sunnudagur 18. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Trettan til toppin
Valstríð verður ført á øllum frontum. Líka frá smáa persónliga sambandinum á gøtuni, í
telefonini, í heimunum til breiða propaganda í fjølmiðlum, á húsaveggjum og á val-
fundum.
Og valstríðið er í hæddini í hesi løtu, og talan er bara um tímar, sum eru eftir at reka í.
Fólk skulu nú seta sínar krossir við kosna valevnið, og tá er eingin vegur aftur. Í øllum
førum ikki fyrr enn við næsta val, sum verður um fýra ár – ella kanska tvey.
Lyftini eru mong, summi øðrvísi enn onnur, summi bara ov langt úti, og summi uttan iva
verulig og erlig.
Her lata vit oddafiskarnar í teimum sjey uppstillaðu flokkunum fáa orðið eina seinastu
ferð í teigunum her á blaðnum, áðrenn valdyrnar lata upp.
Hetta eru fólk, sum hava verið nógv frammi seinastu vikurnar, og tað er uttan iva millum
hesi fólkini, at næsti leiðarin í landinum skal finnast.
Vit hava sett toppunum í teimum ymisku flokkunum trettan spurningar. Summir eru á
politisku bógvin, meðan aðrir eru meira persónligir.
Við hesum ynskja vit øllum eitt gott løgtingsval.
Lagt til rættis:
Eyðun Klakstein og Solby Eliasen
A
Anfinn Kallsberg, Fólkaflokkurin
Hvat er tað besta við, at tað er val?
– Tað er tað, at borgarin sleppur fram at
við sínum ynskjum. Og at hesi so verða
umsett til eitt nýtt løgting og landsstýri.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
– Tað havi eg ikki ánilsi fyri. Dugi ikki at
meta um tað, men eg eri sera glaður fyri
hvørja ta einastu atkvøðuna.
Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
– Tað dugi eg illa at meta um, men vón-
andi verður tað nóg mikið, at Fólkaflokk-
urin aftur fer at sita í samgongu.
Hvat etur tú valkvøldið?
– Valkvøldið havi eg ongantíð tíð til at
eta. Ein hevur úr at gera við at fáa fólk at
fara á val. Og seinastu valini havi eg eisini
skula til Havnar í studio, so tað hevur ikki
verið nakað át.
Hvat bjóðar tú,um tú verður afturvaldur?
– Tað hevur vanliga verið so, at tá eg eri
afturkomin úr Havnini, so plagar at vera
fult hús til ein góðan kaffimunn og køkur.
Hevur tú keypt tær klæðir til valstríðið?
– Nei, tað havi eg ikki.
Hevur tú verið hjá frisør?
– Nei, ikki júst til valstríðið. Men eg var
hjá frisør fyrst í árinum.
Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri!
– Eg fari at arbeiða fyri øllum málunum
hjá flokkinum. Tað er altíð ringt at taka
eitt burturúr, tá setur tú øll hini eftir.
Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum
tú kennir?
– Uha…tað veit eg ikki. Taki ongan burt-
urúr, so har meldi eg pass.
Um onkur hevði bjóðað tær sína at-
kvøðu fyri 100 krónur, hevði tú so tikið
av?
– Nei! Ein keypir ikki sín demokratiska
rætt.
Hvussu nógvar pengar brúkar tú uppá
valstríðið?
– Eg brúki ikki pengar upp á tann persón-
liga valkampin. Eg sendi ikki brøv út,
havi heldur ongar plakatir. Eg brúki tann
framíhjárættin, eg havi við at vera for-
maður floksins.
Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður
afturvaldur?
– So fari eg at leita mær eftir einum øðr-
um arbeiði. Og tað verður ikki lætt eftir
24 ár í politikki. Spurningurin er, um ein
kann brúkast til nakað annað.
Hvør verður løgmaður?
– Tað veit eg ikki. Tað veldst um, hvussu
flokkarnir umseta fólksins avgerð til.
B
Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin
Hvat er tað besta við, at tað er val?
