Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 11 - 17. januar 2004 Nr. 11 - 17. januar 2004 39 VALGREINAR Arbeiðsloysið í Suðuroyar sunnaru helvt skal á dagsskránna Johan Dahl løgtingsmaður og valevni Sambands- floksins í Suðuroy Aðalmálið hjá teimum sum verða val á Løgting fyri Suðuroynna skal og má verða at fáa sett gongd aftur í gamla flakavirkið og vinnu- virksemið í Vági. Tað má verða eitt krav bæði frá kommunal- politiskari síðu og frá landspolitiskari síðu at ein varandi loysn verður funnin , antin saman við Fiskavirking, har teir fara undir framleiðslu, sum kann geva arbeiðsfólk- inum ið verða send heim nú í næstum av Suður- laks vissu fyri at arbeiði verður aftur skjótast møguligt - støðugt ar- beiði, ella má virkið seljast/leigast til aðrar lokalar kreftir sum hava viljan og treystið af fáa virkið at koyra optimalt. Onki menniskja, kann halda út at livað í óvissu og ótryggleika fyri, um tey hava til dagin og vegin í morgin, næstu viku ella næsta mánað. Vágur og sunnara helvt av Suðuroynni, hevur nú í skjótt 12 ár havt sera óstøðugt virksemið og nú tað má ongantíð ov skjótt fáast ein loysn á hesi óuthaldiligu støðu fyri fólki á staðnum. Allar góðar kreftir mugu takað saman hend- ur og í samstarvið finnað røttu haldbaru loysnina. Miðflokkurin segði nei til at blokkurin skuldi skerjast við kr. 367 milliónum (3) Jónfinn Olsen valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy Í seinastu grein míni hes- um viðvíkjandi nevndi eg, at MIÐFLOKKURIN var ímóti at blokkurin skuldi skerjast, og MIÐ- FLOKKURIN vildi hava hetta mál út til fólka- atkvøðu. At vit í Føroyum í dag hava ein skerdan blokk ,uttan at vit hava havt eina fíggjarliga uppgerð millum Føroyar og Danmark, er MIÐ- FLOKKURIN ikki glað- ur fyri. Tí hví skulu vit geva pengar til Danmark- ar, sum vit eftir øllum at døma eiga frammanund- an. Hugsa um tað stra- tegisku støðu, Føroyar hava í NATO saman- hangi, hugsa um hví Danmark ikki er komið uppá somu upphædd í % sum onnur lond í NATOsamanhangi, hvat er tað teir fáa fyrimunir av, jú Føroyum og Grøn- landi. Hygg bara eftir hvussu nógvar pengar teir hava spart í árunum 1976 - 1989, uppá at teir hava havt Føroyar og Grønland sum "strategisk plaseraði hjálond" og vunnið sær fyrimunir av hesum. Hetta stafesta eisini kendir fyrrverandi Danskir polittikarar á skrift. Vel tí MIÐFLOKKIN sum tína rødd á Løgtingi. Borgan fyri vælferð , trivnaði og trygd. Arni Abrahamsen valevni Miðfloksins í Eysturoy Sum politiskt umboð fyri Miðflokkinum vil eg ar- beiða fyri: • At vinnulívið framhald- andi hevur góðar um- støður í samfelagnum, og at partafelagsskatturin verður varðveittur á ein- um lágum støðið. • At tað almenna fær ein meira virknan íverkset- arapolitik, og er við til at stuðla uppundir íverk- setarar, og at TK-stovan verður varðveitt og ment. • At støða verður tikin til, hvussu vit skulu arbeiða fram ímóti at privatisera almenn partafeløg, og hvussu hetta skal fremj- ast. • At ein langtíðar ætlan verður løgd fyri pen- sjónsviðurskiftunum í samfelagnum, og hvussu hesi viðurskifti skulu síggja út í framtíðini. • At umhvørvið kemur á dagsskránna, og íbirta eitt alment kjak um, hvussu vit á bestan hátt varðveita okkara um- hvørvið. • At familjan fær best møguligu kor í samfelag- num, og at hjúnabandið verður varðveitt sum ein- sti lóggildaður samlívs- formur. • At ungdómur framhald- andi fær góð kor at nema sær útbúgving, bæði í Føroyum og uttanlanda. • At meira verður gjørt fyri at upplýsa serliga ungum um vandan av rúsdrekka og rúsevnismiðsnýtslu. • At betra um gransking- armøguleikarnar í Føroy- um. Tað verið seg bæði innan tekniska gransking og biologiska gransking, men talan kann einans vera um etiskt forsvarliga gransking. • At andaligt virksemið fær bestu kor í samfelag- num, og at samfelagið framhaldandi viðurkenn- ir tann týdning, sjálv- bodna kristiliga arbeiðið hevur fyri samfelagið og trivnaðin í samfelagnum. • At samfelagið enn meir gerst eitt samfelag fyri øll. • At valskrá Miðfloksins verður framd í verkið. Les meira á heima.olivant.fo/~arnia Eg vil hervið ynskja øllum føroyingum eitt gott val. Setið X við lista H. Høgni Mikkelsen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Hetta er ein ræðandi yvirskrift, men tann beiski veruleiki. Ríkisveitingin er minkað við heili 366 mill. kr, og grundin til hetta er, eftir mínari meining, ein bíttur stoltleiki! Vit skulu klára okkum sjálvi, kosta hvat tað kosta vil, siga tríggir flokkar á tingi. Tað er tíverri nógv eldri fólk sum ikki klára seg sjálvi í tí dagliga, og eru tí noydd at hava fólk um seg alla tíðina. Sum oftast eru tað tey nærmastu sum taka hesa ábyrgd á seg og tí forsøma arbeiði, ella í ringasta føri siga arbeiði frá sær. Fyri 366 mill. kr. kundu nógv ellis- og røktarheim veri bygd, umframt stovnar til tey brekaðu sum eisini hava ein stóran íbúðartørv. Ár teirra brekaðu var í 2003, og ikki kann sigast, at nógv er hent á hesum øki. Tað vildu Tjóðveldis- flokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ikki! Teir valdu heldur at minka ríkisveitingina, og sum yvirskriftin sigur "tey veiku eru ofraði" Tað rætta hevði verið at hjálpt teimum veiku fyrst, sum tey sanniliga eisini hava uppiborið. Tit veljarar, sum hava somu meining sum eg, kunnu verða við til at tryggja eina framtíð, har tey veiku verða raðfest - seti tí krossin við Sam- bandsflokkin. Jóanis Nielsen valevni Fólkafloksins í Vágum www.joanisnielsen.fo Vit eiga at gera okkara FAS-skipan nógv meira lokkandi, soleiðis at okkara grannar og onnur við kunnu síggja, at tað kundi verið ein góður møguleiki, at komi undir okkara FAS- skipan við teirra skipum. KOSAN flaggar øll síni skip út KOSAN, sum eitt tíðar- skeið hevði eini 30 skip, hevur flaggað øll uttan 2 ella 3 skip út, tey flestu ella øll til Isel of Man, og tey seinastu fara eisini, helst í hesum árinum. Føroyingar, sum frá byrj- an hava verið við til at manna KOSAN-skipini, eru nú flest allir tíverri sagdir úr størvum sínum. Um okkara FAS-skipan varð soleiðis, at útlendingar sóu møguleikan at koma hendan vegin, so kundi væl hugsast, at nógvir føroying- ar enn høvdu størv síni í KOSAN og øðrum út- lendskum reiðaríum við. Inntøka til land okkara Ein slík skipan hevði eisini ført kapital til land okkara - hugsast kann at hvørt skip kundi lagt eini kr.800-tús. ella upp til kr.1 mill. eftir seg, um tey koma í FAS- skipan okkara. Sum tingmaður havi eg reist spurningin við fyri- spurningum - Sjálvsagt eiga vit at fáa FAS-skip- anina betur - tað kundi giv- ið landi okkara nógvar møguleikar. BORGAN fyri fram- haldandi menning í Vágum. X - Fólkaflokkin Hesum vil eg arbeiða fyri Tey veiku í samfelagnum eru ofraði, tí ríkisveitingin bleiv minkað KOSAN-TANKERS A/S flaggar øll síni skip út til Isel of Man VALGREINAR Jørgen Niclasen valevni Fólkaflokksins í Vágum Tann einstaki skal hava