leygardagur 17. januar 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 11 - 17. januar 2004
Nr. 11 - 17. januar 2004
31
Tað er ikki bara á
teimum stóru før-
oysku og útlendsku
tónleikapallunum, at
Eivør Pálsdóttir er ein
stjørna. Heima í Gøtu
er bygdarfólkið errið
av gentuni, sum eftir
einum ári hevur lagt
Ísland fyri sínar føt-
ur. Hóskvøldið var
stór móttøka fyri
Eivør í Gøtu
HÁTÍÐARHALD
Jonhard Hammer/
Eyðun Klakstein
Gøta: Tað vóru dagar í
nítiárunum, tá ið bilar
plagdu at koyra floytandi
ígjøgnum Gøturnar, og
rómurin var óførur.
Høvi var onkur av gyltu
sigrunum hjá fótbóltsliðn-
um GÍ, sum í fleiri ár
spældi týðandi leiklut í før-
oyskum fótbólti.
Tað eru nøkur ár síðani.
Men meðan GÍ ikki hev-
ur klárað at vunnið stórveg-
is gull til bygdina í nøkur
ár, so kunnu gøtufólk fegn-
ast um aðrar stórar hend-
ingar.
Og hóskvøldið var aftur
floytað í bygdini.
Tá kom Eivør Pálsdóttir
heim úr Íslandi, har hon
hevði vunnið tvær tónleika-
virðislønir, og í Gøtu høvdu
tey tí eina móttøku fyri
henni.
Tað er serliga á tónleika-
økinum, at gøtufólk hava
verið framúr seinastu árini,
og størsta stjørnan á tí økin-
um er uttan iva Eivør Páls-
dóttir.
Tóku ímóti á
flogvøllinum
Longu á flogvøllinum í
Vágum vóru tey fyrstu
fegnu fólkini ímóti Eivør.
Familja og vinir høvdu
leigað ein buss, og tá ið
flogfarið setti seg í Vágum,
fekk Eivør eina hjartaliga
móttøku.
Magni Arge, stjóri í
Atlantsflog, handaði Eivør
eitt blómutyssi, og tað hev-
ur hann áður roynt, tá ið
serlig føroysk avrik hava
verið á skránni.
Í Gøtu var móttøka í
Losjuni, og har vóru eini
200 fólk inni á gólvinum.
Gøtu kommuna bjóðaði
kaffi og køkur, og lagið var
gott millum tey mongu
fólkini, sum vildu heiðrað
Eivør.
Leggja verðina undir
seg
Borgarstjórin í Gøtu helt
røðu fyri Eivør, og hon
segði millum annað, at
gøtufólk vóru errin av
henni.
– Á ein hátt standa vit so
ovfarin av, at ein ung gøtu-
genta kann fara til Íslands,
verða har yviri í so stutta
tíð og gera seg so galdandi,
sum tú hevur gjørt. Og tó,
so eru vit ikki so ovfarin
hóast alt, tí vit, sum hava
fylgt tær í nøkur ár, vita, at
tað býr ein stór songkvinna
í tær, segði Halltóra Rang-
hamar.
– Tú vanst tíðliga øll
hjørtuni í Gøtu við tíni
songrødd, skjótt vanst tú
hjørtuni í Føroyum, og nú
hevur tú vunnið øll hjørtuni
í Íslandi. Tú stendur á gátt-
ini til at leggja stóru verð
undir teg tónleikaliga.
Borgarstjórin
handaði
Eivør ein kekk sum gávu
frá kommununi og gøtu-
fólkum annars.
Avirkað nakað stórt
Stjórin í Kaupthing Føroyar
slapp eisini fram at mikro-
fonini, og hann greiddi frá,
at tá ið Kauphting kom til
Føroya, gjørdu tey av, at tey
skuldu lata einum føroysk-
um listarfólki eini peninga-
gávu.
Tað gjørdist Eivør Páls-
dóttir, sum fekk tær hálvt-
hundraðtúsund krónurnar
frá Kaupthing, og tað helt
Petur Holm var eitt gott val.
– Tú hevur avrikað nakað
stórt, og tí eru vit fegin um
at kunna stuðla tær einaferð
afturat, segði hann og gav
Eivør ein kekk.
Tá ið Eivør skuldi takka
fyri góðu ynskini, helt hon
fyri, at hon dugdi ikki at
tosa soleiðis til fólk.
