Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 6 Sosialurin Eirikur Lindenskov – Stóra avbjóðingin í fjør var tann sera dýra oljan, sum er farin við stórum parti av inntøkunum. Í fjør kostaði oljan felagnum 24 milliónir krónur meira enn árið fyri, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri. Hann vísir á, at tað er orsøkin til, at reiðaríið hevur sett í verk víðfevndar tillaginar í virksem­inum, sum skul venda gongdini. Hann sigur, at í stuttum merkja til­lagingarnar, at stýringin av sølu- og markn­aðarførslu er skipa av nýggjum. Broytingar um­ borð á Norrønu skulu skapa betri kundanøgdsemi og økta sølu umborð. Økt søla, mun­andi rakstrar­sparingar, betir tænasta, sterkari kapital­grundarlag og gjald­ føri skulu venda gongdini. – Tillagingarnar geva longu nú útslag í tølum okk­ara higartil í ár. Olju­út­ reiðslurnar eru ein ókendur faktorur, men málið hjá okk­um er at hava yvirskot í rokn­skapinum fyri 2011, sigur Rúni V. Poulsen. Á aðalfundinum fóru broytingar fram í nevndini. Nýggj í nevndini eru Teitur Poulsen og Kristina Háfoss. Tey eru vald í staðin fyri Klaus Kjærullf og Súsan Klein Gregoriussen. Nevnd­ in hevur skip­að seg við Jens Meinhard Ras­mus­ sen sum formanni. Hin­ir nevndarlimirnir eru Krist­ ina Háfoss, Teitur Poulsen, Linda Björk Gunnlaugsdóttir og Hendrik Egholm. Øktar bíleggingar Ein kendur faktorurin, tá leiðslan hjá Smyril Line skal meta um gongdina, er sum vera man bíleggingarnar. Rúni V. Poulsen sigur, at bíleggingarnar higartil eru framman fyri tað, tær vóru sama tíðarskeið í gjør. – Tað fegnast vit sjálv­ andi um, men vit velja kort­ ini at verða varin, sigur stjórin. Hann vísir á, at á før­oyska marknaðinum er støðið í bíleggingunum á sama støði, sum í fjør, með­ an parturin á evropiska markn­aðinum tykist vaksa, serliga millum týskarar, sum hava øktan áhuga at ferðast hendanvegin. Ísland er framvegis fremsta ferðamálið hjá evro­pisku viðskifta­fólk­un­ um hjá Smyril Line, og tað er ikki av tilvild. – Tað er eitt beinleiðis úrslit av miðsvísari branding av Íslandi sum ferðamál - sum íslendska ferðavinnan hevur gjørt í nógv ár, sum gevur Føroyum fyrimunir nú, vísir Rúni V. Poulsen á. Hann heldur, at føroy­ ing­ar eiga at seta pengar av til at branda Føroyar sum ferðamál, tí her er ein vinna, sum kann skapa nógv arbeiðspláss í Føroyum, eins og víst varð á í frágreiðing frá Ferðavinnufelagnum her­fyri. – Men flutningsfeløgini í Føroyum megna ikki hesa uppgávu einsamøll, hetta má gerast á annan hátt, sigur Rúni V. Poulsen, sum vísir á, at tað er trupult at selja Føroyar sum høv­uðs­ ferðamál. – Men vit síggja, at tað ber til, so tað er bara brandingin, sum manglar. Tann kritiski massin er ikki nóg stórur til Føroyar. Men um vit kunnu tvífalda ferðafólkini, so fær samlaða vinnan í Føroyum nógv burturúr. Tað hevði veruliga gjørt mun og skapt nógv arbeiðspláss úti á bygd serliga, eins og tað hevði sæst aftur hjá matstovum og øðrum virksemi í Havn við, heldur Rúni V. Poulsen, sum vísir á, at ferðavinnan er uppløgd vinna at skapa arbeiðspláss og trivnað í útjaðaranum í Føroyum. Rúni V. Poulsen vísir á, at Jørgen Niclasen einaferð segði, at vit áttu at brúkt 10 milliónir krónur um árið til branding av Føroyum. – Høvdu vit gjørt tað, so hevði tað veruliga munað, heldur hann. Hirtshals fram um Hanstholm Í oktober í fjør flutti Smyril Line atløguhavni í Danmark. Tá varð siglt til Hirtshals í staðin fyri Hanstholm. Og siglt verður nú til Hirtshals alt árið. Frammanundan varð siglt til Esbjerg tríggj­ar ársfjórðingar og til Hanst­ holm um summarið. Við hesum eru nógvar rakstrarsparingar, ikki minst oljan. Eisini eri vegakervið til Hirtshals nógv betir, við tað at tann sokallaða »motor­veg-mafian« í Fólka­ ting­inum fekk borið so í bandi, at motorvegur nú er allan vegin upp til Hirts­ hals, meðan »ber« van­ligur landavegur er til Hanst­ holm. Eisini er ferju­sam­ bandið gott til Noregs, so tey ferðafólk, sum vilja tann vegin við bili eisini hava møguleikan. Til Íslands verður siglt eftir veðrinum um veturin. Málið er yvirskot næsta ár FERÐAVINNA Stóra flutningsfelag okkara Smyril Line hevði í fjør eitt hall upp á 15,7 milliónir krónur. Stjórin sigur, at oljuútreiðslunar hava verið serliga avbjóðingin. Nýggjur nevndarformaður er Jens Meinhard Rasmussen