Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 11 - 17. januar 2004 Nr. 11 - 17. januar 2004 33 VALGREINAR Vinnupolitikkur ella atgerðarloysi? Katrin Dahl Jakobsen løgtingskvinna og valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Fyri bert einum ári síðani var dagliga at hoyra í miðlunum um virkir og fyritøkur, serliga fiska- virkir, sum manglaðu fólk til arbeiðis. Fólk komu í hópatali uttan úr heimi at virka her hjá okkum. Tíverri er støðan nú so púrasta vend: Nú hoyra vit dagliga um uppsagnir, at virkir lata aftur, og at skip flagga út ella verða seld av landinum, tí ikki er fíggjarligt ráðiligt at hava tey. Onkur spyr kanska, hví ein politikari skal bríggja seg um hettar? Tað hevur nú verið gott latín her á landi í nógv ár, at politik- arar skulu venja seg við at "seta karmarnar" og so lata vinnuna sjálva legna seg. Og hesa "lektiu" hevur sitandi samgonga lært seg væl og viðiliga uttan- at. So væl og dúgliga lesa teir lærubøkur sínar, at teir valla kvaklast við, meðan tað, teir lesa um, er við at sindrast. Tað er tíverri ein sann- roynd, at bæði rækju- vinnan og alivinnan standa fyri at fara á húsa- gang. Hesar báðar vinnur umboða í dag umleið 25% av okkara útflutn- ingi. Haldi ikki, at nøkur stjórn í heiminum hevði torað at sitið hendur í favn og hugt at, meðan ein fjórðingur av út- flutningsvinnu landsins fór á húsagang. Sjálvt ikki tær mest neoliberal- istisku stjórnirnar høvdu latið staðið til. Tær høvdu í minsta lagi viðgjørt spurningin. Fyrst og fremst politiskt, síðani við vinnuna sjálva og sjálvandi eisini við fíggjarheimin. Tað einasta vit higartil havi sæð hesum viðvíkj- andi, er ein blind turka- trúgv upp á, at tað nokk fer at laga seg, bara vit lata dyrnar upp fyri útlendskum kapitali!! Ivasamt er, um íleggj- arar tíma at koma hendan vegin at seta pening í vinnur, sum eru í so djúpari kreppu: rækju- vinnan fær ikki nóg mik- ið fyri vørurnar, og ali- vinnan hevur bæði sjúku og alt ov lágar prísir at berjast við. Tað er eingin, sum ivast í, at báðar hesar vinnugreinir eru við at bløða út. Um ikki okkurt heilt óvæntað hendir innan heilt stutta tíð, fara stórir partar av alivinnuni og rækjuvinnuni á húsa- gang. Um talan var um eink- ult fyritøkur, var einfalda og rættasta loysnin at koyrt hesar gjøgnum tvingsilsølur, og so keypti onkur annar fyri- tøkuna aftur og byrjaði av nýggjum. Men nú er talan um heilar vinnupartar.Tora vit at lata eina heila vinnu fara á húsagang? Standa keyparar til eina heila vinnugrein klárir at yvirtaka? Helst ikki.Tí mugu politikarar spyrja seg sjálvar: Hvat kunnu vit gera við henda álvars- liga samfelagstrupul- leikan. Flestu munnu vera sera varin við, at tað almenna skal blanda seg uppí. Og tað av røttum. Men hetta er eitt álvarsmál, og vit sleppa ikki undan at viðgera spurningin. Líka so ábyrgdarleyst tað er at veita vinnuni rakstrarstuðul, lika so ábyrgdarleyst er einki at gera! Mikkjal Sørensen valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy Tað hevur stóran týdning fyri eitt lokalt samfelag sum okra, til tess at tryggja framburð, at okur standa saman . Sum víst hevur verið á fyrr, so er arbeiðið, í oynni nógv minka, henda gongd kann ikki halda fram, og hesum kunnu okur slettis ikki liva við. Suðuroyggin stendur fyri umleið