rásarúm til sjálvur at leggja lívið til rættis eftir evnum og dugnaskapi. Fólkaflokkurin gongur ikki inn fyri at taka pening inn frá øllum fyri síðan at deila út aftur til øll. Øll við førleika skulu hava møguleika at klára seg sjálvi. Harvið hava vit møgu- leika veruliga at hjálpa teimum, ið treingja. Árinskanningar – Eiði 2. Malan Mohr Dahl valevni Sjálvstýris- floksins í Eysturoynni Vanligi føroyingurin skil- ir ikki, hví SEV ætlar at gera árinskanningar av Eiði 2, eftir at verkætlan- in er fullførd. Neyvan verður umhvørvið ført aftur til tað upprunaliga, um árinið er so álvar- samt, at tað skaðar økið meiri, enn tað gagnar, og so fara tær milliónirnar fyri skeyti. Her lekur millum teori og praksis, ella er her ein fjald ætlan við hesari verkætlan, tí stendur verkið fyrst uppi, verður tað ikki niðurafturlagt. Í valskrá floksins stendur m. a. um um- hvørvismál, at 1.: Mun- andi meiri skal gerast fyri at økja fólksins til- vitan um umhvørvis- og náttúruvernd. 2.: Tað skal vera lógarkrav, at hald- góðar árinsmetingar verða gjørdar, áðrenn farið verður til verka. Og 3.: Orkupolitikkurin eig- ur at byggja á orkukeld- ur, ið hava fyrilit fyri um- hvørvinum. Sjálvstýrisflokkurin víkur ikki frá kravinum um, at árinskanningarnar verða gjørdar, áðrenn farið verður undir Eiði 2. Tað er sunn fornuft. Hvør kann - D kann X fyri Sjálvstýris- flokkin: Gamal í garði - grønur í sinni. Tað skal verða bíligari at vera pensiónistur Meinhardt Hansen valevni Sambands- floksins í Norðoyggjum Sambandsflokkurin ætlar sær at arbeiða fyri, at tað skal verða bíligari hjá føroyingum at búgva her í landinum. Útrokningar vísa, at hóast fullveldissamgong- an skuldi eitast at lækka skattin, so er skatta- og avgjaldstrýstið í Føroy- um vaksið við fleiri pro- sentum seinastu árini. Hetta er fullveldispoli- tikkur, tá ið hann er bestur - ella ringastur. Og tað, sum er mest skelkandi, er, at tað eru tey veiku, sum verða áløgd alt fleiri byrðar her í samfelagnum. Tað vil Sambands- flokkurin ikki finna seg í. Vit vilja hava ein skattareform, so at tað verða tey, sum hava breiðastu herðarnar, sum koma at bera tyngstu byrðarnar. Burtur við ÚF og SvF Tað líkist ongum, at eitt nú pensiónistar verða álagdir alt størri gjøld, meðan teir framhaldandi verða noyddir at klára seg við einari ov lítlari pensión. Tí eiga pensiónistar, einkjur, einkjumenn og óarbeiðsfør fólk at sleppa undan at gjalda útvarps- og sjónvarpsgjald, sum tilsamans fer avstað við næstan 4000 krónum. Hesi fólk eiga eisini at sleppa bíligari í sjúkra- kassanum. Tey eldru fólkini hava skapt hetta samfelagið, og vit eiga at sýna teim- um neyðugu virðing og ikki áleggja teimum alt størri skatt og avgjøld. Tað vil Sambands- flokkurin! Lasse Klein valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Skilamaðurin W. Churchill var hittinorðaður og dugdi væl at taka til, hann segði einaferð: "Tú fært ikki atkvøður fyri tað tú hevur framt, men fyri tað tú lovar fólkið, men tú skal duga at greiða fólkið frá orsøkini til hví lyftini sviku." Hevði Sjálvstýrisflokkurin fingið atkvøður í mun til loysar uppgávur, so var hann iva- eyst størsti flokkur her á landi....... Her eru nøkur dømir: Føroyska málið Merkið Útvarp Føroya Sjónvarp Føroya Fróðskaparsetur Føroya Undirgrundin Samtíðarskattaskipanin El- skipanin Telefonin Undirsjóvartunnlin til Vágar Súlan Dúgvan Biletmaskinurnar Atlantic Airways Loftferðslulógin Samferðsluhavn á Drelnesi Funningsvegurin Útbyggingin av Bygdaleiðum Sumbiartunnilin Millumbylgjustøðin í Akrabergi Handgarðurin í Vágum Tyrlan Kaldbakstunnlin Byrgingin um Haraldsund Stig fyri stig samráðingar við danir Her er talan bert um lutfals- ligan lítlan part av teimum málum, sum Sjálvstýris- flokkurin hevur haft á- byrgdina av, og sum eru framd í samvinnu við aðrar. Skulu avrikini telja, so er eingin ivi um hvar kross- urin skal setast 20. januar, men so einfalt er tað neyv- an. Bert spell kunnu vit siga. Tí so kundi Sjálvstýr- isflokkurin verið heilt vísir í at átt fleiri umdømisvaldar tingmenn. Heðin Mortensen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Í dagligum tosi við fólk, ið eru komin so mikið til aldurs, at tey hava sagt van- liga arbeiðsmarknaðinum farvæl, kemur ferð eftir ferð undan kavi, at í nógv- um førum er ov lítið at liva fyri. Fólkapensiónin røkkur ikki hjá øllum, so tey klára sínar skyldur, hóast tær ikki eru av teimum størstu. Hetta er ikki nóg gott og tí eigur hetta at vera eitt mál, komandi løgting hevur frammarlaga á dagsskránni. Tað kann ikki vera meiningin, at skattgjaldarar gjøgnum eitt heilt lív skulu venda og snara hvørjari krónu, tí landið er ov pírið við fólkapensiónini. Hvussu skal tað fíggjast? Soleiðis hevur verið spurt mangan undir hesum val- stríðnum, og sjálvandi er tað eisini ein viðkomandi og enntá avgerandi spurn- ingur. Tó er tað í politikki ikki bara ein spurningur um, hvussu hetta ella hatta skal fíggjast, men at vit snøgt sagt hava skyldu at syrgja fyri, at tingini virka, so brúkarin og borgarin fær gagn av teimum. Øll hesi, ið bert hava fólkapensiónina at dúva uppá, hava so sanniliga goldið fyri seg gjøgnum eitt langt arbeiðslív. Tí er tað meiri ein spurningur um skyldu enn um fígging, tá vit skulu fáa skapt teimum virðilig kor. Síðstu árini eru pengar søplaðir burtur í fullveldis- ørskapi, heldur enn at koma teimum til góðar, sum hava bygt hetta land. Her skal vend koma í! Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri at tryggja øllum eina fólkapensión, ið tey kunnu liva av. Við tínari atkvøðu kanst tú hjálpa til, so nakað verður gjørt við fólkapensiónina! Frá øllum til øll Skulu vit hvørva í gloymskuni? Fólkapensiónin má røkka til dagin og vegin Henrik Old løgtingsmaður og valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy Sambært Vinnuhúsinum eru 520 nýggj størv sett í almennu fyrisitingini síðani 1998. Av teimum eru uml. 500 sett í miðstaðarøknum. Í sunnaru helvt av Suður- oy er einki alment starv sett hesi 6 árini. Ikki tí, økis- menningarálit er prentað, so tað skuldi verið lag á manni. Fyrstu 4 árini fullveldis- menn ráddu, søgdu teir, at hetta skuldi vera fyrireik- ingartíð. Men so til seinasta val søgdu teir, at nú skuldu almenn arbeiðspláss flytast til Suðuroynna. Men hesi bæði árini hevur verið knívsskorið. Ikki eitt starv flutt. Minnist til, at hesi eru bestu peningaár vit hava upplivað. Í 1992/93 fluttu vit 8 størv til Vágs í samband við sambýli á Báraldar- bakka. Hetta var meðan Javnaðarflokkurin við Jó- annes Eidesgaard umsat almannaøkið. Hetta var í ringastu peningatíð vit hava upplivað. Og var hetta samtíðis sum almennu ar- beiðsplássini í miðstaðar- økinum fækkaðust mun- andi. Løgið. 500 kr. eykarokningin til sjónvarpsgjaldið frá Tjóð- veldis- og Fólkaflokkinum bar væl til at flyta til Suðuroynna. Hava vit ráð at lata hesar royna einaferð enn? 520 - 0 C M Y K 39 38