leygardagur 17. januar 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 11 - 17. januar 2004
Nr. 11 - 17. januar 2004
37
VALGREINAR
Føroyski búskap-
urin ov lítil og
viðbrekin til stóra
almenna sektorin
Bjørn Kalsø
valevni Sambands-
floksins í Norðoyggjum
Politiskar telvingar undir
samgongusamráðingum
kunnu ikki verða avger-
andi fyri at seta á stovn
nýggj almenn ráð.
Vit hava snøgt sagt ikki
ráð til øll almennu ráðini
Tað verður tí neyðugt
hjá eini komandi sam-
gongu at eftirmeta al-
menna bygnaðin, við tí
fyri eyga at rationalisera,
soleiðis at umsitingin
kemur á eitt lægri kostn-
aðarstøði.
Seinastu fimm árini
eru almennu útreiðslur
landskassans vaksnar við
einari heilari milliard.
Ein ræðandi vøkstur,
sum tíverri heldur ikki
gevur borgarunum betri
tænastur, ið svara til
ógvusliga vøksturin.
Føroyski búskapurin er
lítil og viðbrekin. Tá sæð
verður burtur frá ríkis-
veitingini, eru fiskivinn-
an og alivinnan mest sum
einastu vinnugreinar, vit
hava at seta okkara álit á,
tá talan er um at vinna
pening til landið. Pening,
sum má til fyri at tryggja
okkum, ið búleikast á
klettunum rímilig kor.
Kor sum fólk í øllum
framkomnum
tjóðum
ynskja at hava.
Tað er tí umráðandi í
Føroyum eins og alla
aðrastaðni at hava á-
byrgdarfullar politikara,
sum tora at halda eftir,
ikki minst í góðum tíð-
um. Brúk er fyri politik-
arum, sum ikki gloyma,
at tað er mark fyri,
hvussu stóran almennan
sektor føroyski skatt-
gjaldarin orkar at gjalda.
Søgan hevur jú langt
síðan lært okkum, at tíð-
irnar kunnu ikki bara
batna. Tað koma tíðir við
stagnatión ella aftur-
gongd. Tí kann almenna
umsitingin ikki vaksa
uttan mál og mið. Tæn-
astan í umsitingini má tí
tryggjast við rationali-
seringum og prioritering-
um, heldur enn, sum nú,
við ótálmaðum vøkstri.
Tað er t.d. hugstoytt, at
eitt og fleiri nýggj al-
menn ráð hava verið
stovnað,
hvørjaferð
nýggj samgonga er skip-
að seinastu árini. Tað
kann t.d. ikki verða rætt
at skipa nýggj ráð við
bygningum, landsstýris-
manni,
aðalstjóra
og
stórari kostnaðarmiklari
umsiting, bara fyri at fáa
eina politiska kabal at
ganga upp. Talan er í
slíkum føri eftir míni
meting um grovt ábyrgd-
arloysi. Vit hava stutt
sagt ikki ráð til øll al-
mennu ráðini. Í einari
komandi samgongu skal
umsitingina tí eftir-met-
ast, við tí fyri eyga at
rationalisera, effektivi-
sera og harvið minka um
almennu
útreiðslur
landskassans.
Eitt sambandsumboð í
Norðoyggjum fer tó at
tryggja, at tann peningur,
sum hóast alt er neyð-ug-
ur at brúka, verður
spjæddur eisini úti um
landið, soleiðis at útjað-
arin í landinum ikki
hvørvur. Ein sterkur út-
jaðari er við til at varð-
veita bústaðarmynstrið
og sparir sosialu skipan-
ini nógvar trupuleikar og
pengar.
Veljið tí Sambands-
flokkin 20. januar.
Bill Justinussen
landsstýrismaður og valevni
Miðfloksins í Eysturoy
Bill.teletech.fo
Tá tað javnan hevur verið
spurt um viðurskiftini við-
víkjandi
játtanini
til
serviðgerð uttanlands, skal
eg her greiða frá umsit-
ingini av hesi játtan so stutt,
sum tað ber til at gera tað.
