Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 9. mars 2011 · Nr. 29 Sosialurin Eirikur Lindenskov MRCC boðsendi bjarg­ing­ar­ tyrl­uni hjá Atlantic Airways kl. 15.00 at koma einum fimm­manna­fari til hjálpar, sum hevði fingið motorstopp og rak í Djúpunum út fyri Gjógv. Umborð á bátinum var ein 80 ára gamal maður. Fólk á landi hvødu varnast, at okk­ urt var áfatt, tá fimm­mann­ a­far­ið við gamla manninum kom rekandi fram við Gjógv. Tyrlan fór úr Vágum klokk­an 15.19 og kom klokkan 15.38 til bátin, sum tá rak út fyri Rif­tanga. Mað­ur­in um­ borð sat tá við ár­ar­nar. Tað var nógv­ur vind­ur – í hvirl­u­ num upp í 35 metur sek­und­ið – og sjey metur høg alda. Bát­ ur­in lá soleiðis fyri, at nógvi vind­ur­in elvdi til turbulens, og tí var torført hjá tyrluni at koma til hjálpar. Tað eydn­að­ist kort­ini at seta bjarg­ing­ar­mann­in um­borð á fimm­manna­farið. Meðan bjarg­ing­ar­mað­urin var um­ borð, fekk fimm­manna­far­ið ein sjógv, men báðir menninir vóru í øll­um góðum lyftir um­borð á tyrluna. Tyrlan setti síðani kós móti Klaksvík, har hon setti seg klokkan 15.53, og mað­ ur­in varð fluttur á sjúkr­a­ hús. Tyrl­an fór síðani aft­ur á stað­ið at hjálpa bjarg­in­g­ ar­bát­i­num »Ziska« at finna fimm­mann­a­far­ið. Tyrl­an kom fram á bát­in, sum tá var rik­in nak­að vestur í hav. bjarging Myndin er tikin úr tyrluni, tá bjargingarmaðurin var komin niður í bátin Mynd: Atlantsflog sjónleikur Tað eru næmingar í NámX í Eysturskúlanum sum framføra leikin Leikur um happing í Eystur­ skúlanum Bankar mugu tola nýggja kreppu Miðvikukvøldslestur í Sirkusi Andru Emil á flottum ørðum plássi Tyrlan bjargaði manni av fimmmannafari Bjarging Seinnapartin í gjár bjargaði tyrlan hjá Atlantic Airways einum 80 ára gomlum manni, sum var komin illa fyri í einum fimmmannafari í Djúpunum Bilasøla Næmingar á NámX í Eyst­ur­skúl­a­num í Havn fram­ føra leik­in »Eitt døkt kamar« í Sjón­leik­ar­hús­i­num Í kvøld 9. mars, sjálvan øskudagin, verð­ur høvi at hoyra eitt av okk­ar­ar penn­hegn­astu, men av ó­skilj­andi or­søk­um enn at kalla ó­út­givnu høv­ und­um, men tað er stutt­søg­u­høv­und­ur­in ­og fyrr­ver­andi for­mað­ur í Rit­høv­und­a­fel­ag­num Arn­bjørn Ólavs­son Dalsgarð. At kalla ó­út­ givin - men ikki heilt kort­ini. Nakr­ar av søgum sínum hev­ur Arn­bjørn, trek­liga, latið á prent í bløð og tíðarrit eitt nú Ven­cil. Søg­urnar hjá Arnbirni kunnu í stuttum lýsast sum hug­nám av gerandislívinum og í min­i­mal­ist­is­k­um stíli, við neyvum málbúna strika tær upp løtumyndir av per­són­um og sam­skif­t­um teirra, sum javnan siga meiri um sam­tíð okk­ara og sam­fel­agið enn mang­ar drúgv­ari og dram­at­isk­ari lýs­ing­ar. Arn­bjørn tók sjálv­ur ann­ar stig til tíð­ ar­rit­ið Ven­cil og hev­ur nú í skjótt fimm ár rit­stjórna hes­um Varð­a­num í ný­f­ør­oysk­ um bók­ment­um, men starv­ast ann­ars sum bók­a­vørð­ur á Lands­bók­a­savn­i­num. Tiltakið byrjar sum vanligt klok­kan 20 í Sirkus í Vágsbotni. Í sambandi við køl­ i­messu í Od­en­se í sein­astu viku, varð skip­að fyri Dan­marks­ meist­ar­a­heit­ i­num í køl­i­tøkni. Andru Emil Jen­sen, sum stend­ur í læru sum køl­i­ tøkn­ing­ur hjá Vika Indu­ stry í Havn fekk eitt flott ann­að­pláss í kapp­ingini. – Andru Emil Jensen er fyrsti lærl­ing­ur inn­an køl­i­ fak­ið í Før­oy­um, og stutt­ligt var at síggja, at hann stóð seg væl, sig­ur Lei­v­ur ­Holm, sum er stjóri í Vika Industry. ES-myndugleikar fyr­i­ reik­a nú eitt nýtt um­far við sonevndum stress- testum av øll­um bank­ um og sparikassum í Ev­ropa. End­a­mál­ið er at av­dúka, um teir tola eina nýggja kreppu. B u s i n e s s - L i e n skrivar, at tá úrslitini av stress-test­ini, ið var gjørd sein­asta summar, vóru løgd fram, kendist ein á­vís­ur lætti á fíggj­ ar­markn­að­u­num. Bara sjey banka­r  stóðu ikki roynd­ina og vildu í eini nýggj­ari fíggjarkreppu, ikki borið boð í bý. Tveir mánaðir seinni vísti tað seg kort­ini, at tveir írsk­ir bank­ar, ið høvdu stað­ið stress- royndina, mátt­u bjarg­ ast av myndug­leik­u­ num. Søgan endaði við, at Ír­land var um at koll­sigla og mátti søkja um krepp­u­lán úr ES og IMF. Hesu ferð skulu bank­ar­nir verða út­ sett­ir fyri einum scen­a­ r­io, har samlaða brutt­ o­tjóð­a­r­úr­tøk­an í ES mink­ar við 0,5 % í ár og 0,2 % í 2012, umframt eina niðurgongd á ogn­ ar­markn­að­i­num. Krepp­u­scenariið skal eis­ini avdúka á­virk­an­ina av hægri rent­u­støði og fall í virð­um av par­t­a­brøv­ um á 15% Sambært tíð­inda­ bræv­i­num Dow Jon­es News­wires, fara hes­ ar  stress-royndir  ikki at inn­ihalda scenarios yvir stats-skuld hjá ES- lond­unum.  Kelda: www.bl.fo Randi Jacobsen Á NámX á Eysturskúlanum í Havn er ein lærari, sum eitur Harr­iet Poul­sen Vág­a­ dal. Hon hevur sum lærari ar­beitt nógv við happing, og hon skriv­aði fyri 10 ár­um síð­ an høv­uðs­upp­gávu á Lær­ara­ skúl­a­num um happing. – Happing hvørvir ikki, um tú vend­ir henni tað blinda eyga ella tað deyva oyr­að. Tað er al­neyð­ugt, at vit øll, vaks­in sum børn, eru til­vitað um happing í ger­and­ is­deg­num, tí tað kann vera sera skjótt, at vit koma til at siga okk­urt, bak­tala og har­ við særa onkr­an. Happ­ing er van­virð­ing fyri einum øðrum menn­iskja, sig­ur Harr­i­et Poul­sen Vág­adal. Út frá síni vitan og roynd­ um hev­ur hon skriv­að leik­in, og hon hev­ur ei­s­ini leik­stjór­ n­a­ð. Pall­in hava næm­ing­ar­ nir sjálvir staðið fyri at gjørt, Marjun Olsen hev­ur lagt lag á við sminku, og Marjun Veihe, sum eisini und­ir­vísir á NámX hevur stuðl­að. Leikurin verð­ ur fram­førd­ur leyg­ar­kvøldið og sunnu­kvøld­ið, bæði kvøld­ ini kl. 19. Leikurin eitur »Eitt døkt kam­ar« og eru um 16 ára gomlu Elsu, sum verður happ­að, og hvussu happingin á­virk­ar um­hvørvi hennara.