Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 6 Sosialurin Sunnudagin fór ein bilur út av veg­num norðan fyri Koll­fjarð­ at­unn­il­in, men tey trý eldru fólkini í bilinum sótu í trygd­ar­belti og sluppu púra snikka­ leys. Løgreglan hevur um vikuskiftið fingið heil­ar 18 fráboðanir um ferðsluóhapp, men í ongum føri var talan um fólkaskaða. Álvarsligasta hend­ ing­in fór fram í gjár, tá ein bilur fór út av vegn­um nor­ð­an fyri Koll­fjarð­a­tunn­ilin. Bil­ur­in bóltaði fleiri ferð­ir runt, men tey trý eldru fólkini sótu øll í trygdarbelti, og tey megn­aðu sjálvi at ganga niðan á vegin aftur. Annars er herverk gjørt á ein bil hjá Sos­i­ al­i­num, har forrúturin er brotin inn og bugla gjørd í bakhurðina. Eisini er ein rútur á Hvonn brotin. Ein onnur hending, sum nærmast má kall­ ast skemtilig var, tá nakr­ir ungir menn vóru farnir í býin við bili og »privatsjaføri«. Teir parkeraðu bilin, og tá bilførarin seinni skuldi inn í bilin aftur, hevði hann læst lykilin inni. Helt hann. Hann gjørdi tí ikki mætari enn at bróta síðurútin fyri at sleppa inn í bilin. Tað vísti seg so bara, at hann var farin inn í skeivan bil. Jan Müller – Eg ynski hetlendska leið­ar­ an­um vælkomnan til Før­oya í hesi vikuni og fara vit at umrøða framtíðar sam­vinnu sigur Johan Dahl, vinnu­ málaráðharri. – Eg frøðist um, at tað hev­ ur eydn­ast Articon at koma inn á het­lendska markn­ að­in sum bygg­i­fel­ag og tað hevur hepnast teim­um at fáa sáttmála við­víkj­andi út­bygg­ ing av havn­ini í Scalloway fyri 2 siffraða milli­ón­a­upp­ hædd. Hetta er vónandi bert ein byrjan til framtíðar sam­ starv við hetlendingar innan byggivinnuna. Hetta sigur Johan Dahl, vinnu­mál­a­ráðharri. Somu­ leiðis fegnast hann um, at ein onnur føroysk fyr­i­tøka, Føroya Tele som­u­leið­is sum veitari av tele­tæn­ast­um hevur megnað at veita tæn­ astu til oljupallar i bretska økinum og gass­term­in­al­ bygg­ing í Het­landi og er tað hans­ara vón, at eisini Het­land fer at nýta gott av okk­ara vitan og førleikum inn­an telesamskifti við at sam­starva við Føroya Tele i kom­andi tíðum. – Vit hava góðar førleikar inn­an onnur øki, sum vit eis­ ini eiga at bjóða fram t.d KT, ráðgevingarvinnu, arkitektur, al­i­vinnu osfr. Vit eiga at við­ virka til, at hetta samstarv menn­ist, soleiðis at vit eisini inn­an onnur øki i framtíðini koma at samstarva. Johan Dahl sær eisini fram til vitjanina hjá for­ mann­i­num í Hetlendska Oyggj­a­ráð­num, Sandy Clu­ ness. Hann kemur til Før­oya í hesi vikuni at hitta um­boð fyri bæði vinnulív og mynd­ ug­leikar. Kolvetni Í samrøðu við Sosialin í dag rør Sandy Cluness fram­ und­ir meiri samstarv á eitt nú oljuøkinum. Johan Dahl tekur fult undir við hes­um. – Tað er nærliggjandi at hugsa, at tá kolvetni í rakstr­ ar­verd­u­gum mongd­um verð­ ur funn­ið í før­oysk­um øki, so kann roknast við, at eyguni verða vend mót­vegis Het­ landi, ið hevur vælútbygdan infrastruktur til at taka ímóti og víðariføra olju og gass, sum eg skilji Sandy Cluness løg­mað­ur eisini nevnir í sam­ røðu við Sosialin. – Tað eru stórar út­bygg­ ing­ar, ið liggja fyri framman í Het­landi viðvikjandi virk­ semi inn­an olju­vin­nuna og her eiga vit eisini at