Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 12 Sosialurin Randi Jacobsen Tað ávirkar børn í Føroyum at hoyra, at børn í til­afturs­ sett­um londum ikki hava tað gott. Sigurd í Homrum, sum er ellivi ár og gongur í 5. flokki í Hval­víkar skúla, hevði leingi hugs­að um, hvat kundi gera fyri at hjálpa fátøkum børn­ um, soleiðis at tey eisini kun­ du gangaí skúla. - Eg helt tað vera so syund í teimum, sigur Sigurd í Homr­um. Hann tosaði við pápa sín, sum dámdi væl tankan hjá sonum, og pápin segði Sigur­ di frá tiltakinum hjá Syn­ergi við at biðja fólk lata eina tíma­løn um árið til hjálpi­ arbeiði. Teir báðir tosaðu síðan við Hera Jacobsen, lærara hjá Sigurdi, og tað bleiv til, at næm­ingarnir í 4. Og 5. flokki í Hvalvíkar skúla skipaði fyri disko­teki seinasta hóskvøld. Inn komu 2.357 krónur, sum Ása Andreassen i Syner­ gi fekk handaðar á sam­komu í Hvalvíkar skúla fríggj­a­dag­ in. Skilagóðir næmingar - Vit hava ongantíð áður upp- livað, at ein skúli hevur skipa fyri tiltaki og latið pengarnar til “Ein tíma um árið”, sigur Ása Andreassen. Hon heldur Sigurd vera ein sera skilagóðan drong. Hann segði við hana, at hann kun­di hugsað sær at gjørt tað sama aftur næsta ár. Hinir næmingarnir eiga eisini stóra tøkk og tað sama foreldrini, sum vístu til­taki­ num stóra vælvild, sigur Ása Andreassen. Hon er fegin um, at næm­ ing­ar­nir valdu at lata júst hesum tiltakinum peningin. Pen­ing­urin fer óskerdur til seks foreldraleys børn, sum búgva á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Liberia. Sum heild fær tiltakið “Ein tímu um árið” verður ann­ars góðan stuðul. Í fjør komu yvir 100.0000 krónur inn. Í ár letur innsavningin til Rumeniaverkætlanina og til hesi seks foreldraleysum børn­ini í Libeira. Børnini fingu eisini stuul í fjør, og tá varð peningur somu­leið­is latin eini ommu við sjey ommubørnum í Liber­ia. Hjálpa børnum í Liberia 11 ára gamli Sigurd í Homrum skipaði saman við næmingunum í 4. og 5. flokki í Hvalvíkar skúla fyri stuðulstaki, og inn komu 2.357 krónur, sum fara til seks foreldraleys børn í Liberia 11 ára gamli Sigurd í Homrum kom sjálvur við hugskotinum at hjálpa børnum i Liberia at sleppa í skúla 4. og 5. flokkur megnaðu at savna 2.357 krónur inn Í januar gavst SP/F Ergo í Havn at veita børnum við ser­ligum tørvi voðgerð. Hetta hendir, eftir at Aksel Johannsen, tá­ver­andi landstýrismaður í heilsu­ mál­um arbeiddi við at seta á stovn eitt alment tilboð, sum kundi veita ergoterapi um alt landið. Hetta skuldi koma í staðin fyri prvatu til­boð­ini. Beinta Lassen á Ergo vil­di ikki lata uppaftur fyri nakrar mánaðir, til tað amenna tilboðið fór at koma. Men nú er ikki heit vist, at børnini við serligum tør­ vi, noyðast at bíða eftir al­ men­na tilboðnum. Beinta Lassen á Ergo hev­ur nevndiliga verið á fundi við Heilsumálaráðið. Á fundi­num kom fram, at eftir at almenna tilboðið er kom­ið, fer framvegis at vera tørv­um á privatum til­ boðu­m um ergo­terapi. Á fundinum varð avgjørt, at Ergo skuldi umhugsa støðuna og møguliga lata ergo­terapistovuna upp­aft­ ur. Síðan hevur Ergo sent Heilsumálaráðnum tvey upp­skot, sum kunnu loysa trupul­leikan, so børn kun­nu fáa ergoterapi aftur bein­an­ veg­in. John Johannesen, lands­ stýris­maður kann enn einki siga um uppskotini frá Ergo. Uppskotini verða í fyrsta umfari viðgjørd á em­bætis­ mannastigi, sigur hann. Ergo gloppar hurðini Eftir ein jaligan fund Heilsumálaráðið umhugsar Ergo at lata terapistovuna uppaftur