triðinginum av útflutninginum, og tí skulu okur hava somu møguleik- ar fyri okra vinnu sum onn- ur. Fiskavirkini skulu hava betri umstøður so tey eru kappingarfør við onnur virkir. Her verður hugsað bæði um flutningstuðul og avskipingarmøguleikar - og skal beinleiðis flutningur skipast niður á meginlandi. Loysn skal fáast á flaka- virkinum í Vági, antin má tað almenna fiskavirking byrja framleiðslu á flaka- virkinum her og nú ella skal virkið á aðrar hendur. Alivinnan sum heild er í kreppu, hetta kemur, at merkjast týðiligari seinni í ár. Tað er tí, at fegnast um, at alivinnan her suðuri er endurreist við føroyskum kapitali, og kemur hon sum frálíður, at geva meiri virk- semi. Standa okur saman, so kunnu okur eisini í felag útinna ,, mangt eitt roysn- isverkið ,,. At menn hava dirvi og áræði at fara undir nýggjar ætlanir er at frøðast um og fáa mín fulla stuðul. Tá vinnan hevur tað gott - hava okur tað gott. Umsitingin og avgreiðsl- an av Smyrli verður flutt til Suðuroyar. Eitt annað mál sum kem- ur, at hava stóran týdning fyri oynna er tunnilin Hov- Øravík - tað er eitt krav frá suðringum, at tunnilin verður gjøgnumførdur so niðarliga í dalinum hetta letur seg gera - peningur skal játtast á fíggjarlógini í ár og fyrireikingarnar eiga, at byrja beinanvegin. Sam- stundis eigur støða at takast til hvar grótið úr tunlinum skal nýtast. Álit eru skrivað um út- jaðaran seinnu árini, men lítið av ítøkiligum politikki hevur veri at sæð. Nú skulu ætlanir og orð gerast til veruleika og tí er mín áheitan á tygum um at stuðla javnaðarflokkin 20. januar. Gott val. Karina Fagralón valevni Sambandsfloksins í Norðstreymoy Fráfarna samgonga ætlaði at forverra barsilsskipan- ina, men lukkutíð bleiv val útskrivað, áðrenn barna- familjan varð skerd enn meiri. Um Sambandsflokk- urin kemur við í samgongu eftir valið, verður barsils- skipanin tvørturímóti for- betrað. Sambandsflokkurin vil arbeiða fram ímóti, at øll foreldur fáa møguleika fyri at vera heima hjá nýfødda barninum tað fyrsta árið. Hetta skal vera við løn sum tað er í grannalondinum. Fyrsta broytingin skal vera, at mamma/pápi sjálv gera av, um tey ynskja fulla løn í tær fyrstu 24 vikurnar ella hálva løn í 48 vikur. Hararfturat eiga for- eldrini sjálvi at avgera, hvør teirra ið skal vera í farloyvi hetta tíðarskeiðið. Á henda hátt fær ar- beiðsgevarin eitt meira motiveraða starvsfólk aftur til arbeiðis, og fráveran vegna sjúkt barn verður minni. Hetta letur sam- stundis upp fyri, at ein møguligur avloysari fær starv eitt longri tíðarskeið. Gunnar K Nattestad valevni Sambandsfloksins í Vágum Partur av hugsjón Sam- bandsflokksins er ríkis-fe- lagskapurin. Hesin felags- skapur er til eina og hvørja tíð, ein mynd av viljanum til samstarv. Um viljin er til staðar, er ríkisfelagsskap- urin ein góður grundvøllur fyri framhaldandi trivnaði og menning av okkara fólki og landi. "Innanfyri felagskapin hevur eingin tjóð full- veldið, men allar tjóðirnar hava størri rásarúm og fleiri møguleikar enn um tær vóru einsamallar." Hetta er kjarnin í sam- bandshugsjónini. Ríkisfelagskapurin er ikki átrúnaður. Tíðirnar broytast og eingin veit hvat hendir um 100 ár, men sum støðan er nú, standa smáu tjóðirnar seg best í felags- skapi. Tað er ikki bara dansur á rósum at samstarva; heldur