Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 25 Fríggjakvøldið var Platform karmur um eina politiska veitslu við básum, røðum, rokktónleiki og diskoteki POLITISK VEITSLA Kristian E. Andersen Politiskir básar fyltir við plakatum, valskráum og appelsinum. Poltiskar snar- røður við garvillum retor- ikki í hásætinum. Politiskur rokktónleikur og rappsang- ur. Politiskur snapsur og politiskt kjak í krókunum. Stutt sagt, ein sonn politisk veitsla. Platform og polit- isku ungmannafeløgini høvdu fríggjakvøldið tikið stig til eina rimmar veitslu í høli Platforms. Ein rúgva av fólki vóru savnað, og har í millum vóru nógv kend politisk andllit at síggja. Básar og snarrøður Fólkafloks Ungdómur, Ungmannafelagið Sam- band, Sosialistiskt Ung- mannafelag og Unga Tjóð- veldi høvdu øll gjørt sær ómak við at pynta hvør sín bás við plakatum, valskrá- um og faldarum, og ein ávísur básur, er hann nevndur er hann kendur, hevði eisini fingið sær appelsinir til vega. Eisini fingu tey fýra ungu valevnini, Torkil V. Rasmussen úr Fólkaflokki- num, Michael Jensen úr Sambandsflokkinum, John Johannessen úr Javnaðar- flokkinum og Rúni Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, møguleika at royna seg sum snarrøðarar. Teir fingu ein minutt í part at sannføra gestirnar í Platform um, at júst teirra politikkur var tann besti. Og tað var ikki við mýkindum, at teir gjørdu sær dælt av hesum møguleikanum. Rokktónleikur og rappsangur Fýra rokkbólkar høvdu framførslu á veitsluni, og onkur teirra hevði eisini politiskt innihald. Bólkurin 200 er kendur fyri sínar loysingarsinnaðu tekstir, og heldur ikki hesaferð sviku teir tann loysingarsinnaða partin av lurtaraskaranum. Hinir bólkarnir vóru Zink, Páll Finnur Páll og Ólavur Øster Band. Eisini nýggi politiski rappsangurin hjá Kristiani Magnussen úr Javnaðarflokkinum var spældur ferð aftaná ferð hetta kvøldið. Snapsur Í barrini í Platform var møguligt at keypa sær ein politiskan snaps hetta kvøldið. Hvør flokkur hevði sítt egna slag. Fólka- floksfólk høvdu møguleika at royna sær A-skot. Sam- bandsfólk B-skot. Javnað- arfólk C-skot og Tjóðveld- isfólk E-skot. Hýrurin var góður í Platform fríggjakvøldið, og í nærum hvørjum króki hoyrdist politiskt kjak, og nógv kend politisk andlit vóru at síggja. Teirra mill- um sást ein rappsangari, sum tóktist heldur errin og glaður, hvørja ferð ein ávís- ur sangur var spældur. Politisk veitsla í Platform Kendur løgur í serligum fløskum: Á Platformi høvdu tey gjørt serligar etikettir á fløskurnar, ein til hvønn flokk, so bæði stavur og litur passa Formaðurin í Havnar Framburðsfelag, Åge Arnoldson, hugnaði sær saman við ungu kvinnuligu valevnunum hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi, Turið Christophersen og Anniku Olsen John Johannessen úr Javnaðarflokkinum býtti út C-vitaminir í formi av appelsinum Rapparar: Kristian Rapp Magnussen var eisini á Platformi saman við teimum ungu fríggjakvøldið. Stoltur var hann, tá rapp-lagið hjá honum varð spælt aftur og aftur. Á myndini spyr hann Niels Una Dam, nær lagið verður nummar eitt á »fimtan teimum bestu« Básurin hjá Unga Tjóðveldinum. Fremstur stendur Finnur Joensen á Argjum Tey politisku ungmannafeløgini høvdu prýtt hvør sín bás Zink var ein av tónleikabólkunum, sum spældi til dansin á Platformi fríggjakvøldið Tveir SU’arar – og uttan iva fjepparar hjá John Johannessen… C M Y K 25 24