Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 Sosialurin Kjak Jonhard Eliasen Búskaparfrøðingur Hvør kann selja rættindi til fiskiskap? Fiskivinnan rennir seg, eins og aðrar vinnur, dagliga í markn­ aðar­kreftirnar. Prísir­nir á olju, útgerð, manning og kapi­tali eru skiftandi. Váðan eru út­ gerðar­­feløg­­ini von við. Í mun til aðrar vinn­ur hevur fiski­ vinn­­an havt serligar um­­støð­ ur, tí høvuðs­rávøran – fisk­­ur­in – hevur verið latin ókeypis. Á primera marknaðinum hevur landsstýrismaðurin sum um­boð fyri parta­eigar­ ar­nar - Føroya fólk - latið rá­ vør­­una við prísinum 0 kr fyri tons­ið. Prís­váðin hevur so­ statt verið lítil, men fyri vinn­ una hevur hesin váðin verið mót­svar­aður av polit­isk­­ari til­vild, sum mann hava verið ógvuliga trupul at drag­ast við; bæði hjá eigarum av fiski­ før­um og fíggjar­stovnum. Á “second-hand” marknaði­ num hava útboð og eftir­spurn­ ingur fingið loyvi at gera seg galdandi, tá ið veiðirættindi eru keypt og seld millum fiskivinnufyritøkur. Tann einasti, sum higartil ikki er sloppin á marknaðin fyri fiskirættindi at finna líkinda marknaðarprís, er eigarin, Føroya fólk. Eitt frálíkt politiskt høvi at broyta hesa skeivu kósina stakk seg upp í 2010 í sambandi við, at Føroyar ásettu sær eginkvotu viðvíkjandi makreli . Úrslitið, sum spurdist burturúr, varð tó “business as usual”. Ogn Føroya fólks, serliga summi Av ymsum grundum eru vit innan fiskivinnuna endaði í planbúskaparligari skipan, har politiska valdið stýrir so langt niður í smálutir, at ídnastu byrokratarnir í GOSPLAN hjá Stalin ivaleyst høvdu staðið sum kánus, høvdu teir sæð, hvussu væl vit hava megnað at forfjónað marknaðarkreftirnar. Tann sum leitar við tekst- stronginum “ogn Før­oya fólks” á www.logir.fo finn­ur bert einu lógina, har løg­­tingið hevur skorið út í papp ognar­ rætt til samfelags­virði. Talan er um lóg um vinnuligan fiskiskap, har tað í § 2 verður staðfest, at livandi tilfeingið á føroyskum landleið­um v.m. eru ogn Føroya fólks. Undrunarvert er tí, at ognaráhugamálini í sam­ bandi við fiskastovnar okk­ ara higartil ikki hava verið røkt. Og løgið er, at flokkar, sum hálova skipan við markn­aðar­búskapi, í verki verja eina planbúskaparliga skip­an. Eftir­spurn­ingur og út­boð skulu ikki hittast á væl skipað­um marknaði. Virðið á veiði­rættindunum skal ikki fram í ljósmála. Vónandi kemur vend kemur í, nú makrelkvotur aftur skulu útlutast. Nei til tilfeingisskatt, ja til søluinntøkur Retorikkurin seinastu árini, sum bygdur er upp um hugtakið “tilfeingis-skattur”, hevur havt óheppið árin á kjakið um fiskirættindi. Tá statur ella kommuna skattar, er talan um við lóggávu ella øðrum valdi at taka burturav inntøku ella ogn hjá borg­ arum og fyritøkum. Fiskur­in í føroyskum sjógvi er longu ogn hjá almennu Føroy­­um, og tískil er lítið høpi í at tosa um at skatta hesa ogn. Frægari hevði verið at nýtt hug­tøk, sum t.d. søla av rætt­ indum ella privatisering. Peningurin, sum Lands­verk fær fyri sølu av gróti og skervi, er jú ikki tilfeingis­skattur. Vit hava við sølu­inntøkur at gera. Lítið