bjóða okk­ara ar­beiðs­megi og vit­ an fram. Vit hava jú fleiri hundr­að hand­verk­ar­ar av ym­sum slag arbeiðandi í t.d. Noregi við olju -og gass­út­ bygg­ingum, ið fara fram har, so hví ikki eisini bjóða seg fram í Hetlandi spyr lands­ stýrismaðurin. Elveiting/Orka Johan Dahl vísir á, at het­lend­ ing­ar arbeiða eisini við at gera eina stóra vindmylnupark og verk­ætlan at leggja el-kaðal til meg­in­landið og er henda gongd­in sera áhugaverd fyri Før­oyar eisini, og tí er Jarð­ feingi í løtuni við at kanna møg­u­leikan hjá okkum at gera eina vind­myln­u­park og kað­al­sam­band til meg­ inalandið, so føroyingar eru sera áhugaðir at hoyra um hesa ætlan frá hetlendingum, nú teir vitja í Føroyum. Johan Dahl sigur, at tað er ætl­an hansara, ið eisini varir av el­veiting og Anniku Olsen, ið var­ar av orkupolitikkinum, at far­a at vitja feløg og støð í grannalondum, har varandi orkukeldur verða nýttar og ment­ar í nærmastu framtíð. Í tí høpi er eisini ætlanin at vitja í Hetlandi. Ferðavinna Í ferðavinnu- og flog­ferðsl­ u­høpi hevur verið sam­starv við Hetland. Jo­han Dahl heldur tað er spell, at tað ikki hevur hepn­ast at fingið tað fíggj­a­r­liga at hingið sam­an hjá okkum, men hann vónar, at hetta sam­band einaferð í fram­tíð­ini aftur fer at bera til. – Hetlendingar vóru góð­ir stuðlar, tá Norrøna bleiv bygd og eisini eft­ir­ fylgj­andi og vóni eg eisini, at hetta sambandið kann ger­ast veruleiki aftur - at finn­ast kann eitt konsept, sum fíggj­ar­liga ber til. Eg havi skilt, at trupult er at kapp­ast hjá t.d. Atlantic Air­ ways við onnur flogfeløg, ið flúgva upp á Hetland m.a. tí hesi verða stuðla- umvegis eitt so­kallað “Air Discount Scheme” ið ger tað møguligt at flúgva fyri væl lægri prísir, men tað kanska eg fái greitt meira frá, tá eg hitti Sandy Cluness mikudagin, fyri at vita, hvussu hendan skipan virkar. Landsstýrismaðurin í vinnu­málum, sum í fjør legði upp til størri samstarv við grann­an fyri norðan, Grøn­land, vónar, at vit eisini kunnu fáa eitt størri samstarv við grann­an fyri sunnan, Hetland. – Eg vóni, at vitj­an­ in, sum er hesa vik­una, fer at við­virka til tætt­ ari sam­starv mill­um hesi bæði oyggjasamfeløgini, og eg síggi fram til at hitta Sandy Cluness við fylgi mikudagin. jan@sosialurin.fo Johan Dahl sær fram til samstarv við Hetland Bilur út av vegnum Felags handverksmeistara­- felag í Suðuroy Samstarv – Tað er at fegnast um, at føroyskar fyritøkur hava fingið fótin fyri sesg í Hetlandi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður Tað hava higartil verið tvey lokalfeløg í suðuroynni, Vágs og Tvøroyrar handverksmeistarafeløg, men seinnu árini hevur einki virksemi verið í feløgunum. Tí tóku handverksmeistarar í oynni hava stig til at stovna eitt felags lokalfelag fyri alla Suðuroynna, og á fundinum í seinastu viku nvar góð undirtøka fyri ætlanini.   Í nevndina í nýggja felagnum eru valdir Mortan Mortensen, formaður, Júst Johannesen, næstformaður, Gudmund Larsen, skrivari, Hans Olaf Johannesen og Andrias Holm   Nýggjar nevndir vórðu eisini valdar í hesi feløgini við tí endamáli at fyrireika uppskot til ein komandi eykaaðalfund um avtøku av feløgunum. savnsmynd savnsmynd