Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2011 · Nr. 31 30 Sosialurin Høvuðsfyrimunirnir við nýggju pensjónsskipanini eru: • Inntøkugrundarlagið hjá veiku pensjonistunum verður styrkt • Ein misrøkt fólka­pensjón verður dagførd og styrkt • Minkað mótrokning økir arbeiðsvinningin hjá pen­sjonistum • Samskipað eftirlønar­skip­an avloysir misjavna fløkju • Skattafíggjaður fyri­mun­ur hjá kapital­pensjónist­um tikin av • Samhaldsfestið í saml­aðu pensjónsskipanini verður styrkt Lágløntir pensjonistar vinna mest Samanbera vit, hvat fólka­pen­ sjonistar fáa nú, við tað sum teir fara at fáa í 2012 og í 2020, tá allar broytingar eru gjøgnumførdar, so verður hetta úrslitið: 2012, stakur pensjonistur: Allir stakir pensjonistar við ársinntøku upp til 287.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 500 kr. meir um mánaðin. Øll omanfyri 287.000 fáa minni. T.d. fáa øll oman fyri 335.000 í ársinn­ tøku 1040 kr minni um mánaðin. 2020, stakur pensjonistur: Allir stakir pensjonistar við ársinntøku upp til 378.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 1500 kr. meir um mánaðin. Øll omanfyri 378.000 fáa minni. T.d. fær ein við 500.000 í ársinntøku uml. 2200 kr minni um mánaðin. 2012, giftur pensjonistur: Allir giftir pensjonistar við ársinntøku upp til 240.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 335 kr. um mánaðin. Øll omanfyri 240.000 fáa minni. T.d. fáa øll oman fyri 310.000 í ársinntøku uml. 1100 kr minni um mánaðin. 2020, giftur pensjonistur: Allir giftir pensjonistar við ársinntøku upp til 310.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal einar 1200 kr. um mánaðin. Øll omanfyri 310.000 fáa minni. T.d. fær ein við 380.000 í ársinntøku uml. 1500 kr minni um mánaðin. Fólkapensjónin verður styrkt Síðan kreppuárini í 90-u­n­um hevur fólkapensjónin verið misrøkt, við at neyðug­­ar dagføringar ikki eru gjørdar. Nú verða so nógvir batar gjørdar við fólka­­pen­­sjónini, at saman við Sam­halds­fasta fer hon frameftir at verða eitt dygt inntøku­ grundar­lag hjá teim veik­astu pen­ sjonist­unum og eitt kærkomið ískoyti hjá hinum. Fólkapensjónin dýrtíðarregulerað Grundupphæddin hevur verið fastfryst síðan 1999 og er mink­að í virði á hvørjum árið. Nú verður øll fólkapensjónin dýr­­tíðarregulerað, við miðal­tali­num av hækking­ini í prís­tali­num og sáttmála­lønunum. Mótrokningin millum hjún tikin burtur Higartil hevur verið eyð­mýkjandi mótrokning millum hjún við ymiskum inntøkum. Henda mót­ rokning verður nú tikin burtur. Tey fara at fáa sína pensjón, uttan mun til inntøkuna hjá hinum partinum. Loysa seg betur at arbeiða sum pensjonist Í dag hava vit eina mót­rokn­ingar­ fría upphædd uppá 60 t. kr. um árið. Men fert tú upp um hetta í inntøku, so slær hamarin við eini mótrokning uppá 60%, og haraftrat eini 10-15% burturav í skatt. Tað drepur allan hug at hava eitthvørt arbeiði sum pensjonistur. Nú verður mótrokningin mink­ að líðandi úr 60 niður í 30%, og mótrokningarfría upp­hæddin sam­ stundis mink­að líðandi úr 60 til 30 t. kr. Tá verður nógv meira eftir av inntøkuni, um pen­sjonistar við góðari heilsu og huga vilja halda fram at arbeiða nøkur ár aftrat. Frá lummapengum til egna pensjón Í dag eru pensjonistar, ið búgva á ellis- og røktarheimi í teirri vanæriligu støðu, at teirra pensjón verður aftur­hildin, og í staðin fáa tey sonevndar “lummapengar”. Nú fara tey at fáa sína fullu pensjón, og so ístaðin gjalda fyri vistarhald á heiminum. Menningartarnað og sálarsjúk egna pensjón Sama broyting verður gjørd fyri búfólk á stovnum fyri menn­ing­ ar­tarnað, sálarsjúk og onn­ur á stovnum undir ser­for­sorg­ini, eins og á Psykiat­riska Deplinum. Samhaldsfasti verður hækkaður Í allari nýskipanini av fólka­pen­ sjónini verður eisini