sunnudagur 18. januar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 12 - 20 januar 2004
Nr. 12 - 20 januar 2004
5
– Fleiri arbeiðspláss,
undirsjóvartunnil til
Suðuroyar og vind-
myllur á havsins
botni var nakað av tí,
sum veljarar í Suður-
oy løgdu oyra til á
stórfundi í ítróttar-
høllini í Vági um
vikuskiftið, tá ið val-
stríðið var í hæddini
VALSTRÍÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy:
Suðuroyingar
vilja eisini hava fast sam-
band við meginøkið.
Tað er størsta agnið, sum
er kastað fyri veljararnar í
Suðuroynni uppundir løg-
tingsvalið í dag.
Nú undirsjóvartunnil er
gjørdur vestur í Vágar og
nú undirsjóvartunnil skal
gerast um Leirvíksfjørð,
eru eisini politikarar úr
Suðuroynni farnir at ress-
ast.
Og undir valstríðnum til
løgtingsvalið hesuferð, eru
tað í hvussu so er fleiri pol-
itiskir flokkar, sum hava
boðrreitt fyri veljarunum
við lyftum um undirsjóvar-
tunnil til Suðuroyar.
Teir siga, at nú vit eru
farin at binda oyggjarnar
saman við tunlum, er um-
ráðandi ikki at sleppa enda-
num, Og nú arbeiðið uppá
Norðoyatunnilin byrjar, er
tað ongantíð ov skjótt at
fara undir arbeiðið at fyri-
reika næsta stigið.
Og tað næsta stigið skal
vera undirsjóvarunnil til
Sandoynna.
Og tá ið hann er gjørdur,
er tað sjálvsagt, at hildið
verður fram líka til Suður-
oyar.
Men
tað
eru
eisini
summi, sum skjóta upp at
gera tað øvugt, so at undir-
sjóvartunnil verður fyrst
gjørdur
ímillum
Suð-
uroynna og Sandoynna og
so víðari haðani, inn á meg-
inøkið.
Politikararnir eru greiðir
yvir, at hetta liggur nøkur
ár frammi í tíðini, men fyri-
reikingarnar skulu byrja
sum skjótast. siga fleiri
teirra
Men í øllum kunnu suð-
uroyingar frøða seg um eitt
og tað er, at allir flokkarnir
hava lovað, at Hovstunnilin
skal gerast beinanvegin. So,
sama, hvør kemur í sam-
gongu, hava suðuroyingar
alla orsøk til at vænta, at
vegasambandið
ímillum
norðaru og syðgu helvt í
oynni, at batna munandi við
einum
Hovstunli,
sum
verður liðugut í 2006. Og
eitt afturat: Hann skal ikki
gerast, har landsverkfrøð-
ingurin hevur skotið upp,
men niðri í dalinum, har
aðrir hava skotið upp at
gera hann og har, hann ligg-
ur nógv betri fyri.
Hugsa meiri um
dagligt breyð
Men tað, sum liggur suður-
oyingum næst at hjarta í
hesum døgum eru ikki
langtíðarmál sum undir-
sjóvartunnil.
Teir hugsa nógv meiri
um hóttafall í alivinnuni,
um flakavirkið í Vági, sum
stendur stilt og um arbeiðs-
loysið, sum stendst av tí.
Teir hugsað eisini um
fallandi fólkatal og um
fisk, sum fer óvirkaður av
landinum.
Tað vita politikarar eisini
av og tí snýr ein stórur part-
ur av valstríðnum seg eisini
um at skapa meiri arbeiði í
oynni.
Í tí sambandi er nógv tos-
að um at fáa gongd aftur í
fiskivinnuna.
