Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 7 Fyri Jón Tyril hongur allur framburðurin í Føroyum seinastu árini saman við fullveldisrákinum. Hetta hevur fingið fólk at hugsa meira altjóða - men fullveldi er politiskt longuri burturi í dag enn í 1998 LØGTINGSVAL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ríkisrættarliga støðan hev- ur ikki verið so frammar- laga í valstríðnum hesaferð í mun til seinast. Hóast kanningar hava víst, at ríkisrættarliga støðan er nakað, fólk leggja stóran dent á, so hoyra vit minst líka nógv um samkynt og onnur evni í valstríðnum. Tað er kortini fleiri, sum helst vilja tjóðskap og ríkisrætt á valskránna. Fyri unga tjóðveldismannin, Jón Tyril, hanga øll tann politiska stevnan saman við tjóðskaparliga stríðnum og fullveldinum - fortreytir fyri aðrar politiskar mál- setningnar. - Fyri ein persónur kann skapa sær sjálvum eitt lív, so má hann gerast mynd- igur. Og vit mugu eisini gerast myndug sum tjóð. Tað er grundleggjandi fyri meg, at vit mugu skapa ábyrgdina fyri okkum. Tá kunnu vit skapa rættiliga menning, sigur Jón Tyril. Hetta er fyrstu ferð tón- leikarin og festivalfyri- skiparin úr Gøtu stillar upp til løgtingsval. Hann held- ur, at vit kunnu góðskriva føroysku tjóðskaparrørsl- uni í øllum førum ein stór- an part av framgongdini í føroysku samfelagnum. - Føroyar var eitt øgiliga tilafturskomið land, áðrenn tjóðskaparrøslan byrjaði. Við tjóðskaparrørsluni komu nøkur fólk, sum vildu byggja hetta landið upp. Tann sami viljin er til staðar í dag, sigur Jón Tyril. Jón stúrir fyri, at Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkurin einsamallir sleppa í Tinganes, og so kann nógv fara fyri bakka, heldur hann. Hann heldur, at Tjóðveldisflokkurin hev- ur bakkað í fleiri førum og givið eftir fyri at royna at halda fast í fullveldis- gongdini. - Vit mugu ikki fara í ein samgongu fyri ein og hvønn prís, sigur Jón Tyril. Viðvíkjandi fíggjarliga sambandinum millum Før- oyar og Danmark í form av blokkstuðulinum, heldur Jón, at hesin eigur at minka eftir einum føstum leisti næstu árini. Hetta kann væl samskipast við yvirtøku av málsøkjum, soleiðis sum danska stjórnin hevur lagt upp til. Sett vóru stór mál í 1998, men mann hevur langt frá røkki teimum. Ert tú nøgdur við gongdina? - Har má eg svara bæði ja og nei. Í 1998 sá mann fyri sær, at Føroyar skuldu fáa fullveldi innan alt ov nógv ár. Tá settu fleiri flokkar fullveldi ella nøkrum, sum líktist sum stevnu, men nú eru vit longri frá fullveld- inum í so máta enn í 1998, og tað rokni eg við, at fólk eru skuffaði av. Men hinvegin er nógv positivt hent. Fólk eru farin at seta størri krøv. Vit eru farin at hugsa størri í Før- oyum, sigur Jón Tyril. Hann metir, at fullveldis- ráki seinastu árini hevur skapt eina hugburðsbroyt- ing á øllum økjum, sum hevur fingið fólk at hugsa meira altjóða. - Føroyingar eru vaknaðir upp á nógvar mátar, sigur Jón Tyril. Samleikin styrkjast Tosa vit um hjartamál, eins og vit hava gjørt við hinum valevnunum í greinarøðini, so er tað ikki so løgið í hesum førinum, at vit finna nógv hjartarúm til ment- anina hjá Jón Tyril. - Mentan sprettir úr ein- staka menniskjanum og er ikki