ikki hjá okkum. Hyggja vit at hvussu nógv okkara samfelag er ment seinastu gott hundrað árini, so er skilligt, at fyrimunirnir hava verið nógv størri enn vansarnir. Vit eru uppá gott hundrað ár, ment frá bónda- samfelagi til vælferðar- samfelag millum heimsins fremstu. Flestu onnur lond hava brúkt tvey til trí- hundrað ár uppá somu menning. Samstarv krevur dirvi - ikki minst frá okkara síðu. Vit eru tann minsti parturin í felagskapinum, bæði í tali og vídd, men vit hava nógv at bjóða. Hettar hava vit og fara vit at prógva. Vit fáa framvegis eina peningaliga veiting frá Danmark og hettar hevur verið okkum til stórt gagn. Í løtuni er neyvan ráðiligt at at skera meira av blokk- inum, men vit eiga alla tíð- ina at hava kósina móti einum sjálvberandi búskap. Liberala hugsjónini gevur tí einstaka frælsi og ábyrgd. Hettar merkir m.a. at ein- staklingurin, um gjørligt, skal klára seg sjálvan bú- skaparliga. Ríkisfelagskapurin er ikki ein koddi at sova á og tí skula vit í longdini gjalda okkara egna húsarhald; men tað merkir ikki at vit kvetta felagskapin. Tvørtur í móti! Vit skula byggja og laga okkara felagskap til tey krøv og broytingar, ið koma. Hettar, saman við liberalu og sosialu hugsjón- ini, er eitt sera gott grund- arlag fyri nútíð eins væl og framtíð. Góðu suðringar Betri barsilsskipan Hugsjónin Jenis av Rana valevni fyri Miðflokkin í Suðurstreymi Á hvørjum heysti, trúliga afturvendandi, kom hon, jólaheilsanin til starvsfólk innan føroyska heilsuverk- ið, ein fjølmiðlaborin hótt- an um uppsøgn vegna manglandi játtan. Júst tá jólahugnin og stákanin byrjaðu, breiddi óttin fyri uppsøgn seg- serliga á sjúkrahúsum okkara- í Klaksvík, í Suðri og á Landssjúkrahúsinum. Hevur tú lagt merki til, at hon steðgaði fyri tveimum árum síðani? Hví? Miðflokkurin hevur um- sitið málið hesi bæði árini og raðfest so, at vanligi borgarin, hann, sum hvønn mánaða sendir ein part av løn sínari í landskassan, kann kenna seg tryggur. Hjálp okkum at tryggja Føroyar og føroyingar á øll- um økjum, vel Miðflokkin týsdagin. Afturvendandi jólaheilsanin, sum bráddliga steðgaði Nr. 12 - 3. januar 2004 33 VALGREINAR Betri leigulóg og systkinaavsláttur til familjuna Sophus E. Dal Christiansen valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Tað góða samfelagið er borganin fyri einum ábyrgdarfullum familju- og ungdómspolitikki. Best møgulig kor skulu verða hjá ungum føroy- ingum at seta búgv, stovna familju og eiga børn. Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri, at for- eldur við tveimum ella fleiri børnum í ansing fáa systkinaavsláttur, so tað gerst bíligari at hava børnini á ansingarstovni. Javnaðarflokkurin virkar fyri at fáa eina vælvirk- andi barsilsskipan, sum passar til tað føroyska samfelagið. Eisini fer Javnaðar- flokkurin at arbeiða fyri, at íbúðarmarknaðurin gerst meira fjøltáttaður, so at lóggávan verður broytt til, at íbúðarfeløg fáa somu rentustuðuls- og mvg-sømdir sum tey, ið byggja privat sethús. Nýggj leigulóg skal bøta um korini hjá leigarum, sum í dag nærum standa rættarleysir, um trupul- leikar stinga seg upp millum leigara og eigara. Rentustuðulin skal haldast á verandi støði. Okkara børnum skal t j t b t li at fáa dagført undirvís- ingartilfarið, so frálæran stendur mát við