Og
uppskotini
um,
hvussu tað skal gerast, eru
ymisk. Tað eru teir, sum
síggja flutningskostnaðin
ímillum Suðuroynna og
Havnina sum ein stóran
trupulleika. Men, hvussu
tað kann loysast, eru ymisk
uppskot um: Onkur vil hava
flutningsstuðulin upp, men
tað eru eisini tey, sum
halda, at tað skal vera nógv
bíligari, um ikki ókeypis, at
flyta fisk og annan farm við
Strandferðsluni.
Onkur annar heldur, at
hyggjuráðini eru at ein-
skilja Fiskavirking so at
onkur kann keypa virkið í
Vági, sum er sinnaður at
lata tað upp aftur.
Onkur annar helt, at tað
skal vera eitt krav til Fiska-
virking, at virkið í Vági
verður latið upp aftur.
Hinvegin er lítið ítøkiligt
tosað um, hvussu alivinnan
kann fáast á føtur aftur.
Men eitt, sum fleiri
flokkar
eisini
hava
á
skránni, er, at tað skal
stovnast okkurt slag av
íløgustuðuli til vinnuna í
Suðuroynni. Onkur valevni
halda, at gongda leiðin er at
seta ein Suðuroyargrunn á
stovn eftir sama leisti sum
sandoyargrunnurin,
ið
rættiliga fekk lív aftur í
vinnulívið har, og Føroya-
grunnurin, sum eigur lívið í
vinnuni í Norðoyggjum.
Onnur halda vilja ikki
vita av fleiri almennum
grunnum. Tey halda ístaðin,
at Framtaksgrunnurin skal
broytast, so at hann fær ser-
ligar skyldur at veita stuðul
til verkætlanir úti í teimum
ymsu økjunum.
Eitt evni, sum fleiri
flokkar í Suðuroy egna við,
er, at sleppa teir framat í
politikki, skulu almenn arb-
eiðspláss og almenn umsit-
ing flytast til Suðuroyar.
Ella sum tikið var til, at
tað skuldi skipast fyri ein-
um rættvísari býtið ímillum
tey ymsu økini av landsins
ágóðum.
Hinvegin eru tað eisini
tey, sum halda, at tað er fá-
fongt at lova at flyta almenn
arbeiðspláss
til
Suður-
oynna. Tey eru sannførd
um, at tað letur seg aldrin
gera, tí til tað eru politik-
ararnir í miðstaðarøkin um
ov sterkir, og teir vilja ikki
lata nakað frá sær.
Av teimum meiri óvan-
ligu hugleiðingunum vóru
frá einum valevni, sum
legði stóran dent á um-
hvørvið og hann reisti
spurningin um at seta vind-
myllur á havsins botn fyri
at útnytta havstreymarnar
til orku.
Stórmálini
lítið viðgjørd
Hinvegin kann ikki sigast,
at tey stóru og eymu málini,
sum hava eyðkent valstríð-
ið í fjølmiðlunum, hava
fangað suðuroyingar, tí her
hevur valla eitt orð verið at
hoyrt um fosturtøkur og
samkynd ella aðrar, víð-
fevndar,
siðsemiligar
spurningar.
Tað kann heldur ikki sig-
ast, at eldrarøkt og barna-
forsorg, hava verið av
fremstu valagnum í Suður-
oy hesuferð, tó at onkur
hevur tikið hesi málini upp
á tunguna.
Valevnini í Suðuroy hava
heldur ikki gjørt serliga
nógv burturúr ríkisrættar-
ligu støðuni, ella støðuni
hjá Føroyum mótvegis ES.
Annars gekk tað, sum
vanligt:
Umboðini
fyri
samgonguna vístu á tað,
sum varð gjørt fyri Suður-
oynna og umboðini fyri
andstøðuna vístu á tað, sum
heldur átti at verðið gjørt
og tað, sum ikki varð gjørt
nóg væl.
Og øll valevnini royndu
at sannføra veljaran um
fyrimunirnar við at velja
akkurát tey, ella teirra flokk
og vansarnar við at velja
onkran annan.
Í so máta var alt sum tað
plagar.