nakað tað almenna ella landið skapar. Myndugleik- ar hava til uppgávu at hjálpa til í prosessini hjá mentanarligum blómum at spretta, sigur Jón Tyril. Hann vísir eisini á, at tað hevur stóran týdning at styrkja samleikan hjá før- oyingum. Jón tekur kenslu- borið til, tá vit spyrja hann um hansara sjónarmið við- víkjandi altjóðagerðing og samleika. - Eg eri grundleggjandi ósamdur við sjónarmiðin- um um at verja føroyingar móti árini uttaneftir. Nei, heldur skal okkara samleiki styrkjast, so vit duga at taka ímóti uttan at taka skaða. Eitt træ sum hevur nóg sterkar røtur tekur ikki skaða av vindinum, vatnin- um og sólini, men tekur ímóti og veksur seg stórt og sterkt. Meðan eitt træ, sum ikki hevur sterka rót skolar burtur av regni, blæsir um koll av vindi, og svíðist av av sólini. Bara tá er neyð- ugt at verja, sigur Jón Tyril. Og styrkjanin av sam- leikanum skal ikki minst finnast innan skúlagátt. Jón leggur heldur ikki fingr- arnar ímillum, tá spurt verður eftir, hvussu vit fáa meira burturúr skúlunum og børnunum. - Eg gangi persónliga inn fyri, at peningurin fylgir barninum og barnið sjálvt skal sleppa at velja skúla. So vit kunnu fáa kapping millum skúlarnar um næm- ingar. Havi heldur absolut einki ímóti privatskúlum. Lærarar eiga at fáa avriks- løn eftir, hvussu væl næm- ingarnir klára seg, sigur Jón Tyril. Víðari heldur Jón, at tað hevur alstóran týdning at fáa framleitt fleiri skúla- bøkur á føroyskum. Hann metir, at hetta vil lætta nógv um - ikki minst í fremmandamálum, har tað ikki eigur at verða lært um- vegis eitt annað fremm- andamál. Av egnum mátti À listarliga økinum heldur Jón, at landið bert í ávísum føri eigur at gjalda t.d. starvslønir. - Mest møguligt skal skapast infrastrukturur til mentanarøkið at liva av egnum mátti. Her má gerast ein ætlan sum staðfestir ábyrgdarbýti millum kommunur og land. Haldi at kommunur eiga at spæla ein nógv størri leiklut enn nú, sigur Jón Tyril. Grundsjónarmiðið hjá Jón er, at hvør einstakur skal hava møguleika at menna síni talent til gleði fyri tey, ið virðismeta tað - innan allar listagreinir og ítrótt. - Til hetta krevst at skúl- arnir taka sínar uppgávur innan mentanarliga før- leikamenning í álvara, sigur Jón. Rock City Eisini sum valevni til ting- mannastarv umboðandi Eysturoynna hevur Jón ætl- anir á mentanarliga økin- um. Við svenskari fyrimynd droymir Jón um Rock City í Eysturoyggini. - Eg droymi um og arbeiði við eini "rock city" ætlan í eysturoynni. Ein kreativur kraftsentralur. Tónleikur - spælistað, venjingarhøli, studio, ljóð, management. Eysturoyggin er vælegnað til júst hetta, heldur Jón. Tað hevur týdning sam- bært Jón at leggja størri ábyrgd á mentanarøkinum út til kommunurnar og lokalar kreftir. Tað eru einstaklingar sjálvir, sum eiga at taka stig til ymsar ætlanir, og síðani skulu land, kommunur og vinnu- lív stuðla, metir Jón. Annars heldur Jón, at lokalpolitikkur als ikki hoyrir heima á Føroya løgtingi. - Løgtingi er lands- politikkur og vónandi skjótt uttanríkispolitikkur - tær stóru linjurnar, sigur Jón Tyril. Farin at hugsa størri Stutt um... Jón Tyril er 30 ár. Starvast í løtuni á Fiskavirkinum í Gøtu. Hann er uppvaksin í