nútíðina. Bøtast skal munandi um korini hjá ungdómum okkara, sum ganga á miðnámskúlum. Eitt nú er studentaskúlin í Hoy- dølum niðurslitin, og næmingarnir hava trong- ar umstøður at virka und- ir. Komandi samgonga eigur at raðfesta eina umvæling og nútímans- gerð av Studentaskúlan- um frammarlaga. Strembast skal fram ímóti at bjóða fleiri al- tjóða hægri útbúgvingar í Føroyum, men tó skal ungdómur okkara fram- vegist stuðlast og menn- ast til at útbúgva seg í út- londum, so vit fylgja við í altjóða menningini og alheimsgerðini. Javnaðarflokkurin fer enn sum áður at arbeiða fyri at menna frítíðartil- boðini innan ítrótt, ikk kúl tó l ik Andrias Petersen løgtingsmaður, valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy Eitt komandi løgting stend- ur framma fyri stórum avbjóðingum, ikki bert tí at búskapurin er hóttur, men eisini tí at okkara samfelag hevur brúk fyri skipanum, sum skulu røkka nógv ár fram. Undan seinasta vali vóru allir flokkar samdir um, at ein nýggj pensiónsskipan skuldi smíðast. Valið var sum kunnugt í 2002 og ikki fyrrenn 5. september 2003 varð nevnd sett at arbeiða við hesi skipan. Hetta sýnir tann áhuga verandi sam- gonga hevur fyri hesum stóra og týdningarmikla máli hjá teimum, sum í dag eru í besta arbeiðsføra aldri. Undirritaði hevur spurt fer eftir fer frá ting- sins røðarapalli nær og hví hetta arbeiðið ikki fór í gongd. Javnaðarflokkurin hevur tað fatan, at tað er av allar- størsta týdningi, at vit fáa skapt eina nýggja pen- siónsskipan, sum hvílur á trimum beinum: • Núverandi fólkapensión • Samhaldsfasta arbeiðs- marknaðarpensiónina • Fakfelagspensiónina Hetta gevur eina vissa trygd við tað, at man spjað- ir veitingina yvir tríggjar keldur og samstundis mink- ar trýstið á landskassan. Eisini er ein fyrimunur, at alt hetta førir til eina pengauppsamlan í grunnar, har ein partur kann nnýtast til tryggar íløgur innan- og uttanlands. Tað er ongantíð ov skjótt at fara í gongd við eina so- vorna skipanm, tí tað tekur umleið 25 ár at fáa eina sovorna skipan at virka til fulnar. Øll hini Norður- londini gjørdu tílíka skip- anir í 1960-árinum og virka tær væl í dag. Málið er, at ein pensión skal verða um- leið 70% av seinastu árs- inntøku, tá ein var á ar- beiðsmarknaðinum. Javnaðarflokkurin og undirritaði vilja leggja nógva orku í at fáa eina tí- líka skipan politiskt við- tikna við stórst møguligari semjui. Eingin ivi er um, at skal ein skipan av slíkum slag halda, so krevst breið politisk semja. Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Ein stórur trupulleiki í fólkaskúlanum er, at børn- ini ikki fáa nóg góðan mat. Í Svøríki hava børnini síð- ani 1940’ini fingið heitan mat í døgverðatímanum. Tað tók langa tíð til at tey í Danmark skiltu, at hetta er vegurin fram. Men nú eru tað fleiri og fleiri skúlar sum bjóða børnunum mat. Um leið triði hvør fólka- skúli í Danmark bjóðar nú børnunum mat. Vit í Føroyum hava lítið gjørt við hesi viðurskifti, hoast onkur glotti er. Ad- ventistaskúlin byrjaði við skúlabyrjan 2003 at geva børnum sínum sunnan mat. í Hoyvíkar skúla er ein lítlil roynd við at geva børnun- um frukt og skúlabreyð. Børnini skuldu tekna seg til skipanina og gjalda eina lítla upphædd. Minst 50 børn skuldu tekna seg til skipanina fyri at hon kundi gerast