hennara
partur liggur so ikki eftir.
Børnini hjá Jonhild fingu øll
Lætt og Leskiligt í jólagávu.
Jonhild, sum í dag er einkja, ger framvegis mat til fleiri. Oftast er tað nærmastu, sum njóta gott av at hava ein so dugnaliga kokk
í familjuni.
Jonhild blaðar í Góðaráð, sum er tann bókin, ið aftaná Bíbluna hevur slet mest í Føroyum
C
M
Y
K
27
26