Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 18. januar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VALGREINAR Nei til avkristning av samfelagnum Petur Poulsen valevni hjá Miðflokk- inum í Sandoyar valdømi Tað er einki at dylja yvir at Miðflokkurin er flokk- ur teirra kristnu, og at vit royna at appelera til tey trúgvandi fyrst og fremst. Harafturímóti er ikki sagt at ikki allur stuðul er kærkomin. Hví er tað so, at vit hava so ringt við at náða øll tey mongu trúgvandi her á landi? Eru vit for klombrut við at fáa fram boðskap okkara? Um so er vil eg róyna enn eina fer. Vit ynskja at vera tann flokk- ur, íð byggir samfelagið eftir grundsjónarmiðum bíbliurnar. Trýrt tú ikki at bíblian kan vera eitt gott grundarlag fyri samfe- lagið, kanst tú steðga her. Trýrt tú hinvegin á Guds orð og ert vanur við at lesa tað, veitst tú at bíblian er besta útgangs- støði í øllum lívsins við- urskiftum. Vit kunnu ásanna at rákið uttanífrá til at avkristna tjóðina er sterkt. Miðflokkurin er tann flokkurin, íð vil standa ímóti hesum ráki. Vit vilja arbeiða ímoti rúsmisnýtslu, sundur- skiljing av familjum, harðskapi og pornografi, bara fyri at nevna nøkur dømi. Tað íð er nevnt her, og meir afturat, gevur ómetaligar líðingar har bæði børn og vaksin eru offur. Bíblian sigur okkum, um at Harrin gav Mósesi boð um, at han skuldi gera sær tveir lúðrar av slignum silvuri, og at tey skuldu blása í teir tá samkoman skuldi savn- ast. Tað bleiv blást í lúðr- arnar tá veitslur skuldu vera, eisini blástu tey í lúðrarnar, tá íð vaktar-ar- nir á múrinum sóu fígg- indan nærkast, so at Ísraelsmenn kundu savn- ast og gera seg til reiðar. Jerimias 6, 17 sigur: Eg setti tykkum vaktarar og segði: Aktið eftir, táið lúðurin ljóðar! Men tey svaraðu: Honum lurta vit ikki eftir! Umboðini í Miðflokk- inum blása í lúðurin. Tann einasti flokkurin har øll blása sama tóna: Tað er eitt álop á veg! Tað er ikki til at taka feil av, um tú gevur gætur eftir lúðurinum so boðar hann ikki til veistlu, men til at fara í herna móti álopi. Eg nokti at trúgva, at vit eru komin so langt sum Ísrael í Jeremiasa tíð. Nei eg trúgvi ikki, at vit eru komin so langt, at myrkrið fjalir jørðina, so ein ikki fær arbeitt meir. Sum kristin hava vit ábyrgd. Okkara mein- ingar, orð og handlingar skulu vera grundað á tann klett vit standa á. Tá íð Ísrael hevði kongar, ið óttaðust Gud, og sum ruddaðu út avgudarnar, hevði landið búskaparlia frammgongd. Tá íð Ìsrael hevði kongar ið ikki óttaðust Gud og loyvdu avgudadyrkan, hevði landið búskaparligar kreppur. Er tað øðrvísi nú, er Gud broyttur? Hvat fyri samfelag vilt tú hava í framtíðini? Eit samfelag har: Rúsevnis- misnýtarir fáa rúsevni (metadon) frå læknanum, har kynsvillingar blíva gift i kirku og samkomu- húsum, har læknar hava loyvi at geva aktiva deyðhjálp, har porno- grafi er ein góðtikin vinnuvegur, har ófødd børn blíva dripin? I einum demokratiskum samfelag hava vit øll ábyrd. Lat samkomuna savn- ast, tak tað vápn í hond sum demokratii hevur givið tær (valrættin) og vel ein sterkari Miðflokk, sum vil stýra landinum út frá einum kristnum hugs- unarhátti. Petur Karl av Rana valevni Miðfloksins í Suðuroy …og í bók Tíni vóru teir allir uppskrivaðir, dagar- nir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum ennn var komin. Nógvar røddir eru frammi um, at kvinnan skal ráða yvir sínum egna kroppi, at kvinnan fyri alt í verðini sjálv má avgera, um hon