Gøtu. Tá hann var nítjan ár, fór hann til Danmarkar. Ì nøkur ár ferðaðist hann millum Føroyar og Danmark. Í 1997 kemur hann aftur til Føroya, og um tað mundi stovnar hann saman við øðrum bólkin Clickhaze og tónleikafelagið Grót. Tað er eisini tónleikurin, sum fylt nógv hjá Jón og eitt tað, hann hevur bestan hug til. Hann hevur bæði verið við til at vinna Prix Føroyar og skipað fyri tónleikafestivalinum G! Jón Tyril trýr fult og fast upp á fullveldisætlaninia, men hann ásannar, at politiskt er hetta longuri burturi enn í 1998. Mynd: Jens Kristian Vang Torkil Rasmussen vil hava borgarligan politikk á skránna og eina uppgerð við stóru, dýru og oftani óneyðugu fyriitingina LØGTINGSVAL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Borgarligur politikkur er eitt hugtak, sum vit hoyra javna og kenna til. Kjakið um hvørt tað er rættast at føra borgarligan ella meira sosialistiskan politikk er altíð eitt evni til eitt og hvørt val. Ein rættiligur liberalur og borgarligur politikari ella komandi er ungi havnarmaðurin Torkil Rasmussen. Hann visti longu á heilt ungum aldri, at hann var fólkafloks- maður. Stóra fyrimyndin tá var Óli Breckmann, og í orðum og gerðum minnir Torkil Rasmussen ikki lítið um partapolitisku fyri- myndina. Torkil tók stigið til at gerast aktivur sum valevni við tí fyri eygað at fáa nak- að frá hondini. Tað var ov nemt bert at sita til kaffi- fundir; neyðugt er at gerast virkin, metir Torkil. - Hjartamálið er at fáa privatisera tær almennu fyritøkurnar, at fáa skattin niður, fáa eina proportio- nala skattaskipa við hægri botnfrádrátti, sigur Torkil Rasmussen, sum ynskir eina stigvísa gongd mót- vegis hesum góða propor- tionala skattastiga, har endamálið einaferð frammi í tíðini er at fáa ein stóran botnfrádrátt og so eitt skattaprosent fyri allar inn- tøkur. - Eg sum liberalur kann als ikki góðtaka, at upp í 60 kr. av hvørjum hundrað hjá einum arbeiðsmanni verða tiknar frá honum í bein- leiðis ella óbeinleiðis skatti. Og hvat fara teir so til? Til at fíggja eina alt ov stóra almenna fyrisiting og til at fíggja allar møguligar almennar stovnar, sum tykjast óneyðugir, sigur Torkil Rasmussen. Marknaðartreytir Tá hann sipar til at privati- sera almennu fyritøkurnar, so meinar Torkil, at hetta skal gerast í smáum fyri at tryggja ein so góðan prís sum gjørligt. Ì fyrstu atløgu hugsar hann um fyritøkur sum Atlantic Airways, Før- oya Banka og aðrar. Og er ikki nóg mikið av fíggjar- ligari orku at keypa hesi fyri í Føroyum, so heldur Torkil einki vera í vegin fyri, at útlendskir íleggjarar sleppa upp í part. - Tað skal vera møguleiki hjá øllum at seta pengar, sum hava hug. Hetta er ikki ein tjóðskaparligur spurn- ingur, men ein búskaparlig- ur spurningur, sigur Torkil Rasmussen. Ábyrgdina fyri, at ongar privatiseringar eru framdar, hóast eitt álit er skrivað, fær Tjóðveldisflokkurin frá Torkili. Og peningurin, sum kemur inn fyri at selja hesar fyritøkur, skal fyrst og fremst fara til at gjalda skuldina niður hjá tí alenna og síðani í Landsbankan. - Fyrst og fremst snýr tað seg um at fáa nakrar vinnu- fyritøkur at virka á privat- um hondum og undir marknaðartreytum, sigur Torkil Rasmussen. Er