– Tað bilar einki, um tú
ikki dugir at snakka. Tú
dugir at syngja, var onkur
skjótur at svara.
Breyt samrøðuna av
Eivør ætlaði sær ikki at fara
til Íslands, tá ið tónleika-
virðislønirnar vóru lætnar
mikukvøldið, men tónleik-
ararnir í bólki hennara
meira ella minni noyddu
hana yvir – og tað skuldi
vísa seg at vera eitt gott
hugskot.
Familjan var eftir í Før-
oyum, og tey fylgdu hand-
anini yvir internetið, og
frammanfyri einum lítlum
telduskíggja á einum kam-
ari í Gøtu upplivdu tey
stóru løtuna úr Íslandi.
Tá ið Eivør vann fyrstu
virðislønina, ringdi familj-
an yvir at gratulera hana,
men alt í einum breyt Eivør
bara samrøðuna av. Tað
skiltu tey einki av. Men tey
vóru fegin, tá ið tað gekk
upp fyri teimum, at Eivør
júst hevði vunnið eina virð-
isløn afturat!
Og hóskvøldið var tað
sjón fyri søgn, at Eivør er
ikki bara stjørnan hjá før-
oyingum ella íslendingum.
Hon er eisini ein ung
bygdagentan úr Gøtu.
Eivør er eisini hejta í Gøtu
Størsta blaðið í Ís-
landi heldur, at Eivør
var stóra stjørnan, tá
ið íslendsku tón-
leikavirðislønirar
vóru lætnar í vikuni
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Tað er ikki bara í Føroy-
um, at fjølmiðlarnir gera
nógv burtur úr, at Eivør
Pálsdóttir
mikukvøldi
vann tvær íslendskar tón-
leikavirðislønir.
Eisini í Íslandi er Eivør í
yvirskriftunum, og størsta
blaðið,
Morgunblaðið,
skrivar við feitum stavum,
at »Eivør var stjørnan
kvøldsins stjørna.
Eitt av hinum stóru
bløðunum, DV, skrivar, at
tvær ungar kvinnur vóru
stóru vinnararnir. Um-
framt Eivør sipar blaðið til
Ragnheiður Grøndal, sum
fekk heðurin sum Ársins
stjørnuskot í 2003.
Óvæntað
Eivør Pálsdóttir var sera
fegin um heiðurin, hon
fekk í Íslandi.
– Eg hevði ikki roknað
við, at íslendingar fóru at
lata einum føroyingi tvær
slíkar virðislønir, sigur
hon.
Tað er Samtónn, sum
stendur fyri »Íslensku tón-
listarverðlaunin«.
Sam-
tónn er eitt samtak av ølll-
um
tónleikarafeløgum,
plátufeløgum og kompon-
istum í Íslandi.
Tá ið vinnararnir skulu
finnast, verður atkvøtt á
tveir hættir. 12 serliga
valdir dómarar hava 60%
av atkvøðunum, og síðani
hava 1000 aðrir persónar í
einum størri forum 40%
av atkvøðunum.
Tvær av fýra
»Íslenska tónlistarverðla-
unin« í popp/rock partin-
um er í sjey pørtum. Tað
vil siga, at sjey ymiskar
virðislønir verða lætnar.
Tað besta í árinum sum
sangur, fløga, mannligur
sangari, kvinnligur sang-
ari, framførari, sjónbanda-
lag og stjørnuskot.
Í grundini verður bragd-
ið hjá Eivør bara størri av,
at hon ikki kundi verða
innstillað til allar virðis-
lønirnar. Hon hevur einki
sjónbandalag gjørt, hon er
av góðum grundum ikki
mannligur sangari, og hon
kundi ikki gerast stjørnu-
skot, tí hon hevur verið
frammi síðani 2002.
Tí var hon innstillað til
tríggjar av fýra møgulig-
um virðislønum og fór
avstað við tveimum teirra.
Eivør í
miðdeplinum
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, handaði Eivør Pálsdóttir blómutyssi, tá hon kom til
Føroyar hósdagin
Mynd Jens Kristian Vang
Ein bussur av gøtufólki var farin vestur til Vágar at taka ímóti Eivør
Mynd: Jens Kristian Vang
Stjórin í Kaupthing Petur Holm, handaði Eivør Pálsdóttir ein kekk
Mynd: Jonhard Hammer
Ein stoltur pápi, Páll Jacobsen, tók ímóti Eivør hóskvøldið vesturi í Vágum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
31
30