Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 23 Tiltakið, Speakers Corner, í gongu- gøtuni í Havn leygar- morgunin var bæði skemtingarsamt og speiskt til tíðir. Johan í Kollafirði var í essi- num og ráddi før- oyska fólkinum til at eta fleiri Kellogg´s Bran Flakes. tí har eru nógvar K- vitaminir í. SPEAKERS CORNER Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Leygarmorgunin skipaði ÍSB fyri sonevnda Speakers Corner á gongugøtuni í Havn. Tað merkist, at val- stríðið er í hæddini og góða undirtøkan leygarmorgunin ber boð um, at fólk eru veruliga komin í valhýr. Bretar eru kendir fyri Speakers Corner og nú er bretska siðvenja komin á okkara leiðir. Valevnini fyri flokkarnir fingu hvør sína megafon og so ráddi um at rópa harðast fyri at fáa boð- skapin út til áhoyararnar. Valevnini fingu fýra ferðir møguleika at greiða stutt og greitt frá, hvørji mál flokk- arnir standa fyri. Hilmar Jan Hansen var orðstýrari og stýrdi við harðari hond, so valevnini hildu ásettu tíðina Tríggjar kvinnur Kvinnurnar vóru væl um- boðaðar á Speakers Corner leygarmorgunin. Ein væl- uppløgd, Annita á Fríðriks- mørk, greiddi frá avrikun- um hjá Tjóðveldisflokk inum farnu seks árini og framløgan var eftir øllum at døma sannførandi, tí mitt í rokanum fekk hon ein koss frá einum av áhoyrarunum Malan Johansen fyri Sjálvstýrisflokkin hevði brynjað seg við eini fram- løgu sum bar upp á rím. Framløgan hjá henni var helst tann mest hugflogs- ríka. Malan segði seg mill- um annað vilja hava eitt Føroyar fyri øll, har pláss er fyri øllum samfelagsbólk- um Katrin Dahl Jacobsen fyri Javnaðarflokkin endur- gav rappið hjá Kristiani Magnussen og endurtók at nú má vend koma í. Hon helt, at tørvur er fyri veruligum realpolitikki, eftir seks ár við klandri og braki, og tí realpolitikkin- um borgar Javnaðarflokk- urin fyri Johan í essinum Eftir eina heldur ivasama byrjan, er Hin stuttligi flokkurin við at finna seg sjálvan í valstríðnum. Jóhan í Kollafirði helt á, har hann slepti í Útvarpi Føroya fríggjakvøldið. Hann ráddi øllum til at eta fleiri K-vitaminir (Hin stuttligi flokkurin er listi K, blðm) og tær kundi ein fáa í stórum nøgdum við at eta Kellogg´s Bran Flakes, sum hann málbar seg. Áhoyrararnir hugnaðu sær óført hvørja ferð, Johan stóð fyri tørni við sínum heldur øðrvísi boðskapi. Johan í Kollafirði greiddi millum annað frá, at val- stríðið hjá sær hevði kostað 250 krónur higartil og tað helt hann ikki verða so galið Speiskur Óli Óli Breckmann umboðaði Fólkaflokkin og hann helt speiskliga fyri, at Johan í Kollafirði hevði verið eitt frálíkt formansevni í Sam- bandsflokkinum, tí flokk- urin hevði í løtuni einki frægari evni. Hann rósti eisini einskiljingarpolitikk- inum hjá Javnaðarflokkin- um, nú teir hava framt tað bragd at einskilja 85 ára gamla skipið Barskor. Heðin Mortensen tosaði um, at Sambandsflokkurin var trygdin fyri vælferð í Føroyum og fullveldið hevði spælt fallit. Tummas Juul Askham fyri Mið- flokkin royndi av øllum alvi at sannføra fólk um at velja Miðflokkin komandi týsdag, so Føroyar fáa ein sterkan Miðflokk á ting. Tann politiska málageip- anin var í hæddini og orðini fuku um allar geilar.. Nakrar vóru stuttligar, aðrar vóru speiskar og meira álvarsamar, men samanumtikið hugnaðu fólk sær óført tann góða hálva tíman í góðveðrinum á gongugøtuni leygarmorg- unin. Speiskt og stuttligt Johan í Kollafirði var væl upplagdur leygarmorgunin. Eftir eina heldur ivasama byrjan upp á valstríðið, er Hin stuttligi flokkurin við at finna sítt pláss. ÍSB seldi kaffi og ikki minst tær umstríddu grønu keksirnar í samband Speakers Corner. Soleiðis sær eitt Speakers Corner út í Føroyum. Hugtakið, Speakers Corner, er upprunaliga úr Onglandi. Fólk møttu fjølment upp til tiltakið hjá ÍSB leygarmorgunin Kvinnurnar vóru væl umboðaðar á Speakers Corner. Malan Johansen, Katrin Dahl Jacobsen og Annita á Fríðríksmørk smæddust als ikki burtur millum Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen sungu og spældu, áðrenn valevnini sluppu framm at. C M Y K 23 22