leygardagur 17. januar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 11 - 17. januar 2004
Nr. 11 - 17. januar 2004
29
Jákup Sjatlá á eystara mola:
Eg varð
noyddur at
leypa til viks
Havnarmaðurin,
Jákup Sjatlá, var
staddur á eystara
mola, tá Norrøna á
middegi hósdagin
bar við molan. Sjó-
bjargingarstøðin
MRCC hevði fult
tamarhald á støðuni
og teir høvdu eisini
verið til reiðar at
flyta eina fullsetta
Norrönu, um tørvur
hevði verið á tí
NORRÖNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Havnarmaðurin,
Jákup
Sjatlá, var staddur á eyst-
ara mola, tá Norröna bar
við á middegi hósdagin.
Hann koyrdi bil, tá hann
varnaðist, at okkurt var
áfatt við Norrönu, tá hon
kom inn eftir Havnarvág.
Hann fór úr bilinum og
leitaði sær yvir á Tinganes
at fregnast. Tá legði hann
til merkis, at Norröna
hevði kós ímóti molanum
Hann skjótur at sleppa
sær yvir á eystara mola og
komin á molan, steig
hann úr bilinum. Jákup
var kortini skjótur inn
aftur í bilin, tí Norröna
hevði beinleiðis kós ímóti
bilinum.
– Eg varð noyddur at
flyta meg í skundi, tí
Norröna hevði kós ímóti
mær, sigur Jákup Sjatlá.
Hann var skjótur at
flyta bilin og stutt eftir bar
Norröna við sjálvan mol-
an og hol kom á síðuna.
Tá vóru fleiri fólk komin
á molan at fregnast og
telefonirnar kimaðu fyri
boða frá, at nú var hol
komið á Norrönu.
Argir næst
Jákup
Sjátlá
gjørdist
rættiliga skakkur av hend-
ingini. Eftir, at Norröna
bar við endan av molan-
um fór hon við nógvari
ferð út úr hylinum og bein
kós ímóti Argja landið.
Jákup var tá sannførdur
um Norröna eisini fór at
bera við Argja landið og
tá fóru nógvir tankar
gjøgnum høvdið, tí tá
kundi støðan gerast rætti-
liga hættislig. Tíbetur
endaði alt í góðum og
stutt eftir legði Norröna at
á Viðarnesi.
Høvdu tamarhald
Sjóbjargingarstøðin,
MRCC, hevði fult tamar-
hald á støðuni á Havnar-
vág
hósdagin.
Djóni
Weihe sigur, at vanliga
eru óhapp á sjónum ein
marra fyri eina bjarging-
arstøð, men tíbetur gjørd-
ist støðan aldrin hættislig
hósdagin.
Spurdur, um MRCC
høvdu verið til reiðar at
flyta fólk burtur, um
Norröna
var
fullsett,
svarar Djóni Weihe, at
hevði talan verið um júst
somu støðu, hevði MRCC
ikki havt nakrar trupul-
leikar at flyta fólkini.
– Vit høvdu góðar
møguleikar at flyta fólk í
dag, (hósdagin, blðm), tí
vit kundu flyta frá landi
og frá sjósíðuni. Umframt
Triton, høvdu vit eisini
tyrlu og tí var møguleiki
at flyta fólk loftvegis, um
neyðugt var við tí, sigur
Djóni Weihe.
Mugu umhugsa alternativa havn
Petur Hans Dahl, lær-
ari á Føroya Sjómans-
skúla, heldur, at nú
mugu myndugleikar
og reiðarí umhugsa at
geva Norrönu eitt
annað alternativ sum
atløgupláss, so at
skiparin ikki verður
noyddur at leggja at í
ivasomum veðri
NORRÖNA
Stefan í Skorini
Myndir: Jens Kr. Vang
– Tá vindurin er 22-24
metrar um sekundi inn á
síðuna á Norrönu, liggur
eitt trýst á umleið 100 tons
á skipinum, og tá hjálpir
eingin skrúva at halda
skipinum uppá pláss.
Hetta sigur Petur Hans
Dahl, ið er skipsførari, og
starvast
sum
lærari
á
Føroya Sjómansskúla í
Havn.
Hann hevur roknað út,
hvussu stórt trýstið er á
Norrönu, tá vindurin er so
nógvur, sum hann var
mikudagin um middags-
leitið, tá størsta ferða-
mannaskip okkara rendi á
land heilar tríggjar ferðir.
Norröna
hevur
onga
bógskrúvu har afturi á
skipinum, og tí er torført at
leggja skipið í Havn.
Óhappið hendi, tá Norröna
brádliga fekk nógvan vind
inn á síðuna, og tí misti
skiparin tamarhaldið á tí
stóra farinum, sum bleiv
trýst á land. Tá hann so
skuldi útaftur av vágni
rendi afturendin á skipinum
á molan. Tá Norröna so
aðru ferð kom innaftur um
molan fór hon á land á
sama staði við ískeiina.
– Nógv skipskøn undrað-
ust stórliga, tá nýggja
Norröna kom til landið, tí
at hon hevði ongar bóg-
skrúvur har afturi á skip-
inum, sigur Petur Hans
Dahl. Hann nevnir í sama
viðfangi, at Norröna upp-
runaliga varð bygd til at
sigla nógv á Havnina, men
hóast tað hevði hon ongar
bógskrúvur har afturi á
skipinum.
