mánadagur 14. mars 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Uppleggið hjá Fleyr til dystin ímóti
Ternuni í gjár var sera einfalt, tí
Fleyr skuldi bara vinna, so var 100
prosent vist, at liðið kom í FM-
finaluna, sum líka so vist verður
spæld ímóti Mjølni. Men so einfalt
tað var, so trupult kundi tað eisini
gerast, tí Ternan byrjaði dystin sum
eitt óløgi.
Ternan vann greitt í fyrsta setti,
eftir at hava verið frammanfyri við
einum 10 stigum fyri tað nógva, og
heldur ikki í øðrum setti var Fleyr
serliga
sannførandi.
Mestsum
allan vegin var Ternan á odda, men
Fleyr hevði ímóti endanum hug at
nærkast, og tað gjørdist heilt spenn
andi ímóti endanum. Tá var Ternan
á odda 24-23, men allíkavæl megn
aði Fleyr at vinna settið 26-24.
Ikki fyrr enn í triðja og fjórða
setti byrjaði tað at líkjast hjá Fleyr,
sum fekk meira og meira gongd
á spælið og vann tey bæði settini
rímiliga greitt. Men samanumtikið
vóru kvinnurnar hjá Fleyr ikki stór
vegis betur enn tær hjá Ternuni
ígjøgnum dystin. Fleyr noyddist
næstan at skifta allan bonkin hjá
sær inn, áðrenn stýr kom á spælið,
meðan
veikleikin
hjá
Ternuni
kanska var júst tann øvugti, at
eingin útskifting varð gjørd.
Eftir stendur, at líka so spennandi
sum tað verður at síggja Fleyr í FM-
finalunum fyri fyrstu ferð, verður
tað eisini spennandi at síggja, um
Ternan, sum hevur staðið seg væl
sítt fyrsta ár í Eikliguni megnar at
halda fram við menningini næsta
ár.
Dráttur trýsti SÍ
Gamalt var, at í grannauppgerðum
kann alt henda, og hetta vísti seg
eisini í høllini á Giljanesi í gjár, tá
Dráttur sum botnlið tók ímóti SÍ,
sum er á triðja plássi. SÍ fekk einki at
rigga, men var mestsum fráverandi
í dystinum, meðan Dráttur stríddist
fyri sakini og veruliga fekk sett
grannarnar undir trýst.
Dráttur byrjaði væl og vann tey
bæði fyrstu settini rímiliga greitt,
og einki sá út hjá kvinnunum úr
Sørvági, sum á ongan hátt líktust
einum liði, sum fyrru helvt av kapp
ingini var oddalið. Hvørja ferð onk
ur ivabóltur var, var tað Dráttur, ið
tók av, meðan SÍ ikki fekk tikið seg
saman til tað stóra. Og SÍ var enntá
fleiri stig á odda fyrst í báðum sett
unum.
Og hóast tað framvegis slett
ikki var sannførandi, byrjaði SÍ tó
at koma meira inn í dystin í triðja
og fjórða setti, sum tað eydnaðist
at vinna. Framvegis var spælið tó
sjuskut og lítið samanhangandi, og
eitt nú var støðan í fjórða setti javn
leikur 22-22, áðrenn SÍ fekk vunnið
síðstu bóltarnar, heldur enn at tapa
dystin.
Tilsamans rakk tað so til, at eitt
fimta sett mátti til, áðrenn avgerðin
í dystinum kundi falla. Her var
orkan hjá sørvágskvinnum helst
størri enn hjá teimum í Drátti, ið
ikki ordiliga megnaðu at fylgja við
og fara eftir sigrinum, tá avtornaði.
SÍ vann fimta sett og dystin, men
mátti samstundis staðfesta, at
finalumøguleikin var fokin, nú
Fleyr samstundis vann sín dyst.
Ungt TB-lið vann
Leygardagin tók ÍF á Kambsdali
ímóti TB, sum bara hevði vunnið ein
av níggju dystum síðani á nýggjár
inum. Ein orsøk til tað hevur kanska
verið, at royndir spælarar eru farnir
burturav, umframt at TB hevur eitt
øgiliga ungt lið, sum tað tekur tíð at
fingið spælt saman.
