Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 28 Sosialurin Vilmund Jacobsen Vestmanna er í eini keði­ lig­ari vinnuligari støðu í løtu­ni. Samstundis, sum lít­ ið ítøkiligt hoyrist um, at fiskavirkið fer at lata upp­aft­ ur, er líkt til, at skipavinnan í bygdini í størri og størri mun hevur knýtt seg at fiska­virkinum á Kósini í Klaks­vík, sum telist millum størs­tu virkir av sínum slagi í landinum. Í seinastuni eru alt fleiri skip vorðin knýtt at Kósini, og leingi hevur ljóðað, at klaks­víkingar eisini hava ligið úti eftir at keypa Vest­ menn­ing og Fram, sum Tumm­as Christophersen er reið­ari á. JFK hevur leingi átt ein minni part í hesum skip­um, og skipini hava lagt nógvar upsalastir upp í Klaks­vík. JFK hevur keypt part í Grønanesi, sum eisini er heima­hoyr­andi í Vestmanna, eins og felagið hevur keypt part í Safir og Smaragd, sum felag­ið aftanfyri uppi­sjóv­ar­ skipið Norðborg nú eigur hin helm­ingin í. Herfyri keypti Norðoya Íløgu­felag so eisini leir­víks­ trolar­ar­nar, Polarhav og Stjørnu­na, og leingi hevur ljóð­að, at JFK eisini hevur lat­ið felagnum, sum eigur vest­manna­trolararnar, Vest­ menn­ing og Fram, eitt gott boð upp á hesi skip. Í longri tíð hava tey, sum standa aftanfyri fiskavirkið á Kósini, soleiðis roynt at tryggj­að fiskavirkinum støðu­ga rávøru. Keðilig støða Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, harm­ ast um, at ognarviðurskiftini til skip, sum eru heima­hoyr­ andi í Vestmanna, enda aðra­stað­ni, har áhugi er fyri rávøruni, sum hesi skip føra til lands. Hann harmast eisi­ ni um, at tað dregur út við at lata fiskavirkið í bygdini upp­aft­ur. - Vestmanna er soleiðis í ein­i bíðistøðu í løtuni, sigur hann. Fiskavirkið í Vestmanna var eitt av fýra virkjum, sum parta­felagið frá 16. februar 2011 keypti saman við seks ísfiska­trolarum. Tey, sum eiga partafelagið, eru sum kunn­ugt Varðin, Bacalao, Fram­herji og Samherji. Felagið hevur sagt, at tað, sum lá fremst eftir keyp­ið, var at loysa teir seks trol­ar­ ar­nar sum skjótast, og tað gin­gu bert nakrir dagar, so vóru øll skipini í vinnu aftur. Eft­ir skipini, vildi felagið lata fiskavirkið í Saltangará og virkið á Toftum uppaftur. Sein­asta týsdag læt virkið í Saltangar­á so uppaftur, og nú stendur so saltfiskavirkið á Toftum fyri tørni. Stutt eftir keypið av teim­ um seks trolarunum og fýra virkjunum, læt part­a­felag­ið frá 16. februar 2011 a­l­menn­ ingin vita, at virkið í Vági fór at verða selt einum alifelag. Hin­vegin hevur lítið verið at frætt um, hvør ætlanin er við virki­num í Vestmanna. Tað dregur soleiðis út við eini almennari avgerð um virk­ið í Vestmanna. Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur, at hann hev­ur regluligt samband við Anfinn Olsen, sum er annar av stjórunum í nýggja felag­ num. Hann heldur, at støðan er ik­ki so hugalig í løtuni. - Vit vænta framhaldandi, at virksemi verður aftur á fiska­virkinum í 2011. Okkum kunn­ugt eru møguleikar fyri, at onkur keypir virkið frá nýggju eigarunum – og í ringasta føri letur virkið ikki uppaftur fyrr enn eftir summ­ar­frítíðina, sigur borgar­stjórin. Nú støðan í løtuni er í óvis­su, fegnast Karl A. Olsen um, at Vestmanna kommuna eftir førimuni hevur roynt at skapt góðar umstøður á havnalagnum, og hann vón­ ar, at góðu møguleikarnir, sum eru á staðnum, fara at telja við, tá avgerðir skulu tak­ast um framhaldandi virk­semi á fiskavirkinum. - Men í løtuni er alt líka sum í eini bíðistøðu, nú enda­ lig greiða ikki er á, hvussu Miðsavnan við alme - Vestmanna kommuna hevur eftir førimuni roynt at skapt góðar umstøður á havnalagnum, og væntandi verða hesar umstøður ein fyrimunur, tá farast skal undir aftur virksemi á fiskavirkinum, sum vit vóna letur uppaftur í seinasta lagi eftir summarfrítíðina, sigur borgarstjórin, Karl A. Olsen, sum ikki dámar, at almennur peningur verður brúktur til at miðsavna fiskiflota og fiskiloyvi - Í løtuni er alt líka sum í eini bíðistøðu, nú endalig greiða ikki er á, hvussu verður við skipunum og soleiðis ei heldur við fiskavirkinum í Vestmanna, sigur Karl A. Olsen Mynd: Jens Kristian Vang