Á hvørjum ári í apríl
mánaða skulu landsstýris-
menninir bera síni fyrstu
tøl út til fíggjarmálaráðið
til fíggjarlógina fyri næsta
ár. Sera trupult er at meta
um kontuna serviðgerð
uttanlands. Tá eg sum
nýggjur landsstýrismaður í
2002 beinanvegin skuldi
undir at gera fíggjarlóg fyri
2003, var trupult longu tá at
meta um, hvussu stór nýtsl-
an á serviðgerð uttanlands
fór at gerast. Eg setti mær
beinanvegin sum mál, at
hendan játtan á fíggjar-
lógini, sum í roynd og veru
er ein lógarbundin játtan, tí
yvirlæknarnir hava heim-
ildirnar at ávísa og áleggja
landskassanum útreiðslur-
nar, skuldi fáa eina um-
siting. Tað hevði hon sum
so ikki havt. Avtalað varð tí,
at ein persónur skuldi setast
burturav at hava eyga við
hesi játtan, tí talan er jú um
skattaborgarans pening, og
landsstýrismaðurin skal til
eina og hvørja tíð tryggja
sær, at hesin peningur verð-
ur nýttur á mest forsvar-
ligan hátt. Av tí at fíggjar-
nevndin gjørdi fleiri mistøk
í samband við allar sínar
broytingar
við
ársenda
2002, fingu vit ikki sett
hendan samskiparan í starv
fyrrenn nakrar mánaðir inn
í 2003. Alt fyrra hálvár
2003 sá út til, at játtanin á
70 mió kr. fór at samsvara
væl við ársnýtsluna. Men
so vísti tað seg, at nýtslan í
seinnu helvt av 2003 gjørd-
ist størri, enn vit høvdu
roknað við, og tí varð
neyðugt at biðja tingið um
eykajáttan á 13 mió.
Eisini eftirlýstu yvir-
læknarnir eina meiri neyva
kunngerð, sum greiðari
ávísti, hvussu skipanin við
avvarðandi
fylgjarum
skuldi umsitast. Arbeiðið
við at broyta kunngerðina
fór í gongd á heysti 2002
og var ikki liðugt fyrrenn á
heysti 2003. Kunngerðin er
gjørd í tøttum samstarvi við
yvirlæknarnar og sjúkra-
húsráðini umframt aðrar
partar. Læknarnir ynskja
sær als ikki uppgávuna at
nokta og játta avvarðandi
møguleikan at vera fylgj-
arar, men enn er ein skipan
við visitatiónsnevnd ikki
til. Hendan má skipast við
lóg, og hetta lógarupp-skot-
ið er gjørt. Tá hendan lógin
er samtykt, fer at bera til
hjá eini visitatiónsnevnd at
samskipa økið munandi
betri saman við samskipar-
anum í Familju- og heilsu-
málaráðnum. Ein broyting
til tað betra í kunngerðini,
at aldursmarkið fyri, nær
børn altíð kunnu fáa fylgj-
ara við, er hækkað úr 16 í
18 ár. Aðrar broytingar eiga
eisini at gerast í kunn-
gerðini, eitt nú at bæði
foreldrini altíð skulu við, tá
børnini eru undir ein ávísan
aldur ella tá eitt nú ein
kvinna má niður til Dan-
markar at eiga. Hinvegin er
tað ongin meining í, at
vaksin fólk, sum von eru at
ferðast kring heimin, skulu
hava fylgjarar við, tá talan
ikki er um lívshóttandi
sjúku. Hesum hevur verið
ov nógv av, og tað kunnu
vit ikki bjóða føroyska
skattaborgaranum.