høpi er somuleiðis í at siga, at pen­ing­­­­urin, sum endaði í lands­­­­kassanum í sambandi við einskilj­ing av Føroya Banka, er at rokna sum til­feingis­­­­­gjald. Talan var um søluinntøkur. Sonevndi tilfeingis­skatt­ urin, sum løgtingið samtykti við fíggjarlógini fyri 2011 og við broyting av lóg um lands- og kommunuskatt er í hesum viðfangi ikki eitt stig rætta vegin. Her er talan um ein serskatt á tær fyritøk­ urnar innan fiski­vinnuna, sum megna at skapa eitt yvirskot. Skatturin eigur av verða ógildaður, soleiðis at fiskivinnan fær somu skattligu kor at virka undir, sum aðrar vinnur. Fiskivinnan eigur hin­vegin somuleiðis at vera javn­­stillað við aðrar vinnur í sambandi við marknaðarprís fyri tær rávørur, hendan vinnan hevur fyri neyðini. Søla av fiski­rættindum frá tí almenna eigur tí at verða fingin í lag. Marknaðarlig søla heldur enn tekno­ kratisk prísáseting Rættindi at troyta makrel­ tilfeingi eiga at verða seld til tann prís, sum marknaðar­ kreftirnar hava við sær. Er vinnan illa fyri og eru útlitini fyri lønandi rakstri vánalig fellur eftir­spurningurin eftir rættindunum í umfarinum, sum nú stendur fyri framm­ an. Prísurin verður har eftir. Í staðin fyri t.d. 2 kr/kg, sum onkur fyritøka hevur hildið seg kunna bjóðað upp á rættindini, kann vera, at prísurin í staðin endar á 0,001 kr/kg ella lægri. Komandi ár kann vera, at makrel-prísir og aðrar umstøður draga øvugta vegin. Kunngerð um sølu av veiðirættindum Tá ið landsstýrismaðurin kann skipa makrelveiðuna kom­­andi kvotuskeið við null- prísi fyri rættindini kann hann ivaleyst eisini skipað hesa veiðu við marknaðar­ prísi. Hetta vildi sam­stundis verið í betri sam­svari við §2 í lógini um vinnuligan fiski­ skap. Materiella heimildin í sam­bandi við søl­una skuldi við lógini um vinnu­­liga fiski­ skap verið til staðar. Fíggjar­ heimild kann fáast í lag við eykajáttan í heyst. Tá ið betri stundir eru, eigur politiska skipanin at taka sølu av veiði­ rættindum upp til meiri djúp­ tøkna viðgerð. Men við heimild í ver­ andi lóggávu kundi lands­ stýrismaðurin í fiskivinnu­ málum m.a. tikið fylgjandi atlit í kunngerð um makrel­ býti, sum hann lýsir ein av komandi døgunum: 1. Rættindini verða seld í eindum, áljóðandi 100 tons 2. Sølan verður skipað við vanligum book-building-hátti (sí http://en.wikipedia.org/ wiki/Book_building). Til ber hjá lands­stýrinum at keypa sær ekspertisu hesum við­víkj­ andi. Ein lágtøknilig upp­boðs­ søla kundi eisini verið nýtt, um stundir ikki eru til annað. 3. Persónar og feløg sum leggja inn boð skulu lúka líknandi treytir, sum galdandi vóru, seinast makrelkvotur blivu útlutaðar. Eindir, sum nevndar eru í kapitli 5 og 6 í lógini um vinnuligan fiski­ skap eiga møguliga at kunna ogna sær upp til t.d. 30% av samlaðu kvotuni, sum verður boðin út til sølu. 4. Landsgrannskoðanin eigur at raðfesta ognar­áhuga­ málini viðvíkjandi fiski­rætt­ind­ unum høgt, serliga við at­­liti til, at rættur søluprísur fæst við avhendingini av makrel­kvot­ um o.ø. komandi tíð­ina. Eisini kappingar­-m­yndug­­leikin eigur at gera sítt til, at markn­ aðurin ikki verður skeikl­aður av kartel-avtalum og tílíkum. 