leygardagur 17. januar 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 11 - 17. januar 2004
Nr. 11 - 17. januar 2004
35
VALGREINAR
Sámal Petur í
Grund
valevni Sjálvstýrisfloksins
í Suðurstreymoy
Við tí samfelagsmynstri
sum vit hava í dag, hvar
bæði maður og kona eru
á arbeiðsmarknaðinum
og skúlin er frátikin
møguleikan fyri upp-
dragilsi, er tørvur á eini
disciplinerari upplæring.
Londini
rundanum
okkum hava militær, sum
deilvíst er fíggjað við
eini skyldu til at tæna
samfelagnum í eitt ávíst
tíðarskeið, tann sokall-
aða værnapligtin.
Vit hava ikki militær
og skulu heldur ikki hava
tað, men vit eiga at hava
eina disciplinæra upplær-
ing á ein ella annan hátt.
Bæði hvat viðvíkjur tí
at kenna skyldur sínar
mótvegis samfelagnum,
sínum medborgarum og
tað at møta stundisliga
átti at ligið í eini tílikari
upplæring.
Allir borgarar landsins
áttu at farið ígjøgnum
eina tílíka upplæring í
sínum ungdómsárum og
komið styrkt út í man-
dómsárini.
Samstundis
kundi
hendan tænastan fíggjað
eina ella aðra almenna
uppgávu.
Hetta eigur at vera
gjørt, áðrenn alt fer heilt
útav sporinum.
Hetta er eitt av hjarta-
málum mínum.
X við lista D.
Vit halda kósina
Jógvan Arge
Valevni Tjóðveldisfloksins
í Suðurstreymi
Týsdagin skalt tú avgera,
hvørja leið Føroyar skula
halda næstu fýra árini.
Skula vit halda kósina
fram móti einum sjálvstýr-
andi og sjálvberandi Før-
oyum, ella skula vit detta
aftur í eitt høvuðsleyst
heimastýri, har føroyska
samfelagsskútan rekur fyri
vág og vind?
Í okkara hjørtum er ong-
in ivi. Sjálvandi skal kósin
haldast.
Heimastýrisflokkarnir
hava avdúkað, at teir ætla
at rista breiðar álir av
landskassanum, og útlit
eru til, at við teimum við
róðrið enda vit aftur í
heimastýrissugguni, sum
vit hava so ringar royndir
av.
Tjóðveldisflokkurin
stevnir fram móti einum
sjálvberandi og sjálvstøð-
ugum Føroyum, har pláss
verður fyri øllum.
Tjóðveldisflokkurin
leggur dent á greiðan
skilnað millum alment og
privat.
Politiska skipanin skal
taka sær av vælferð og
trivnað fólksins og hitt pri-
vata
fyritakssemið
av
vinnulívinum,
sum
er
grundarlagið undir væl-
ferðini.
Tjóðveldisfloksins høv-
uðsmál eru sjálvstýriskós-
in, sosial frambrot, frælst
vinnulív, føst búskapar-
stýring og mentanarlig
menning.
Vit vilja nøkta tørvin á
ellis- og røktarheimspláss-
um. Vit vilja gera nýggja
pensjónsskipan,
byggja
barsilsskipanina út og
menna heilsuverkið.
Vit vilja skapa vinnuni
góðar karmar og gera upp
við tær donsku kreppu-
loysnirnar.
Vit vilja stýra búskapin-
um við fastari hond, tí
sjálvræði krevur búskap-
arliga ábyrgd.
Rættarskipan, løgregla
og fólkakirkja eru klár at
yvirtaka, og grundlógin er
undir borði.
Hvør einasta atkvøða
fyri Tjóðveldisflokkurin
verður brúkt í stríðnum
fyri at yvirtøkurnar verða
framdar og grundlógin sett
í verk.
Sjálvstýriskreftir standa
tí saman um Tjóðveldis-
flokkin. Tá verður atkvøð-
an við vissu nýtt til frama
fyri føroyskt sjálvræði, og
tá er ongin vandi fyri at
heimastýrið
vinnur
á
sjálvstýrinum.
Løgtingsvalið er eitt val
millum fortíð og framtíð.
Tí er tað ikki torført.