vil bera barnið í heim ella taka lívsrættin frá tí? Hví noyða kvinnuna til eina slíka ómenniskjaliga avgerð? At ofra sítt egna barn vegna sosialar trupul- leikar, sum samfelag henn- ara burdi loyst! Nei, lat okum heldur sláa verjugarð um kvinnurnar, tær sum skulu verja um børn okra. Hvør skal fyrst og fremst verja børn okra um tað ikki eru mammurnar (kvinnurn- ar)? Lat okum sum sam- felag verja kvinnuna og barnið, lat okum upplýsa um hvat fosturtøka er, og hvørjar avleiðingar kunnu standast av hesum. Og lat okkum hjálpa og stuðla kvinnuni at seta barnið í heim, og síðani stuðla for- eldrum og tí nýfødda við øllum hugsandi tiltøkum. Latið smábørnini koma til mín, forða teimum ikki- sigur Jesus. Altavgerandi er at fyri- byrgja at tað verða fleiri kvinnur, ið koma í somu støðu vegna kaldar røddir, ið tala beinleiðis ósatt um fosturtøku. Tær, sum hava tikið fost- urtøku, kunnu fáa fyrigev- ing ígjøgnum Jesus Kristus og fáa fulla uppreisn í sálarlív sítt. Og ein dag kunna tær møta ófødda barninum í Himli og har fáa tann mista møguleikan, uttan ringa samvitsku, at umfevna barn sítt. Latið okkum verja kvinn- urnar, sum eru settar at verja børnini og harvið fáa eitt sunt samfelag, har øll hava líka rætt til lívið. Poul Erik Jacobsen Seinastu tíðina hava vit uppliva at fleiri av song- fuglum okkara hava gjørt vart við seg heima sum uttanlanda. Hetta er at gleðast um, og vit eru helst fleiri, ið eru eitt sindur errin av, at úr okkara lítla landi vaksa fram so mong dugnalig fólk, ikki bara innan sang og tónleik, men so sanniliga eisini innan ítrótt og list sum heild. Mangur fremmandur í vitjar oyggjar okkara, undr- ast á ríka mentanarlívið hjá okkum. Vit hava eina rúgvu av dugnaligum listafólkum: frá Mykines til Hansinu Iversen, frá Føroya Sym- foniorkestri til Guðrun Sólju, frá amatørsjónleiki á bygd til Grímu,frá føroysk- um dansi til ítrótt og síðst, men ikki minst, til óvitan sum stríðist við at fáa ein reinan tóna fram úr ljóføri sínum undir dugnaligari leiðslu av vælkvalifise- raðum lærara.og hetta er íløga í framtíðina. Musikskúlin er helst eitt gott dømi um eina góða skipan, har børnini frá byrjan av fáa frálæru í flest øllum ljóðførum frá dugna- ligum lærarum. Hesir næmingar síggjast nú aftur alla møguliga staðni í landinum, frá Symfoni- orkestrinum til Klickheys. Og tað er serliga millum tey ungu, at tað almenna skal skapa góðar karmar, so tey hava so góðar møgu- leikar sum gjørligt at royna og menna síni skapandi evnir. Tað skapar trivna, sum breiðir seg um alt landið, og so skulu úrmæl- ingarnir nokk eisini fara at gera vart við seg í fram- tíðini. Mentanin er eitt av hjartamálunum hjá Tjóð- veldisflokkinum og hevur hann eisini umsitið hetta mál í landstýrinum og skal listaskúli byggjast á Sandoynni. Tað hevur Tjóðveldis- flokkurin, "Tobbi", syrgt fyri, eins og hann gjørdi at heilsuskúlin nú liggur á Tvøroyri. Tjóðveldisflokkurin vil framhaldandi, arbeiða fyri at mentanin sum heild fær tær bestu umstøðurnar at virka undir. Men Tjóðveldisflokkurin hevur brúk fyri tínari at- kvøðu, skal hann framhald- andi fáa ávirkan. Setið tí X við lista E - veljið Tjóðveldisflokkin! Lasse Klein valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Tíðin er komin, tá fleiri og fleiri føroyingar fylkjast og vilja rista dusti av polit- iskum ósemjum av sær. Finna saman og fremja neyðugar broytingar í ríkisrættarligu støðuni sum flest allir Føroyingar kunnu taka