Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 - Nr. 31 Atlantic Airways Telefon...+298 34 10 00 Vagar Airport Telefax...............#298 34 10 01 FO-380 Sørvågur Heimasíða:.........www.atlantic.fo Sosialurin ØV” ATLANTIC AIRWAYS Ársaðalfundur i P/F Atlantic Airways Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Atlantic Airways hósdagin 31. mars 2011 kl. 16:00 á 62*N Airport Hotel (Hotel Vágar) í Sørvågi DAGSSKRÁ 1. Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundarstjóra 2. Fråsøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna ári 3. Framløga av grann- skoðaðari årsfråsøgn til góðkenningar 4. Uppskot frá nevndini, um hvussu ársavlopið sambært góðkenda roknskapinum skal verða nýtt, ella tap sambært góðkenda rokn- skapinum verður dekkað Nevnd felagsins mælir til, at útgoldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 7,5 mió. kr. — svarandi til kr. 7,2464 pr. Partabræv á kr. 100. 5. Val av nevndarlimum Sbrt. grein 15, stk. 1. í viðtakum felagsins skal aðalfundurin velja 4 limir í nevnd felagsins fyri eitt ár í senn. 6. Val av grannskoðara Nevndin mælir til afturval av grannskoðara felagsins, NOTA, løggilt grannskoðanarvirki P/F, Hoyvíksvegur 5, 100 Tórshavn. 7. Uppskot frá nevnd ella partaeigarum, um nakað er Bílegging av atgongumerkj- um og atkvødusedlum Atgongumerkiogatkveðuseðlar skulu bíleggjast á telduposti Iræ atlantic.fo ella á høvudsskriv- stovu felagsins á telefon 341030. Seinasta freist fyri bí- legging av atgongumerki og atkvødusedlum er mánadagin 28. mars kl. 16:00. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum meguleika til at geva ødrum skrivliga fulltrú til at meta tygara vegna. Á heimasíðu felagsins www.atlantic.fo og á hevuðsskrivstovu felagsins er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Fulltrú skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. mars kl. 16:00. Við bílegging av atgongumerki og atkvødusedlum skal færast þrógv fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvers partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða útgivin at- gongumerki og atkveðuseðlar ímóti ávísing av eini í mesta lagi 5 daga gamlari útskrift frá Værdipapircentralen A/S ella frá tí kontoførandi peningastovn- inum (depotstaðið), sum skjal- þrógv fyri partabrævaognini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan fyri, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onn- ur, áðrenn aðalfundurin er hildin. Partapeningur, atkvoðu- rættur og aðalfundurin Partapeningur felagsins er kr. 103.500.000 byttur sundur í 1.035.000 partabrøv á kr. 100,00 og multipla av hesum. Felagið hevur 11.111 egin partabrøv, ið ikki hava atkvødu- rætt. Eingi partabrøv hava framihjårættindi. Partabrøvini skulu vera navnapartabrøv og eru negotiabul. Partaeigarar hava ikki skyldu til at lata parta- brøv síni innloysa. Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin verða fundarskrá, årsfråsøgn 2010 við grann- skoðaraátekning og — årsfrå- greiding og øll uppskot til fund- in løgd fram til gjøgnumlestur å hevuðsskrivstovu felagsins, Vága Floghavn, 380 Sørvågur. Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skrásettum partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd til og atkvødurætt á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi 5 dagar framman- undan hevur biðið um atgongu- merki. Atkvødurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú, ið ikki kann gevast fyri meir enn 12 mánaðir. Fulltrú til nevndina kann einans veitast til ein ávísan aðalfund við eini frammanundan kendari fundarskrá. Harumframt hava fjølmidlar og umboð fyri virðisbrævamark- naðir atgongd til aðalfundin. Partaeigari felagsins hevur eina atkvødu fyri hverjar kr. 100, hann eigur í partapeningi. Fyri at geva atkvødurætt krevst, at partabrøvini eru skrásett í partabrævabók felagsins, áðr- enn aðalfundurin verður hildin. Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta av atkvødum, um ikki annað er ásett í galdandi parta- felagslóg. Uppskot um broytingar av vidtøkum felagsins kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvødum og av tí á aðalfundinum við atkvødurætti umboðaða parta- peninginum. Aðalfundurin verður hildin á føroyskum og — tyddur til eingilskt. Skrivligt tilfar verður á føroyskum og enskum, burtur- sæð frå årsfråsøgnini 2010, ið er á enskum. Rindan av Vinningsbýti og kontoførandi peninga- stovnur Vinningsbyti verður útgoldið til partaeigarar, sum eru skrásettir Í partabrævabókini, tá adalfundurin, = sum hevur samtykt vinningsbýti, verður hildin. Skrásetingardagurin (Record day) hjá VP er 5. apríl. Handil við partabrøvum uttan rætt til vinningsbýti byrjar 1. apríl. Vinningsbýtið vil, sambært galdandi reglum og siðvenjum, verða útgoldið 12. apríl til ta avlopskonto í einum peninga- stovni, sum er skrásett í Værdi- papircentralen sum ein konta, har gjaldast kann til við fríger- andi virknaði. Felagið hevur gjørt samskipan- aravtaluvið Værdipapircentralen A/S. Felagið hevur kosið sær FIH Erhvervsbank A/S til konto- førandi peningastovn og kunnu partaeigarar felagsins venda sær til henda peningastovn á adressuni Langelinie Allé 43, DK-2100 København Ø, Dan- mark ella á heimasíðuni www. fih.dk ella á telefon nummar +45 72225000 fyri at útinna figgjarligu = rættindi síni í felagnum. P/F Atlantic Airways Nevndin 11