inn­gjald og útgjald úr Sam­­­haldsfasta hækkað, so útgjaldið kann hækkað úr 2.690 kr. um mán. til 3.075 í 2012 og 3.463 í 2020. Sam­halds­fasti heldur fram við somu skipan: øll gjalda inn í mun til inn­tøku, men øll fáa tað sama útgoldið. Nýggj eftirlønarskipan avloysir fløkju Í dag hava vit eina fløkju av mis­ jøvnum eftirlønar­skipan­um hjá ymisku fak­bólk­unum á arbeiðs­ markn­aði­num. Onkur hevur 17- 18%, onnur 9% ella minni. Onkur hevur lív­rentu, onnur blanding av lívrentu, ratutrygging og kapital­ pensjón. Og aftur onkur reina kapitalpensjón. Summar skipanir eru í før­oyskum stovnum og aðrar í stórum donskum pensjónskassum. Allastaðni eru treytirnar ymiskar, og trygdin hjá pensjonistunum somu­leiðis sera ymisk. Tí er tað ein fyrimunur, at vit nú fáa eina samskipaða eftir­lønarskipan, sum setir greið minstakrøv til trygdina fyri eftirlønina hjá føroysku løn­ móttakarunum. Burtur við skattgjald­ara­ gávu til kapital­pensjónistar Higartil hava vælbjargaðir privat­ persónar og fleiri fak­bólkar, m.a. akademik­ar­arnir og onnur starvs­ fólk, havt sera lukrativar pensjóns­ skipanir sum kapital­pensjónir. Tvs. at í staðin fyri eina eftir­løn, ið verður goldin í mánaðar­ligum upp­hædd­um, hava tey spart upp til eina reina kapital­pensjón, sum verður goldin út í einum við veldug­ ari upp­hædd, tá tey fara frá. Fidusurin við kapitalpen­sjón­ ini er, at tey hava fingið hinar skatt­gjaldar­arnar at gjalda ein stóran part av teirra pensjón: Tí av teirra samlaða inngjaldið til kapital­pensjónina hava tey havt ein skattafrádrátt svarandi til 57% av inngjaldinum, men tey skulu bara gjalda 35% í skatti, tá kapital­ pensjónin verður útgoldin. Altso 22% niður í lumman, sum man ikki sjálvur men hini hava goldið fyri. Hetta óskilið verður nú tikið av! Tvs. at kapital­pen­sjónir hereftir fáa ongan skatta­frádrátt. Tað átti sjálv­ sagt at verið steðgað fyri langari tíð síðan. Ein meira sam­halds­ føst pensjónsskipan Eg vóni at ein og hvør kann lesa burtur úr hesum, at við nýggju pensjónsskipanini fáa vit eina nógv meira sam­haldsfasta pensjóns­ skipan. Øll fáa tryggjað eina sámi­liga pensjón, bæði tey uttan nakrað arbeiðsinntøku, eins og øll onnur, sum koma at gjalda inn lutfalsliga eftir arbeiðsinntøku. Øll fara at fáa ein lut úr felags­ inngjaldinum til Sam­­halds­fasta og skatta­skipanina, men við broyttari mót­­rokn­ingar­skipan og burtur­­ tøku av skatta­­fíggjað­um framí­ hjá­­rættindi hjá væl­bjarg­aðum, fara láginn­tøk­ur­nar at fáa mest burturúr nýskipanini. Onki verður skrumblað – tað er góð tíð Sjálvsagt er okkurt í hesum stóra pensjónsreforminum, sum kann gerast betri. Men tað fáa vit eisini góða tíð til nú, ið málið er komið fyri tingið. Kritikkurin um at nú verður hetta málið skrumblað ígjøgnum, er ósakligur. Pen­sjónsreformurin er fyri­reik­aður væl og longi. Allir partar hava verið inni í tilgongdini, og neyvan nakað mál er fyrireikað so gjøllað og í so tøttum dialogi við avvarandi partar – og har so nógvar tillagingar eru gjørdar eftir ynskjunum hjá avvarandi pørtum. Man kann altíð blíva við at sita og pilka við smálutir og aldrin koma á mál – og kanska enntá summi ynskja at órógva so mikið, at alt málið dettur niðurfyri! Men nú málið er komið í løgtingið, er góð tíð og góðir møguleikar hjá øllum pørtum at gera vart við seg enn einaferð. Allir partar, sum vara av pensjónsskipanini, koma til hoyringar í nevndini. Sjálvi halda vit í Javnaðar­ flokkinum, at her er bæði eitt og annað, sum vit fara at arbeiða fyri at fáa broytt enn meira tann vegin, vit hugsa. Tað er tað, man hevur nevndarviðgerðina til. Eg vænti neyvan hon verður liðug áðrenn 1. Mai. Kjak Hans Pauli Strøm Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Láglønt vinna mest við pensjónsreforminum