tað ikki trupult at dyrka hetta liberala í einum meira ella minni sosialist- iskum vælferðarmodellið, sum vit hava í dag? - Longur út í tann liberala partin, tú fer, so fert tú at hoyra til tann partin, sum hálar bandið longst. Har tú veruliga kann fáa nakrar broytingar og ikki kom- promiloysnir, sigur Torkil Rasmussen. Torkil siga seg vilja fáa so nógv sum gjørligt hjá tí almenna út á privatar hend- ur, men neyðugt er at hava eitt gott sosialt trygdarnet fyri tey, sum veruliga hava brúk fyri tí, metir Torkil. - Tað eru nakrar tænastu í samfelagnum, sum als ikki kunnu bera seg á almenn- um hondum, sigur Torkil Rasmussen. - Vit skulu inn at hyggja í teimum útreiðslutungu økunum hvør tað er, sum kann arbeiða og hvør tað er, sum veruliga hevur brúk fyri hjálp, sigur Torkil. Hann fegnast eisini um, at í valstríðnum í ár eru onnur og fleiri mál enn loysing og samband komin á dagsskránna. - Tað sosialistiska mo- dellið endar við húsagangi. Tað hava teir eisini sæð í Danmark, og tí er neyðugt við broytingum, sigur Torkil Rasmussen. Sjálvstýrismaður Tá vit royna at fregnast eftir, hvør støðan hjá unga fólkafloksmanninum er viðvíkjandi teirri nógv um- røddu ríkisrættarligu støð- uni, so er fyrsta orðið Torkil Rasmussen setir á seg sjálvan: Sjálvstýrismaður. - Málið skal vera full- veldi, men eg vil ikki seta nakað ávíst áramál á. Vit skulu yvirtaka so hvørt tað er fíggjarliga forsvarligt, sigur Torkil Rasmussen. Hann sigur tað fyrst og fremst vera av alstórum týdningi, at livistøðið í Før- oyum ikki lækkar. Men hann gongur inn fyri loys- ing. - Sjálvandi skal ein og hvør tjóð og einstaklingur kunnu sæta sær sjálvum. Tú kanst ikki kalla teg libe- ralan og liva undir einum øðrum, sigur Torkil Ras- mussen. Hann sigur seg ikki hava álit á dønum: At teir lata heimastýrislógina vera, sum hon er. - Yvirtøkulógin tryggjar okkum, at vit kunnu gera sum vit vilja sjálvi - tillaga okkum yvirtøkurnar eftir fíggjarligu støðuni, sigur Torkil Rasmussen. Torkil heldur tað vera møguligt og neyðugt at yvirtaka í øllum førum Fólkakirkjuna og útlend- ingamál næstu fýra árini. Tað er somuleiðis av stórum týdningi sambært Torkili, at blokkurin verður minkaður so líðandi hesi næstu árini. Geografiskt skilagott Ì løtuni starvast Torkil sum læraravikarur í Tórshavnar kommunuskúla. Hann trív- ist væl í hesum starvi. Tórshavnar kommunuskúla verður verandi har hann her í nógv ár enn, men tosað hevur nógv at flyta al- mennar stovnar út um høvuðsstaðin. Torkil Ras- mussen heldur Havnina vera skilabesta staðið at hava hesar stovnar. Men annars eru tað ikki tey nógvu vallyftini, hann hevur til sítt egna valdømi. - Føroyar skuldi verið eitt valdømi, sigur Torkil Ras- mussen. Liberal stevna Mynd: Liberalur og sjálvstýrismaður. Torkil Rasmussen hevur funnið sín politiska heimstað í Fólkaflokkinum Mynd: Jens Kristian Vang Stutt um... Torkil Rasmussen er 20 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Havn. Í summar gjørdist hann studentur, og hann hevur síðani starvast sum læraravikarur í Tórshavnar kommunuskúla sum lærararvikarur. Hann hevur verið íðin fólkafloksmaður heilt frá ungum aldri og aktivur í Fólkafloksungdómi. C M Y K 7 6