fríggjadagur 11. mars 2011síða 57
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 11. mars 2011
25
VIKUSKIFTI
gjalda kirkjuskatt, hóast hesin skattur
hvørt ár kostar teimum okkurt um
eina ferð suðureftir. Hetta kemst av, at
fólk hóast alt fegnast um kirkjuna, tí í
svárum og meiningsleysum stundum
er hon altíð til reiðar at bjóða fólki á
gátt.
John Lennon skrivaði í einum sangi
í 1970, at Gud er eitt hugtak, sum vit
máta okkara líðing eftir. Er ongin líð
ing, er hugtakið fjart fyri okkum. Er
líðingin nógv, fyllir hugtakið nógv í
okkum. Útsagnirnar í orðaskiftinum
mánakvøldið um kristindómin minna
nógv um hesa niðurstøðu. Okkum tørv
ar kirkjuna, um so illa skal vilja til, at
vit missa fótafestið ella ikki skilja mein
ingsloysið í okkara tilveru. Haraftrat
varð víst á, at kirkjan mentanarliga og
søguliga er djúpt rótfest í skandinavisku
samfeløgunum. Hon hevur havt stóran
týdning fyri sálarlívið hjá fólki í samfull
1000 ár.
Trúgvandi føroyingar
Júst hesin veruleikin man ikki minst
gera seg galdandi fyri føroyska sam
felagið. Í Føroyum minnir støðan hjá
kirkjuni nógv um støðuna hjá kirkj
uni í grannalondunum. Hon er eitt
gamalt hús, sum altíð hevur verið
har, og vanliga geva flestu fólk henni
ikki so nógv gætur. Men tá til skarp
skeringar kemur í sambandi við dóp,
konfirmatión, hjúnarvígslur, deyða og
høgtíðir, er kirkjan brádliga miðdepilin.
Um tað er tí, at fólk trúgva øllum, sum
sagt verður í kirkjuni, ella tí kirkjan
mentanarliga og søguliga altíð hevur
tikið sær av hesum viðurskiftum, veit
hvør einstakur best at svara.
Í útvarpssending varð herfyri víst
til ritgerð, sum Janna Egholm Hansen
hevði gjørt um átrúnað í Føroyum, og
har niðurstøðan var, at Føroyar eru
munandi minni sekulariserað samfelag
enn eitt nú danska samfelagið. Meðan
2 prosent ganga í kirkju og á møti
fast í Danmark og Svøríki, er talið 25
prosent í Føroyum. Hetta vísir greitt,
at átrúnaðurin hevur sterka støðu í
Føroyum, og at bondini millum fólk
gjøgnum átrúnaðin eisini eru sterk. Hví
hetta er so, kann so verða kjakast um,
men ein grund er ivaleyst, at Føroyar
eru fjarskotið oyggjaland.
Sum fjarskotið oyggjaland eru vit í
fyrsta lagi avbyrgd frá øðrum. Í øðrum
lagi eru vit umgyrd av havi, og veðrið
er sera skiftandi. Í triðja lagi hava vit
søguliga verið noydd at lívbjargað
okkum á uppøsta havinum og í brøttu
bjørgunum. Vandarnir har vóru mang
an so stórir og óskiljandi, at fólkið varð
noytt at leggja lívsins gongd í hendur
nar á Várharra. Onki menniskja megn
aði at gera umstøðurnar tryggar, og
størsti uggin gjørdist bønin.
Føroyar sum undantak
Janna Egholm Hansen vísti á, at leingi
hevur Evropa verið mett sum norm
urin í heiminum, tá um gransking í
sekularisering ræður. So hvørt sum
evropeisku samfeløgini vórðu ný
mótansgjørd, misti átrúnaðurin sín
týdning og gjørdist minni sjónligur.
Gransking í dag hevur tó ikki Evropa
sum norm viðvíkjandi sekularisering í
heiminum. Evropa verður tvørturímóti
mett sum undantakið, tí bæði í Mið
eystri, USA og Fjareystri eru samfel
øgini munandi meira átrúnaðarlig enn í
Evropa.
Føroyar eru so undantakið í
sekulariseraða Evropa. Evropeiska
sekulariseringin hevur ongantíð rætt
iliga fingið fastatøkur heima hjá okkum,
og tí minnir føroyska samfelagið nógv
meira um USA og onnur átrúnaðarlig
lond enn eitt nú Danmark. Útboðið av
samkomum í Føroyum er stórt, hóast
vit hava havt eina statskirkju, ið hevur
fingið sín skatt frá fólkinum. Janna
Egholm Hansen nevnir í grein á www.
videnskab.dk, at umframt harðbalnu
umstøðurnar í Føroyum kunnu seink
aður modernitetur og málsliga stríðið
í kirkjuni hava elvt til stóra útboðið av
samkomum. Fólk gjørdust kreativ og
skaptu tíðliga sín egna, fjølbroytta
kristindóm uttan fyri dansktmæltu
kirkjuna.
Yvirskipað hava føroyingar ongan
tíð samtykt nakra grundlóg eins
og amerikanarar, danskarar og mong
onnur. Í Føroyum hava vit tí ongantíð
tikið fólkaræðiliga støðu til, hvussu
tætt átrúnaður og fólkastýri skulu
hanga saman. Men í uppskotinum
um nýggja føroyska stjórnarskipan
stendur, at í Føroyum hevur kirkjan
søguliga havt serstøðu í Føroyum, og
tað skal hon framhaldandi hava, tó at
hendan áseting ikki má gera seg inn
aðrar fatanir. Haraftrat verður staðfest,
at vit skulu hava trúarfrælsi, tvs. rætt
til als ikki at vera kristin, men trúgva
tí, vit hava hug til.
Í USA vórðu átrúnaður og fólkastýri sundurskild í 1776. Í Danmark vórðu tey við grundlógini í 1849
samanblandað. Í Føroyum eru tinglimir og prestar javnsettir á tjóðarhátíðini, tá tingið verður sett
Mynd: Jens Kristian Vang
Gud er eitt hugtak, sum vit máta okkara
líðing eftir. Er ongin líðing, er hugtakið
fjart fyri okkum. Er líðingin nógv, fyllir
hugtakið nógv í okkum