veruleiki, men tá av- tornaði høvdu fimm ferðir so nógv teknað seg. Børn- ini vóru sera glað fyri skip- anina, hóast onkur gjarna hevði viljað havt ost á skúlabreyðið. Hugsið tykk- um so til, um vit høvdu bjóða børnunum góðan heitan mat! Tað er ein sannroynd, at tað er sera ymiskt, hvussu matpakkin sær út hjá børn- unum. Summi hava ein flat- an livursteimatpakka við, onnur fáa ein luksur mat- pakka við frá foreldrum, sum veruliga hava yvirskot til at taka sær væl av børn- unum. Aftur onnur hava slett einki við og renna yvir í onkra kiosk at keypa sær eitt Twix ella okkurt líkn- andi. Svenskar kanningar vísa sambært Politikken, at næmingarnir, sum eta døg- verða klára seg væl betri enn teir, sum ikki eta nakað ella bara eta okkurt ósunt. Hetta er so týdningar- mikið mál, at bæði land, kommunur og skúlar saman við foreldrum eiga at taka málið upp til viðgerðar. Á mínari heimasíðu havi eg nakrar slóðir til Greinar um hetta evni. Vilt tú vita meira, um hvat eg tikist við seinastu 4 árini, so vitja mína heima- síðu www.lindenskov.com. Har liggja hundrað tals greinar, røður o.a. frá hes- um tíðarskeiði. Eg stríðist fyri hesum! Torleif Sigurðsson valevni Javnaðarfloksins í Norðoyggjum Fyri hesum stríðist eg og fari framvegis at stríðast fyri: • Bestu byrjunarárum fyri allar Norðoyingar • Trivnaði fyri øllum í Norðoyggjum • Arbeiða fyri altjóða góðkendari skipahavn í Klaksvík. • Arbeiðsplássum á sjógvi og landi í Norð- oyggjum • Bestu ellisárum fyri allar Norðoyingar. Politikkur er at gera skipanir fyri framtíðina Mat til børnini í fólkaskúlanum Helena Dam á Neystabø Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi Viljin til at lyfta í felag, at geva ungum ábyrgd og teimum eldru og førleika- skerdu betri sømdir er sálin og ryggurin í væl-ferðar- samfelagnum. Er henda sálin í lagi, so hava vit eis- ini ráð til at menna vælferð- arsamfelagið. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Men tað ber væl til, um vit raðfesta rætt. Pensjónirnar H i b ði i t l hækka fólkapensjónina so mikið, at tann, sum bara hevur fólkapensjónina at líta á, kundi koma upp um hungursmarkið. Talan var um nakrar og tjúgu milli- ónir - ikki nógv saman- borið við omanfyrinevndu 1 1 illi d R t ð t har eg slepti. So má bera ella bresta. Heldur frá- koyrd, enn svikin lyfti. Heilsuverkið Eisini heilsuverkið eigur framhaldandi at vera rað- fest høgt. Tað væl kvali- ficeraða fólkið støðast ikki her, tí umstøðurnar eru ikki nóg góðar. Tí má ein mið- vísur politikkur fremjast, ið fær vent hesari gongd. Nýta vit møguleikarnar at gera heilsuverkið til eitt gróðrar- ríkt granskingarøki, so vendist gongdin frá tapara- kós til vinnarakós. Tí er tað líka so átroðkandi at gera íløgur í heilsuverkið sum í f ð l gott arbeiði til tess at menna vælferðarsamfelag- ið og okkara mentan. Tað er sjálvsagt, at eisini stovnar- nir mugu lagast til búskap- in og menningina. Men skal skilagóð mennig fara fram, krevst arbeiðsfriður. Nógvar útmeldingar hava verið, sum hava ørkymlað starvsfólk innan tað al- menna, og sum oftast hend- ir einki kortini. Serliga skúlarnir treingja til arbeiðsfrið. Arbeiðsfrið og betri umstøður at liva upp til neyðugu broyting- arnar. Tí stabilitetur og tryggleiki gevur styrki og di i t ý j Tað ber væl til ! C M Y K 33 32