Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 28 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Hendingin, ið elvdi til skaðan, var longu í fyrsta minutti. Annika Thomsen og ein spælari hjá StÍF fóru um koll og onkursvegna kom hondin hjá Anniku at liggja undir. Beinan­vegin var greitt, at hon ikki fekk spælt víðari, og nú er spurn­ ingurin bara, hvussu álvarsligan skaða, hon hevur fingið. Sum skilst, høvdu tveir læknar hugt at hondini í gjárkvøldið, men teir vóru ymsir á máli. Annar helt, at hon var brotin og hin helt ikki, at tað var so illa vorðið. Men enn er so ikki greitt, um talan er um brot ella annan skaða. Í øllum førum kemur tað stak illa við hjá Tjaldri, um hetta merkir, at Annika Thomsen ikki verður við í teimum fýra írestandi dystunum, nú kappingin við Stjørnuna og Neistan er harðari enn nakrantið, tí bara tvey av hesum trimum lið­ unum koma í FM-finaluna. Frammanundan er liðið hjá Tjaldri skert, tí Cornelia Rimbu er nú givin og fór fyri viku síðani av land­inum aftur. Hon fekk ein skaða í fyrru hálvfinaluni í steypa­ kappingini ímóti Neistanum fyrst í januar mánaði og er ongantíð ordiliga komin fyri seg aftur, hóast hon hevur roynt nakrar ferðir, eitt nú í løtum í steypafinaluni. Dupult mansverja Hendingin við Anniku skakaði Tjaldur ta fyrstu løtuna í dystinum í Runavík í gjárkvøldið, men ikki meira enn so, at verjan megnaði at halda tætt fyrstu 10 minuttirnar, tá StÍF einki mál fekk. Strandakvinnur mansvardu Adinu Petrea allan dystin á tamb, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki valdi so Tjaldur at gera tað sama og taka Rebekku Justinussen burtur­úr. Allíka­væl blivu tær báðar topp­ skjúttar hjá liðum sínum, men fingu báðar fleiri mál við brotskøstum. Allan dystin var Tjaldur eitt fitt petti frammanfyri, og sum tað leið út á seinna hálvleik bara øktist mun­urin. Síðstu 10 minuttirnar tók Tjaldur sær meira av løttum, og tá nærk­aðist StÍF eitt sindur, men ongantíð so mikið, at tað á nakran hátt hótti heimaliðið og sigurin. hilmarjan@sosialurin.fo Annika skaddi hondina Hondbóltur Longu beinanvegin í dystinum millum Tjaldur og StÍF í gjárkvøldið fekk Annika Thomsen hjá Tjaldri skaða í hondina. Enn er ikki greitt, um talan er um brot Hilmar Jan Hansen Eftir sigurin hjá Tjaldri í gjárkvøldið skulu Stjørnan og Neistin í kvøld fylgja við. Stjørnan skal til Vest­ manna at spæla ímóti VÍF og Neistin er partur av grannauppgerð ímóti Kyndli. Við sigri kann Stjørnan aftur fara fram um Tjaldur og leggja seg á odda í Sunset-kappingini, og Neistin kann koma upp á sama stiga­tal sum Tjaldur, men við einum dysti meira. Í Atlantic Airways-kappingini hjá monnunum eru tríggir dystir í kvøld. VÍF tekur á heimavølli ímóti Team Klaksvík og kann tá aftur nærk­ast KÍF, sum undan dystinum er fimm stig frammanfyri og á finalukós. Í hinum báðum dystunum er talan um grannauppgerð millum Kyndil og Neistan, og eisini spælir H71 á heimavølli ímóti StÍF. hilmarjan@sosialurin.fo Fimm dystir í kvøld Hondbóltur Tveir kvinnudystir og ein mansdystur eru á skránni hjá teimum bestu í hondbóltinum í kvøld SKADDI HONDINA Annika Thomsen hjá Tjaldri skaddi sær hondina beinanvegin í dystinum ímóti StÍF í gjárkvøldið, og í fyrsta umfari er ivasamt, um hon spælir meira hetta kappingarárið Savnsmynd: Álvur Haraldsen Tjaldur-StíF 30-21 (15-9) Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen Tjaldur: Adina Petrea 9 (3), Simona Petersen 7, Beinta Joensen 5, Sarah Ann Thomsen 3, Benadikta Johannesen 2, Heidi Sevdal 2, Jóhanna í Króki 1, Annsy Sevdal 1 StÍF: Rebekka Justinussen 6 (2), Fríðrún Danielsen 5, Birna Tummasardóttir 5, Bára Berthelsen 3, Lilja Gregersen 2 Brotskøst: Tjaldur 5, StÍF 4 Útvísingar: Tjaldur 5, StÍF 4 Hilmar Jan Hansen Kappingin í flogbólti hjá kvinn­ unum er nú komin so langt, at bara eitt umfar er eftir. Fyrsti dysturin av teimum síðstu fýra verður í Kollafirði í kvøld, tá KÍF tekur ímóti ÍF. Hvørki KÍF ella ÍF kann flyta nakran serligan veg á stiga­talvuni, so hetta er bara ein av dystunum, ið skal fáast frá hond­ini. Hinir tríggir dystirnir verða spældir sunnudagin, og tá snýr tað seg bara um, um Fleyr ella Mjølnir skal enda ovast í lands­ kappingini. hilmarjan@sosialurin.fo Skal bara spælast Flogbóltur Dysturin í Kollafirði í kvøld millum KÍF og ÍF fær onga týð­andi ávirkan á støðuna í Eik­liguni hjá kvinnum Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Fleyr 20 17 3 54 20 34 23 2 Mjølnir 20 17 3 55 14 41 22 3 SÍ 20 15 5 49 26 23 19 4 ÍF 20 11 9 39 34 5 14 5 TB 20 9 11 34 42 -8 11 6 Ternan 20 5 15 22 49 -27 7 7 KÍF 20 4 16 17 54 -37 5 8 Dráttur 20 2 18 25 56 -31 3 Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 20 707 552 155 39 2 KÍF 20 571 521 50 26 3 VÍF 20 565 527 38 21 4 Kyndil 20 512 525 -13 19 5 H71 19 519 507 12 18 6 StÍF 20 516 528 -12 13 7 Team Klaksvík 19 451 681 -230 2 Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Tjaldur 20 573 468 105 32 2 Stjørnan 19 538 442 96 32 3 Neistin 20 561 459 102 30 4 VB 20 502 498 4 20 5 Kyndil 20 460 490 -30 14 6 VÍF 19 423 533 -110 7 7 StÍF 20 398 565 -167 3 Eikligan, kvinnur 16/03 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18.00 . . . . . . . . . . . . . KÍF - ÍF Sunset-kappingin 16/03 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18.30 . . . . . . . . VÍF - Stjørnan 16/03 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18.30 . . . . . . . Kyndil - Neistin Atlantic Airways-kappingin 16/03 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19.00 . . . . . . . . . . . H71 - StÍF 16/03 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20.00 . . . . VÍF - Team Klaksvík 16/03 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20.00 . . . . . . . Kyndil - Neistin Ítróttur í kvøld: