Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Konsert við Martin Joensen, Anne­marie Zimakoff og Holg­ar Jacobsen. Komandi leygarkvøld 12. mars, skipar Tón­leik­a­sam­ takið Grót fyri sera á­huga­ verd­ari kon­sert í Tøting í Syðru­gøtu. Tey ið trína á pall í Tøting, eru tónaskøld ið hava ferð­ast kring heimin og tónaskøld, ið veruliga hava sett síni spor í føroyska tónleikalandslagið. Martin Joensen: Martin kenna vit øll. Martin gav fyri stuttum út fløguna "Kvøld". Nýggja útgávan hev­ ur fingið sera góð ummæli, og kemur uttan iva at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu, eins og øll onn­ur verk hann hevur úr honum greitt. Martin ferð saman við bólki sínum, at spæla løg av nýggju útgávuni. Annemarie Zimakoff: Annemarie er úr Suð­ur Jút­ landi, men annars búðsitandi í Keypmannahavn. Annemarie skal verða í Før­oy­um í eitt hálvt ár, har hon umframt skal spæla konsertir sjálv, eisini gerð nakað av arbeiði í Plátu­fel­a­ gnum Tutl og hevur skeið í sang­skriving. Annemarie Zimakoff hev­ ur útgivið tvær fløgur, Ivory (2008) og The Girl Without Music (2010), og hevur hon fingi nógv rós og góð ummæli fyri he­s­ar útgávur og fyri henn­ara fram­ førslur. Ann­e­marie hevur verði á tourné við sínum tón­ leiki í USA, Týsklandi, Írlandi og aðrastaðni og nú verður Tøt­ing í Syðrugøtu sett á hennara heimsatlas. Holgar Jacobsen: Kenna tit Tinganest og Holgar & Villmenn? Ja so kenna tit Holgar Jacobsen! Vágamaðurin útgav seint í fjør sína fyrstu solofløgu ”Ongan Veg”, Sum heitið á fløguni sipar til, so ætlar Holgar ongan veg at fara, og vil við fløguni staðfesta eina nýggja byrjan. Tónleikurin hjá Holgari, er bæði skitin, heitur og vakur, og huglagið sera hugnaligt. Grót hevur júst gjørt høl­ is­broyt­ingar í Tøting, so tað verð­ur spennandi at royna høl­ini í nýggjum hami, við so áhugaverdur og framúr dugnaligum tónaskøldum. Í gjár var altjóða kvinnudagurin hild­in kring knøttin. At hesin dag­ur hev­ur ver­ið hild­in í fleiri enn 100 ár sig­ur nak­að um, hvussu tor­gongd leið­in hjá kvinn­um til javn­rætt hev­ ur ver­ið. Og tað er hug­stoytt, at tað skal vera neyð­ugt at há­tíð­ar­halda hend­an dag­in fleiri enn hundr­að ferð­ir, tí hes­in dem­o­krat­iski trup­ul­ leik­in átti sjálv­andi langt­síð­ani at ver­ið loyst­ur. Hóast ymisk sjón­ar­mið, so vald­ ar nú rím­u­lig semja um, at vit skulu royna at manna nevnd­ir og ráð so nøk­u­lunda ­javnt við báð­um kyn­um. Í pol­i­tikki ­er ringt at seta kvotu á, tí so­leiðis sum okk­ara dem­o­krat­isk­a val­skip­an er skrúv­að sam­an, so ber tað ikki til. Tí hvílir ein nógv størri á­byrgd á flokk­unum um at skipa upp­still­ing­ina sol­eið­is, at bæði kyn­ ini hava sama rætt at verða vald. Í fjør høvdu vit kjak um val­skip­ an­i­na –­ tað mundi verð­i meiri­luti fyri at broytt val­skip­anina aft­ur í val­dømi, so­leið­is at vit fingu tryggj­ að »økisjavnstøðu«. Eitt slíkt sjónarmið kann sjálv­ andi hava fólka­ræð­is­lig­ar grund­ gev­ing­ar. Men tá Ed­mund Jo­en­sen legði upp­skot­ið um eitt val­dømi fram stutt und­an síðsta løg­tings­ vali var grund­gev­ing­in júst, at hetta fór at skapa størri javn­støðu á tingi. Tað er sjálvandi trupult at prógva, men vit kunnu so siga, at øll fólk í Før­oy­um við hesi skipan hava sama møg­u­leika at velja í­mill­um øll val­ evn­ini, sum bjóða seg fram. Hetta við »økiskvotering« móti »kyns­kvot­er­ing« er á­hug­a­vert, ikki minst grund­gev­ing­ar­nar: Tá til døm­ is ein sand­in­g­ur skal velj­ast á ting, tí hann er sand­ingur. Hví skal so ein kvinna ikki velj­ast á ting, tí hon er ein kvinna? Men sum vit hava sagt so mang­ an fyrr: Skulu kvinnur hava vald, so skulu menn missa vald, og tað er sera trup­ult hjá monnum at avgeva vald utt­an svørðslag. Jóannes Eidesgaard skemt­aði við, at hann var løg­mað­ur í sein­asta tali­ban­-lands­stýr­i­num – seinasta lands­stýri utt­an kvinn­ur. Tað fáa vit valla aftur, tíbetur. Men tað ber altso væl til at fáa javnstøðu á tingi - tað vil siga á leið líka nógv­ar kvinn­ur sum menn – utt­ an at gera tað við for­mell­um kyns­ kvot­er­ing­um. Fýra menn kunnu gera hetta eins­a­mall­ir: Um Høgni Hoydal, Kaj Leo Jo­hann­e­sen, Jørg­ en Nicl­a­sen og Aks­el V. Jo­hanne­ sen gera av, at í teirra flokk­um vilja teir hava á leið eins nógv­ar kvinn­ur vald­ar, sum menn, so er trup­ul­leik­in loyst­ur. Tað er í floks­org­an­i­sa­ti­ón­u­ num, at hetta skal skip­ast – og sum leið­ar­ar í fýra av teim­um størstu flokk­u­num, so hava teir buktina og báðar end­ar­nar – spurningurin er so bara, um teir tora at sleppa øðrum end­a­num? Seinasta taliban-lands­ stýrið er farið í søguna... Gott Bergtóra! Fýra menn tryggja javnstøðu Tónaskøld í Tøting Sleppa undan kring­varps­ gjadi Helena Dam á Neystabø kjak á síðu 14 Fostur­ dráp ein vanlukka Dánjal M. Joensen kjak á síðu 14 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo »Vit hava tildømis ikki hugt upp á pensjónsviðurskiftini hjá okkum sjálvum. Vit løg­ tings- og lands­stýr­is­fólk kunnu spara okk­um upp til fulla pen­sjón upp á 16 og átta ár, og tað hava vit einki gjørt við...« Soleiðis segði Bergtóra Høgn­a­dótt­ir Jo­en­sen, ting­kvinna fyri Tjóðveldi, í Eyg­sjón í gjár. Fyri ein­a­ ferðs­kuld hoyrdu vit eitt av fólk­a­valdu um­boð­u­num á tingi nevna hetta, sum fleiri halda vera ó­rími­ligt, at pol­it­ ik­ar­ar skulu hava ser­støðu at skava sær sam­an til feita al­menna pen­sjón upp á nøk­ ur fá ár. Hetta er ikki bara kent í Før­oy­um, hetta er eitt fyri­brigdi, sum eyð­kennir pol­i­t­ik­ar­ar í fleiri lond­um. Tað verð­ur so ofta sagt, at makt kor­rum­per­ar, og nak­að nógv er um tað, tí tað eru al­tíð tey, sum sjálvi ráða fyri egn­um við­ur­skift­ um, sum skava mest til sín sjálvs. Tá tal­an er um virk­is­ eig­ar­ar, so er kanska ikki so nógv at siga um tað – utt­an tað, sum vit kunnu halda og meina. Men pol­it­ik­ar­ar eru fólks­ins tæn­ar­ar, tað gloyma teir bara so skjótt, og tí hava teir kraddað sær slík­ar ágóðar, sum til dømis feita almenna pensjón upp á nøk­ur fá ár. Vit taka hattin av fyri tí pol­it­i­k­ara, sum klár­ ar at reisa hetta mál­ið á tingi, so drív á Berg­ tóra!