mánadagur 14. mars 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað gjørdist spenningur til tað
síðsta í steypakappingini hjá smá
gentum í gjár, har kappingin stóð
millum Havnar Fimleikafelag A
og Støkk A, ið vóru klárt tey bæði
bestu liðini. Fyrru steypakapping
ina vunnu tær hjá Havnar Fim
leikafelag, men hesa ferð høvdu
tær hjá Støkk munin og vunnu. Tá
so alt skuldi teljast saman, gjørdist
tað so spennandi, sum tað fekk
verið.
– Her var bara 0,01 stig á muni,
og tað er so tætt, at tað kanska bara
eina ferð er komið fyri fyrr, men
tað er øgiliga langt síðani. Vit vistu,
at hesi bæði liðini vóru so sera jøvn,
so tí høvdu vit tikið eitt eyka steyp
við, skuldi tað hent, at tað stóð á
jøvnum, sigur Katrin Abraham
sen, sum í nevndini hjá Fimleika
sambandinum hevur ábyrgdina av
estetiska fimleikinum.
– Hetta bleiv so spennandi, at vit
máttu halda ondini, meðan vit bíð
aðu eftir samanteljingini, ið altso
gav Havnar Fimleikafelag A tann
teprasta sigurin, tú kanst fáa. Tað,
sum smágenturnar vístu hesa ferð,
prógvar veruliga, at tað er her, vit
síggja eina sera ljósa framtíð fyri
estetiskan fimleik. Her er veruliga
nakað gott á veg.
Katrin Abrahamsen staðfestir,
at steypakappingarnar í ár hava
víst, at tað veruliga hendir nakað á
økinum, og at talan er um fimleik á
høgum stigi.
– Fimleikararnir gera nógv við
tað og venja dúgliga, og her er so
javnt millum nógv av liðunum, at
einki teirra kann seta seg afturá
sum favorittur, tí tey noyðast
øll at kýta seg. Nú verður øgiliga
spennandi at síggja, hvønn veg
tey ymsu liðini hava flutt seg, tá
FM-kappingin verður fyrst í mai
mánaði. Tað, sum vit hava sæð í
Runavík um vikuskiftið, boðar bara
frá góðum, so vit gleða okkum, sig
ur hon.
Tætt aðrastaðni við
Hjá kvinnum høvdu bara Havnar
Fimleikafelag og Ljósið lið við
leygardagin, og her vann Havnar
Fimleikafelag greitt. Leygardagin
fekk liðið betri karakterir fyri
bæði teknisku og listarligu avrik
ini, umframt fyri framførslu. Har
Dramatikkur
Fimleikur Bara 0,01 stig var á muni, tá smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag A vunnu samanlagt á Støkk
A í steypakappingini í estetiskum fimleiki. Fimleikararnir kappaðust í ítróttarhøllini í Runavík um vikuskiftið