sunnudagur 18. januar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 12 - 20 januar 2004
Nr. 12 - 20 januar 2004
3
Norðstreymoyar valdømi
Eddie Hjartvard
Joensen
Gunnvá
Mortensen
Hans Pauli
Strøm
Soffi
Egholm
Norðoya valdømi
Eyðgunn
Samuelsen
Torleif
Sigurðsson
Jákup á Fløtti
Jacobsen
Tummas
Lervig
Jógvan Páll
Poulsen
Vilhelm
Johannesen
Mamy Dahl
Sørensen
Eysturoyar valdømi
Andrias
Petersen
Rúni
Poulsen
Dan Reinert
Petersen
Sunleiv
Højgaard
Edvin
Joensen
Sylverius
Jacobsen
Jancy
Olsen
William Max
Hansen
Vága valdømi
Edvard
Joensen
Kristoffur
Gaardlykke
Rasmus
Niclasen
Sandoyar valdømi
Birgir
Mohr
Eyðstein
Dalsgaard
Gerhard
Lognberg
Tummas Frank
Joensen
Suðuroyar valdømi
Henrik
Old
Nita
Næs
Jastrid
Nielsen
Rúni
Lisberg
Jóannes
Eidesgaard
Sverre
Midjord
Mikkjal
Sørensen
Her eru 44
vitaminir
Suðurstreymoyar valdømi
Bergur
Dam
Jan
Poulsen
Kári
Mortensen
Bjarki
Mohr
Joan
Ziskason
Kristian
Magnussen
Elin
Lindenskov
John
Johannessen
Sophus
Dal-Christiansen
Helena Dam
á Neystabø
Katrin Dahl
Jakobsen
C
M
Y
K
3
2
901 fólk fleiri hava
valrætt týsdagin enn
við seinasta val.
Størsta vøksturin í
veljarum finna vit
Vágum. Tríggjar
ferðir so nógvir velj-
arar eru um hvønn
tingmannin í Suður-
streymoy í mun til
Sandoy
LØGTINGSVAL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
34.423 fólk hava valrætt til
løgtingsvalið týsdagin hin
20. januar. Valt verður á 65
valstøðum kring landið.
Hetta eru 901 fólk fleiri enn
við seinasta val í 2002, sum
svarar
til
ein
vøkstur
áljóðandi 2,6%.
Størsta vøksturin í val-
dømum finna vit í Vágum,
har vøksturin er 4,3% ella
89 fólk.
Í øllum valdømum eru
fleiri veljarar í ár enn við
seinasta
løgtingsval.
Minsta vøksturin finna vit á
Sandoynni, har bert trý fólk
fleiri kunnu fara á val
hesaferð í mun til seinast,
og týsdagin kunnu í mesta
lagi 1.085 fólk atkvøða á
teimum seks valstøðunum í
oynni.
Størsta valdømið er Suð-
urstreymoyar valdømi, har
12.884 fólk kunna kalla seg
veljarar. Harav hava 11.109
valrætt á størsta valstað-
num, Tórshavn.
Minsta valstaðið finna vit
á Kalsoynni og Norð-
oyggjum.
Á
Syðradali
verða í mesta lagi tríggjar
atkvøður at telja upp. Í alt
hava 4.363 valrætt í Norð-
oyggjum - 79 fleiri enn við
seinasta val.
397 lesandi
À teimum níggju valstøð-
unum í Suðuroynni hava
3.806 fólk valrætt. Vøkst-
urin er 1,1%.
Av teimum 34.423 við
valrætti týsdagin eru 397
lesandi uttanlands, sum
sambært galdandi lóg hava
rætt at atkvøða til valið
hesaferð.
Er seinasta løgtingsval og
kanska
eisini
seinasta
fólkatingsval eftirfarandi,
so skulu vit vænta stóra
valluttøku týsdagin. Heili
91,6% av teimum, sum
høvdu valrætt seinast, fóru
á val. Raskast vóru tey at
velja á Sandoynni, har heili
93,3% møttu upp.
Vit loyva okkum tí at
gita, at nakað væl omanfyri
31.000 fólk fara á val
týsdagin.
Dýrast í
Suðurstreymoy
Størsta valdømið í landin-
um,
Suðurstreymoy,
er
eisini har valdømisvaldir
tingmenn er dýrast, t.e.
lutfallið millum veljarar og
tal
av
valdømisvaldum
tingmonnum er størst.
Býta vit talið av fólki við
valrætti við talið av val-
dømisvaldum tingmonnum
í hvørjum valdømi, fáa vit
tað úrslit, at 1.611 atkvøður
skulu í prinsippinum til
hvønn tingmann í Suður-
streymoy.
Eysturoyggin merkir eis-
ini vøkstur. 7.485 fólk, sum
er 220 fólk fleiri enn í
2002, hava valrætt. Har eru
tey eisini nógv um hvønn
tingmannin. 1.497 veljarar
eru til hvønn tingmannin.
Á triðja plássi er Norð-
streymoyar valdømi við
1.356 fólkum við valrætti
fyri hvønn valdømisvaldan
tingmann. 2.711 fólk hava
valrætt í Norðstreymoy - 62
fleiri enn við síðsta val.
Bíligast eru tingmenn á
Sandoynni í so máta. À
Sandoynni eru 543 fólk til
hvønn tingmannin. Altso,
tríggjar ferðir so nógv fólk
eru um hvønn valdømis-
valda tingmannin í Suður-
streymoy í mun til Sand-
oyar valdømi.
Tølini í hinum valdøm-
unum eru hesi: Suður-
streymoy
1.171,
Norð-
oyggjar 1.091, Vágar 1.045
og í Suðuroynni fáa 952
fólk ein valdømisvaldan
tingmann.
Vit kunnu leggja afturat,
at verður núverandi býtið
av eykavaldum lagt afturat
valdømunum, so hevur
Eysturoyggin mest veljarar
fyri hvønn tingmannin -
1.248.
Vóru
Føroyar
eitt
valdømi, har 32 tingmenn
skuldu veljast, so vildi
1.076 veljarar verið um
hvønn teirra.
34.423 fólk valrætt
Gott 900 fleiri fólk kunnu velja týsdagin í mun til seinasta val