Familju- og heilsumála-
ráðið hevur í sambandi við
serviðgerðina uttanlands
gjørt nógvar broytingar í
mannagongdunum. Nakrar
av hesum verða nevndar
her:
• Nú fáa yvirlæknarnir
regluliga at vita, hvørjar
viðgerðir, teirra sjúkling-
ar hava fingið, og eisini
innlit í fíggjarliga partin
• Nú galda kautiónirnar
ikki í eitt ár, men eitt
hálvt ár
• Nú verða allir sjúklingar
innkallaðir
gjøgnum
føroyska sjúkrahúsverkið
og ikki beinleiðis frá
danska sjúkrahúsinum
• Eftirviðgerðir
fara
í
framtíðini í størri mun at
vera meiri framdar í Før-
oyum. Tað er tyngjandi
fyri familjulív og ger-
andisdagin annars reglu-
liga at skula ferðast til
fremmant land til kann-
ingar. Nærum helvtin av
øllum viðgerðum er eftir-
viðgerð
• Nýggj avtala er gjørd við
Rigshospitalet,
sum
tryggjar, at tey í størri
mun taka hædd fyri før-
oyskum sjúklingum, sum
koma langvegis frá og
ikki altíð hava so lætt við
at samskifta á øðrum
máli
• Um viðgerðin kann ger-
ast í Føroyum, skal sjúk-
lingurin verða viðgjørdur
her heldur enn í Danmark
• Planlagdar
viðgerðir
skulu í størri mun sam-
skipast, har møguligt er
at fáa lækna til Føroya
heldur enn, at sjúkling-
arnir fara uttanlands til
viðgerðar
• Kannað verður, hvørjar
viðgerðir kunnu fáast í
Íslandi
• Føroyingar hava lagt upp
til samstarv í útnorði um
ávísar viðgerðir
Ongin, sum hevur tørv á
neyðugari viðgerð uttan-
lands, hevur fingið hesa
noktaða. Tað havi eg sum
landsstýrismaður
ikki
heimild til. Heimildina at
nokta hevur yvirlæknin,
hendan heimildin er honum
givin
við
løgtingslóg.
Landsstýrismaðurin hevur
tann ivasama heiður at hava
ábyrgdina fyri, at játtanin á
fíggjarlógini heldur. Tá tað
hevur sæð út til, at játtanin
ikki fór at halda, vendi eg
mær til yvirlæknarnar og
spurdi, um onkrar viðgerðir
kundu útsetast. Hetta skuldi
bert vera, um tað lækna-
fakliga kundi lata seg gera.
Talan er um nøkur fá fólk,
og í flestu førum hevur als
ongin trupulleiki staðist av
hesum.
Í 2003 vórðu 1.579 fólk
viðgjørd uttanlands. Hetta
er tað mesta nakrantíð, og
talið er í støðugum vøkstri.
Tó er miðalkostnaðurin pr.
sjúkling minkaður í mun til
árið fyri, og tað kann vera
orsakað av teimum broyttu
mannagongdunum. Í so fall
hevur skattaborgarin fingið
meiri burturúr hvørji játt-
aðari krónu. Um eini 2 ár
verður játtanin til servið-
gerð uttanlands omanfyri
100 mió, um ikki okkurt
munagott verður gjørt fyri
at bjóða viðgerðirnar í Før-
oyum, sum eg meti má vera
aðalmálið. Nakrar viðgerð-
ir kunnu ongantíð verða
gjørdar í Føroyum, tí landið
er ov lítið, og ongin ser-
lækni, sum fær ov fáar
viðgerðir innanfyri sítt øki,
vil arbeiða í Føroyum.
Læknans dugnaskapur er
nógv tengdur at teirri
rutinu, hann dagliga fær í
sínum starvi, og hesa rutinu
fær hann ikki í Føroyum
innan nøkur øki.
Onki er, sum bendir á, at
færri sjúklingar enn tey,
sum ynskja tað, hava fingið
viðgerð uttanlands. Hetta
hevur
Javnaðarflokkurin
annars ferð eftir ferð ført
fram, men hetta passar ikki.
Vøksturin er rættiliga lini-
erur, hóast kostnaðurin
kann vera sera ymiskur frá
eini viðgerð til aðra.
Miðflokkurin vil altíð
virka fyri, at øll, sum eru
sjúk, fáa ta viðgerð, tey
hava rætt til. Men vit vilja
samstundis reka ein á-
byrgdarfullan fíggjar-poli-
tikk, tí øll eru vit skatta-
borgarar, eisini tey, sum
gerast sjúk. Viðvíkjandi
útreiðslum til heilsumál
eiga vit altíð at vera vakin,
tí heilivágsídnaðurin er ein
av heimsins størstu ídn-
aðum og sera nógv áhuga-
mál eru galdandi.
Jónfinn Olsen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Í seinastu grein míni hesum
viðvíkjandi nevndi eg, at
Miðflokkurin var ímóti at
blokkurin skuldi skerjast,
og Miðflokkurin stemmaði
eisini ímóti hesum í Løg-
tinginum.
Ongin kundi siga, hvørjar
avleiðingar hetta fór at
hava, enn minni hvør vinna
skuldi tjena hesar pengar
inn í landskassan á annan
hátt aftur.