Men í einum valstríð skal
eisini verða rúmd fyri ein-
um sindri av skemti. Og í
valstríðnum í Suðuroy hev-
ur tað villasta verið tankin
um at sprongja rúsuna í
luftina. Tað skuldi helst
ikki takast sum tað varð
sagt, men ongin ivi kundi
vera um, at hetta valevnið
helt um brennivínssøluna.
Tað fekk hann ikki undir-
tøku fyri. Tvørturímóti var
tað onkur sum helt, at før-
oyingar áttu sjálvir at farið
undir at gjørt brennivín til
útflutnings.
Slagið stendur
ímillum teir stóru
Suðuroyingar mugu eisini
sanna, at tað er ymiskt,
hvussu flokkarnir brynja
seg til valstríðið. Tað eru
serliga teir fýra stóru flokk-
arnir, sum hava markerað
seg í valstríðnum, men teir
smáu tykjast mestsum at
hava givið upp framman-
undan.
Soleiðis hevur Hin stutt-
ligi flokkurin als ikki havt
orðið í valstríðnum í Suður-
oy, heldur ikki á teimum
báðum valfundunum, sum
hava verið, og miðflokkurin
hevur bara verið umboðað-
ur við trimum valevnum á
øðrum fundinum og tveim-
um á hinum. Í øðrum fundi-
num var bara ein sjálvstýr-
ari og á hinum vóru tveir.
Tað hava eisini verið um-
boðini fyri teir smáu flokk-
arnir, sum hava staðið fyri
tí skemtiliga partinum av
valstríðnum.
So teir smáu flokkarnir
munnu ikki vænta sær so
nógv í Suðuroy, men tað
plaga teir heldur ikki at fáa,
tó at atkvøðurnar kunnu
gera mun í einum samlað-
um roknistykki, tá ið eyka-
limirnir til løgtingið skulu
finnast.
Og eitt mugu so suðuroy-
ingar sanna og tað er, at
ongantíð hava flokkar og
valevni arbeitt so dúgliga
fyri at gera vart við seg og
seinastu dagarnar hevur tað
regnað niður í hvørt hús við
valbløðum og faldarum,
bæði fyri teir einstøku
flokkarnar, men eisini fyri
einstøk valevni.
Men valstríð ella ikki:
Eitt av valevnunum skar
valstríðið út í papp, á ið
hann helt fyri, at øll vilja
Suðuroynni tað besta, men
upp á hvør sín máta– og
ivaleyst er tað ikki sørt av
sannleika í hesum.
Lova suðuroyingum at fáa undirsjóvarunnil
Undirsjóvartunnil til Sands
er eitt valagn, sum veljarar í
Suðuroynni hava lagt oyra til
á teimum stóru
valfundunum. Annars er tað
týðiligt, at tað er mest
vinnuliga støðan og
arbeiðsloysið í Suðuroynni,
sum fyllir mest í valstríðnum
Valfundurin í KÍ
høllini fríggjakvøldið
var ikki serliga lív-
ligur. Valevnini fóru
upp eitt og eitt og
løgdu teirra sjónar-
mið fram í tveimum
umførum. Síðani kom
spurnarrundan, men
har var ikki stórur
áhugi millum stóru
áhoyrarafjøldina.
Einans fýra spurn-
ingar vórðu settir
VALFUNDUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Karmarnir fyri
einum góðum valfundi
vóru góðir fríggjakvøldið.
Millum 600 og 700 áhoyr-
arar og øll valevnini í norð-
oyggjum vóru samlað í KÍ
høllini. Men fundurin var
onki at rópa hurrá fyri.
Fundurin varð skipaður á
tann hátt, at flokkarnir
fingu tíggju minuttir í
fyrsta umfari, sjey minuttir
í øðrum og fimm minuttir í
part eftir spurnarrunduna.