undir við. Hetta er gondin nú allir flokkar hava givið til kennar at teir ynskja broytingar stig fyri stig. Sjálvstýrisflokkurin hevur sigra við sínum støðufesti. Mong kendu seg vón- svikin, tá tað vísti seg, at bakið var bróðurleyst. Tá á stóð, hugsaði politiska skipanin bert um seg sjálvan, og tað sum tænti teimum best. Men úrslitið hvarv, tí eingin kendi endamálið, og peningurin var søplaður burtur, og yvirbjóðingin heldur fram inntil einki er eftir. Enn væl fyri Men tíbetur hava vit eitt ágrýtið og væl útbúgvið og upplýst fólk. Okkara land er væl útbygt við´vegum, havnum og tunnlum. Skip- anirnar í samfelag okkara: skúli, heilsuverk, almanna- verk og samferðsla – virka nøktandi. Landið føðir seyð og neyt. Fiskur er í havin- um, og undirgrundin goymir eftir øllum at døma eitt ríkidømi, sum vit nóg illa duga at droyma um. Tíbetur hava vit frælsi at hugsa, skriva og tala, uttan mun til úr hvørjum flokki vit koma úr. Frælsi at gera støðuna upp, og hetta frælsi skal hvør einstakur gera brúk av, eisini á valinum 20. januar. Og leingi hava vit latið okkum rurað í svøvn. Tíðin er farin, tá vit eirindaleyst líta á at politiski meirilutin gerð alt fyri okkum. Før- oyingurin er raknaður við og fer nú at taka róður í egnar hendur, og krevur jarðbundnar samskipaðar loysnir. Eitt stig aftrat Lívið er eitt baks. Tað fer tað framvegis at vera. Vit føroyingar sleppa heldur ikki undan trupulleikunum, antin vit so eru innanfyri ella uttanfyri ríkisfelags- skapin, og tí spurninginum skal ein breiður politiskur meiriluti syrgja fyri. Ein uggi er tað kortini, at vit í løtuni stevna millum boðar og sker innanfyri teir karmar sum Sjálvstýris- flokkurin hevur slóðað fyri. Tann gongda leiðin stig fyri stig at loysa verkevnini í samráðingum. Tað tykist tað at verða full semja um millum allar politiskar flokkar. Sjálvstýrisflokk- urin hevur sigra við sínum støðufesti. Á løgtingsvalinum kunnu vit taka eitt stig á leiðini aftrat – við at velja Sjálvstýrisflokkin. Sum fostur sóu eygu Tíni meg… Mentan Einasti og seinasti møguleikin 26 Nr. 12 - 20 januar 2004 Nr. 12 - 20 januar 2004 27 VALGREINAR Ein aktivan vinnu- lívspolitikk á øllum økjum Lasse Klein valevni Sjálvstýris- floksins í Eysturoy Sjálvstýrisflokkurin er ein socialliberalur flokk- ur og gongur inn fyri tí privata fyritakseminum. Flokkurin vil vera við til at seta karmar og rúmd fyri menning á vinnuliga økinum, og vinnan skal hava góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi á øllum økj- um, og á tann hátt kemur flest møguligum íbúgv- um til góðar. Sáttmálin við ES skal betrast, so- leiðis at Føroyar hava minst líka góðar treytir í samhandilinum við ES sum londini, vit kappast við. Vinnan skal tí hava víðar karmar á øllum økjum. Tey sjálvstøðugu góðar umstøður Styrkin hjá okkum føroy- ingum eru tey smáu og miðalstóru vinnuvirkini, sum eru smidlig og eyð- kent av skjótari støðutak- an og evnum at laga seg til nýggjar umstøður. Tey geva positivt og avger- andi ískoyti til vinnu- mynstur okkara – og skulu hava góðar um- støður at virka undir enn at verða køvd í skriv- stovuveldi. Møguleik-ar- nir fyri at seta á stovn nýggj virkir skulu betrast munandi, og tí er eisini neyðugt: - at stuðla og eyggja útflutningsvinnuni, - at betra korini hjá virkjum, íð virka til heimamarknaðin við einfaldari reglugerðir og lagaligari krøvum, - at stuðla førleika menning. Fiskivinna og aling Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á