Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 11. mars 2011 24 VIKUSKIFTI Í samfeløgum, har sosialu umstøðurnar eru ótryggar, hevur átrúnaður góðan gróðrarbotn. Í samfeløgum, har sosiali tryggleikin er stórur, og felagsskapurin millum borgararnar er sterkur, er minni tørvur á átrúnaði. USA er sera átrúnaðarligt land orsakað av ótryggum sosialum umstøðum, meðan Danmark er lítið átrúnaðarligt land, tí sosialu umstøðurnar eru betri. Í Føroyum hevur átrúnaður sterkan gróðrarbotn. Kemst tað av sosialum skeivleikum, hóttandi náttúruni ella kanska gomlum vana? Ótryggleiki skundar undir átrúnað Átrúnaður Uni Arge ua@sosialurin.fo   Tá tjóðarinnar fedrar í USA orð­aðu grund­lógina hjá nýggja samveldis­ rík­inum, sum hevði tikið loysing frá Ong­landi í 1776, løgdu teir dent á, at fólkastýri og átrúnaður skuldu vera at­skild. Á hendan hátt vóru teir langt framman fyri sína tíð, tí mangastaðni verður enn tosað um, at statur og kirkja eiga at verða skild sundur. Tá danskarar fingu sína grundlóg í 1849, hendi júst tað øvugta av tí, sum hendi í USA. Stað­ fest varð, at statur og kirkja hoyrdu sam­an, og kongur og kirkja fingu pláss fremst í grund­lógini, tó at fólkastýrið varð væl lýst. Við so ymiskum grundlógum skuldi ver­ið sjálvsagt, at USA menti eina sið­ venju, har politikkur og átrúnaður vóru greitt sundurskild, og at Danmark menti eina siðvenju, har politikkur og átrúnaður vóru blandað saman. Men so varð ikki. Í USA hendi júst tað øvugta, tí átrúnaður hevur altíð havt eina sterka støðu í samfelagnum. Í Dan­ mark er átrúnaðurin veikur og hevur so at siga onki annað eyðsýnt pláss í sam­felag­num enn, at borgararnir gjalda kirkju­skatt, hóast bara ein lítil partur av fólk­inum tímir at ganga í kirkju. Amerikanski professarin, Phil Zucker­man, ið starvast á universitetinum í Århus, segði mánakvøldið í fyrilestri á DR 2, at munurin millum amerikanska og danska samfelagið, tá um átrúnað ræð­ur, kann tykjast at vera ein løgin and­søgn. Men verður hugt at, hví átrúnaður verður so nógv dyrkaður í USA og nógv minni í Danmark, sæst skjótt, at umstøðurnar hjá fólki hava stóra ávirkan á, hvussu átrúnaðarlig tey eru. Og stórur munur er á, hvussu fólk hava tað í USA og í Danmark.   Kenslan av samanhaldi Í USA eru summi fólk ovurrík og líða onga neyð, men talan er bara um nøk­ ur fá prosent av fólkinum. Tey flestu stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, og mong eru eisini fátøk og heimleys. Sjúkratrygging hava ameri­ kan­arar onga havt, útbúgving kostar, og nógvur kriminalitetur er í land­inum. Hetta skapar onga veruliga kenslu av samhaldsfesti og ger fólk ótrygg. Fjøltáttaða samansetingin av fólka­sløg­ um hevur eisini við sær, at fólk fyri at fáa eina kenslu av samanhaldi taka seg sam­an í átrúnaðarligar samkomur. Í Danmark og hinum skandinavisku londunum eru sjúkratrygging og út­ búgving tryggjað gjøgnum felags­ skapin, og kriminaliteturin er minni enn í USA. Fá eru fátøk, og uppaftur færri eru heimleys. Væl­ferðar­ samfelagið skapar mill­um fólk eina sterka kenslu av sam­halds­festi og tískil eisini tryggleika. Higartil hava skandi­ navisku samfeløgini eisini verið rætt­ iliga einsháttað, hvat fólka­saman­set­ing viðvíkur, tó at hetta er farið at broyt­ast. Enn hava fólk tó ikki havt tørv á at fáa eina kenslu av felagsskapi í átrún­aðar­ ligum samkomum. Kirkjan í Danmark er eisini í teirri støðu, at sama hvussu nógvar fjepparar hon hevur, hórar hon undan fíggjarliga, tí hon fær kirkjuskatt. Av tí, at kirkjur og samkomur í USA ikki hava hendan framíhjárætt, hava tær verið noyddar at gera nógv vart við seg sjálvar. Stórir eru skálarnir, har fólk verða boðin innar at lovprísa Várharra. Góðir eru tón­leikabólkarnir, sum spæla har, og karismatiskir eru prædikumenninir, ið hava orðið. Amerikanskar kirkjur duga at undir­halda fólki. Um okkara leiðir hava tær ikki tørv á tí.   Meiri sekularisering Phil Zuckerman nevndi í sínum fyri­ lestri, at nú samanbrestirnir millum ymsar átrúnaðir, serliga kristin­dómin og islam, eru vorðnir mun­andi meira eyðsýndir, enn teir hava verið leingi, m.a. í sambandi við Muhammed-tekn­ ingar­nar, skuldi ein hildið, at dansk­arar savnaðu seg um kristin­dómin. Men tað gera teir ikki. Teir eru bara vorðnir uppaftur meira tilvitaðir um sekulari­ ser­ing og fólkaræðislig virðir. Nógv bendir á, at jú meira teir verða hóttir uttaneftir, jú meira skifta teir orð um hótt­anirnar heldur enn at biðja hægri maktir um frelsu frá teimum. Eftir fyrilesturin hjá amerikanska pro­fessaranum mánakvøldið var orða­ skifti um hesar spurningarnar, har um­ boð fyri etiska ráðið, gudloysingar og kristin vóru við. Í orðaskiftinum varð m.a. víst á, at væl kann tað vera, at meiri­lutin av danskarum hevur ikki stór­vegis áhuga fyri kirkjuni, men ógvuliga fá mót­mæla, at tey skulu Í Dan­mark er átrúnaðurin veikur og hevur so at siga onki annað eyðsýnt pláss í sam­felag­num enn, at borgararnir gjalda kirkju­skatt, hóast bara ein lítil partur av fólk­inum tímir at ganga í kirkju