Tí vildi Miðflokkurin
hava at hetta bleiv sent út til
Føroya fólk til fólkaat-
kvøðu, og legði tí uppskot
fram hesum viðvíkjandi, so
at fólki kundi fáa loyvi at
tala í so tíðandi máli sum
hesum, men nei meirilutið
fekst ikki í Løgtinginum
fyri hesum, sum Mið-
flokkurin nú tosaði um. Og
vit kenna avleiðingarnar av,
at ikki bleiv lurtað eftir
uppskotinum hjá Mið-
flokkinum.
Vel Miðflokkin sum tína
rødd á Løgtingi. Borgan
fyri vælferð og trivnaði.
Serviðgerð uttanlands
Miðflokkurin segði nei til at blokkurin
skuldi skerjast við kr. 367 milliónum (2)
VALGREINAR
Gunnvá Mortensen
valevni Javnaðarfloksins í
Norstreymoy
Vit hava tað so mikið gott í
Føroyum, samanborðið við
nógv onnur, at tað ofta
verður torført at velja, hvør
politiska leið er tann rætta.
Vallyftini líkjast alsamt
meira, nærri vit koma at
valdegnum.
Tað, vit hava størstan
tørv á, kann, eftir mínum
tykki, lýsast í tveimum – 1.
Okkum tørvar stýring! 2.
Okkum tørvar tryggleika!
Myndugleikarnir høvdu
onga ætlan og onga støðu
til teir búskaparligu trupul-
leikarnar, sum hótta sam-
felagið. Teir søgdu – tað,
sum ikki kann standa, má
falla. Hetta er tó ein erlig
og greið støða, men hetta er
ikki marknaðarbúskapur í
vanligari merking – Hetta
er ábyrgdarloysi!
Sum tað hevur verið og
er framvegis – er tað ófor-
svarligt at lata útlendskar
íleggjarar, frítt, seta pening
í, eitt nú alivinnuna – fyrst
má stýring fáast á okkara
tilfeingi. Javnaðarflokkurin
hevur, sum einasti flokkur,
eitt ítøkiligt boð uppá,
hvussu vit loysa henda
trupulleika – nevniliga
Fiskidagamarknaðurin
–
hesin leggur upp til stýring
á økinum, og tað má vera
fyrsta stigið. Við hesum er
ikki sagt, at trupulleikarnir
í alivinnuni eru loystir, men
uttan stýring er vónleyst at
arbeiða víðari.
Slíkur fiskidagamarkn-
aður skal – umframt at
steðga spekulatónini við at
selja ali og fiskiloyvi – eis-
ini kunna geva eitt avkast,
sum kemur okkum øllum
til góðar. Talan er um eina
radikala broyting á tí
vinnuliga økinum í Føroy-
um, um vit samanbera við
støðuna ídag. Harafturat er
neyðugt við menning av
nýggjum vinnum, soleiðis
at vit altíð eru tilreiðar við
nøkrum nýggjum – skuldi
onkur vinna gingið illani.
Viðvíkjandi teimum mest
grundleggjandi málunum,
eiga vit at seta okkum
langtíðar mál, sum ein
breiður meiriluti kann taka
undir við – tað er ikki gott
nokk, at byrja av nýggjum
hvørja ferð, eitt nýtt stýri
kemur til. Hugsa vit um
millumlandaavtalur,
ber
væl til at seta sær mál nógv
ár fram í tíðina – hetta má
kunna lata seg gera í okkara
stýri. Her hugsi eg serliga
um mál sum ríkisrættarligu
støðuna, umhvørvið, fólka-
heilsuna o.t. Hóast breiðar
semjur um nøkur høvuðs-
mál, fer samfelagið altíð at
verða merkt av teimum, ið
sita við landsins leiðslu,
men endamálið má verða,
at skapa tryggleika um tey
mest grundleggjandi mál-
ini.
Javnaðarflokkurin
ar-
beiðir fyri javnstøðu og
virðir frælsið hjá tí ein-
staka.
Javnaðarflokkurin
er
framvegis fremstur tá tað
snýr seg um nýhugsan.
Javnaðarflokkurin
er
veruliga nakað fyri seg.
Eg fari tí at heita á teg,
um at atkvøða fyri stýring
og tryggleika – vel lista C
tann 20. januar!
Andrias Petersen
løgtingsmaður og valevni
Javnaðarfloksins í Eysturoy
Eitt komandi løgting kemur
at standa yvir fyri stórum
avbjóðingum.