– At tað er ein møguleiki at fáa eina
nýggja leiðslu í landinum.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við
at fáa?
– Tað avgerð veljarin.
Hvussu nógvar atkvøður fær
flokkurin?
– Eg vóni, at Sambandsflokkurin fær eitt
gott val. Vónandi betri enn seinast, sum
eisini var sera gott.
Hvat etur tú valkvøldið?
– Familjan plagar at gera ein góðan døg-
urða. Nú eri eg ikki sum nógvir av hinum
politikarunum, sum hava eina konu gang-
andi heima.
Hvat bjóðar tú, um tú verður vald aft-
ur?
– Vinir og kenningar plaga at koma inn á
gólvið, men ofta eru nógv farin avstað
aftur, áðrenn eg komi heim valkvøldið.
Men familjan plagar at hjálpa mær við at
vera inni.
Hevur keypt tær klæði til valstríðið?
– Nei, eg havi brúkt tað sum eg átti, og so
havi eg fingið okkurt smávegis.
Hevur tú verið hjá frisør?
– Ja, eg var í síðstu viku, men tað var tí, at
eg trongdi til at blíva klipt.
Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri?
– Vælferðini í Føroyum.
Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum
tú kennir?
– Tað eru fleiri stuttlig fólk í politikki.
Hendrik Old er óføra stuttligur, og mær
dámar væl, tá ið hann er í góðum lag.
Um onkur hevði bjóðað tær sína at-
kvøðu fyri 100 krónur. Hevði tú tikið
av?
– Nei, tað hevði eg ikki svarað til.
Hvussu pengar brúkar tú upp á valstríðið?
– Eg brúki eitt sindur, men ikki so nógv
sum summi gera. Lýsingar kosta, og tí má
eg brúka nakað av pengum.
Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður
afturvald?
– So hevði eg konsentrerað meg um
fólkatingsarbeiðið, og annars brúkt meira
tíð til at lisið og verið saman við familj-
uni. Slíkt sum tað kann vera trupult at fáa
tíð til við øllum politikkinum.
Hvør verður næsti løgmaður?
– Tað avger veljarin í grundini eisini –
C
Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin
Hvat er tað besta við, at tað er val?
– Tað besta man vera spenningurin, sum
er í luftini eitt valkvøld. Ongin dagur lík-
ist valdegnum. Tað er ein heilt serligur
spenningur í luftini.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
– Tað havi eg onki boð uppá. Havi verið
vælsignaður við heilt fitt av atkvøðum
higartil, so eg vóni bara, at eg verði aftur-
valdur.
Hvussu nógvar atkvøður fær flokkurin?
– Her er næstan tað sama svarið galdandi.
Men aja, eg veit ikki. Fær flokkurin einar
7.000 atkvøður, so er tað nakað at tosa
um.
Hvat etur tú valkvøldið?
– Eg plagi ongantíð at eta nakað serligt
sjálvt valkvøldið. Tá er ein upptikin, til
valhølini lata aftur. Ein roynir jú at fylgja
við og stríðast til tað seinasta. So matur er
ikki nakað, sum liggur frammarlaga val-
kvøldið.
Hvat bjóðar tú, um tú verður aftur-
valdur?
– Tað góða samfelagið.
Hevur tú keypt tær klæðir til valstríðið?
– Nei, ikki beinleiðis til valstríðið. Eg
mátti skifta stóran part av klæðunum út
herfyri, so tey eru rættuliga nýggj enn.
Hevur tú verið hjá frisør?
– Ja, tað havi eg. Bleiv kliptur í síðstu
viku.
Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri!
– Vælferð.
Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum
tú kennir?
– Lat okkum bara siga Jóhan í Kollafirði.
Tað er hann jú pr. definitión.
Um onkur hevði bjóðað tær sína at-
kvøðu fyri 100 krónur, hevði tú so tikið
av?
– Nei!
Hvussu nógvar pengar brúkar tú uppá
valstríðið?