Veljið framtíðina og
Tjóðveldisflokkin
týs-
dagin.
Jaspur Vang
valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Fiskivinnan er høvuðsvinna
okkara og tí grundarlagið
undir vælferðarsamfelag-
num Føroyar. Skulu vit
menna land okkara, mugu
vit landspolitiskt menna
fiskivinnuna og styrkja tey
øki í landinum, har fiski-
vinnan er, eins og tað er
neyðugt at betra umstøð-
urnar hjá teimum, sum
virka í vinnuni.
Samfelagsgongdin
Tað, at fólk flyta millum
ymisku økini í landinum,
vísir í stóran mun búskap-
arligu gongdini í hesum
økjum í mun til hvørt ann-
að.
Vit vita øll, at seinastu
mongu árini er mestsum øll
almenn fyrisiting og um-
siting miðsavnað. Á henda
hátt verður tryggjað ávísum
økjum í landinum eitt stórt
útboð av fjølbroyttum og
støðugum arbeiðsplássum,
sum taka til sín vælútbúnu
arbeiðsmegina, og harvið
ríka og menna viðkomandi
øki við sáttmálabundnum,
lutfallsliga
høgum
og
støðugum meðalinntøkum.
Á henda hátt miðsavnast
arbeiðsplássini, fólkið og
tænastu- og handilsvinnan.
Við verandi valskipan mið-
savnast
soleiðis
eisini
politiska -, fyrisitingarliga,
umsitingarliga og fíggjar-
liga valdið í landinum í alt
størri mun. Soleiðis tykist
ringrásin halda áfram, alt
meðan tey øki í landinum,
har meginparturin av høv-
uðsvinna okkara er, fánar
burtur.
Trupulleikin
Øll vita vit eisini, at oman
fyri nevnda "økismenning"
ikki er grundað á vágafúsan
kapital, náttúrugivið til-
feingi og aðrar vinnuligar
fortreytir. Einasta fortreyt
fyri hesari menning er
landspolitisk vælvild og ein
trivaligur landskassi.
Sum støðan er í dag - gott
10 ár eftir seinastu búskap-
arkreppuna - er fólkatalið í
teimum økjum í landinum
har einans uml. 20 prosent
av lønunum í framleiðlsu-
vinnuni verða goldnar og
skaptar, hækkað munandi,
meðan fólkatalið í teimum
økjum í landinum, har
írestandi uml. 80 prosentini
av lønunum í framleiðslu-
vinnuni verða goldnar og
skaptar, er fallið tilsvar-
andi.
Harafturat síggja vit, at
hóast tíðirnar landsbúskap-
arliga eru betur enn nak-
rantíð og almennu rakstar-
útreiðslurnar seinastu 5 - 6
árini eru øktar við uml. 1,2
mia. kr. árliga, eins og uml.
104 almenn arbeiðspláss
eru sett á stovn árliga, er
arbeiðsloysi í teimum økju-
num, har mesta framleiðsl-
an og fiskivinnan er, vaks-
andi, samstundis sum inn-
tøkurnar í hesum kommun-
um eru fallandi.
Spurningurin er tí, í
hvussu stóran mun fiski-
vinna
og
blokkstuðul
kunnu bera, at ein alsamt
vaksandi partur av arbeiðs-
megini umsitur og veitur
tænastur til sín sjálvs og til
tann alsamt minkandi part-
in av arbeiðsmegini, sum
arbeiðir í fiskivinnu - og
framleiðsluvinnuni.
Samanumtikið
Ynskja vit veruliga menn-
ing og vøkstur, er neyðugt
at styrkja tey øki, har
høvuðsvinnan er. Tað gera
vit ikki við eitt nú fleiri
yvirtøkum og harvið enn
fleiri dupultfyrisitingum og
tilsvarandi øktari umsiting-
um innan sama ríkisfelags-
skap.
Tað er hin vegin neyðugt
m.a. at stuðla gransking á
fiskivinnuøkinum, seta í
verk útbúgvingar- skipanir
í fiskivinnuni, í fólkaskúl-
anum og á miðnámsskúl-
unum, at styrkja og menna
undirvísingina innan høv-
uðsvinnu okkara og annars
tillaga samferðlu og annan
flutning eftir vinnuliga
tørvinum hjá fiskivinnuni.