Sjálvsstýrisflokkurin var
fyrstur, síðani sambands-
flokkurin. So komu Tjóð-
veldisflokkurin, Miðflokk-
urin, Javnaðarflokkurin og
Fólkaflokkurin.
Fundurin var sum sagt
ikki serliga lívligur. Okkurt
valevni legði bragdliga út
og tosaði avbera hart.
Skotini millum flokkarnar
var ikki at taka feil av, og
onkur var eisini skemtiligur
hóast alt. Eisini royndu
nakrir av áhoyrarunum at
rópa eitt sindur og seta nak-
að av lívi í, men undirtøkan
var syndarlig, so teirra róp
fækkaðust, og at enda sótu
øll kvirr og lurtaðu.
Eitt, sum tó serliga fekk
gongd í láturmusklarnar hjá
fólki var nakað, sum Mein-
hard Hansen, valevni hjá
sambandsflokkinum segði.
Hann helt ikki nakra
langa røðu, men hann end-
aði við einum øðrvísi val-
lyfti.
– Nú fari eg at koma við
einum vallyfti, sum als ikki
hevur nakað sum helst við
politikk at gera. Eg tosaði
við mín góða vinmann,
Toda Jónsson, herfyri. Og
hann segði, at um eg kom
inn á ting, so skuldi hann
fara aftur á landssliðið. So
norðoyingar, nú er tað upp
til tykkum, um Todi skal
aftur á landssliðið, segði
Meinhard, og fólk flentu so
hjartaliga.
Spurnarrundan
Tann heilt stóri skemtarin á
fundinum var annars Signar
í Homrum, sum ikki er eitt
valevni.
Fyrireikararnir
høvdu heitt á hann um at
syngja ein tátt áðrenn
spurnarrunduna. Hann sang
ein góðan valtátt og millum
ørindini, hevði hann eitt
skot til hvønn flokkin.
Beinrakin skot vóru tað
eisini. Hetta fekk eisini
nakað av lívi í fólkið, sum
var tilstaðar. Síðani kom
spurnarrundan. Fólk høvdu
fingið til uppgávu at ganga
runt við mikrofonum, men
hesi fingu ikki tað stóra at
gera, tí einans fýra fólk
reistu seg og settu valevn-
unum spurningar.
Heini O. Heinesen varð
biðin um at greiða frá,
hvørjar trolarar hann meinti
við, tá hann segði fólka-
flokstrolarar. Ein spurning-
ur var til fólkafloksumboð-
ið, Petur Hans Joensen, um
útlendingapolitikk. Anfinn
Kallsberg, løgmaður, svar-
aði hinum báðum spurning-
unum. Annar var um laksa-
loyvi undir Íslandi, og hin
var um Føroyagrunnin.
Tá greitt varð, at fleiri
spurningar ikki fóru at
koma, varð farið í holt við
seinasta umfarið, har hvør
flokkur hevði fimm minutt-
ir í part. Men tá mundu fólk
verða troytt av at sita niðri
og lurta, tí heilt nógv
rýmdu beint eftir spurnar-
runduna.
Valevnini fóru tó upp og
løgdu teirra sjónarmið og
seinastu lyfti á hesum val-
fundinum, ið KÍ høllin var
karmur um.
Í dag er KÍ høllin aftur
karmurin. Hesuferð um
sjálvt valið.
Deydligur valfundur
Millum 600 og 700 fólk høvdu leitað sær niðan í KÍ høllina fríggjakvøldi til valfund, so hóast talan var um ein heldur deydligan fund, so kann ikki annað sigast enn, at áhugin fyri fundinum var
stórur
Tvey garvað og tvey minni garvað valevni. Frammi í myndini síggjast Jógvan við Keldu og Rúna Sivertsen, sum bæði hava
umboðað norðoyggjar á tingi. Aftanfyri sita tveir, sum ikki hava stillað upp áður, Meinhard Hansen og Bjørn Kalsø fyri
sambandsflokkin
C
M
Y
K
5
4