– Eg brúki teir pengarnar, sum tað kostar
mær at ferðast aftur og fram millum høv-
uðsstaðin og valstaðið. Tað er í stórum
tað. Eg havi ongar plakatir ella lýsingar
sum so. Og talið á valgreinum er heldur
ikki nógv. So eg brúki ikki nógvar pengar
upp á tað persónliga valstríðið.
Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður
afturvaldur?
– Eg hevðið verðið sera harmur, um tað
hendir. Men ein politikari má altíð vera
greiður yvir, at tað kann henda, so eg
hevði gingið inn í meg sjálvan. Og so tik-
ið mítt starv uppaftur sum lærari á Tvør-
oyri.
Hvør verður løgmaður?
– Tað dugi eg ikki at siga. Tað veldst um,
hvør samgongan verður eftir valið. E
Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin
Hvat er tað besta við, at tað er val?
– Tað besta við valinum er, at fólk fáa
høvi at siga sína hugsan um framtíðina.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við
at fáa?
– Tað havi eg ikki ánilsi fyri. Men eg
vóni, at tað verður rímuligt.
Hvussu nógvar atkvøður fær flokkur-
in?
– Tað veit eg heldur ikki, men eg vóni, at
tað verður meira enn seinast.
Hvat etur tú valkvøldið?
– Eg plagi ikki at eta valkvøldið. Køkur
ella smyrjibreyð í sjónvarpinum. Ein hev-
ur so nógv at gera valkvøldið, at tað verð-
ur ofta bara til eina heilt seina máltíð, og
tá er tað ofta breyð og skerpikjøt.
Hvat bjóðar tú, um tú verður aftur-
valdur?
– Smyrjibreyð við føroyskum viðskera.
Hevur tú keypt tær klæðir til valstríð-
ið?
– Ja, tað havi eg. Tveir jakkar, tvær
skjúrtur, tvey slips. Tað er ikki ofta, at eg
keypi mær klæðir. Tað er sum lundi á
jólanátt.
Hevur tú verið hjá frisør?
– Nei, tað havi eg ikki.
Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri!
– Eg fari at arbeiða fyri einum frælsum,
føroyskum samfelag fyri øll.
Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum
tú kennir?
– Tað stuttligasta valevnið, sum eg kenni
er Bjarti Thomsen, sum er á sambands-
listanum. Tað einasta vallyftið hjá honum,
sum eg trúgvi uppá, er, at tað verður full
sólarmyrking í 2012.
Um onkur hevði bjóðað tær sína at-
kvøðu fyri 100 krónur, hevði tú so tikið
av?
– Nei! Eg hevði ongantíð tikið pengar fyri
eina atkvøðu.
Hvussu nógvar pengar brúkar tú uppá
valstríðið?
– Eg havi nakrar plakatir og skrivi nakrar
valgreinir. So alt í alt einar 10.-12.000
krónur.
Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður
afturvaldur?
– So fari eg at fremja samfelagsgagnligt
arbeiði á annan hátt. Gera ymiskt, sum ein
ikki hevur stundir til, tá ein er í politikki.
Hvør verður løgmaður?
– Høgni Hoydal.
K
Johan í Kollafirði, Hin Stuttligi Flokkurin
Hvat er tað besta við, at tað er val?
– Val er skeg og feitt, og tað eru bara teir
tápuligu politikararnir, sum siga tað, teir
meina. Tað kundi faktiskt verið soleiðis
altíð
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við
at fáa?
– Eg fiski ikki eftir persónligum atkvøð-
um. Eg havi ikki biðið nakran velja meg
persónliga.
Hvussu nógvar atkvøður fær flokkur-
in?
– Tann breiði boðskapurin hjá okkum skal
gera, at vit fáa allar atkvøðurnar.
Hvat etur tú valkvøldið?
– Valkvøldið er bara ein av dagur av
mongum. Tí geri einki óvanligt burturúr.
Hvat bjóðar tú, um tú verður valdur
aftur?