"Harmonikutúrarnir" eru
hugnaligir, men mugu víkja
fyri høvuðsvinnuni.
Eisini er neyðugt at flyta
fyrisiting og umsiting út í
fiskivinnuøkini, soleiðis at
arbeiðsmarknaðurin
har
gerst meira fjølboyttur og
inntøkugrundarlagið í hes-
um økjum hægri og støðug-
ari.
Skulu Føroyar hava ein
sjálvberandi búskap í ríkis-
felagsskapinum er stundin
komin hjá landspolitikar-
unum at taka ábyrgd av øll-
um økjum í Føroyum og
harvið menna vælferðar-
samfelagið Føroyar.
Jónfinn Petersen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Um svarið er nei, so er
Miðflokkurin
flokkurin
sum tú skal seta tín x við 20
jan.
Miðflokkurin vil stríðast
fyri at lætta um hjá barna-
familjum.
Sjálvur havi eg 4 børn og
nýggj hús, og eg veit at tey
eru mong við mær, sum
ikki hava nógv eftir at liva
fyri, tá ið skattur, húsalán,
barnaansing o.a. er goldið.
Tí vilja vit virka fyri at:
• Skattatrýstið
minkar
niður á eitt rímiligari
støði.
• Tað skal altíð loysa seg at
arbeiða.
• Peningurin skal fylgja
við barninum.
• Opna fyri møguleikanum
hjá
mammum,
sum
ynskja tað, at vera heima
hjá børnunum, meðan tey
eru smá.
• Systkyna avsláttur á dag-
stovnum og í barnaans-
ing.
• Ein góðan alternativan
bústaðar politik.
Hjálp okkum at hjálpa
familjuni!
Vel Miðflokkin
Heldur tú at familjan í Føroyum
hevur tað nóg gott?
Heðin Mortensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Síðstu dagarnar hevur ógv
verið tosað um nýggjastu
veljarakanningina, ið gav
Sambandsflokkinum
og
Javnaðarflokkinum so stóra
framgongd, at teir báðir
einsamallir kundu skipað
samgongu, um hetta gjørd-
ist úrslitið av valinum.
Av royndum vita vit tó, at
ein veljarakanning altíð
virkar sløvandi fyri tey, ið
fáa framgongd í henni,
samstundis sum hon er sum
ein vekjaraklokka hjá teim-
um, ið fáa vánaligt úrslit.
Tí mugu allir sambands-
veljarar kring landið vera
til reiðar at geva flokkinum
sín stuðul týsdagin! Tað ber
ikki til at hugsa, at tá velj-
arakanningin er so góð, er
ikki brúk fyri mínum stuðli.
Tvørturímóti hevur Sam-
bandsflokkurin meiri enn
nakrantíð brúk fyri fólksins
stuðli, um tað skal eydnast
at fáa styrkt støðuna á tingi,
so farast kann til verka í
Tinganesi eftir valið.
Tí skal hetta vera mín
inniliga áheitan á allar sam-
bandsveljarar um at fara á
val og stuðla Sambands-
flokkinum, tí tað er einasta
gongda leiðin, skulu vit
aftur fáa sett einstaka borg-
aran og tørv fólksins í
miðdepilin!
Á sofuni verður einki val
vunnið, men um vit øll gera
okkara part, skal tað nokk
bera til at vinna landsins
leiðslu aftur, so vit av
nýggjum kunnu trúgva á
bjartari tíðir fyri land og
fólk!
Á sofuni verður einki val vunnið!
Útjaðarin sterkur - Føroyar sterkar
Discipliner
upplæring
Thomas J. Askham
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Í tíðindaflutninginum í
vikuni, bórust tíðindi úr
Danmark,
at
kvinnur
skuldu fáa tilboð um fostur-
vatnsprøva, fyri at kanna
eftir at fostrið hevði Down
syndrom, mongolismu.
Eg má spyrja hvat vil tey
vilja við slíkum.
Er hetta tað fyrsta stiðið
til at við tí læknatøknið
sum er í dag at vit við hes-
um tilboði vilja og ynskja
at skapa tað "reina og per-
fekta" samfelagið, har tað
ikki verður pláss fyri teim-
um, sum høvdu eitthvørt
brek, sum ikki hóðaði tí
"perfekta samfelagnum".