5. Eingin keypari ella samtak av keyparum eigur at kunna ognað sær meiri enn t.d. 20% av samlaðu kvotuni. 6. Við keypsboðunum eigur trygd fyri gjaldsevnum at fylgja við. Tann, ið ognar sær rættindi, rindar t.d. 10% av keyps­virðinum, tá ið sølan verður framd. Tá ið kvotu­ skeiðið er av, verður av­rokn­að endaliga við atliti til veiðuna, sum spurdist burturúr. Makrelkvotur sum eksperimentarium Stóra eksperimentið við planbúskapi við polit­iskt neyvt stýrdum prísum mis­­ eydn­­aðist. Marknaðar­búskap­ urin hevur síni lýti, men er tað frægasta, heim­sins lond, sum ynskja búskapar­ vøkstur og ókorrupta polit­ iska skipan, kunnu seta sítt álit á. Marknaðar­lig søla av makrelkvotum er í hesum høpi ikki at rokna sum roynd at fara undir nakað nýtt og ókent. Tvørturímóti. Makrelur í plan­búskaparligari evju Tá sambandsfólk gráta yvir manglandi pening til almanna-, heilsu-, sosial- og ella undirvísingarsektorin, so mugu hesu tár roknast - sum krokudillutár. Tí pen­ing­ urin átti at verið har. Og einasta orsøk til, at nøkur fáa ov lítið, er, at ójavnt er býtt. Tí - hvussu nógv kostaðu skatta­lætt­ arnir, ið ABC-samgongan hevur givið? Tøl á borðið, takk. Fyri hvussu nógvar mill. kr. av land­ sins ognum hevur ABC-sam­gongan givið privatum fyri onki? Fleiri tøl á borðið, takk. Og hvussu nógv verður landskassin snýttur fyri um árið vegna væntandi eftirlit? Gevið eitt skot, takk. Nei tit, krokudillutárum tykkara kunnu tit spara bæði tykkum sjálvum og okkum fyri. Tit áttu heldur at fingið fingrarnar úr einum vissum staði og rættað skeiv­ leikarnir innan skattaskipanina, soleiðis at breiðastu herðarnir koma til at bera tyngstu byrðarnar. Tit áttu eisini at tryggja, at fólksins tilfeingi bleiv goldið og ikki latið fyri einki, samstundis sum tilfeingi átti at verið verðandi á føroyskum hondum - og ikki sum nú, tá tað av strámonnum - sum higartil hava fingið fiskiloyvini fyri onki - verður selt útlendingum fyri millióna­ upphæddir. Hetta síðst­nevnda kann við tíðini fáa hættisligar avleiðingar og gerast galin endi bæði fyri land og fólk. Tað má vera innlýsandi fyri øll - sjálvt funktionellar analfabetar - at land­sins virðir eiga at verða verð­andi fólk­sins ogn, og at henda ognin til allar tíðir eigur at vera ein av horna­stein­unum undir vælferðar­samfelagnum. Krokudillutár broyta onga gongd. Her mugu fundamentalar broytingar til, skulu ikki høgraradikalir og høgra­ heykar stjala fólksins ognir, samstundis sum teir seta byrðarnar frá sær til fólkið at bera. Fúl skomm, at láta sum um, mann skilir trongstøðuna hjá teimum veiku, samstundis sum mann sjálvur hevur skapt og skapar hana. Hyggið í speglið! Er ongin roði á kinnunum, so letist øll vón úti. Tí fólkið kann ikki liva av sjónleiki eina. Tøk græt eisini við turrum tárum á sinni, og tað kostaði Balduri lívið. Gevið okkara Balduri ein kjans - grátið av hjarta yvir støðuna og gerið so nakað við tað, tað er tað tit eru vald til. Krokodillutárini kunnu tit stinga skrátt upp. Krokudillutár sambandsmann a Dagfinnur Danbjørg