– Einki. Eingin skal vænta, at um við-
komandi atkvøður fyri mær, so fær hann
ein lítlan. So eg haldi einki, men kanska
geri eg tað alíkavæl.
Hevur keypt tær klæði til valstríðið?
– Nei, ikki til valstríðið, tí eg brúki altíð
tey somu klæðini til tað. Tað er umráð-
andi, at fólk kenna meg aftur, og fyri ikki
at forvirra tey, so brúki eg somu klæðini.
Hevur tú verið hjá frisør?
– Nei, eg brúki sum minst av pengum til
valstríðið.
Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri?
– Eg vil hjálpa teimum, sum eru illa fyri
sosialt, og eg vil halda vallyftini, sum hini
valevnini koma við. Eg skal vera ein støð-
ug áminning um, hvat teir hava lovað.
Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum
tú kennir?
– Tað eri eg. Hinir eru bara stuttligir í for-
hold til, hvussu keðiligur politikkur er.
Nú er tann ektaða vøran komin.
Um onkur hevði bjóðað tær sína at-
kvøðu fyri 100 krónur. Hevði tú tikið
av?
– Nei, so hevði eg roynt at loyst trupul-
leikarnar, sum viðkomandi hevur.
Hvussu pengar brúkar tú upp á val-
stríðið?
– Ætlaði at brúka 400 krónur, men Kall
hevði eitt tilboð fyri 250 krónur.
Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður
valdur?
– Eg havi nakað. Eg havi tað gott, og tað
havi eg tað eisini aftan á valið.
Hvør verður næsti løgmaður?
– Eg. Kirkegaard segði, at skalt tú hjálpa
nøkrum, skalt tú fara niður til tey. Um eg
skal hjálpa politikarunum, so má eg fyrst
upp um teir og síðani niður til teir. Tí má
eg verða løgmaður.
D
Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin
Hvat er tað besta við, at tað er val?
– Tað er, at veljarin fær høvi at siga sína
hugsa, og at vit politikarar fáa at vita, hvat
veljarin heldur.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við
at fáa?
– Eg fekk 169 atkvøður seinast, og eg
vóni, at tær verða ikki færri hesaferð.
Hvussu nógvar atkvøður fær flokkur-
in?
– Sjálvstýrisflokkurin miðjar eftir at fáa
tveir løgtingslimir, so vit skulu hava fleiri
atkvøður enn seinast.
Hvat etur tú valkvøldið?
– Gongur tað væl, so verður tað ræst kjøt
og súpan.
Hvat bjóðar tú, um tú verður valdur
aftur?
– Eg havi fyrr roynt at verið valdur, og tá
hava vit havt opið hús við røstum kjøti.
Hevur keypt tær klæði til valstríðið?
– Nei, tað havi eg ikki. Eg eigi tríggjar
klædningar, ein ljósan og tveir myrkar, og
tað er nóg mikið.
Hevur tú verið hjá frisør?
– Nei, og tað verður tað neyvan til nú áðr-
enn valið.
Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri?
– Tað eru serliga tvey ting, sum liggja
mínum hjarta nær. Fiskivinna og landbún-
aður.
Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum
tú kennir?
– Har er kappingin hørð, men skal eg vera
púra erligur, so haldi eg, at tað er Óli
Breckmann. Tá ið hann er í essinum, tá
verður hann ikki tikin.
Um onkur hevði bjóðað tær sína at-
kvøðu fyri 100 krónur. Hevði tú tikið
av?
– Nei, hvørki eg ella Sjálvstýrisflokkurin
eru til sølu.
Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á
valstríðið?
– Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki stóra
fíggjarliga orku, og tí gjalda valevnini
sjálvi fyri valgreinar og annað. Eg sigi
sum Churchill, at valstríðið kostar blóð,
sveitta og tár, men eg havi ikki brúkt so
nógvar pengar.
Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður
afturvaldur?
– Eg vil siga, at tað er ein hypotetiskur
spurningur, men um tað skuldi hent, so
havi eg fýra mánaðir at umhugsa meg í.
Eg rokni við, at so fari eg í bátin hjá mær
og fari at rógva út.
