Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30 8 Sosialurin – á almennari hugnaløtu Mánadadagin klokkan 17 verður almenn hugn­ a­løta í Múllers Pakk­ húsi í Havn fyri Bern­ harði Wilkinson, sum fyllir 60 hendan dagin. Og fyrireikararnir siga, at har eru øll væl­ kom­in at heiðra føð­ing­ ar­dags­barn­ið, Hesi seinastu árini hev­ur Bernharður sum fáur sett sín dám á før­ oyskt tónleikalív og bæði sum dir­i­gent­ur, tónleikari og fyr­i­skip­ ari hevur hann lyft før­oysk­an tónleik upp á eitt heilt nýtt støðið. Hann er føddur og upp­vaks­in í Man­chest­ er, har hann fekk sær tón­leik­a­út­búgv­ing, men flutti ungur til Ís­ lands, har hann livdi og virk­aði sum tónleikari í mong ár. Men sum hálvur før­oy­ingur hevur hann alla tíðina havt sam­band við føroyskt tón­leikalív og varð her javnan. Men ser­ liga síðani hann hann flutti higar fyri nøkr­ um árum síðani at bú­ seta seg, hevur hann havt ómetaliga stóran týdn­ing í royndunum at menna føroyskan tón­leik. Á hugnaløtuni í Müll­ers Pakkhúsi verð­ ur eyðsæð tónleikur at hoyra og tað verða bæði tón­leik­ar­ar, sum hann plagdi at stjórna og spæla sam­an við, ið fara at spæla og somuleiðis fara næmingar í musikkskúlanum at spæla fyri honum. Høvið verður eisini at bera eina heilsu fram og afturvið øllum verður okkurt lætt og leskiligt at fáa. Eirikur Lindenskov Í hesum døgum er X Fac­t­or fep­urin upp á tað hægsta í Danmark, og nógv­ir føroyingar fylgja eis­ini kapp­ ing­ini, har føroyskir sangarar áður hava staðið seg sera væl. Summar Festivalurin boð­ ar í dag frá, at ein av fin­al­ist­ u­num í X Factor kapp­ing­ini í ár fer at syngja á fest­i­val­i­ num í ár. Summ­ar Fest­i­valu­ r­in ­kann ikki al­mann­a­kunn­ gera navnið á sang­ar­a­num, fyrr enn eftir fin­al­una um tvær vikur. Eisini verður ein av und­ an­farnu finalistunum við á Summ­ar Festivalinum í ár. Bas­im er ein av X Factor lut­ tak­a­r­unum, sum hevur klárað seg best eftir lokna kapping. Bas­im hevur givið fløgu út, og hann er í løtuni aktuellur við nýggjari stakfløgu, Ta’ Mig Tilbage. Basim hevur sein­astu tvey árini spælt á stórum festivalum í Dan­ mark, hann hevur fingið vón­ir um eitt gjøgnumbrot í USA, og hann hevur eisini roynt seg sum sjónvarpsvert til Kids Choice Awards hjá Nicke­lodeoen rásini. Lagt er tí upp til eitt ord­ ans X Factor show á Summar Fest­i­val­inum, har ein av ár­s­ ins finalistum og Basim fara at framføra. X Factor á Summar Festival Ljósið er styrki hansara Bern­ harður heiðrast 60 Pensjónistarnir eru IKKI nøgdir Tónleikur Ein av ársins finalistum í donsku X Factor kappingini og Basim fara at framføra á Summar Festivalinum í august framsýning Í sambandi við, at Heðin Kambsdal fyllir 60 í hesummánaðinum, lat Ribarhús upp afturlítandi framsýning við málningum hansara Dávur Winther Heðin er útbúgvin lærari og org­a­nistur og er eis­ini kór­leiðari. Hann stjórn­ ar Fuglafjarðar Sang­kóri, sum møtti upp til løt­una leygardagin, tá ið fram­ sýn­ing­in lat upp. Tey sungu tveir sangir og ynsktu honum tillukku við degnum. Sama gjørdu syst­ ir­syn­ir hansara Rói og Jon­ hard Eliasen, sum spældu fer­hent kla­ver. Frits Johannesen helt eina sera vakra røðu fyri systk­ina­barni sínum, Heð­ ini. Frits hevði rættiliga tik­ ið tann breiða málsliga pen­ sil­in fram og hugleiddi um Heð­in og hansara serliga kynst­ur í málningalistini, sum eingin kundi gera hon­ um eftir – at seta ljós­ið móti myrkrinum, so máln­ing­ur­in fekk serligt lív. Frits hugleiddi um ljós­ríp­ una, glæmuna, sólargeislan, mót­ljós­ið, glott­an, ljós­ið og enn­tá norðlýsið – og ikki at for­gloyma skuggan, sum upp­stóð av øllum hes­um, ið gav enn meira lív. Frits fór víðari og hug­ leiddi um tað æviga ljósið og kosmos, har alt rann sam­an í hægri eind – har ljós­ið spældi sær á helluna og tærin bað Faðir Vár sam­ an við dýpinum, sum Heðin eis­ini málaði glottar av. Jú, myndatalan var nógv. Framsýningin av máln­ ing­um eftir Heðin Kambs­ dal heldur fram í Ribarhúsi fram til 20. mars Á forsíðini í Sosialinum miku­dagin hevði eitt »ó« sníkt seg inn í yvirskriftina, sum snúði seg um, hvussu Lands­felag Pensjónistanna hevur móttikið nýggja pen­ sjón­s­upp­skotið. Ingrid Henriksen, tals­ kvinna hjá pen­sjón­ist­u­num segði við blaðið, at pen­sjón­ ist­ar­nir ikki eru nøgdir. Tí skuldi yvirskriftin sjálvandi vera, at pensjónistarnir »eru ikki nøgdir«. Vit biða Ingrid og pen­ sjón­ist­ar­nar umbera okkum mistakið! Pensjónistar ikki ónøgdir s3 Kristian Blak inn­still­ aður til virðisløn Kristian Blak tilnevndur Nordisk Råds Musikpris 2011. Í gjár vóru tey 12 til­ nevndu til ársins Nord­isk Råds Musikpris al­mann­a­ kunn­gjørd. Ein av hesum er Krist­ian Blak. Hann er einasti før­oy­ ing­ur, sum er tilnevndur í ár. Vinnur hann hesa virð­ is­løn, fær hann eina heið­ urs­løn, ið er áleið 350.000 krónur.