Men leygardagin sá alt út til
at ganga upp í eina hægri eind
hjá tvørakvinnum, sum á liðnum
høvdu tvær 14 ára gamlar, tvær 16
ára gamlar og eina 17 ára gamla. Tær
komu væl frá byrjan og megnaðu
eisini at vinna tey bæði fyrstu sett
ini, hóast spælið var nokk so javnt.
Kortini sá TB út til at hava
tamarhald á, og hóast triðja sett
fór til ÍF, fekk tað ikki gestirnar at
fara niður við nakkanum, so í fjórða
setti helt spælið fram og 3-1 sigurin
gjørdist veruleiki. Serliga móttøkur
og verjuspæl riggaðu væl, og ein
av fleiri, ið spældu væl, var libero-
spælarin, Femja Mortensen, ið kort
síðani er blivin 16 ár.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Enn er landskappingin í Eik
ligunum hjá kvinnum og monn
um ikki heilt liðug, tí hjá kvinn
unum er eitt umfar eftir enn og
hjá monnunum ein einstakur
dystur. Kortini er greitt, hvussu
FM-finalurnar verða mannaðar,
tí hjá kvinnunum verða Fleyr og
Mjølnir tey bæði fremstu liðini og
hjá monnunum ÍF og Mjølnir.
Eins og í fjør, verða FM-
finalurnar aftur í ár spældar í
ítróttarhøllini á Eiði, og Flog
bóltssambandið hevur gjørt av,
at finaludagarnir verða leygar
dagin 26. mars og sunnudagin
27. mars. Báðar dagarnar eru
kvinnufinalurnar klokkan 14 og
mansfinalurnar klokkan 16.
Vinnur eitt lið báðar dagarnar,
verður tað føroyameistari, men
um liðini vinna hvør sín dyst,
verður ein seinasta og avgerandi
finala spæld leygardagin 2. apríl.
Tann dysturin verður spældir á
heimavøllinum hjá tí av liðunum,
ið endaði fremst í landskapp
ingini.
Hjá monnunum verður tað
tí ÍF, ið fær heimavøll í slíkum
føri, men hjá kvinnunum má
síðsta umfarið spælast, áðrenn
sigast kann, um tað verður Fleyr
ella Mjølnir, ið vinnur rættin til
heimavøll í einari møguligari
triðju finalu.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hesar eru
finalurnar
Flogbóltur Fleyr og Mjølnir skulu kappast um føroya
meistaraheitið hjá kvinnum og ÍF og Mjølnir hjá monnum
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Fleyr
20
17
3
54
20
34
23
2 Mjølnir
20
17
3
55
14
41
22
3 SÍ
20
15
5
49
26
23
19
4 ÍF
20
11
9
39
34
5
14
5 TB
20
9
11
34
42
-8
11
6 Ternan
20
5
15
22
49
-27
7
7 KÍF
20
4
16
17
54
-37
5
8 Dráttur
20
2
18
25
56
-31
3
12/03 ÍF-TB 1-3 (22-25, 20-25, 25-22, 20-25)
13/03 Fleyr-Ternan 3-1 (18-25, 26-24, 25-18, 25-15)
13/03 Dráttur-SÍ 2-3 (25-19, 25-19, 17-25, 22-25, 7-15)
Fleyr feldi teoriina
Kvinnu
flogbóltur Tá
kvinnurnar hjá Fleyr í
gjár vunnu á Ternuni,
sum argaði tær í
fyrsta setti, merkti
tað samstundis, at
nú er endaliga greitt
– bæði teoretiskt
og í allar mátar – at
Fleyr um tvær vikur
skal spæla FM-
finalur ímóti Mjølni
ENDALIGA GREITT
Sigurin á Ternuni í gjár merkti fyri Fleyr, at nú er endaliga 100 prosent greitt, at
havnarkvinnur eru í FM-finaluni, sum skal spælast ímóti Mjølni
Mynd: Álvur Haraldsen