Hvør verður næsti løgmaður?
– Johan í Kollafirði segði, at hann fór at
verða næsti løgmaður, men eg haldi, at
tað er nakað egoistiskt at siga, at eg verði
næsti løgmaður. Mest sannlíkt er, at tað
verður Sambandsflokkurin, sum fær løg-
mann, og so verður tað helst Lisbeth L.
Petersen. Men skuldi okkurt óvæntað
hent, so fer Sjálvstýrisflokkurin ikki at
bera seg undan, um vit fingu bjóðað løg-
mannin.
H
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Hvat er tað besta við, at tað er val?
– Hvussu heppin vit eru, at vit hava fólka-
ræði og sleppa á val. Hendan møguleika
hava tey ikki allastaðni.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við
at fáa?
– Umleið 300.
Hvussu nógvar atkvøður fær flokkur-
in?
– Vit stíla eftir 1500 atkvøðu. Tað eru
einar 300 fleiri enn seinast og høvdu verið
nóg mikið til tveir løgtingslimir.
Hvat etur tú valkvøldið?
– Undir valstríðnum etið eg millum lítið
og einki, so tað er tann besti slankikurur-
in. Valkvøldið plaga vit at hava drýl við
rullupylsu og skerpikjøti.
Hvat bjóðar tú, um tú verður valdur
aftur?
– Vit plaga at hava nógvar gestir val-
kvøldið, og tá eta vit drýl við rullupylsu
og skerpikjøti. Vit búgva nærindis Norð-
urlandahúsinum, so tað er stuttur teinur at
fara heima aftaná valið. Tað plagar at vera
eitt sera gott kvøld, sum varðar út á nátt-
ina.
Hevur keypt tær klæði til valstríðið?
– Nei, tað burdi eg havt gjørt, men tað
hevur verið so hektiskt, at eg havi ikki
fingið upp í lag.
Hevur tú verið hjá frisør?
– Ja, eg var millum jóla og nýggjárs, og
tað var við valinum í huga. Eg skal jú í
sjónvarpið...
Nevn eitt mál, sum tú vilt arbeiða fyri?
– At verja kristna grundarlagið, sum land-
ið hvílir á.
Hvør er tað stuttligasta valevnið, sum
tú kennir?
– Har setti tú meg skákmát. Eg má siga
Johan í Kollafirði, hóast hann er ikki so
stuttligur, sum stuttligir menn skulu vera.
Men hann hevur havt onkra góða.
Um onkur hevði bjóðað tær sína at-
kvøðu fyri 100 krónur. Hevði tú tikið
av?
– Nei, eg hevði sagt við viðkomandi, at so
skuldi hann ikki atkvøtt fyri mær. Eg vildi
ikki havt hansara atkvøðu ókeypis, skuldi
tað verið.
Hvussu pengar brúkar tú upp á val-
stríðið?
– Eg vænti ikki, at tað verður meira enn
einar 1500 krónur. Fólk skulu velja meg
út frá tí, sum eg geri til dagliga, og ikki út
frá tí, sum eg geri beint áðrenn eitt val.
Nýggj valevnið hava meira brúk fyri at
markera seg og greiða frá hvørji, tey eru,
men tað havi eg ikki.
Hvat fert tú at gera, um tú ikki verður
afturvaldur?
– Eg havi mítt borgarliga starv at røkja,
og annars hevði eg fingið betri stundir til
andaligt virksemið – verið meira á
Lindini og farið kring landið at prædikka.
Hvør verður næsti løgmaður?
– Eg tori ikki at gita. Alt kann henda í pol-
itikki, og tað, sum politikarar siga í dag,
kann verða beint øvugt aftan á valið. So
tað skuldi ikki undrað meg, um tað varð
sami maður, sum helt fram sum løgmaður
– tað er í øllum førum eitt líka gott boð
sum nakað annað.
10
Nr. 12 - 20 januar 2004
Nr. 12 - 20 januar 2004
11
C
M
Y
K
11
10