mánadagur 14. mars 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31
Sosialurin
nnum peningi
verður við skipunum og
soleiðis ei heldur við fiska
virkinum í Vestmanna, sigur
borgarstjórin.
Almenn miðsavnan
Karl A. Olsen vísir á, at
kommunur ikki kunnu taka
lut í vinnuvirksemi, og tí
kann Vestmanna kommuna
ikki gerast partur av einum
møguligum keypi av virki
ella skipum.
- Okkum dámar lítið, at
almennur peningur um Før
oyagrunnurin og soleiðis
Norðoya Íløgufelag er við til
at miðsavna fiskiflotan og
fiskiloyvini, sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at
skattainntøkurnar hjá Vest
manna kommunu í januar í
ár vóru 3% lægri enn í januar
í fjør – og fyri februar var
talan um eina minking á 5%.
- Eitt er skatturin. Annað
er havna-og vørugjøld, sum
eisini gerast minni við tað,
at skipini ikki leggja veiðina
upp í Vestmanna longur.
Karl A. Olsen sigur, at tað
sjálvandi er hansara vón sum
borgarstjóri og hjá Vestman
na kommunu sum heild, at
skipini vera verandi á stað
num – og at fiskavirkið letur
uppaftur skjótast tilber.
- Soleiðis, sum vit hava
skilt, hevur fiskavirkið í Vest
manna gingið væl, og tí vóna
vit eisini, at vinnulívið sær
møguleikar í hesum virki –
antin verandi eigarar ella
onnur, ið eru sinnað at taka
um endan. Her hava nógv
fólk
í
nærumhvørvinum
havt sítt arbeiði, og mong
eru eisini komin úr Vágum til
Vestmanna at arbeiða í fiski,
sigur borgarstjórin í Vest
manna, Karl A. Olsen.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Nøgdirnar av hýsu vóru
ikki tær heilt stóru á
marknaðinum fríggja-
dagin,
men
prísirnir
vóru rættiliga góðir.
Góð 600 kilo vóru av
hýsu 1, og her var miðal
prísurin 19,80. Góð 5 tons
vóru av hýsu 2, sum fekk
miðalprísin 18,18 krónur
fyri kilo.
Leggjast kann aftrat,
at
besti
hýsuprísur
fríggjadagin var heilt
uppi á 23,40 krónum fyri
kilo. Tey 3,1 tonsini, sum
vóru av hýsu 3, fingu
miðalprísin 17,11.
Hetta eru rættiliga
góðir hýsuprísir.
Eygleiðarar siga, at
sjálvt gomul trolhýsa,
sum vanliga liggur um
einar 6 krónur, fríggja
dagin fekk umleið 15
krónur fyri kilo.
Góðir toskaprísir
Prísirnir
á
toski
á
Fiskamarknaði Føroya
fríggjadagin vóru eisini
góðir. Besti toskaprísur
var 20,70, og besti miðal
prísur fyri tosk var 19,89,
sum var fyri góð 2,3 tons
av toski 1.
Sløk 10 tons vóru av
toski 5, og miðalprísurin
var 10,59 krónur fyri kilo.
Meiri av upsa
Størsta einstaka nøgdin
á marknaðinum fríggja
dagin var upsi, og miðal
prísurin fyri upsa lá
omanfyri 9 krónur fyri
kilo.
Orsøkin til, at meiri
upsi er á marknaðinum
nú enn áður, er ivaleyst,
at fiskurin verður út
fluttur heilur og feskur.
Fyri at kunna útflyta
heilan fisk, er kravt við
lóg, at útflytari skal
hava keypsváttan. Tí
fer upsi um søluna hjá
Fiskamarknaði Føroya,
um hann annars skal út
flytast feskur og heilur.
vilmund@sosialurin.fo
Methøgir
fiskaprísir
fríggjadagin
MARKNAÐUR Tey 9
tonsini av hýsu, sum vórðu
seld á Fiskamarknaði
Føroya fríggjadagin, fingu
rættiliga góðan prís. Besti
hýsuprísur hendan dagin
var nevniliga heilt uppi á
23,40 krónum fyri kilo
Prísirnir á hýsu, toski og upsa vóru góðir
á marknaðinum fríggjadagin