Í mínum hugaheimi er
hetta reindyrka egoisma á
høgum støði.
Eg minnist tað orða-
skiftið, sum fór fram í
donskum miðlum, har tað
bleiv tosa um hvussu nógv
børn við Downs syndrom
kostaði tí danska heilsu-
verkinum.
Fyri mær er hetta ein
ræðandi tanki at vit grípa
so langt inn í tað persónliga
frælsið hjá kvinnuni og
manni hennara.
Eg eri onga løtu í iva um,
at um tað av læknanum
verður staðfest at fostrið
hevur Downs syndrom, so
verða mamman og pápin
sett yvirfyri einum vali um
hvat víðari skal henda.
Hetta fykir mær at verða
ein órímilig støða at seta
hesi foreldur í. Foreldrini
gleða seg til hetta barnið,
so hví skulu vit við hesum
fosturvatnsroynd,
útseta
foreldrini fyri stúran og ótta
um tað úrslit sum fyri-
liggur.
Nú veit eg val at tað eru
mong, sum føra fram at
hetta er ikki aktuelt her í
Føroyum.
Tað er bara ein sannroynd
at tað plagar ikki at ganga
long tíð, so byrja røddir at
hoyrast her á landið um vit
ikki áttu at tikið hetta til
okkum eisini.
Mær tykir at vit menn-
iskju við tí tøkni, sum vit
ráða yvir í dag, er á veg út á
ein glíðubana. Hvat verður
tað næsta vit skulu kanna.
Møguliga ein ekstremur
tanki. Hevur fostrið nú tann
rætta hárlitin? Tann rætta
egnalitin?
Eg eri púra sannførdur
um, at tað ganga ikki mong
ár, so skulu okkara politik-
arar finna eitthvørt lógar-
smíð, sum hóskar til okkara
viðurskiftir.
Miðflokkurin vil altíð
hava eitt vakið eyga hvat
kemur at henda á hesum øki.
Vit heita staðiliga á tykk-
um, sum vilja standa saman
við okkum um at fara á val
tann. 20 jan. Og seta ein
sterkan Miðflokk inn á
ting. Setið X við lista H,
ella við eitt av valevnum
floksins.
»Er det skjult
kamera...?«
Vilmund Jacobsen
valevni Tjóðveldis-
floksins í Eysturoy
Okkara samfelag er ikki
rættvíst og tekur sær í ov
lítlan mun av teimum,
sum á ymiskan hátt eru
rakt.
Situr tú ryggbrotin
eftir vanlukku, ert lamd-
ur av sjúku, skilnaði ella
øðrum, kann leitanin eft-
ir einum sømiligum ger-
andisdegi
gerast
ein
oyðimarkargongd.
Vit
hava
almennar
stovnar, ið hava til enda-
máls at hjálpa fólki aftur
á føtur, men áðrenn tú
hevur fótað tær, langar
ein
annar
almennur
stovnur til - og fólk eru
prísgivin.
Í
almennu
skipanini
verða
fólk
nærmast viðfarin sum
djór. Tú rennur teg ímóti
allastaðni, og líkt er til, at
stovnar hava sum mál at
plága lívið úr fólki.
Er sálin sterk og krevur
rættvísi, hórar tú kanska
undan. Ert tú hinvegin
ein av teimum, ið ikki
orkar ágangin, liggur tú
skjótt við tunguni úti.
Tey, ið líða mest undir
slíkum umstøðum, eru
neyðars børnini, sum
náttúrliga ikki skilja, hví
foreldrini eru so tyngd.
Kenni eina føroyska
kvinnu, sum kom heim
av flatlondum við trim-
um børnum - øll í skúla-
aldri. Maðurin hevði
blakað hana á dyr. Hon
stóð í Føroyum við ong-
um bústaði, ongum ar-
beiði og ongum pengum.
Tá ið hon fór til almenn-
an stovn at kæra sína
neyð, spurdi ein danskur
viðgeri hana - ikki minni
enn tvær ferðir: "Er det
skjult kamera...?"