Hetta
hevði
sjálvandi verið eins stórur
fyrimunur.
– Hetta var eitt óhapp
sum hetta kundi væntast
fyrr ella seinni, tí trupul-
leikin er, at skipið ikki fær
stýrt reyvini, tá ongar bóg-
skrúvur eru, sigur lærarin.
Fyri at Norröna kann
flyta afturpartin á skipin-
um, skal hon nýta ferðina,
sum hon hevur inneftir
vágni til at svinga aftur-
partin á skipinum.
– Af skade bliver man
klog, sigur Petur Hans
Dahl, og hann heldur, at
myndugleikar og reiðarí
avgjørt mugu umhugsa at
finna annað atløgupláss,
sum kann nýtast í ringum
veðri.
Eingin sjófrágreiðing
ásett
Fríggjadagin fyri middag
hevði Smyril Line biðið
Føroya Rætt um eina sjó-
frágreiðing, men enn er
ikki greitt, nær henda frá-
greiðing verður.
Annars vórðu boð sent
eftir Claire hóskvøldið,
sum skal flyta farm av
landinum,
og
gamla
Norröna varð eisini boð-
send til at røkja farleiðina
hjá Smyril Line.
Broytt
siglingarætlan
verður sett í gildi í dag,
leygardagin,
og
heldur
fram til nýggja Norröna
kemur í sigling. Gamla
Norröna fer at sigla tveir
túrar til Danmarkar um
vikuna. Hesa tíðina verður
ikki siglt til Bergen og
Seyðisfjarðar.
Maðurin á brúnni
umborð á Norrönu
tann vanlukkuliga
hósdagin var suður-
oyingurin Ólavur
Hovsgarð. Longu í
apríl mánaði gjørdi
hann í Sosialinum
vart við, at atløguvið-
urskiftini í Havn vóru
út av lagi vánalig, og
nú vísir tað seg, at
hann hevði so sára
rætt
NORRÖNA
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
– Umstøðurnar hjá Norr-
önu at leggja at í Havn, eru
alt ov vánaligar, sigur Ól-
avur Hovsgarð, sum ikki
skilur, at ikki ein betri loysn
er funnin.
Soleiðis ljóðaði inngang-
urin til eina grein í Sosial-
inum nr. 81 mikudagin tann
30. apríl 2003.
Bylgjurnar gingu høgt, tá
Norröna kom til landið á
vári 2003. Skiparin fanst
hvassliga at atløguviður-
skiftunum, og hann legði
als ikki fingrarnar ímillum.
– Umstøðurnar at leggja
at í Havnini eru út av lagi
vánaligar. Tað er rætt og
slætt skomm at bjóða
Norrönu slíkar usmtøður,
segði Ólavur Hovsgarð við
Sosialin fyri einum knøpp-
um ári síðani.
Kjakið kyknaði, tá tað
tók skiparanum rættiliga
langa tíð at leggja at við
nýggju Norrönu. Tað kundi
taka upp í ein tíma, at fáa
skipið uppá pláss.
– Og tað er betri at tað
tekur ein tíma at leggja at,
heldur enn at Norrøna skal
verða standandi á Tinganesi
í fleiri dagar. Eg havi gjørt
upp við meg sjálvan at míni
pappír skulu so ikki skalast
fyri at koma eitt sindur
skjótari at bryggju, segði
skiparin á sinni.
Hann sigur, at sannleikin
er, at havnalagið í Havn er
rætt og slætt ov lítið, so
umstøðurnar verða aldrin
góðar, sama hvat so enn
verður gjørt.
Ólavur vísti tá á, at alla
aðrastaðni, har Norröna
siglir,
eru
atløguviðurskiftini
nógv
betri enn í Havn, og hann
skilir ikki, hví ein onnur
loysn ikki er funnin.
Sosialurin vildi fegin
fingið orðið á Ólav Hovs-
garð til eina viðmerking,
men tað hevur ikki eydnast
okkum at fingið fatur á
honum. Sum skilst fer hann
ikki at gera viðmerkingar
til hendingina fyrr enn í
sjófrágreiðingini í Føroya
Rætti.
Her fer Norröna á land
fyrstu ferð. Myndin er tikin
úr vindeyganum á blað-
húsinum á Argjum
Norröna
skúmar
øgiligt, tá
hon roynir
at sleppa
burturfrá
grótkastinu
m og
bryggjuni
Her fer Norröna á land molanum, og tað var aðru ferð, at hon bar við land. Fremst á myndini
sæst staðið, har fyrsti samanstoyturin hendi
Her eydnast tað endiliga at
binda Norrönu við ískeiina
Ritan var klár at taka ferðafólkini av skipinum
Brimil er komi at hála Norrönu eitt sindur út frá. Omanfyri hanga tvær tyrlur í luftini. Tað
kundi sæð út sum um Havnin varð í undantaksstøðu hesa løtuna, og nógv fólk leitaði sær oman
at hyggja
Menn eru farnir at kanna tað størra holið miðskeiðis á
skipinum, sum Norröna fekk, tá hon rendi á molan
Skiparin fekk rætt
Hetta stóð í Sosialinum tann 30. apríl í fjør
”
Tí er væntandi, at tað verða onkrir
túrar um veturin, har tað verður
ógvuliga ringt at koma at í havn.
C
M
Y
K
29
28