vinnuligum grundarlagi, so hetta til- feingi gevur mest møgu- ligt avkast búskaparliga, og tí er neyðugt at dentur verður lagdur á: · at flotin nøktar krøvini til eina nýmótans mat- vøruframleiðslu, · royndarfiskiskap í heima- og altjóða sjógvi, · at trygdin fyri sjófólk verður økt munandi, · at manningarrúm nøkta standard tørv, · at serstøk eftirlønar- skipan til sjófólk skal raðfestast, · at útróðrarbátar undir 15 tons fáa serskipan fiska frítt, · at alivinnan fær góðar umstøður at arbeiða undir. Olja og framtíðin Fleiri stórar oljupolit- iskar avgerðir skulu taka- st um farast skal í holt við oljuframleiðslu á okkara landgrunni, til tess at tryggja, at virk- semið verður til gagn fyri land og fólk, og tí er neyðugt at tryggja: - at inntøkurnar av olju- vinnuni koma samfe- lagnum til góðar, - at gott og tætt samstarv er við oljumyndugleik- arnir í okkara granna- londum. Umhvørvi Menniskjað og náttúran eru treytað av hvørjum øðrum, og vit mugu gera eina sannførandi íløgu í at verja tað samanspælið. Bardagin fyri umhvørv- inum er í dag ein stór avbjóðing, tí uttan reina luft, reint hav og vatn og óspilta náttúru er lívs- grundarlag okkara hótt á øllum økjum, og tí skal spurningurin um um- hvørvi ræðfestast høgt. Thomas J. Askham valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy Eg kann ikki annað enn rósa og vera hugtikin av tí arbeiði, sum er gjørt av Ferðaráð Føroya hesi sein- astu árini. Í hesi 10 ár, sum eg havi verið búsitandi uttanlands, havi eg verið varugur við ein vaksandi áhugað fyri Føroyum sum ferðamál. Nú eri eg blivin meiri kunnaður við tað málrætt- aða arbeiði, sum er gjørt og sum nú er, fyri at upplýsa tann ferðandi um møgu- leikarnar ein hevur sum vitjandi her á landi. Eg vóni at ferðavinnupolitikkurin kemur at halda áfram og at tey, sum arbeiða við at fáa meiri ferðafólk hendan- vegin, fáa teir bestu karmar at arbeiða undir. Eg kann ikki annað enn nevna teir faldarar, sum eru gjørdir um Føroyar til ferðafólk. Tey, sum hava latið hetta tilfar úr hondum greitt, eiga stóra tøkk uppiborna og skulu tey fáa rós fyri hetta arbeiði. Tað er av alstórum týdningi at tað tilfar, sum ferðafólkið far er snotuligt, einfalt og upp- lýsandi. Eg eri fult greiður yvir at langt er á mál til vit síggja og merkja at hetta er nakað, sum merkist í samfe- lagsbúskapinum. Tó, so síggja vit at tølini og kurv- arnar vísa tann rætta vegin. Ferðamannaráð Føroya undir leiðslu av Hera Niclasen, hava havt eina hepna hond við at fáa Føroyar meira sjónligar í einum altjóða ferðamanna- høpi. Ferðavinnuøkisætlan fyri Føroyar "Fyri at ferðavinnan skal verða ein meira týðandi táttur í samfelagsbúskapin- um, eigur ferðavinnan at verða ein sjálvsberðandi, kappingarfør vinna, sum leggur dent á dygd, tæn- astustøði og samstarv- og menning sínari, at hava atlit at náttúru, umhvørvi, ment- an og føroyska samfelag- num sum eina heild." Hetta eru tey innleiðandi orðini, sum eru at lesa fyri eini ferðavinnuøkisætlan fyri 2003-04. Her koma nakrir ítøki- ligir visionerir tankar, sum kunnu menna ferðamanna- vinnuna úti um landi. Eg vóni at lands- og komm- unupolitikkarar taka hesa verkætlan til sín. Alternativur vinnumøguleiki Tá vit tosa um alternativar vinnumøguleikar, hugsa vit oftast um fisk ella nakað, sum hevur við fiskivinnuna at gera. Um vit hugsa í ferða- vinnumøguleikum, so kunnu vit nevna at vit hava karmarnar. T.v.s. vit hava: náttúruna, havið, fjøllini, fuglalívið og eitt fjøltátta mentunarlív, okkara egna býar- og bygdamentan. Hetta er alt rammur sum tann vitjandi hevur áhugað í og sum ikki kostar pening, ið kann nevnast íløgur. Hetta er bara har; klárt at gera brúk av. Her tørvar bara hugflog, hjá tí ið vil nakað á hesum vinnuøkin- um. Konan og eg hava bú- leikast 30. min. frá Ringkøbing á Jútlandi. Um summarið hava vit sæð hvussu nógv ferðafólk av ymiskum tjóðum hava vitja har um leiðir. Nógv ferða- fólk ynskja at uppliva havið, serliga týskarar. Tað at kunna fara út at fiska. Handilslívið er fjøltátta hesa tíðina. Smáttubýir eru nógvastaðni. Ein hugsar at tað er spell at tað skal kosta so nógv at koma til Føroya hesa tíðina á árinum. Hví gerð Smyril Line ikki eina roynd at lækkað prísin nakað. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí skipið er vitleysa kostnaðarmikið at reka. Viljin hjá fólkinum Í einum øðrum petti í frágreiðingini stendur at skal økisferðavinnan vaksa, skal tað verða eftir áhuga, arbeiði og vilja hjá fólkin- um á staðnum. Tey hava ofta hugskot um, hvat tey kunna bjóða ferðafólkinum og hvussu tað kann verða gjørt. Við tí alt mennandi samferðslukervi vit uppliva í dag, so verður avstandir eingin darvan fyri hvar ein fer at ferðast her í land- inum, ella hvar tann fremmandi nú kemur at verða. Spurningurin er bert, hvør hevur eitt gott spennandi tilboð til tann fremmanda, sum liggur á einum rímiligum kostnað- arstøði. Gistingar deild á økir. Kelda: Hagstovan. Síð talvu! Tølini fyri 2003 vóru ikki klár. Tað skal eingin ivi vera. Miðflokkurin vil altíð verða við til at stuðla al- ternativar vinnuvegir. Miðflokkurin vil stuðla ferðamannavinnuni, so hon verður at menna seg enn betur. Tí er tað so umráð- andi at flokkurin kemur sterku inn á løgting. Set tí tín kross við lista H. Jónfinn Olsen valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy Nú er hetta mín fjórða og seinasta grein í hesum um- fari, og vil eg bert staðfesta, at hetta sum eg havi ført fram í undanfarnu greinum mínum, vísur bara hvussu ábyrgdarleyst tað verður hugsa í ávísum førum. Tí nú standa vit í tí støðu, at Føroyar “lata kr. 367 milliónir í menningarhjálp til Danmark”, sum um tað ikki eru onnur lond, sum høvdu havt størri brúk fyri hesi “menningarjálp”. Ella betur var, at vit hugsaðu um okkara gomlu og pensionistarnar, sum av Guds stóru náði hava fingið lut í at føra hetta land fram, har tað er í dag, so vit kunna búleikast so frægt sum vit gera í dag. Hava tey so ikki uppiborið at fingið eina rímiliga skattafríða fólkapensión, ja pensiónin kundi verði tvífaldað av tí, sum hon er í dag. MINNIST TIL FØR- OYA FÓLK, HENDA SKERJING SUM FÓR FRAM UPPÁ KR. 367 MILLIÓNIR ER IKKI BERT EINAFERÐ, MEN HETTA ER HVØRT ÁR. HUGSA TÆR TIL. Vel tí MIÐFLOKKIN, ella GREINASKRIVAR- AN sum tína rødd á Løgtingi. Borgan fyri væl- ferð, trivnaði og trygd. Føroyar sum ferðamannaland Øki 1997 1998 1999 2000 2001 2002 Partur í % Suðurstreymoy 45.982 57.765 60.037 62.308 61.835 62.119 67,7 Norðuroyggjar 7.335 9.992 8.062 11.071 7.683 8.220 8,9 Vágar 5.397 4.806 5.334 5.168 7.515 7.600 8,3 Megin-Eysturoy 2.704 3.812 2.810 2.252 2.132 2.907 3,2 Sundalagið 2.099 4.070 2.263 4.219 3.893 5.653 6,2 Suðuroy/Sandoy 1.084 1.064 3.328 4.774 4.882 5.226 5,7 Tilsamans 64.601 81.510 81.834 89.791 87.940 91.724 100 Miðflokkurin segði nei… …til at blokkurin skuldi skerjast við kr. 367 milliónum (4) C M Y K 27 26