Í fyrstu valsendingini í
SvF, segði eitt av starvs-
fólkunum á Almanna-
stovuni, at politikarar í
ov lítlan mun vita, hvat
gongur fyri seg "á gólv-
inum" - og tá sipaði hesin
til gólvið á Almannastov-
uni.
Men tað er eitt gólv
niðan fyri gólvið á Al-
mannastovuni, har tey
kreppuraktu, sjúku og
lamnu stríðast.
Vita politikarar ikki,
hvat gongur fyri seg á
"gólvinum" á almennu
stovnunum, vita teir enn
minni, hvat gongur fyri
seg niðri á tí veruliga
gólvinum.
Umráðandi er á valin-
um, 20. januar, at velja
fólk á ting, sum hava
lívsroyndir og lívsvís-
dóm - og ikki "sveimað"
omanfyri teimum, sum
stríðast í skipslastini, við
bryggjukantin, á flaka-
virkisgólvinum, við veg-
jaðaran ella taka sær av
teimum sjúku og gomlu.
Tað eru persónarnir,
sum mynda flokkarnar.
Tjóðveldisflokkurin vil
betra um korini hjá teim-
um, sum av eini og hvørji
orsøk eri skerd í samfe-
lagnum. Flokkurin er
trygdin fyri, at hildið
verður fram á ábyrgdar-
leiðini til einar betri
Føroyar.
Tú og E kunnu tryggja,
at tykkara sjónarmið
verða borin fram á tingi.
Eg bjóði meg fram at
verða verji hjá tykkum!
VALGREINAR
Edmund Joensen
løgtinsgmaður, og valevni
Sambandsfloksins í
Eysturoy
Stýrisskipanin er ikki nóg
greið. Hvussu ofta hava vit
ikki hoyrt hetta frá landsins
hægstu monnum. Vit hava
sæð landstýrismenn rúka
sum flugur fyri lítið og lætt,
meðan
landstýrismenn,
sum hava framt verulig
brot, sluppu at sita. Skip-
anin sigst hava feilin, ikki
nóg greið til landsins
hægstu at skilja. Lívsins
lærdómur hevur svarað
hesum sama í hundraðir av
árum við hesum orðum.
Ongin skipan er betur enn
fólkini sum umsita hana
gera hana til.
Tá nýggja almenna um-
sitingin var fult útbygd
kostaði hon eftir umlegg-
ingina til nýggju stýrisskip-
anina 52 milliónir kr. um
árið. Nú fullveldislands-
stýrið hevur sløk 6 ár á baki
kostar hon slakar 150 milli-
ónir kr um árið. Skipanin
sigst hava feilin. Ikki nóg
greið til landsins hægstu
menn at skilja.
Fullveldismenn geva ein-
um donskum embætis-
manni alla skylduna. Tjóð-
veldismenn kalla nýggju
skipanina fyri Finn Nor-
mann doktrinina. Finn Nor-
man og hansara skipan fær
skylduna fyri at umsitingin
er bølgna upp og er trí-
faldað í prísi um árið síðan
fullveldis-landsstýrið tók
við.
Skipanin varð gjørd til 5
aðalstýrir og 1 løgmans-
stýrið, hetta var gjørt við
umhugsni og eftir avtalu
við flokkarnar í lands-
stýrinum. Kravið var at vit
fingu
eina
ministerial-
skipan í staðin fyri gomlu
skipanina. Nýggja umsit-
ingin virkaði óføra væl og
hevur ikki virkað betur
síðan Jóhann Djurhusa tíð.
Tað var sanniliga munur á
nýggju nýmótans umsing-
ini hvat samfelagsáhuga-
málum viðvíkir - innlit,
opinleiki og eitt spennandi
arbeiðspláss fyri starvs-
fólkini gjørdist tað eisini.
