Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30 Sosialurin EIN TÚRUR AT MINNAST AFTUR Á Kom við á áhugaverda snarferð til Hirtshals! Vit hava kallað túrin „Meg minnist…“, og tað er júst tað, túrurin snýr seg um. Á túrinum verður sagt frá søgum og hendingum úr gomlum døgum. Frásøgufólk verða Petur Jacob Sigvardsen, Óli Olsen, Arne Thorsteinsson, Heri Mørkøre, Heini Petersen og Sigvald Kristiansen. Leygardag fara vit eina stutta útferð til hugna- liga býin Hjørring, sum hevur eina rúgvu at bjóða. Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum koma við at syngja felagssang o.a. ÍROKNAÐ: BESTA TØKA KAMAR (undan- tikið luksuskamar) + 3 x MORGUNMAT + 2 x BUFFET + BUSSÚTFERÐ TIL HJØRRING 5.-9. MAI: 1.895,- FYRI HVØNN TEL 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO Talan er um eina týð­andi broyting og eitt fram­brot innan føroyska bygg­ing. Lógin gevur lands­stýris­ kvinnu­ni heimild til at gera ásetingar viðvíkjandi ymisk­um viðurskiftum, sum hava við bygging at gera, til dømis innrættan, her­und­ir atkomu, inn­legg­ ing­ar, orkunýtslu og annað. Talan verður um eitt før­ oyskt regluverk, har allar ásetingar verða gjørd­ar út frá føroyskum viður­ skift­um. Sostatt verða allar útrokningar, sum eru neyðug­ar at gera í sambandi við komandi kunngerðir, sum skulu regulera øk­ið, gjørdar við støði í før­oysk­ um viðurskiftum, soleiðis at hædd eisini verður tikið fyri eitt nú tí føroyska veð­ ur­lag­num. Eisini verður tað í lógini tikið atlit at føroyskum byggi­samtyktum, sum eru galdandi runt um í landi­ num, umframt at eftir­lit hereftir verður kravt av byggingini. Tað verð­ur lagt til kommunala myndug­leik­ an at hava eftirlit við, at øll bygg­ing verður framd eftir áset­ing­unum í lógini. Endamálið við lógini er millum annað at minka um olju­nýtslu­na í føroysku set­ hús­u­num, og sum harvið fer at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. So­statt er byggilógin eitt bein­leið­is átak í mun til veður­lags­poli­ tikk Føroya, sum varð sa­m­ tyktur á Løgtingi 2009. Í gjár varð gongubreytin, sum er gjørd á norðursíðuni á Brúnni við Streymin, tikin al­ment í nýtslu Skúlanæmingar og onnur innvígdu gongu­ breyt­ina við skrúgongu, og á myndini, sum Sofud Jo­hanne­sen hevur tikið, klippa Kim Djurhuus, bogar­stjóri í Sunda kommu­nu, og Annika Ol­ sen, landsstýriskvinna í Inn­lendis­málum, snórin til nýgg­ju gongubrúnna. Endiliga kemur byggilógin Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur borið uppskot til eina komandi byggilóg fyri Føroyar í Løgtingið Gongubreyt um Streymin