Nýggjasta
metingin um búskapar-
gongdina frá Fíggjarmála-
ráðnum vísur, at roknast má
við eini afturgongd í bú-
skapinum í 2004 uppá 2%.
Hetta samanhildið við eina
væntaða framgongd uppá
3% í september 2003, tá
fíggjarlógin
varð
løgd
fram, er eitt álvarsligt
signal til komandi løgting.
Tað er lovað og tosað
nógv í hesum valstríði, og
soleiðis skal tað sjálvandi
verða, tí politikkur snýr seg
um, hvørjar framtíðarhugs-
anir ein hevur, og hvørji
ynskir ein hevur um fram-
tíðarsamfelagið. Men veru-
leikin eigur ikki at gloym-
ast, og tann veruleikin før-
oyska samfelagið stendur
yvir fyri nú, kemur at
krevja nógv av tí komandi
løgtinginum.
Tað, sum hevur verið ov
lítið av í føroyskum poli-
tikki, eru breiðar semjur
um politisk stórmál, ið øll
vita, eiga at takast.
Tjóðskaparstríðið er eitt
gott dømi um hetta.
Alt ella einki og so end-
aði málið í ruðuleika og
ongum.
Eg síggi fyri mær breiðar
semjur um:
• endurskoðan av fiski-
vinnulóggávuni
• eina breiða samskipaða,
førleikagevandi
mið-
námsútbúgving
• samskipan av okkara
sjúkrahúsverki, tá Norð-
oyðartunnilin opnar
• umskipan og effektivi-
sering av miðfyrisitigini
• dagføring av civilrættar-
liga lógarverkinum
• nýskipan av eftirlønum
fyri at taka dømir úr rúgv-
uni, sum komandi løging
eigur og skal taka støðu til.
Hetta arbeiðið verður
bert gjørt skilagott, um tað
verður ein breið politisk
semja millum fleiri stórar
flokkar.
Javnaðarflokkurin
vil
gera sítt til, at úrslit verða
rokkin.
Klæmint Olsen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymoy
Ein av teimum heilt stóru
"flosklunum" til hetta val
er, at landsins umsiting skal
rationaliserast. Fleiri flokk-
ar hava tikið málið upp í
síni valskrá. Í valgreinum
og valsendingum ljóðar
herrópið: "Umsitingin hjá tí
almenna er vorðin ov stór".
Mín fatan er tó, at skulu
Føroyar
stýrast
á
skilagóðan hátt, mugu vit
gjalda tað, sum ein góð
umsiting kostar. Punktum!
Sjálvsagt eiga vit at skipa
umsitingina, so hon virkar
sum frægast. Tað er alt í
lagi við tillagingum, um-
skipanum o.s.fr., um tað
tænar einum endamáli. At
niðurleggja okkurt aðalráð,
at
samanleggja
okkurt
virkisøki, jú tað ljóðar alt
rætt og rímuligt. Men í
veruleikanum tosa vit um
dropar í havinum. Haraft-
urat kemur, at alt ov knapp-
liga broytingar skjótt kunnu
vísa seg at vera vanlukku-
ligar. Tað tekur tíð at
byggja upp eina góða um-
siting.
Manga skoluna hevur
Finn Norman Christensen
fingið oman yvir sín synd-
iga kropp. Hesin danski
serfrøðingurin í umsiting
var jú settur at leiðbeina
landsstýrið. Tað løgna er tó,
at teir, sum vóru harðast í-
móti, hava sitið við stýris-
vøl farnu árini - uttan at
stórvegis broytingar eru
framdar. So ráðini frá
Norman munnu ikki hava
verið heilt av leið kortini.
Fari annars at taka hattin
av fyri fráfarandi løgmanni
Annfinni Kallsberg, tí hann
í valsending Fólkafloksins í
sjónvarpinum vardi, at um-
sitingin var vaksin farnu
árini. Kanska og vónandi
eru vit komin á mál, so vit í
dag hava eina umsiting,
sum kann fáast at rigga.
Sum lítið land mugu vit í
Føroyum liva við, at um-
sitingin ikki kann vera so
fínmeskað, sum hon er í
øðrum londum. Men vit
kunnu ikki liva við, at um-
sitingin er merkt av tilvild
og lógloysi. Tí mugu vit
gjalda tað, sum ein góð um-
siting kostar.