Umsitingin fekk tey tvey
árini undan stjórnarskift-
inum í 1998 víst hvør dug-
ur var í henni. - Fíggjar-
lógar-viðgerðin, minni enn
12 miljónir kr. í eykafíggj-
arlóg fyri alt árið 1997. -
Tað vísti seg týðuliga aftan-
á kreppuna og undir banka-
málinum,
hvussu
væl
landsstýrið var fyrireikað. -
Fiskidagaskipanin varð sett
í verk og varð nýskapanin
eitt satt gjøgnumbrot. - Av-
monopoliseringin av trygg-
ingarvirkseminum og tele-
økinum var somuleiðis eitt
søguligt frambrot. - Stovn-
anin av Vinnumálastýrinum
vísti nýhugsan og var eisini
ætlað at fevna um oljumál
seinni. - Umleggingin av
øllum lógarverkinum.o.s.fr.
o.s.fr.
Ein vælvirkandi rímuliga
bílig umsiting prógvaði sín
dugnaskap.
Føroyingar
høvdu fingið nýmótans
amboð við nýggju skipan-
ini, sum tað sømdi seg,
bæði á Løgtingi og í lands-
stýri.
Tá íð fullveldislandstýrið
tók yvir í 1998 kom tað til
skorin klæðir. Við tí stýrin-
um fingu vit tíverri ein
nýggjan og ábyrgdarleysan
politikk inn í umsitingina. Ì
staðin fyri sum ætla 6
landstýrismenn, hækkaði
talið til 8 seinni til 9.
Flestu munnu minnast,
hvussu Anfinn Kalsberg og
Fólkaflokkurin
keyptu
Sjálvstýrisflokkin fyri 2
málsøkir í landstýrinum,
Oljumál og Allmanna- og
Heilsumál. Ein tann minsti
flokkur á tingi við tveimum
eykavaldum tingmonnum
skuldi umsita um helvtina
av allari fíggjarlógini. Slíkt
hevði verið fulkomuliga
óhugsandi í grannalondum
okkara. Hvat hevur tað ikki
kosta føroyska samfelag-
num hesi árini ?
Sambandsflokkinum fer
sjálvandi at bøta um umsit-
ingina aftur. 5 aðalstýrir og
ein løgmansumsiting verð-
ur útgangstøðið. Eitt er vist
Føroyar skulu hava eina
vælvirkandi og sterka um-
siting.
Vit í Sambandsflokkin-
um fara at viðgera starvs-
fólkið í umsitingini rættvíst
og virðiliga. Annað kemur
sjálvandi ikki uppá tal. Vit
fara ikki at siga fólk upp í
óðum verkum, um nakar
heldur tað. Men vit fara at
skera til, so sum mest fæst
burturúr. Vit fara eisini at
leggja um, so ein partur við
tíðini far møguleikar at
flyta til málrættaða undir-
vísing og gransking. Hesin
tátturin er tað sum er sjálvt
grundalagið undur fram-
tíðarsamfelagnum í fram-
komnu vælferðarsamfeløg-
unum.
Ungdómurin skal vita
hvar hann hevur Sam-
bandsflokkin Hann skal
vita, at Sambandsflokkurin
meinar at undirvísing og
gransking er sjálvur grund-
vøllurin undir framtíðar
samfelagnum.
Hesin parturin er so
dyggiliga afturútsigldur av
fullveldismonnum og skal
tí ræðfestast á ein heilt
annan hátt í framtíðini.
Hvør hevur hevur feilin – skipanin ella
politikararnir?
Downs syndrom »Mongolisma«
Terji Rasmussen
Valevni sjálvstýrisfloksins í
suðurstreymi
Hvussu ber tað til, at prátið
hjá politikkarum altíð snýr
seg um antin ella.
Tá evnið verða viðgjørd
er svarið oftast, ja ella nei.
Hví verður ikki heldur tosa
um nuansurnar í málunum.
Tað verður seg, tá tosa
verður um samband -
loysing,
frí
fosturtøka
kontra eingin fosturtøk,
stuðul ella ikki stuðul o.s.fr.
o.s.fr.
Einki her í lívinum er
bara svart ella hvítt, tá av-
gerðir
skulu
takast
á
politiska víðvøllinum.
Sjálvstýrisflokkurin er
garantur fyri komprimiss-
um og nuansum í øllum
málum.
Um tú ikki ynskir at
ekstrimistar eina, skulu
ráða í hesum landið, eigur
tú at velja sjálvstýrisflokk-
in.
Hvør kann? D kann!
Er alt bert svart hvítt?
C
M
Y
K
35
34