Sjálvstýrisflokkurin vil
trygd og trivnað fyri alt
Føroya fólk.
Góð umsiting kostar
Stýring og tryggleiki
Avbjóðingar fyri framman
Trollemmavirkið
í Vági
Henrik Old
løgtingsmaður og valevni
Javnaðarfloksins í
Suðuroy
Eitt frálíkt dømi um, at
ein maður brýtur upp úr
nýggjum og leggur sítt
virksemi í útjaðaranum
er
trollemmavirkið
í
Vági.
Stóð eitt tílíkt virki í
einum ES landi, hevði
tað
fingið
sersømdir
fyrstu árini fyri at lætta
um, so at gongd kom á.
Stóð hetta virki í útjað-
aranum í einum ES landi,
hevði tað fingið uppaftur
betri treytir.
Í Føroyum er øvugt,
eingin ígongdsetara stuð-
ul, ongar sersømdir sum
útjaðaraøki. Men haraft-
urímóti fær eitt tílíkt
virki í Føroyum hækk-
andi fraktprísir, sum eitt
tílíkt virki líður nógv
undir í og við, at tilfarið
er serliga tungt, og sera
dýrt er at flyta tað lidna
produktið av aftur Suður-
oynni.
Tað er so langt ímill-
um, at tað eydnast hjá
einum føroyingi at upp-
finna eitt produkt, sum
fer alla verðina runt. Eitt
slíkt virki skuldi fingið
sersømdir tey fyrstu fleiri
árini, til tað fekk høvdið
fyri seg. Tíverri er so tað
øvugta
hent.
Eingin
ígongdsetarastuðul
og
hækkandi fraktprísir.
Vildi fráfarna sam-
gonga vinnuni nakað
gott, so var fyri langari
tíð síðani sersømdir ás-
ettar fyri nýtt virksemi í
útjaðaranum, og ikki tað
øvugta.
Sverre Midjord
valevni Javnaðarfloksins í
Suðuroy
Í valgrein í Sosialinum hós-
dagin 15. januar 2004,
skrivar landsstýrismaðurin
hjá Miðflokkinum, at hesin
hevur ætlanir um at fáa í
lag betri samstarv millum
sjúkrahúsini, og vísir hann
á at besta loysnin vil verða,
ein leiðsla fyri øll trý
sjúkrahúsini.
Uttan beinleiðis at nevna
hetta, men ístaðin at brúka
orð sum funktónsberandi
eindir, so er uttan iva ætlan
hansara tann sama sum var
í 1993, við at seta eina
visitatiónsnevnd at avgera
hvørjar
skurðviðgerðir
skulu gerast í Klaksvík og á
Tvøroyri, og at hetta skal
gerast av einum av yvir-
læknunum á Landssjúkra-
húsinum.
Í eini av valsendingunum
í útvarpinum hoyrdi eg ein
av yvirlæknunum á Klaks-
víkar Sjúkrahús, har hesin
kom inn á tað sama sum
Suðuroyar Sjúkrahús og
Klaksvíkar Sjúkrahús áður
hava ført fram, tað at hjálpa
Landssjúkrahúsinum við
teirri bíðilistum, við at flyta
tær smærri skurðviðgerð-
irnar til hesi bæði sjúkra-
húsini.
Í staðin fyri at leggjast
eftir teimum báðu smærri
sjúkrahúsunum, kann ein
so spyrja, hví gav sami
landsstýrismaður so ikki
ordra til, at hesir sjúkling-
arnir, ið skulu bíða upp til
eitt ár eftir at verða við-
gjørdir, fingu tilboð um
viðgerð á hinum báðu
sjúkrahúsunum? Ella var
hetta ætlanin hjá fyrrver-
andi samgongu, at hesi
skuldi niðurleggjast???
Til Miðflokkin og undan-
farnu samgongu kann eg
upplýsa, at hetta hevur
verið roynt áður, og var eg
tá sjálvur í stýrinum fyri
Suðuroyar Sjúkrahús, vit
megnaðu tá at seta ein
stoppara fyri hesum, og
verður tað mítt fremsta
mál, um eg verið valdur, at
støðga hesum einaferð enn.
Miðflokkurin ætlanir um at niðurleggja Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús
C
M
Y
K
37
36